Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 234 - 5. desember 2002 C M Y K 16 Umframt nýggja føroyska metið hjá Anniku, settu fleiri av hinum skjúttunum persónlig met í kapping leygardagin BOGASKJÓTING Hilmar Jan Hansen Av teimum mongu ítrótt- argreinunum, sum verða íðkaðar í Føroyum, man bogaskjótingin vera tann, ið hevur havt størst fram- gongd, hóast hon ikki er so gomul í Føroyum. Hetta varð eisini undir- strikað leygardagin, tá bogaskjótifelagið Tambar skipaði fyri kapping mill- um teir ungu bogskjúttar- nar, ið royndu seg úr fimtan metrum móti 60 sentimetra stórum máli. Mong kláraðu seg væl, men serliga skaraði avrikið hjá 13 ára gomlu Anniku Vang úr bogaskjótifelag- num Ørvi burturúr, tá hon setti nýtt føroyskt met, ið var 18 stig betri enn tað, hon sjálv setti í fjør. Annika vann eisini kapp- ingina hjá recurveskjúttun- um við 553 stigum. Numm- ar tvey gjørdist Eirik í Jákupsstovu úr Ørvi við 504 stigum og nummar trý Áki Herálvsson úr Tambum við 495 stigum. Ikki færri enn tólv skjútt- ar kappaðust í recurve- bólkinum, harav fleiri settu persónlig met. Javnt í compound Skjúttarnir í compound- bólkinum vóru hesa ferð bara tríggir í tali, men kortini gjørdist kappingin her minst líka spennandi og jøvn. Alberta Gaardlykke vann compoundbólkin við 533 stigum, men stutt var niður til nummar tvey og trý, ið gjørdust ávikavist Ásmund- ur Gaardlykke við 529 stigum og Alvi Joensen við 527 stigum. Allan vegin var kapp- ingin millum hesi trý sera jøvn, og bara smávegis frá- vik kundu saktans havt gjørt, at raðfylgjan gjørdist ein onnur. At kappingin leygardagin hevði bæði føroyskt met og tøtt úrslit at bjóða, undrar ikki tey í bogaskjótifeløg- unum, tí haðani frætta vit, at miðalskjótingin hjá teim- um ungu hetta kappingar- árið hevur verið væl hægri enn í langa tíð. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Toftamenn eru farnir at brynja seg út til komandi kappingarárið í fótbólti, og eingin ivi man vera um, at ætlanin er at røkka hægri enn tað sættaplássið, B68 fekk í ár. Fíggjarligi stuðulin verð- ur í øllum førum tann sami, sum hann hevur verið síðstu fýra árini, tí seinn- apartin í morgin fara for- maðurin í B68, Niclas Da- vidsen, og stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, at skriva undir nýggjan stuðulssátt- mála. Samstundis verður sátt- máli eisini undirskrivaður við nýggja venjaran hjá toftamonnum, sum verður Petur Mohr. Hann er ikki nakað ókent navn í B68, har hann eisini var venjari í 1994 og 1995. Hjálparvenjarar hjá Pet- uri verða Ingolf Petersen og Aksel Højgaard, og fara teir tríggir at taka sær av mans- liðunum í 1. og 2. deild, umframt av unglingunum hjá B68. Ingolf Petersen hevði saman við Kjartan Nesá ábyrgdina av 1. liðnum hjá B68 síðstu trý umførini í landskappingini í ár, eftir at danski venjarin Frank Skytte varð uppsagdur. Men sum skilst, hevur Kjartan ikki stundir at halda fram sum hjálpar- venjari næsta ár, og tí er Aksel Højgaard komin í staðin. At samstarva um venjing er ikki fremmant fyri Petur Mohr og Ingolf Petersen, tí teir báðir vóru ávikavist venjari og hjálparvenjari hjá NSÍ í fjør. B68 gamlan stuðul og nýggjan venjara Annika Vang enn eitt føroyskt met Í bogaskjótikappingini um vikuskiftið betraði 13 ára gamla Annika Vang sítt egna met, sum hon setti í fjør, við 18 stigum dagbókin: 9.a í ósáskúlanum filmsummæli: monster’s ball tónleikur 2002 - ein tí›armynd heidi andreasen - vangamyndin 17