Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 234 - 5. desember 2002 Nr. 234 - 5. desember 2002 11 Tol og aftur tol. Hetta varð felags boðska- purin frá teimum serkønu oljufólkun- um á oljuráðstevnuni í Norðurlandahús- inum í gjár. Føroyar eru eitt sera kompliserað – fløkt – øki, tá tað ræður um at leita eftir kolvetni í undirgrundini. Komið er nakað ávegis í leitingini eftir svarta gullinum, men enn er langt á mál. Basaltið er enn tann stóra avbjóðingin, men tá basaltknút- urin er loystur liggja ómetaliga stórir møguleikar fyri framman fyri olju- feløgini og føroyska samfelagið. Tá liggur eitt í dag lokað land púra opið fyri altjóða oljuídnaðinum kom fram í framløgunum í gjár. Tað ræður um at síggja alt Atlants- mótið sum eitt øki, at arbeiða saman og læra av hvørjum øðrum OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller – Verður basaltknúturin loystur, so fer einki mark at verða fyri áhuga fyri leiting á føroyska landgrunninum, tí tá liggur brádliga púra opið eitt velduga stórt øki fyri oljuleiting, sum í dag má sigast at vera lukkað land. Nakað soleiðis tók Kent Høgseth, stjóri hjá Statoil fyri leiting á djúpum vatni. Hetta var eisini nakað av tí, sum kom fram í øllum framløgunum á Oljuráð- stevnuni í Norðurlanda- húsinum í gjár. Bert ein evarska lítil partur av føroyska økinum er basalt- fríur, te. nógv umrødda »Gullhornið« móti markin- um við Bretland. Megin- parturin av føroyska land- grunninum er fjaldur av einum tjúkkum lag av basalti, sum er sera hart og torført og dýrt at koma ígjøgnum við bæði seis- miskum bylgjum og bori. Men tað gongur tó tann rætta vegin, og alt verður gjørt fyri at loysa gátuna: hvussu tjúkt basaltið í veru- leikanum og hvussu man tøkniliga kann finna tann besta mátan at síggja niður- undir basaltið fyri at vita, hvat goymir seg har. Á ráð- stevnuni í gjár kom fram, at feløgini halda seg síggja sera stórar struktarar undir basaltinum, her serstakliga eystan fyri Føroyar, nevnt »East Faroe High«. Hóast virksemi á land- grunninum hevur verið sera avmarkað í eina tíð og før- oyingar kanska halda, at oljuævintýrið longu er lið- ugt, áðrenn tað byrjaði, so síggja útlendsku oljufeløgini heilt øðvísi uppá støðuna. Fyri tey er her talan um eitt langtíðar arbeiði. Við teimum trimum fyrstsu brunnunum er skjøtilin ikki meira enn settur á. So torført økið er at arbeiða í er tað tí einki óvanligt, at tað skulu borast nógv fleiri brunnar og ger- ast nógv fleiri kanningar, fyrr enn fyrsta veruliga løn- andi fundið verður gjørt. Hóast føroyingar tí ikki reint fysiskt síggja nakra broyting, so hendir nakað handa leiktjøldini tvs. hjá oljufeløgunum. Á ráðstevn- uni kom fram, at oljufeløg- ini í løtuni gera eitt stórt kanningarbeiði. Tað er bæði á skrivstovunum í Havn, í Aberdeen, í Stavan- ger og entá í Milano og í USA. Tað standa bæði um- hvørvisligar og tøkniligar avbjóðingar fyri framman, nú oljufeløgini halda fram við sínum kanningar- arbeiði. Hóast oljufeløgini royna at minka um váðan, tá stórar íløgur verða gjør- dar í leiting, so varð stað- fest á ráðstevnuni av eitt nú leitistjóranum hjá BP, Richard Hollingsworth, at alt føroyaøkið framvegis er eitt sera váðiligt (High Risk) umráði at arbeiða í. Roynt verður við nýggjum seismiskum og øðrum kanningum at minka um henda váða, men enn tørvar feløgunum meiri vitan fyri at kunna finna hóskandi leitimál við minni váða (Low Risk). Á ráðstevnuni varð eitt gjørt týðuliga greitt, at ein eigur ikki at síggja Føroya- økið sum eitt isolerað um- ráði men heldur sum ein part av eini størri heild, einum øki, sum røkkur heilt úr Írlandi og til Norður- noregs. Í arbeiði sínum at loysa basaltknútin hevur ikki minst amerikanska oljufelagið Anadarko brúkt eitt uppaftur størri øki, heilt til Grønland fyri at finna teir ymsu brikkarnar til tað puslispælið sum føroyski landgrunnurin er. Felagið hevur drúgvar royndir ymsa staðni úr heiminum og brúkar ta vitanina til at finna svar í sínum stóru 9- ára loyvum í Føroyum. Nakað ávegis men enn er langt á mál Føroyskir stjórar og leitistjórar fyri tey fimm fyristøðufeløgini sum hava loyvi á landgrunninum, uttanfyri Norðurlandahúsið saman við Eyðun Elttør, oljumálaráðharra Mynd: Jan Müller Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum, sum skipar fyri ráðstevnuni Mynd: Jens Kr. Vang Nógv fólk vóru komin til Oljuráðstevnuna Mynd: Jens Kr. Vang OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller Tað var Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumál- um, sum setti Offshore Faroes 2002 í Norðurlanda- húsinum í gjár. Hann vísti á, at hóast eingin boring er gjørd á landgrunninum síð- ani seinastu ráðstevnu, so er nógv arbeiði gjørt bæði hjá oljufeløgunum og hjá føroyskum oljumyndug- leikum. Loyvishavararnir hava gjørt sítt ítarsta fyri at skilja úrslitini av brunn- unum, sum vórðu boraðir í 2001, umframt at fleiri seismiskar kanningar eru gjørdar. Hann vísti eisini á arbeiðið hjá feløgunum, sum hava 9 ára loyvi og til verkætlaninar hjá Sindri, sum verður fíggjað av oljufeløgunum. Landsstýr- ismaðurin viðgekk, at føroyaøkið goymir nógvar avbjóðingar. – Um vit hyggja aftur til tíðina, áðrenn fyrstu loyvini vórðu givin, so væntaðu bert fá, at fund fóru at verða gjørd beinanvegin. Vit roknaði við, at fyrstu brunnarnir fóru at geva okkum so fleiri upplýsingar, sum so kundu vera grundarlag undir løn- andi oljufundum í framtíð- ini. Hann vísti á, at kortini vóru tað oljufeløg, sum vórðu rættiliga vís í, at olja fór at verða funnin longu tíðliga og at ein framleiðsla kundi fara í gongd innan nøkur fá ár. Og brádliga fór almenningurin at eygleiða leiting sum einki minni enn »a necessary evil« á leiðini til at gerast ein oljufram- leiðandi tjóð. -– Men tá veruleikin gjørdist ein annar vórðu fleiri vónsvikin. Men hyggja vit nú at støðuni við eitt sindur av realismu, so mugu vit spyrja okkum sjálvi, um hetta nakað grundarlag er fyri hesum vónloysi! Eitt fund og ein virkin oljuskipan er í míni verð eitt sera lovandi úrslit frá bara trimum brunnum. Eyðun Elttør vísti á, at vit hava longu lært nógv av leitingini higartil. Men kanska er størsti lærdómur- in tann, at tað er kanska meira torført at stýra vón- um enn tað er at stýra jarð- frøðiligari óvissu. – Tá vit byrjaðu henda út- vikling fyri mongum árum síðani, tosaðu vit um allar avbjóðingarnar, sum lógu fyri framman. Nakrar av hesum avbjóðingum eru framvegis veruleiki, serstakliga á jarðfrøðiligum slag, og kunnu bert verða møttar við framhaldandi arbeiði og treiskni segði landsstýrismaðurin. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, tá hann setti oljuráðstevnu: Lovandi útlit eftir Marjun-fund og virkna oljuskipan Oljufelagið Agip er um at vera klárt til at fara undir at bora miðjan juni næsta ár. Luca Dragonelli frá Agip segði teimum umleið 200 luttakarunum á ráðstevn- uni, at tann vitan, sum teir fara at fáa frá teirra fyrstu boring fer saman við øðr- um upplýsingum at verða grundarlagið fyri framtíðar virkseminum hjá felagnum um okkara leiðir. Hann var bjartskygdur. Føroya oljuleiting er ikki meira enn byrjað. Tann mest týðandi uppdaginin er longu gjørd, og hon er, at tað finst ein virkin olju- skipan í undirgrundini. Nú ræður um at fara víðari við kanningunum fyri at finna fram til, um aðrar grund- leggjandi fyritreytir fyri einum lønandi oljufundi eru til steðar, eitt nú um oljan liggur gloym í goymslum og at tak (seal) er yvir hesar goymslur. Tørvandi tak hevur víst seg at vera ein trupulleiki. Tað eru bert tvey ár síð- ani, at fyrstu leitiloyvini vórðu givin. Tríggir brunn- ar eru boraðir av fyribils átta. Hesir tríggjar bera so grundleggjandi og mynda- lig nøvn sum Svínoy, Marjun og Longan og um- boða harvið landið, fólkið og fiskatilfeingið. Nú hesar myndaligu fortreytir eru komnar uppá pláss, verður áhugavert at síggja, um ikki navnið á 4. brunninum beinleiðis fer at umboða tað vit leita eftir, nevniliga oljuna. Vinnulívið varð væl umboða á Oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár Mynd: Jan Müller Eyðun Elttør, landsstýrismaður við tí fyrsta eykablaðnum hjá Sosialinum, sum kom út í sambandi við oljuráðstevnuna Mynd: Jan Müller Eyðun Elttør, landsstýrismaður setti ráðstevnuna Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 11 10