Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 18 19 2 Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002 Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn blaðið kemur út. Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn 254 mm breiðar og 70 mm høgar. Gó›a dagbók J Nú sita vit 9.a umbor› á Nørruni á veg til Havnar. Vit hava veri› í Het- landi í eitt vikuskifti. Fyrsta dagin sluppu vit at síggja ho- telli›, og ta› var super lekkurt, sí›ani fóru vit ein gongu túr ígjøgnum b‡- in.Næstan øll húsini vóru grá og la›a› av gróti. Vit sluppu at royna okkum á okkara "enska" máli, ta› var mangan flent eftir okkum innanfyri diskin. Annan dagin fóru vit at svimja í svimji- høllini, ta› var orduliga well. Ì svimji- høllini var eitt bobluba›, tveir stórir skrei›ibanar (rutschebanar), útisvimji- hylur, streymhylur og ein café. Aftan á svimjitúrin fóru vit ein buss- túr, vit sóu nógvar golfbanar, nakrar ponyhestar, moderna›a skúlan í Scalloway, eitt hús pr‡tt vi› skeljum (virkuliga flott). Fleiri oyggjar og b‡ir høvdu líknandi nøvn sum í Føroyum. Seinni um kvøldi› fóru vit út at eta indiskt, ta› smakka›i væl. Nú fara vit í land í Havn. Hetta Hevur veri› ein læruríkur túrur, samanhaldi› í flokkinum hevur veri› gott. Hetta var ein stuttligur og ein ógloymandi túrur. Bye-bye J Gó›a dagbók. Dagurin í gjár byrja›i uml. kl.08.00…. Lagi› á mær var gott , tí hetta var sí›sti vikudagur , og eg ætla›i mær út seinni um kvøldi› at hugna mær saman vi› gó›um vinum. Men sum dagurin gekk , bleiv eg meira og meira útlúgva› , av tí at eg svav so líti› náttina fyri. Eftir skúlatí› fór eg heim til døg- ur›a , ta› var ógvuliga deiligt at fáa frí. Tá i› eg so hev›i eti› , fór eg inn í kamari› at spæla teldu. Uml. kl.19.00 fór eg til arbei›is , har skuldi eg arbei›a til kl.21.00. Tá eg var li›ug at arbei›a fór eg út ein túr at ganga saman vi› mín- ari bestu vinkonu. Vit gingu runt í b‡num og fjasa›u alla somlu tí›ina. Vit møttu sí›ani tveimum vinmonnum hjá okkum, sum bjó›a›u okkum bil- túr. Eisini í bilinum fjasa›u vit , líka til vit mundu sovna. Tá i› klokkan var uml.04.00 fóru øll hvør til sítt , heim í song… Gó›a Dagbók. Eg kom upp í morgun klokkan 9:00, tí klokkan 11:45 skuldi eg møta í skúlanum til a›alroynd vi› hornorkestrinum, tí vit skuldu hava konsert seinni um dagin. Fyrst fór eg undir brús- una, so fekk eg mær morgunmat, og so fekk eg ikki tí› til meir, tí tá var klokkan 11:30. Royndin gekk bara væl, og vit høvdu ta› ógvuliga stuttligt. Klokkan 13:30 vóru vit li›ug og gjørdu klárt til konsertina, sum var klokkan 15:00, og so skunda›i eg mær heim at gera meg klára. Konsertin gekk bara heilt væl, og til tann eina sangin spældi eg solo, og ta› var satt at siga fyrstu fer› eg klára›i at spæla allan sangin uttan ein einasta feil, so ta› má sigast, at eg var heppin. Klokkan 19:30 høvdu vit ball saman vi› orkestrinum. Vit fingu nógvan gó›an mat og spældu „hit med sangen" og sungu og høvdu ta› stuttligt. Nú er klokkan 3:30, og nu orki eg ikki meir, so eg fari at sova. Gó›a nátt. Dagbókin - 9.a. í skúlanum við Ósánna Gó›a dagbók Í gjár byrja›i skúladagurin klokkan 8:00. Vit orka›u illa upp, men kortini vóru vit í skúlanum til tí›ina. Skúlatímarnir gingu ógvuliga seint, men ENDULIGA aftaná 7 langar tímar vóru vit li›ug. Vit fóru heim og sótu og snakk- a›u og fjasa›u vi› kaninirnar. Klokkan 15:50 máttu vit skunda okkum aftur í skúlan, tí hósdag- ar klokkan 16:00 eru vit lærarar hjá nøkrum børnum í 5 flokki, sum spæla horn. Nú eru 14 dagar sí›ani tey byrja›u og tey hava klára› seg stak væl. Ta› skula tey eiga nógv rós fyri. Tey duga m. a. at spæla dovni Jákup uttanat. Klokkan 17:00 vóru vit li?ug og vit fóru heim, og so í b‡in, og hugna›u okkum og klokkan 23:00 fóru vit heim at sova zZzZz... 16 ára gamla Heidi Andreasen hevur rættiliga havt luft undir veingjunum, tá tað kemur til svimjingina. EM, HM, OL og so hevur hon eisini verið í uppskoti til at gerast ársins ítróttarfólk. Men skurðviðgerðir og skaðar gjørdu, at alt steðgaði upp hjá henni, men nú er hon spakuliga á veg uppaftur Heidi er júst farin til Brasilia, har hon skal verða í eina viku á venj- ingarlegu saman við danska svimji- landsliðinum, áðrenn leiðin gong- ur til Argentina til HM. Til hesa HM kappingina fer Heidi at leggja seg eftir at betra seg sjálva so nógv sum gjørligt. Hon hevur ikki tær heilt stóru vónirnar, tí hon hevur verið plágað av skaða í akslunum, umframt at hon hevur verið til tríggjar skurðviðgerðir í beinunum. Alt hetta hevur havt við sær, at hon noyddist at byrja at venja aftur heilt frá grundini. Tí- skil væntar hon ikki, at hon fer at gera nakað um seg á hesi kappingini. - Forvæntningarnir til mín eru stórir, og eg eri sera bangin fyri, at eg ikki fari at kunna liva upp til teir. Men eg má undirstrika, at eg nústani eri við at koma fyri meg aftur og eri farin at venja hundrað prosent, so eg kann ikki annað enn leggja meg eftir at gera mítt besta. Og so er bert at vóna, at eg kann vera nøgd við mítt avrik, tá kappingin er av, sigur Heidi. Tað var beint eftir EM kappingina í 2001, at Heidi fekk skaða í akslar- nar. Skaðin var so mikið umfat- andi, at hon mátti steðga við svimjingini eina tíð. Síðani bleiv hon løgd undir skurð vegna brekið í beinunum. Tað blivu so ikki til færri enn tríggjar skurðviðgerðir. Og so mátti hon byrja at venja av nýggjum aftur. Og tað er nakað, sum ikki er serliga hugaligt hjá einum ítróttarfólki, sum hevur ver- ið so langt uppi, sum hon. Tað gekk sera spakuliga fyri seg, og Heidi sigur, at hon var líka við at missa mótið. Men so kom Monaco. - Monaco gav mær eitt ordiligt spark, sigur hon. Tá sá hon, at hon veruliga hevði víst nakað í svimjingini, og tað gav henni mót til at halda fram. So tá hon kom aftur úr Monaco í mei, byrjaði hon av álvara aftur at venja. Og nú gongur tað væl hjá henni. - Eg eri komin fyri meg nú, men tað er sjálvandi langur vegur eftir enn upp til tað, sum eg hevði kunnað verið, um eg hevði kunnað hildið fram, har eg slepti eftir EM í 2001. Venur í Havn Heidi býr á Eiði. Hon venur í Havn saman við Havnar Svimjifelag. Tað hevur við sær, at hon koyrir í millum fimm dagar um vikuna at venja. - Tað er strævið, men tá tú tímir, tað tú fæst við, so ber alt til. Men mítt lív snýr seg so at siga ikki um annað enn svimjing og skúla beint nú, greiðir hon frá. Hon gleðir seg til komandi skúlaár, tí tá fer hon at ganga í skúla í Havn. Tá fer hon so at kunna verða við til fleiri venjingar – eitt nú morgunvenjingarnar áðrenn skúlatíð. Heidi er, sum sagt, nú á veg til HM í Argentina, men fyri framman liggja eisini aðrar kappingar, sum hon hevur sett sær høg mál til. Í 2003 verður EM aftur og í 2004 Paralympic. - Paralympic 2004 satsi eg uppá, sigur hon og leggur afturat, at hon fer ikki at hugsa so nógv um, hvat nummar hon blívir til hesa HM kappingina. - Nú ræður tað meira um at betra mínar egnu tíðir, og at eg sjálv verði nøgd, men tá eg komi aftur, tá fari eg at venja til tær báðar næstu kappingarnar, sum verða í 2003 og 2004, sigur Heidi at enda. Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002 3 Vangamyndin: Heidi Andreasen Navn: Heidi Andreasen Aldur: 16 ár Starv: Lesandi Føðingardagur: 18.12.1985 Yndisorð: Eg veit ikki Hvat vildi tú verða, tá tú vart stór, tá tú vart lítil? Kend 18121985 heidi byrjar av n‡ggjum