hósdagur 5. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 234 • hósdagur • 5. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyri triðju ferð í ár
var elitan á svimji-
landsliðnum samlað
til venjingarlegu um
vikuskiftið. Eisini
tríggir av útisetunum
vóru komnir heim til
venjingina
SVIMJING
Hilmar Jan Hansen
Um vikuskiftið var elitan á
svimjilandsliðnum,
teir
eldru svimjararnir, á venj-
ingarlegu í Havn.
Umframt
heimligu
svimjararnar vóru eisini
teir tríggir útisetarnir As-
bjørn Hansen, Malan Mich-
elsen og Sheila Millum
Garðarnar komin heim til
venjingarleguna, ið var
tann triðja í ár.
Venjingarlegan
endaði
sunnukvøldið við einari
elitukapping, tí har vóru
bara fimtan teir bestu før-
oysku svimjararnir við.
Væl kom burturúr hjá
flestu av svimjarunum, sum
frammanundan skuldu havt
klárað kravtíðir, ið lands-
liðsvenjarin hevði sett, og
tvey bólkamet og heili
fimm føroysk met vóru
sett, tá kappingin var av.
Serliga gjørdi 20 ára
gamla Benthe Sikivat An-
dersen vart við seg, tí hon
setti sjálv met í bringu-
svimjing á bæði 50 og 100
metrum, umframt at hon
saman við Maluni Michel-
sen, Shailu Millum Garð-
arnar og Lisbeth L. Joensen
setti met í fýra ferðir 50
metra frísvimjing.
Asbjørn Hansen setti met
í 50 metra bringusvimjing
og Andrass Thomsen í 200
metra frísvimjing, og har-
umframt settu Sára Ejdes-
gaard og Janus Olsen
bólkamet í ávikavist 50
metra ryggsvimjing og 50
metra firvaldssvimjing.
Fleiri avbjóðingar
Umframt bólkamet og før-
oysk met, hava fleiri av
svimjarunum klárað settu
kravtíðirnar til oyggjaleik-
irnar á Guernsey komandi
summar, so alt bendir á, at
føroyski
svimjihópurin
verður væl betur mannaður
enn í fjør, tá oyggjaleikir
vóru á Man.
Sum er, hava Benthe
Sikivat
Andersen,
Ingi
Andreasen, Eivind Eystur-
oy, Shaila Millum Garðarn-
ar, Asbjørn Hansen, Krist-
offer Hentze, Dia Jacobsen,
Malan Michelsen, Karina
Petersen og Andrass Thom-
sen havt nóg góðar tíðir til
at fáa pláss á liðnum, sum
skal til oyggjaleikirnar,
men fleiri kunnu koma
aftrat.
Longu komandi viku-
skiftið er aftur kapping, tá
flestu av landsliðssvimjar-
unum hittast saman við
øðrum í Klaksvík, har
roknast kann við fleiri
spennandi kappingum, tí
svimjararnir eru sera javnir
í fleiri greinum.
Ta fyrstu altjóða avbjóð-
ingarnar fáa annars Sára
Ejdesgaard, Janus Olsen og
Lisbeth L. Joensen eisini
um vikuskiftið, tá tey í
Svøríki skulu kappast um
norðurlandameistaraheitini
hjá teimum yngru.
Annars verður aftur venj-
ingarlega hjá svimjilands-
liðnum í januar mánaði, tá
svimjararnir eru boðsendir
at møta í Klaksvík.
Svimjilandsliðið venur hart
Eldru svimjararnir á landsliðnum avmyndaðir um vikuskiftið: Sára Ejdesgaard, Jóannes á Fløtti, Benthe Sikivat Andersen, Shaila Millum Garðarnar, Malan
Michelsen, Lisbeth L. Joensen, Eivind Eysturoy, Dia Jacobsen, Asbjørn Hansen, Janus Olsen, Rannvá Jacobsen, Andrass Thomsen, Sonni Eliasen, Ingi Andreassen.
Líkt er til, at føroysku svimjararnir verða væl mannaðir á
oyggjaleikunum, sum verða á Guernsey næsta summar.
Svimjararnir á myndini hava allir longu klárað kravtíðir, ið
geva teimum kjansin at sleppa við. Aftast frá vinstru: Ingi
Andreasen, Eivind Eysturoy, Asbjørn Hansen og Andrass
Thomsen. Fremst frá vinstr: Dia Jacobsen, Benthe Sikivat
Andersen, Shaila Millum Garðarnar og Malan Michelsen.
Tveir svimjarar, Karina Petersen og Kristoffer Hentze, ið eisini
hava klárað kravtíðirnar, vanta á myndini
14
Nr. 234 - 5. desember 2002
Enn er eingin
føroyskur virðis-
brævamarknaður
komin, so Lands-
stýrið hevur valt at
geva brævlán út fyri
eitt ár í senn til
marknaðurin verður
veruleiki
BRÆVLÀN
Heri á Rógvi
Føroya Landsstýri gevur út
nýtt 3,25% brævlán áljóð-
andi 300 mió kr 11. desem-
ber 2002. Lánið skal nýtast
til endurfígging af verandi
brævláni, sum fellur til
gjaldingar sama dag.
Landsbanki Føroya og
Nordea Bank skipa fyri lán-
inum. Kaupthing Føroyar
Virðisbrævameklarafelag
p/f og Norðoya Sparikassi
eru med-fyriskiparar.
Nýggja lánsbrævið, sum
verður skrásett í Værdi-
papircentralen og noterað á
Københavns
Fondsbørs,
fellur til gjaldingar 11.
desember 2003.
Hesum boðar Lands-
banki Føroya frá í tíðinda-
skrivi.
Sigurd Poulsen, stjóri
fyri Landsbanka Føroya,
sigur, at rentan er umleið
tað sama sum á tilsvarandi
brævlánum hjá statinum.
Ein lítið rentumarginalur er
lagdur afturat.
Skatturin av rentuvinn-
inginum fyri brævlán er
35% fyri privat persónar.
Fyri partafeløg skal gjald-
ast vanligur partafelags-
skattur.
At keypa eitt tílíkt bræv-
lán kemur ikki nógv meira
– onkustaðni minni – ein
uppsparingar konto í banka
ella sparikassa.
Sigurd Poulsen sigur, at
hjá Landsbankanum eru
teir ikki kunnaðir um, hvør
tað er, sum keypir partar av
tílíkum brævlán. Hann sig-
ur tó, at teir størru bitarnar
oftani enda hjá útlendskum
ánarum.
Orsøkin til, at brævlánið
er sett til eitt ár, er, at
Landsstýrið ynskir at bíða
til ein føroyskur virðis-
brævamarknaður kemur á
beinini.
– Til hesin verður veru-
leikin, hevur Landsstýrið
valt at útgeva brævlánini
fyri eitt ár í senn, sigur Sig-
urd Poulsen.
Stjórin fyri Landsbankan
veit eisini at siga, at tekn-
iskt og fíggjarliga er klárt at
byrja
við
virðisbræva-
marknaðinum í 2003. Enn
er tó nøkur ting, sum skulu
fella upp á pláss, áðrenn
byrjast kann. Politiskur vilji
skal eisini vera til staðar.
Sigurd Poulsen roknar
fyri vist, at byrjanin hjá
marknaðinum
verður
spakulig fyri allar partar.
Eftir orðaskiftinum í
Løgtinginum at døma, kann
ein komandi virðisbræva-
marknaður fáa stóra ávirk-
an. Tosað verður í løtuni
um, at landsins ognir í form
av Fiskavirking og øðrum
almennum fyritøkum skulu
seljast um ein føroyskan
virðisbrævamarknað.
Nýtt brævlán frá Landsstýrinum
– Kom hendan hækk-
ingin ikki, vórðu vit
noydd at gera umfat-
andi uppsagnir, sigur
Mikkjal Helmsdal,
sjónvarpsstjóri, nú
Annlis Bjarkhamar
hevur kunngjørt, at
hyggjaragjaldið til
Sjónvarp Føroya
hækkar við 500
krónum komandi ár
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum,
Annlis
Bjarkhamar, hevur avgjørt,
at hyggjaragjaldið fyri SvF
skal hækka við 500 kr.
komandi ár. Hetta merkir
ein reellan vøkstur til Sjón-
varp Føroya upp á 400 kr.
fyri hvørt føroyskt húski.
Tann síðsti hundraðkrónu-
seðilin fer aftur í landskass-
an í meirvirðisgjaldi.
– Øll eru greið yvir, at
Sjónvarpið tørvar meira
pening. Hetta er so loysnin,
mann hevur valt, fyri at fáa
hendan pening til vega, sig-
ur Annlis Bjarkhamar.
Hon leggur afturat, at
málið hevur verið til drúgva
viðgerð í samgonguni, og
semja er um, at hetta er tað
rætta stigið at taka.
Vit royndu til fánýtis at
fáa viðmerkingar frá Fólka-
flokkinum til hetta upp-
skotið.
Áhuga var hvørki fyri at
flyta raksturin á fíggjarlóg-
ina ella fyri ætlaða krings-
varpsskattinum, ið Annlis
Bjarkhamar var fortalari
fyri.
Nú verður so hyggjara-
gjaldið hækka, og harvið
verður tað.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at hon roknar við, at hetta
vil geva Sjónvarpi Føroya
5,8 mió. í meirinntøka
komandi árið.
Lurtaragjaldið fyri Út-
varp Føroya verður tó ikki
broytt. Annlis Bjarkhamar
grundar hetta á, at Sjónvarp
Føroya er í einari so trong-
ari støðu, at alneyðugt er
við atgerðum fyri at halda
lív í stovninum. Raksturin
hjá Útvarpi Føroya tykist
hinvegin at koyra nakað
betur í løtuni.
– Tann loysnin, vit hava
valt, riggar fyri í ár. Vit
hava ásannað, at Sjónvarpið
hevur ein bráðfengis tørv
lønarhækkingum og øðr-
um, og hesum mugu vit
fyrihalda okkum til, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Meiri føroyskt tilfar
Stjórin fyri Sjónvarp Før-
oya, Mikkjal Helmsdal,
sigur, at meirinntøkan til
Sjónvarpið kom í tøkum
tíma.
– Kom hendan hækking-
in ikki, vórðu vit noydd at
gera umfatandi uppsagnir í
komandi ári, sigur Mikkjal
Helmsdal, sum metir, at
SvF við hækkingini fær
luft, ið skal røkka til tey
næstu 2-3 árini.
Hann metir, at SvF við
hækkingini í hyggjaragjald-
inum fer at fáa millum 4,5
og 5 milliónir afturat í kass-
an.
– Við verandi talið av
gjaldarum vil hækkingin
geva Sjónvarpinum 5,5
mió., men vit meta, at tað
fer at gerast tyngri at fáa
pengarnir inn við hesari
hækkingini. Tískil hava vit
mett eina meirinntøku upp
á 4,5 til 5,0 milliónir, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Umleið 13.700 húski
gjalda sum er sjónvarps-
gjald.
Sum nevnt kemur pen-
ingurin á eitt turt stað hjá
Sjónvarpi Føroya. Lønar-
hækkingar og rakstraríløg-
ur fara avstað við størsta
partinum av meirinntøkuni.
– Restin – so nógv sum
gjørligt – fer til at framleiða
meira føroyskt tilfar, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Hann sigur, at tey næstu
árini fara vit at síggja meira
føroyskt tilfar á skíggjanum
í mun til seinnu árini.
Bera vit Sjónvarp Føroya
saman við TV2 á Born-
holm, so framleiðir SvF
munandi meira fyri hvørja
útreiðslu krónu, sigur sjón-
varpsstjórin.
Neyðugt við skoti
Bæði Annlis Bjarkhamar
og Mikkjal Helmsdal eru
samd um, at tað ikki er tann
hepnasta loysnin, at Sjón-
varp Føroya verður fíggjað
beinleiðis á fíggjarlógini.
Bæði meta tey, at tað er
týdningarmikið, at hildið
verður eitt skot millum lóg-
gevandi og játtandi mynd-
ugleikan og sjálvan fjøl-
miðilin.
Tað, at Sjónvarp Føroya
kostar so mikið nógv, og
áhugi ikki er fyri at játtað
til raksturin á fíggjarlógin,
ger, at skal meira peningur
finnast, so má hyggjararin
spýta í. Hesin sami hyggj-
arin, sum eisini betalur van-
ligan skatt, umframt hend-
an eyka skattin.
Sjónvarpsstjórin
og
landsstýrismaðurin
eru
somuleiðis samd í, at ein
greið útmelding um, hvat
myndugleikin vil við Sjón-
varpi Føroya er neyðugur.
– Vilja vit hava eitt sjón-
varp, so mugu vit eisini
gjalda tað, ið tað kostar. Vit
hava valt eina skipan við
brúkaragjaldið,
og
tað
mugu vit so halda okkum
til.
Hinvegin er tað umráð-
andi, at vit fara at finnan
útav, hvat við vilja við
Sjónvarpi Føroya, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Hon heldur spurningin
vera átrokandi í hesum
døgum, tá útboðið av fylgi-
sveinasjónvarpi
gerst
alsamt størri.
– Vit sakna eina greiða
politiska útmelding um,
hvat ynski er við stovnin-
um, sigur Mikkjal Helms-
dal.
Í januar og februar kom-
andi ár fer Annlis Bjark-
hamar aftur at hyggja nærri
at Sjónvarpinum. Tá verður
hugt bæði at fyrisitingar-
ligum
og
fíggjarligum
spurningum, millum annað
frítøku fyri Mvg.
SvF bjargað komandi árini
Hækkanin í hyggjaragjaldinum fer at geva Sjónvarpi Føroya meiri rúm at virka í næstu árini,
metir sjónvarpsstjórin. Kom hækkanin ikki var allarhelst neyðugt við uppsagnum
Sigurd Poulsen, stjóri fyri Landsbankan, sigur, at
virðisbrævamarknaðurin kann vera klárur komandi ár
C
M
Y
K
14