Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 234 - 5. desember 2002 Nr. 234 - 5. desember 2002 27 Jólasølustevnan, sum VB árliga skipar fyri, eydnaðist stak væl og teir mongu vitjandi gestirnir fingu bæði til eygu og oyru. M.a. høvdu politikarar roynt sínar listarligu gávur JÓLASØLA Dagfinn Olsen Jólasølustevnan hjá VB er vorðið afturvendandi tiltak. Í ár vitjaðu, eins og undan- farin ár, nógvir handlar og fyritøkur norðanífrá, fyri at vísa suðuroyingum, hvat tað nýggjasta á júst teirra økið er. Og eisini handlar í Suðuroynni vístu fram. Og tað vóru bæði bilar, gávu- lutir, innbúgv, prýði, klæði og brúkslutir, ið vístir vóru fram. Har var okkurt til tey flestu, bæði stór og smá. Til eygu og oyru Og talið av vitjandi var eisini sera stórt. Ásgerð Stenberg, forkvinna í mentanarnevnd Vágs Bý- ráð, setti stevnuna fríggja- dagin og á pallinum um vikuskiftið vóru m.a. móta- sýningar og tónleikafram- førslur, har Brandur Enni sang sínar vælkendu sangir og eisini Guðrun Jacobsen sang vakrar og nútímans sangir. Áðrenn Henrik Old, løg- tingsmaður, endaði stevn- una sunnukvøldið við røðu, var eitt sera forvitnisligt tiltak á skránni. Bæði lands- og býráðspolitikarar, við tilknýti til Vág, høvdu málað hvør sín málning, sum fólk høvdu høvi at bjóða uppá. Býráðspolitik- arar og løgtingsmenn og landstýriskvinnan við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, høvdu málað. Listarliga góðskan var á heilt góðari leið í nógvum førum, men kanska var ójavnt, um farast skal eftir keypiáhuganum, tí í hvussu var svingaðu boðini frá 200 krónum og upp til 1000 krónur. Ein væleydnað jóla- stevna fór framvið og hol er sett á jólahugnan. Summi eru eitt vet lættari í aftara brókalumma, summi kanska ein bil ella annað ríkari, men øll eitt upp- livilsi ríkari, har nóg mikið var til bæði eygu og oyru. Væleydnað jólasølustevna Býráðs- og løgtingspolitikarar málaðu málningar, sum seldir vórðu á uppboðssølu. Her er tað myndin hjá mentamálaráðharranum, sum skal undir hamaran Henrik Old, løgtingsmaður, endaði jólasølustevnuna C M Y K 27 26