Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 C M Y K 22 6 Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002 Jólakappingin!! Nú er seinasta útkall til jólakappingina. Hetta er seinasta umfarið í jólakappingini, sum vit skipa fyri, og um tú ert ein av teimum, sum hevur hug at ogna tær ein lutaseðil í kappingini, so er at skriva inn og svara upp á fylgjandi spurning: Hvør hevur yrkt »Gleðilig jól«? Vinnararnir verða drignir tann 16. desember og kunngjørdir í seinasta <ph_1> áðrenn jól, tann 18. desember. Fyri at tríva aftur í vinningarnar, so vóru teir: 2x gávukort frá 3´aranum í SMS áljóðandi 500 krónur, umframt eitt eintak av spildurnýggju tónleikaárbókini, sum Studio Pegasus gevur út 5x eitt eintak av tónleikur 2002 So nú er at taka pennin í hond, tendra telduna, ella hvat tað skal vera, og senda okkum svarið. Kanska tú verður hepni vinnarin, sum sleppur at forkela teg sjálvan eitt lítið sindur eyka um jólini. Adressan hjá okkum er: <ph_1> Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Teldupostbústaður: ph_1@sosialurin.fo Telefax: 31 47 20 Svarini skulu vera okkum í hendi innan tann 16. desember á middegi. Minnist til at merkja brævbjálvar, fax ella teldupost »jólakapping«. Eg vil heldur liva tveir dagar á jørðini enn túsund ár í søguni Moliére Eg elski menn, sum hava eina framtíð og kvinnur, sum hava eina fortíð Oscar Wilde At skeldast við eina kvinnu er sum at royna at lesa eitt blað í stormi Fjodor Dostojevskij Flestu menn búnast ongantíð. Teir gerast bara longri Leo Rosten Vegurin til mansins hjarta er ígjøgnum hansara ego Ókendur Tann, sum hevur vakrastu konuna í býnum, svevur eisini ringast um náttina Bulgarskt orðatak Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002 7 Eftir strævnan skúladag komi eg heim. Í dag havi eg sett mær fyri at gera skúlatingini beinanveg- in, so eg kann njóta restina av degnum. Eg fari inn í kamari›, taki "minni-meg-á-bókina" fram. Bara vi› at síggja permuna, gerist eg mót- leysur. Men eg veit, at ta› nyttar einki at blíva vi› at útseta skúlating- ini, tí so kemur ta› mær bara aftur um brekku. So eg byrji at lesa, men eftir 10 min. verða eygna- lok míni so tung, at ikki er møguligt at halda teimum uppi longur. Áðrenn eg veit av, eri eg í dreymalandi, men vakni næstan beinan- vegin, og tá tað so gongur upp fyri mær, at eg havi sovið, leypi eg upp og rópi: "NOY!" Eg leggi eina fløgu í fløgu- spælaran og koyri hart frá fyri ikki at sovna aftur. Byrji so aftur at lesa. Tað kann ikki sigast, at fløguspælarin hjálpti nógv, tí eftir nøkrum min. eri eg aftur í dreyma- landi, tó ikki so leingi. Tá eg rakni við aftur, hugsi eg: "noy, eg gevi also ikki upp hesuferð". Eg byrji at ganga runt í kamarinum og rópi orðini upp úr bókini, tað gongur fínt í byrjanini, men gakk, at enda orki eg ikki at ganga runt longur, og leni meg móti einum skápi, dreymaland hómast aftur, og eg blaki meg á songina. "Klokkan er átta, kom og fá tær nátturða!!!", mamma rópar. Á noynoy- noy, nú havi eg sovið í tríggjar tímar. Eftir at hava etið, sigi eg við mammu: "Eg føli meg so modnan at sita inni allan dagin og gera skúlating ella sova, eg haldi, at eg fari at venja fótbólt í kvøld". Klokkan er tíggju, tá eg komi heim frá venjing. Eg setist aftur við skúlating- unum. Nú kann eg ikki sovna, tí eg havi jú sovið í allan dag. Trupulleikin er bert tann, at um eg skal gera øll skúlatingini, so verði eg ikki liðugur fyrr enn klokkan hálvgum tvey í nátt. Eg fari undir skúla- tingini við tí hugburði, at eg skal klára at gera øll skúlatingini í kvøld. Eg vil ikki uppliva enn ein skúla- dag við ringari samvitsku, tí eg ikki havi gjørt skúlating- ini. Klokkan nærkast tvey tá eg leggist, ikki eru øll skúlatingini gjørd. Næsta dag er sama skil. Ónd ringrás. Leivur Skúlating Ung or›: Vakurleikin og beisti› – Um filmin Monster’s Ball Í Bretlandi verður veitsla hildin í sambandi við, at ein deyðadómur skal førast út í verkið. Hendan veitslan verður kallað fyri Monst- er’s Ball. Hetta heitið hevur filmurin, vit her fara at umrøða, tikið sítt navn frá. Filmurin gongur fyri í suður stat- unum í USA á okkara døgum. Har valdar enn hópin av óndskapi og illvilja móti fólki við svørtum húða- liti. Hank er onnur generatión av trim- um, sum arbeiða í fongslinum. Í fongslinum er av og á neyðugt at taka lívið av fólki, tí deyðadómur er galdandi og verður nýttur. Hank og sonurin Sonny hava eitt einki serligt forhold. Óndskapurin frá pápanum og sorgarleikin í arb- eiðsdegnum hava fingið Hank til gerast harðan – eitt monstur. Væntandi kærleikin og yvirvágin av hatri gerast bæði ov nógv og útvegurin hjá Hank, tá sonurin tekur lívið av sær. Eftir at hava avrætta mann henn- ara kemur Hank, uttan at kenna hana aftur, í sambandi við Leticia. Tey gerast skotin í hvørjum øðrum, tá teirra nærmastu doyggja frá teimum. Kærleikin gerst bjargingin hjá Hank, og tryggleikin, hann bjóðar, verður lívsnervin hjá Leticiu. Filmurin byggir harfrá á eina fyri so vítt einkla søgu. Stemningurin er døkkur og søgan og persónar- nir grípa mestsum eftir tær av hvíta løritinum upp á teirra ser- stakliga ráa og sermerkta hátt. Í nútíðar samfelagnum býr ónd- skapurin eisini, og hesin verður munandi sterkari sýndur í hesum filminum í mun til aðrar. Dygdin og dýpdin er har allanvegin. Filmurin hevur so avgjørt eisini sín- ar ringu síður. Søgan hevur nøkur hol, sum í roynd og veru eru so gapandi stór, at allir prikkarnir ikki fella upp á pláss. Men fyri at geva betri pláss til øll forhold og allar sneiðingarnar í handritinum verður eitt nú als ikki leitað eftir forklár- ingum, tá sonurin hjá Leticiu kem- ur illa fyri. Hinvegin er filmurin deiliga ráur og einkul. Ikki ein persónur ov nógv er í filminum, og tú sleppur eitt sindur tættari innat, enn tú kanska annars vanliga ger í ameri- konskum filmum. Stóru holini í søgugongdini gera, at realisman fer fyri borð, men allíkavæl heldur filmurin sosialreal- istiska takið. Heldur ikki verður spart við at vísa húð og kenslir í teimum løtum, sum fáa staðfest aldursmarkið. Treyðugt so, lívið kann hjá nógv- um tykjast sum ein ónd ringrás. Tað at bróta ringrásuna og finna ljósið í øllum myrkrinum eyðkenna filmin. Hetta situr eisini rimmarfast eftir hjá áskoðaranum. Eins og í søgunum kann finnast aftur á beint, tá filmurin vendir á eina kós, sum meira enn nakað annað er ævintýr kend. Leikaraavrikini eru sum heild fram- úr. Hetta er eisini alneyðugt, skal filmurin hava nakra vón at klára seg. Leggur tú alt saman, fært tú eitt gott filmsupplivilsi. Ein filmur, sum sigur okkum, at vakurleikin býr innan í okkum øll- um. Eftir sjálvt tann myrkasta dag- in liggur ljósið í dvala, og viður- gongur tú tínar feilir, kanst tú gera ein mun rætta vegin, hóast skaðin er gjørdur. Tað er <ph_1> at varðveita vónina, og tú ger ikki tað ikki ringast við at vitja kyk- myndamykrið - fyri beistið og ikki minst fyri vakurleikan. Heri á Rógvi fakta um monster’s ball leikarar: billy bob thornton, halle berry, sean combs o.o. longd: 120 min. sta›: havnar bio, um tú ert 16 ár ella eldri