hósdagur 5. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 234 - 5. desember 2002
Nr. 234 - 5. desember 2002
13
Asbjørn Lómaklett
Løgin og syrgilig
niðurstøða:
Nakað herfyri stóð grein í
bløðunum, har kendur fjøl-
miðlamaður skýrdi Føroyar
»eitt lorta land«, av tí at nak-
að av troti var komið í kass-
an, ið fíggjar sjúkraflutning-
in til Danmark. Í hesum
sambandi var onkur komin
at liggja ímillum – eina tíð –
í hvussu er. Hetta er sjálv-
andi harmiligt, men uttan
iva, so verður onkur nýtilig
loysn funnin til ta tíð, tá tað
aftur fløðir í kassanum. Øll
ynskja vit, at tey sjúku skulu
fáa so góð kor viðvíkjandi
røkt og hjálp, sum á nakran
hátt gjørligt. Hetta eru vit
samd um.
Hinvegin, so má ásannast,
at henda góða skipanin at
senda sjúklingar av landin-
um til serviðgerðir kostar
samfelagnum almikið av
peningi. Sagt verður, at í ár
eru útreiðslurnar u.l. 80 mill.
kr. móti teimum ætlaðu 60
mill.kr.
Hetta hevði svarað til, at
Danmørkin nýtti u.l. 8
milliardir kr. um árið at
senda part av sínum sjúk-
lingum til Týskaland til
dømis, og sambært »TV-
Rapportini«, so kundi hetta
verið neyðugt í summum
førum.
Virðing fyri lands-
stýrismanninum, Bill
Justinussen:
Tað er tí als einki løgið, um
landsstýrismaðurin fer at
kanna, um skipanin ikki
kann gerast bíligari sam-
stundis, sum tænastustøðið
verður varðveitt á forsvar-
ligan hátt, tí 80 mill. kr. er
mikil upphædd í okkara
samanhangi. Hinvegin veit
landsstýrismaðurin, at økið
er sera kensluborið, og at
politiskur opportunistar alt
fyri eitt fara at koma við
ósakligum atfinningum við
teirri ætlan at kóka sær
politiska súpan av evninum
og ikki hevur skortað av
slíkum, síðani málið kom
fram. Kent er eisini, at fleiri
ynskja ikki at reka hetta
samfelagið bíligari vegna
tess, at so kundi jú tað
»ræðuliga« hent, at vit
gjørdust búskaparliga sjálv-
berandi.
Tað er tí at vóna, at lands-
stýrismaðurin veruliga ger
nakað við hetta málið, so
sum mest og best fæst fyri
peningin, ið nýttur verður til
endamálið, tí eingin skipan
er so fullkomin, at henni ikki
tørvar kanningar og eftir-
metingar við jøvnum mill-
umbilum.
Aftur til »lorta landið«:
Tað er helst bara í Føroyum,
at nakar alment fer at kalla
sítt egna føðiland fyri »eitt
lorta land« og fáa undirtøku
fyri hesum frá fleiri av
landsmonnum sínum í sam-
bandi við, at ein partur av
samfelagsskipanini er komin
í fyribils trupulleikar, og har
sakkunnleikin sigur, at teir
hava funnið loysnir, ið
kunnu halda forsvarliga árið
út, men soleiðis er støðan
tíverri.
Hetta sýnir eisini, hvussu
stríðið millum sjálvstýris-
hugsjónina og sambandið
eitrar tað politiska lívið og
føroysku fólkasálina ella
samleikan undir einum, og
tað er eisini veruleiki, at
okkurt um helmingurin av
politisku orkuni her á landi
fer til beiska stríðið um sam-
band/ikki samband. Hetta er
sjálvandi til stóran skaða fyri
okkum sum land og tjóð.
Tað tykist, sum um partur
av føroyingum nær um
»gleðist«, tá okkurt ikki
riggar, og sagt verður við
ikki sørt av skaðafrøi: »Var
tað ikki tað, ið vit søgdu, at
tá føroyingar fara at stýra, so
gongur alt av skriðuni til«?
Til hetta er at siga, at við
hvørt gongur illa í hond hjá
øllum. Tað kann eins væl
vera í Danmørkini sum í
Føroyum, men at kalla sítt
egna land fyri »lortaland«.
Ja, eitt er, hvat tú hugsar í
einari illsinnisløtu, men at
skriva tað í yvirskrift!!!
Hetta gera danir ikki:
Kenni einki dømi um, at tað
kemur fyri í Danmark, at
kendir persónar kalla fostur-
landið fyri »lorta land« í
nøkrum landsfevnandi tíð-
indablaði, hóast mong skip-
an har niðri eisini hevur
brek, sum vit hava sæð í
donsku sjónvarpssending-
unum »Rapporten«, tá teir
hava sett »fokus« á ymisk
viðurskifti, og vit hava
ógvast við, men donsku
journalistarnir kalla ikki
Danmark fyri eitt lorta
land fyri tað. Donsk bløð
høvdu sett slík lesarabrøv
við sera smáum bókstøvum
onkustaðni niðast við mitt
inn í blaðnum, har eingin
hevði lisið tey, men í Føroy-
um verða síðurnar ruddaðar,
so pláss kann gerast fyri
»feitum yvirskriftum«, tá
Føroyar verða svertaðar til.
Her er helst munurin millum
vinnarahugburðin í einari
frælsari tjóð og taparahug-
burðin hjá einari ófrælsari,
ið ikki veit, hvat hon vil,
men helst vil vera bæði.
Tað sær út, sum um
summir føroyingar fegnir
vilja undirmeta og niðurgera
sjálvan seg sammett við
aðrar tjóðir, serliga danir,
hóast vit als onga orsøk hava
til tess, tí tað er royndur
lutur, at har føroyingar eru
saman við øðrum, megna vit
avgjørt allar avbjóðingar
eins væl og aðrir, men tíverri
trúgva mangir av okkara
landsmonnum als ikki hes-
um roynda luti og veruleika.
Handilssambandið við Japan við í dag hava
varð m.a. grundað sum úrslit av eini týð-
andi vitjan í Japan í 1983, fyriskipað av
táverandi ídnaðarráðgevanum Tórmóði
Dahl, sála. Nú hava so føroyingar aftur ver-
ið á vitjan í hesum fjarskotna men fyri okk-
um týdningarmikla landið landið marknaði.
Eftir øllum at døma kann burtur úr hesi
vitjan koma ein sera áhugaverd ætlan. So
nú er at fáa hana at eydnast. Og fyritreyt-
irnar fyri at hon skal eydnast eru góðar, tí í
dag byggja vit alt hetta á bæði føroyska,
norska og íslendska vitan.
Næsta stigið verður at byggja umrødda
virkið í Lorvík og síðani skapa grundarlag
fyri at fáa rávøruna til lands. Sigast má, at
tað er við framskygdum og framfýsnum
fólkum, at henda ætlan verður sett út í
kortið og vónandi gerst veruleiki, fólkum,
sum hava skil á at reka skip og at reka virki.
Betri kann kombinatiónin ikki verða. Tí
mugu allir føroyingar fult út stuðla hesi
nýhugsan, sum jú hevur við sær, at vit
troyta alt tilfeingi og ikki sum í dag, har
partar av fiskinum ikki verða brúktir. Við
hesi ætlan skulu bæði innvølur og livur
koma til lands eisini.
Í áhugaverdu sjónvarpssendingini í vikuni
hoyrdu vit, at reiðarar eru við at búgva seg
til at byggja skipini, at henda ætlanin kann
lata seg gera. Tað er sera positivt.
Men so mugu eisini aðrir spurningar
loysast. Tað hevur nevniliga víst seg at vera
ein trupulleiki við býtislutfallinum hjá
manningarfeløgunum, tá livur og innvølur
skulu takast við til lands. Fyrr var tað
soleiðis, at rogn, sil oa. man tók til ísfisk
við føroyskum trolarunum býtti manningin
millum sín, og reiðararíini tóku ikki so
stóran part av tí. Okkurt týðir uppá, at man
verður noyddur at gera eina líknandi skipan
nú framyvir, skal hetta projektið eydnast.
Og tað eiga manningarfeløgini og reiðaríini
at hava í huga við næstu samráðingum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nýggj menningarleið?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føðilandið – »Eitt lorta land«?
Ein av manningini á
Stapanum varð týs-
dagin funnin drukn-
aður í havnini í
Grindavík í Íslandi
VANLUKKA
Edvard Joensen
Ein 35 ára gamal maður,
sum var við Stapanum,
druknaði í Íslandi mána-
kvøldið. Líkið varð funnið
aftur týsdagin.
Anfinn Olsen, reiðari á
Stapanum, sigur, at Stapin
lá inni í Grindavík til um-
vælingar mánakvøldið, og
nakrar av manningini vóru
farnir í land. Tað var heilt
nógvur vindur í Grindavík
hetta kvøldið, sigur reið-
arin.
Sum út leið, og menninir
vóru komnir umborð aftur,
var tann 35 ára gamli mað-
urin saknaður, og farið varð
at leita. Leitað var uttan
úrslit, og løgreglan varð
síðani boðsend.
Týsdagin varð líkið funn-
ið í havnini í Grindavík,
greiðir Anfinn Olsen frá.
Málið verður í løtuni kann-
að av íslendsku løgregluni.
Tann 35 ára gamli mað-
urin, sum var ættaður úr
Saltangará, var ógiftur.
Føroyingur druknaður í Grindavík
Klæmint Olsen
Rás Tórshavn er ikki long-
ur. Hon sloknaði í nátt.
Heilt bókstaviliga.
Tórshavnar kommuna, ið
varðaði av, helt seg ikki
longur til at lívga rásina.
Hon varð vorðin ein klepp-
ur um beinini. Ovboðið
gjørdist, tá ið gjaldast
skuldi fyri TV3. Tó vantaði
helst eisini onkur íløga í
afturat í Kollafirði.
Onkra staðni var mynda-
góðskan kanska so sum so.
Tey allarflestu mundu tó
við síni vanligu antennu
síggja rásirnar á nøktandi
hátt. Ójøvnu móttøkulík-
indini eru óivað eitt brek, ið
nýggja sendistøðin arvar.
Eftir stendur, at øll húski
í Havn (tí tað munnu vera
fá, ið ikki hava sjónvarp) á
hendan hátt høvdu "ó-
keypis" atgongd til fimm
rásir. Í eitt longri áramál
hevur verið talan um tær
somu fimm.
Av og á valdaði ósemja
um, hvørjar rásir ið frægast
vóru. Eina ferð gav at bíta,
tá ið Eurosport skuldi strik-
ast. Eina aðru ferð vóru
harðlig mótmæli frá ung-
dóminum, tá ið sama skuldi
henda MTV (kommunan
noyddist at gjalda). Eisini
var harðligt orðskifti, um
vit skuldu síggja norskt
TV3 ella danskt. Og eina
tíð var tann stóri spurning-
urin, um BBC skuldi strik-
ast, men endaði tað við, at
vit sóu bæði World og
Prime.
Tað kann undra, hví
eingin mótmælir nú.
Mín greiða niðurstøða er
annars, at flest øll hava
verið nøgd við skipanina.
Og í dag mugu vit helst
staðfesta (kanska tíverri),
at vit hava vant okkum við
at hyggja at hesum rásum.
Ein tørvur er íkomin.
Helst vildi tú onkuntíð
sloppið at sæð aðrar rásir
við, men tær fimm, ið verið
hava, hava tó bjóðað eitt
sindur av hvørjum. Til ung
og gomul. Til undirhalds og
til kunningar. Og tey, ið
ikki hava fingið nøktað sín
tørv á hendan hátt, hava so
allatíðina havt í boði at
keypt sær parabol (um
eigarafelagið ikki longu
hevði avgreitt málið).
Hóast ymiskt kann sigast
ímóti - t.d. um hóttan móti
føroyskari mentan og tílíkt
- so fari eg at halda uppá, at
tað hevur verið gevandi,
bæði fyri ung og gomul,
høg og lág, at sloppið at
hugt at teimum fimm rás-
unum. Eg ivist ikki í, at
bæði, tá ið tað snýr seg um
upplýsing og mál, hevur tað
givið okkum eitt gott íkast.
Men so er ikki longur.
Býráðið hevur nú latið tað í
hendurnar á einum út-
bjóðara at nøkta tørvin á
hesum øki. Hesin útbjóð-
arin skal sjálvsagt hava sítt
goldið, og tað vísir seg nú,
at minni munur verður á at
keypa sær ein parbol og
fara upp í ta skipanina.
Eftir øllum at døma ætlar
kommunan ikki at geva
nakað íkast til framhald-
andi virksemi.
Sjálvsagt veit eg væl, at
kommunan hevur fyrimunir
av nýggju skipanini. Fyri
tað fyrsta sleppur hon
undan ábyrgd, og fyri tað
næsta sparir hon pening.
Men ber kommunan seg
rætt at?
Eg haldi tað vera skeivt
at geva skarvin yvir á
hendan hátt. Tórshavnar
kommuna hevur í mong ár
bjóðað øllum borgarunum
hesa tænastu, men nú er
vell. Hjá honum, ið hevur
ráð, ber til at halda fram,
men hjá honum, ið er verri
fyri, verður slitið.
Ein kommunal tænasta er
í dag frátikin teimum, ið
ringast eru fyri sosialt. Ein
munur, ið ikki var áður,
tekur seg nú upp millum
fólk, og fer hetta eisini at
merkjast á tí mentanarliga
økinum. Fólk við hampu-
ligari inntøku hava onga
neyð, men eg ivist onga
løtu í, at mong børn, ung og
gomul fara at kenna seg við
sviðið soð.
Fyrr ella seinni hevði tað
helst verið rætt av komm-
ununi at latið umsitingina
av Rás Tórshavn á aðrar
hendur, tí ymsar tøkniligar
avbjóðingar standa fyri
framman. Kanska løtan
eisini er tann rætta. Men
heilt at sleppa endanum,
sum kommunan tykist at
hava gjørt, tykist óumhugs-
að og óstortsligt. Kommun-
an átti at borið so í bandi, at
til bar hjá borgarunum at
knýta seg at nýggju sendi-
støðina á ódýran hátt. Hetta
við t.d. at keypa rásir
og/ella við at stuðla keypi
av móttakaratólum.
Løgið kortini, hvussu
søgan byrjaði, og hvussu
hon endaði. Rás Tórshavn
hevði ikki ráð til TV3, tí
máttu aðrir taka yvir, men
hvat er nú vorðið av TV3?
25. nov. 2002 »Altjóða
dagur móti harðskapi
ímóti kvinnum«
Søgan aftanfyri henda al-
tjóða dag móti harðskapi
ímóti kvinnum byrjar fyri
42 árum síðan, tann 25. no-
vember 1960 í tí Domini-
kanska lýðveldinum. Syst-
rarnar
Minerva,
Maria
Teresa og Patria Mirable
lótu lív í eini fyriskipaðari
bilvanlukku. Tær vóru allar
tríggjar virknar í stríðnum
ímóti einaveldinum.
Patria, tann elsta, var
ákærd fyri at stuðla mót-
støðurørsluni og hon, mað-
ur hennara og 12 ára gamli
sonurin sótu leingi fongsl-
að.
Minerva,
miðlingurin,
var feminist. Hon var tann
fyrsta kvinnan í Domini-
kanska lýðveldinum ið
roykti og koyrdi bil alment.
Hon var fongslað 4 ferðir.
Maria
Teresa,
tann
yngsta, var virkin í mót-
støðurørsluni.
Hon
var
fongslað fleiri ferðir og
pínd.
Í 1981 avgjørdu kvinnur
úr Latín Amerika og Karib-
ien at gera 25. november til
altjoða dag móti harðskapi
ímóti kvinnum. Í dag halda
kvinnurørslur um allan
heim hendan dagin fyri at
sjónliggera harðskap ímóti
kvinnum.
Harðskapur og mishandl-
ing av kvinnum er ein al-
tjóða trupulleiki.
Ein út av trimum kvinn-
um í allari verðini hava
verið fyri harðskapi.
Umleið
fjórða
hvør
kvinna upplivir harðskapin
í sínum egna heimi.
19% av heilsuskaðum hjá
kvinnum skyldast harð-
skap.
5.000 kvinnur og gentur
útsetast hvørt ár fyri heið-
ursdráp av síni egnu fa-
milju.
Fýra milliónir kvinnur og
gentir verða árliga keyptar
og seldar um alla verðina.
Antin í hjúnaband, til
prostitutión ella trælahald.
Í frágreiðing frá ST verð-
ur mett at umleið 2 milli-
ónir gentur verða um-
skornar hvørt ár.
Talið á neyðtøkum ímóti
kvinnum er fjalt, tí flestu
neyðtøkur verða ikki frá-
boðaðar.
Útlendskar kvinnur ið fáa
arbeiðs- og uppihaldsloyvi
grunda á hjúnalag eru uttan
rættarvernd, um tær fara frá
manninum fyrstu sjey árini,
tí hann fremur harðskap
ímóti teimum. Tær verða
vístar av landinum.
Pornografiskar myndir í
fjølmiðlunum, har kvinnur
og gentur eru fyri kyns-
ligum ágangi og serliga
myndlýsingar av neyðtøku,
hava skaðiligar fylgir, ser-
liga á børn og ung.
Í Danmark skrásetur løg-
reglan árliga 10.000 til-
burðir av harðskapi móti
kvinnum. Havast skal í
huga, at hettar talið fevnir
bert um teir tilburðir ið
verða meldaðir til løg-
regluna. Í Føroyum verður
alt skrásett sum húsaófrið-
ur, tí eru ongi beinleiðis tøl
fyri, hvussu nógvir tilburðir
eru av harðskapi ímóti
kvinnum.
Í Eysturíki sigur lógin, at
tá ein maður fremur harð-
skap ímóti kvinnu í teirra
egna heimi, so er tað mað-
urin ið skal flyta úr heim-
inum, kona og børn verða
búgvandi. Vónandi verður
henda lógin einaferð veru-
leiki í Føroyum.
Í Føroyum
setti
løg-
tingsmaður fram fyrispurn-
ing í løgtinginum um strip-
tease er lóglig í Føroyum.
Tað er tað ikki, men onkur
skal melda málið áðrenn
løgvaldið tekur stig til at
forbjóða striptease.
Í Íslandi eru í dag 14
bordellir. Byrjanin var, eins
og í Føroyum nú, vitjan av
donskum striptease-dansa-
rinnum av og á. Latið okk-
um virka fyri, at prostitu-
tión ikki fær ment seg her á
landi.
Vónandi elvir hetta tiltak
til kjak um harðskap ímóti
gentum og kvinnum.
VIÐMERKINGAR
Harðskapur móti kvinnum
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara elskaði sonur, beiggi, mammubeiggi
og ommusonur
Høgni á Borg
Tórshavn
andaðist mánadagin 2. desember 2002,
32 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl 13.
Guðrun, Heini,
Marian, Jákup, Annika
Guðrið og Anna
Rás Tórshavn til áminningar
Arne Berg
1937 - 2002
Eftir stutta sjúkra-
legu andaðist Arne
Berg sunnudagin 1.
desember, 65 ára
gamal. Arne Berg er
føddur í Klaksvík í
1937.
Hann
var
sonur Onnu Elisa-
beth, f. Hansen, og
Elias Berg. Arne
byrjaði at læra til
bilmekanikara
í
Havn í 50-unum.
Hann gjørdi seg tó
ikki lidnan, men fór
aftur til Klaksvíkar
at búgva. Í 1960
giftist hann við Áslu,
f. Toftenæs, úr Leir-
vík, og fyrst í 60-unum búsettust tey í Havn. Ásla
andaðist 29. mars í ár, 65 ára gomul: Tey fingu
børnini: Eilev, Oddmar, Eydnu, Dagfinn og Páll
Árna.
Arne koyrdi hýruvogn í Havn á bilstøðini BIL og í
Auto í 60-unum. Eisini koyrdi hann lastbil, tá
Oyggjarvegurin bleiv gjørdur. Frá 1970 til 1982
arbeiddi hann hjá Strandferðsluni og koyrdi hýruvogn
í frítíðini. Síðan 1983 hevur hann rikið tveir býbussar
fyri Bussleiðina í Havn.
Friður verið við minninum um Áslu og Arna Berg.
m.g.
Góða mamma, vermamma og omma okkara
Marianna Jacobsen
f. Mortensen
úr Vági
andaðist 2. desember, 74 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju
leygardagin 7. desember kl. 13.00.
Marjun, Kári, Kristin og Sunnuva
Elsmaria, Ole og Kira
Mortina, Stein, Annika, Sára og Marianna
Tað ber til at minnast mammu við eini gávu til Vágs kirkju.
C
M
Y
K
13
12