hósdagur 12. november 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 12. november 1987
tíðindablaðið
Tordur Niclasen, tingmaður:
Politikarar
duga ikki
at siga nel
— Vit politikarar eru samsekir í ti alt ov
stóra veiðitrýstinum, tí vit hava ov ilt við
at siga nei til ætlanir, sum frammanundan
kunnu sigast at vera høpisleysar, segði
Tordur
liclasen,
tingmaður m.a.
undir
viðgerðini av uppskoti fólkafloksins um at
hjálpa kreppuraktu fiskivinnuni.
Eftir orðaskiftinum á
tingi at døma, tá uppskot
Fólkafloksins um at veita
kreppuraktum skipum
lán, var til viðgerðar í
gjár, er einki mark fyri
teirri vælvild tingmenn
vilja vísa hesi vinnu.
Fólkaflokkurin hevði
skotið upp, at landsstýrið
tekur 150 mill. í láni, sum
síðani skal nýtast til at
veita teimum skipa-
bólkum, sum ringast eru
fyri, lán.
Tingmenn úr Bellum
flokkum høvdu orðið og
tóku væl undir við upp-
skotinum. Allir tingmenn
ásannaðu, at stórur partur
av fiskiflotanum er illa
fyri, og somuleiðis vóru
allir samdir um, at eitt
tílíkt lán kundi hjálpt eitt
sindur um akuttu steð-
una. Hinvegin hildu fleiri
tingmenn, at hetta loysti
ikki allar trupulleikar.
Jergen Thomsen úr
Javnaðarflokkinum og
Signar Hansen úr Tjóð-
veldisflokkinum vístu á,
at landsstýrið hevur ar-
beitt við ymiskum megu-
leikum. Jergen Thomsen
nam við samtyktina um at
veita 15 milliónir til svart-
kjaftaroyndirnar sum eitt
lið í hesi ætlan.
Triðja hvort flaka-
virki skal ongan
fisk fáa
Adolf Hansen var hin
mest víðgongdi í hesum
orðaskifti. Fólkafloksupp-
skotið munaði lítið, segði
hann. Betur var um vit
noktaðu triðja hverjum
flakavirki at taka ímóti
fiski. Tá hevði verið nóg
mikið til tey, sum eftir
vóru. Tey virki, sum ikki
sleppa at taka ímóti fiski,
kunnu foredla fiskin frá
eðrum virkjum, segði
Adolf Hansen.
Fiskaselan fekk eisini
av at vita frá Adolfi.
— Tað vísir seg, at
Ogjørligt er at tilvirka
fiskaveru meira í Feroy-
um, meðan tað ikki er
trupulleiki aðrastaðni,
segði Adolf, sum helt, at
Fiskaselan torir ikki at
fara í framtíðina og hugsa
ótraditionelt. Hann segði,
at negdirnar í Feroyum
eru so smáar, at rokna vit
tær um til europeiskan
málistokk, verður bert ein
125 gramm stór frikadella
í part um árið.
Politikarar
samsekir
— Tað slepst ikki undan,
at vit politikarar eru sam-
sekir í tí alt ov stóra
veiðutrýstinum, sum er,
segði Tordur Niclasen.
Hann helt, at politikarar
hevdu alt ov ilt við at siga
nei til ætlanir, sum
frammanundan kundu
sigast at vera hepisleysar.
Skipini á
fáar hendur
Nógvir tingmenn harm-
aðust um, at tað eru alt
fleiri fiskimenn, sum hava
ásannað at ógjerligt er at
eiga eitt feskfiskaskip í
dag. Í fleiri forum keypa
flakavirkini — serliga tey
stóru — skipini fyri at
tryggja sær ráveru og
hetta ger aftur tað, at enn
minni verður av fiski til
tey smærru virkini. Hetta
er skeiv gongd, vóru menn
samdir um.
Hvar fer
studningurin?
Eisini Hilmar Kass úr
Sjálvstýrisflokkinum tók
undir við uppskotinum
Væl at merkja um stuðul-
in fer á rettu steðini.
- Tað hendir meira enn
so, at menn hava fingið
milliónaupphæddir úr
landskassanum hóast teir
hava átt milliónir á bók,
sum teir ikki hava viljað
sett í virkið. Eisini er tað
hent meira enn eina ferð,
at meðan skipið er á veg á
húsagang, eru
lenirnar hækkaðar mun-
andi, segði Hilmar Kass,
sum helt, at tíðin nú var
komin til at avtaka bæði
stuðulslán og veðhald.
stjora-
Tordur Niclasen, tingmað-
ur, tekur í egnan barm og
sigur, at tingmenn eru
samsekir í vánaligu steð-
uni hjá fiskivinnuni
Harðari tiltøk
Henrik Old úr Javnaðar-
flokkinum helt fyri, at um
vit skuldu trúgva tí, sum
Fiskivinnuráðið sigur,
fara vit at mangla eini
50.000 tons í til at virkir
og skip kunnu bera seg,
og er tað tí ikki óhugs-
andi, at tað verður neyð-
ugt um stutta tíð at koma
við nógv harðari tiltøkum
Ikki einstøk
skip
Etlanin við hesun
uppskot! er ikki at hjálpa
einstekum skipum í tí vit
eru vanir at kalla kreppu
Her er talan um at hjálpe
heilum
kemur hendan lóg at virka
skipabólkum og
á sama hátt sum lógin
1980, er nógv vunr
segði Olaf Olsen, sun
annars takkaði fyri teirra
góðu mótteku uppskot
sítt fekk á tingi. Málið
varð beint í fíggjarnevnd-
ma.
tór.-