hósdagur 5. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
C
M
Y
K
20
4
Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002
Nú kjak hevur verið um bæði skrá-
sett parlag og um Televarpið, sum
fer at senda rásir, ið hava porno-
filmar á skránni, hevur <ph_1>
sett sær fyri at kanna, hvat tey
ungu halda. Vit hava spurt umleið
150 ung í aldrinum 14 til 16 ár
nakrar spurningar hesum viðvíkj-
andi.
Út frá svarunum kann staðfestast,
at ein greiður meiriluti av teimum
ungu eru ímóti skrásettum parlagi,
men samstundis siga tey seg ikki
hava nakað serligt ímóti samkynd-
um. Umleið helmingurin av teim-
um spurdu siga, at tað má hvør
einstakur um, um hann ella hon er
samkyndur.
Úti við 80 prosent siga, at tey
hava sæð pornofilmar, tað veri seg
á video ella á einari av rásunum,
sum síggjast á parabol.
Áhugavert er at nevna, at ein
greiður meiriluti av dreingjunum
siga, at teir halda tað vera skeivt
at sløkkja eina rás, meðan porno-
filmur er á skránni, meðan ein líka
so greiður meiriluti av gentunum
siga, at tað er rætt.
Kanningin vísir somuleiðis, at tað
eru ikki mong ung, sum sita og
hyggja eftir pornografiskum tilfari
á internetinum.
Spurd um tey nakrantíð hava havt
kynsligt samband, svarar áleið ein
triðingur av teimum spurdu, at tað
hava tey.
porno fyri øll
Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002
5
ein tí›armynd av føroyskum tónleiki
Nú er ein nýggj tónleikaár-
bók komin á føroyska
marknaðin. Ein spildurnýggj
bók – øll í litum – við tilfari
um tónleikalívið í brátt
farna ári. Fyrsta bókin av
hesum slagnum kom út í
fjør. So nú verður aftur lagt
í vaðið.
– Tað eydnaðist so væl í fjør,
at vit valdu at royna aftur í
ár, sigur Eyðun Klakstein,
sum hevur redigerað bók-
ina.
– Ætlanin er, at bókin skal
koma út á hvørjum ári
framyvir.
Bókin í ár er longri enn bók-
in, sum kom út í fjør. Hesu-
ferð telur hon 132 blað-
síður.
– Vit hava vaksið um hana,
tí tað var neyðugt. Vit hava
tikið ymiskt nýtt við, so
tørvur var á meira plássi.
Fleiri nýggir tættir og yvirlit
eru við hesuferð, greiðir
Eyðun Klakstein frá.
Eyðun sigur, at onkur spurdi
um man ikki átti at givið
eina tílíka bók út annað
hvørt ár, tí Prix Føroyar bara
er annað hvørt ár.
– Bókin í ár, at tónleikur í
Føroyum er nógv meira enn
Prix Føroyar. Sjálvandi, Prix
Føroyar fyllir nógv teir mán-
aðirnar tað er, men tað er
so nógv annað. Í ár hava til
dømis nógvir bólkar verið
uttanlands – nógv fleiri enn
vanligt, og tað sæst eisini
aftur í bókini.
Bókin inniheldur eisini nógv-
ar myndir, sum ongantíð
eru sæddar fyrr. Myndir frá
bólkunum, tá teir hava verið
uttanlands. Sum dømi
kunnu nevnast myndir við
Teiti Lassen í upptøkuhølum
í Spania, Shalder í Argen-
tina, umframt myndir úr Ís-
landi, Danmark, Noregi og
so framvegis.
– Denturin er lagdur á popp
og rokk tónleik, men annað
hevur eisini fingið pláss í
bókini. Tað er Studio Pega-
sus, sum gevur bókina út,
sigur Eyðun, sum saman við
Steintór Rasmussen hevur
lagt bókina til rættis.
Bókin er bygd á greinar,
sum hava staðið á pop.fo
og í Sosialinum seinasta ár-
ið, men alt tilfarið er skrivað
og redigerað av nýggjum.
Eisini eru fleiri nýggjar
greinar við. Ætlanin er
framyvir, at víðka bókina,
bæði, hvat viðvíkur
síðutølum og tættum.
Tónleikur 2002 fæst nú til
keyps í sølubúðunum, og
kostar hon 159 krónur.