hósdagur 5. desember 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
24
Nr. 234 - 5. desember 2002
25
8
Sosialurin Nr. 234 - 5. desember 2002
topp.10/cd.rom
1.
the sims – unleashed
2.
fifa football 2003
3.
grand theft auto 3
4.
hitman 2
5.
age of mythology
6.
cossacks – back to war
7.
ghost recon
– add on island thunder
8.
need for speed – hot pursuit 2
9.
age of empire II – gold edition
10.
warlords battelcry II
topp.10/fløgur
1.
popp list
2.
juliannuboys (árni og marner)
3.
now 53
4.
westlife
– greatest hits unbreakable vol. 1
5.
now 2
6.
now christmas 2002
7.
jennifer lopez – this is me
8.
barnaprix 2002
9.
robbie williams escapeology
10.
wired up 2
topp.10/dvd
1.
scorpion king
2.
blade II
3.
barbie –s om rapunzel
4.
star wars – klonernes angreb
5.
spiderman
6.
i am sam
7.
ringenes herre
– the fellowship of the ring
8.
ice age
9.
dinothopia
10.
roadkill
Riot Act er sjeynda studioútgávan hjá
Pearl Jam, og her viðgera teir báði
tragisku ólukkuna á Roskilde Festivali-
num í 2000 og terrorálopini á New
York 11. September í fjør.
Ilt er at siga um ein kann siga teir
spæla ómodernaðan gamaldags tón-
leik, ið allarhelst hoyrir til grunge tíð-
ina fyrst í 90 unum, ella um ein bara
skal siga, hattar er Pearl Jam, og teir
spæla sín egna stíl og tónleik. Pearl
Jam var jú saman við Nirvana, Sound-
garden, Alice In Chains, og øðrum, við
í tí stóru grunge bylgjuni ið herjaði all-
an knøttin. Hvør minnist ikki ótrúligu
klassikararnar “Alive” og “Jeremy” av
Ten fløguni. Hettar eru óivað løg sum
fara at standa djúpt graveraði inn í
grunge minnisvarðan, saman við
“Smells like teen spirit” hjá Nirvana.
Riot Act er skitin, og rá, og ljóðar
hon meira sum ein kjallaraupptøka hjá
einum háskúlaorkestri, og kann slett
ikki samanberast við soundið ið slóð-
brótandi bólkarnir í dag, koma við.
Men hettar er allíkavæl óivað besta
fløgan ið Pearl Jam hevur givið út
síðan 1994, og er hon nógv meira
lurtaravinarlig, enn teir hava verið
kendir fyri síðan ta tíðina. Um hendan
fløgan var givin út fyri 10 árum síðani,
hevði hon óivað verið róst upp um
skýggini.
Tað er Adam Kasper ið hevur
framleitt Riot Act saman við Pearl Jam.
Adam Kasper er kendur frá sínum
arbeiði saman við Soundgarden og
Nirvana, so hesin er óivað rætti maður
til at framleiða eina Pearl Jam fløgu.
Eisini kann sigast at í nýggja høpinum
hjá Pearl Jam er nú gamli
trummusláarin í Soundgarden, Matt
Cameron.
Alt í alt kann nokk sigast, at um tú
er Pearl Jam elskari, ella grunge elsk-
ari, er hettar uttan iva rætta jólagávan.
pearl jam - riot act
fakta:
bólkur/einstaklingur: pearl jam
heiti á útgávu:
riot act
útgávudato:
11.november 2002
skeringar á útgávu:
15
longd á útgávu:
54.15 min
framleiðari:
adam kasper og pearl jam
útgávufelag:
sony
ljóðgóðska:
dygd í løgum:
heildarmeting:
video/dvd
Enn einaferð er fyrrverandi
Take That´arin, Robbie Willi-
ams, komin út við eini
fløgu. Fløgan, sum eitur
Escapology, hevur 14 sker-
ingar.
Fløgan, sum kom út tann
18. november, kemur í
kjalarvørrinum av, at sam-
starvið ímillum Robbie Willi-
ams og Guy Chambers er
endað. Guy Chambers hev-
ur saman við Robbie skrivað
teir flestu sangirnar á fløg-
uni. Grundin til endan av
samstarvinum er óviss. Ónd-
ar tungur vilja vera við, at
tað var tí, at Robbie vildi
hava Guy at undirskriva
eina avtalu, sum segði, at
hann bara skrivaði sangir til
Robbie, men hesi tíðindi av-
noktar Robbie blankt.
Robbie Williams hevur ann-
ars júst undirskrivað ein
millióna sáttmála við plátu-
felagið EMI, sum gevur hesa
plátuna, Escapology, út.
Eisini er fyrrverandi Take
That limurin farin á eina
heimsumferð, har hann
millum annað eisini skal
hava konsert í Danmark.
fløgur
Robbie Williams
– Escapology
J Lo, sum hon eisini kallar
seg sjálva, er nú komin út
við eini fløgu. Onkur vil
siga, at hetta er ein kær-
leiksváttan til drongin, Ben
Affleck. Serliga er tað heitið
á fløguni, sum fólk vilja
knýta til drong hennara. Í
sjálvum fløguhúsanum takk-
ar hon Ben fyri tað, sum
hann er fyri hana, og sigur,
at Ben fær hana at syngja á
ein hátt hon ongantíð helt
hon kundi.
»This is me... then« inni-
heldur 13 løg. Tað er Sony,
sum gevur fløguna út. Út-
gávudagurin var tann 25.
november. So um tú er
Jennifer Lopez fjeppari, er
ikki nógv annað at gera enn
at seta hesa fløguna í fløgu-
samlingina.
Jenniferp Lopez
– This is me... then
scorpion king hevur
funnið íblástur í filmsrøðini
»Mumien«. Eitt ævintýr,
sum er mettað við action
og fult við góðum stuntum
og kamp-scenum.
Í eini myrkari tíð og við tí
ónda sum mótstandara,
torir bert ein maður at
berjast ímóti yvirmaktini.
Tónleikurin í filminum tekur
teg á bóli, og Scorpion King
brakar á skíggjanum, og
gevur tær eitt einastand-
andi filmsupplivilsi í høgum
tempo, sum bæði er spenn-
andi og undirhaldandi.
Á dvd útgávuni kanst tú eis
ini síggja eina forlongda
óklipta útgávu av filminum,
special effects, frákliptar
scenur og nógv, nógv
annað.
scorpion king
blade er maðurin, sum
ferðast í skuggaheiminum
millum menniskju og blóð-
súgvarar. Leiðarin hjá vam-
pyrunum setir seg í sam-
band við hann, og bjóðar
honum vápnahvíld. Bæði
menniskjuni og vampyrarnir
eru hótt av einum nýggjum
slagi av súgvivampyrum –
Reapers, sum drepa alt,
sum kemur fyri. Teir hava
smittað nøkur menniskju og
nakrar vampyrar við einum
virus, sum innan stutta tíð
fer at gera tey livandi
fólkini, sum eru eftir til
nakrar hjálparsleysar verur.
Blade skal nú arbeiða
saman við vapyrunum, og
saman berjast teir ímóti the
Reapers!
Á dvd útgávuni ein rúgva av
eyka tilfari, har tú fært
burturkoyrdar og broyttar
scenur, tónleikavideo og
nógv annað.
blade II
topp.10/video
1.
blade II
2.
scorpion king
3.
star wars – klonernes angreb
4.
spiderman
5.
from hell
6.
ringenes herre
– the fellowship of the ring
7.
ice age
8.
i am sam
9.
crossroads
10.
out cold
25