Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tiðindablaðið Folkapensionin skal vera skattafri Hetta elvir pensionistum til at åtaka sær okkurt arbeiði, sum teir nú halda ikki loysir seg av skattaávum, sigur Fólkaflokkurin Fólkaflokkurin hevur skotið upp, at ein upp- hædd, svarandi til eina fólkapensión verður skattafri fyri persónar, sum eru fyltir 67 ár. Higartil hevur hetta verið roynt at fremja á tann hátt, at pensionistar fingu ein hægri persóns- frádrátt — í 1987 er hann kr. 12.000 — soleiðis at ein innteka svarandi til fólka- pensión ikki bar nakran skatt. A hendan hátt sleppa láginntekurnar stórt sæð undan skatti, men eru í prinsippinum ikki skatta- fríar. Tað hevur so við sær, at um pensiónistur hevur aðra innteku aftur- at fólkapensiónini, t.d. sjálvbodna pensión, ella viðkomandi hevur ar- Framhald av síðu 9 uni seks milliónir á bók og løgtingid eigur meirilutan bæði í partapeningi og nevndarlimum, segði Ivan Johannesen og legði aftur- at, at Sambandsflokkurin vildi kann hetta mál nógv nærri áðrenn flokkurin tók steðu. Rutan vidhvørt misrøkt — Tað er einki vanligt i, at landsstýrið kemur til tingið og skjýtir upp at seta partapening í virki. Hetta mál er einki undan- tak í so máta, men vit hava fingið alt ov lítið av upplýsingum um tað, segði Jógvan Sundstein vegna Fólkaflokkin. Hann helt fyri, at fyri tjúgu árum síðani høvdu vit góðar meguleikar at koma upp í flúgvingina, men hetta varð tíverri av ongum. Tá varð felag stovnað, men einki annað er hent við tí felagnum enn at kapitalurin er rentaður. Nú fáa vit tvey feløg. P/F Flogsamband og so hetta nýggja, segði Jógvan Sundstein, sum helt tað vera skeivt at gera fleiri feløg, tå løg- tingið eigur meira enn helmingin í Flogsamband. Jógvan Sundstein helt tað annars vera beint, at nakað varð gjørt við hetta mál nú, og meguliga var beint at gera avtalu um ein líkinda avtala ikki kann fást við Maersk Air. beiðsinnteku, so verður hendan innteka beinan- vegin hart skattað. Skipanin hevur ti ført við sær, at pensiónistar ofta hava latið vera við at arbeiða, hóast teir hava verið førir fyri tí — og sum nú er, er harðliga brúk fyri teirra arbeiðskraft. Eldri menn hava til demis ofta hug at egna, og tervur er á slíkari arbeiðsmegi. Men mangan og títt bera menn seg undan av skattaávum. Allir borgarar rinda yvir skattin til komandi fólka- pensión. Hetta skatta- gjald verður ikki frádrigið og eigur fólkapensiónin tí at vera skattafrí, tá hon kemur til útgjaldingar. Sjálvbodnar pensións- skipanir, sum verða skatt- aðar, tá tær koma til út- — Rutan hjá Danair hevur til tíðir verið mis- rekt og í dag gevur hon vinning, segði Jógvan Sundstein, men hann ivast i hvønn møguleika nýggja felagið hevði i kapping við Danair, og nevndi meguleikan at hverki felagið fór at klára seg. Hvat hendir, um Cimber Air fer burtur úr aftur, spurdi Jógvan Sundstein, sum helt tað ljóða nakað ljósareytt, at bert vit settu eina millión í felagið kundu vit yvirtaka alla flogferðslu millum Feroyar og Keypmanna- havn. Formaður Fólkafloksins helt tað vera betri loysn, at feroyingar samstarv- aðu við Danair ella Maersk Air ístaðin fyri eitt heilt annað felag. — Men eg skilji, at hesar samráðingar hava ikki gingið so væl, segði Jógvan Sundstein, sum helt fyri, at hann vildi ikki vera negativur uppá for- hond, sum hann tók til, men treytin var, at allir upplýsingar komu fram. Hann vónaði ikki, at vit um tjúgu ár stóðu við ein- um P/F Flogsamband, sum bert var vorðið 20 ár ríkari í rentum enn í dag og einum nýggjum fer- oyskum flogfelagi, hvers partapeningur bert hevði fingið rentu tilskrivaða í tjúgu ár, og harafturat við eini roynd, sum miseydn- aðist. gjaldingar, kunnu dragast frá, tá premian verður goldin. Landskassin missir næstan ongar inntekur av at gera fólkapensiónsupp- hæddina skattafría, tí frammanundan letur landskassin persónsfrá- drátt, sum verður frádrig- in í útroknaða landsskatt- inum. Tá ið lætt verður um skattin av innteku oman á fólkapensiónina, kemur landskassin at fáa nakað minni av innteku, helst einar 5-10 mill. kr. Men ein partur av hesum inntøkum kemur aftur av tí, at tað fer at lena seg betur hjá pensiónistum at arbeiða, og harvið verður samlaða inntekan hægri, sigur Fólkaflokkurin m.a. í uppskoti sínum. Nr. 129 — 12. november 1987 tryggingar- monopolið Í staðin fyri, at Trygging- arsambandið Føroyar hev- ur einkarrætt til allar tryggingar í Føroyum, vil Sambandsflokkurin hava, at loyvt verður privatum tryggingartiltøkum at tekna tryggingar i Før- oyum. Flokkurin sigur tó, at peningur, sum er vunn- Stort yvirskot — Hetta er fyrsti møgu- leiki, sum føroyingar hava at vera við i flúgvingini, segdi Hans J. Debes fyri Tjóðveldisflokkin. Hann helt, at samrådingarnar vid Cimber Air høvdu lat- ið upp fyri onkrum nýggj- um. — Vit eiga ikki at standa í takkarskuld til nakað útlendskt felag, hvers flúgving til og úr Feroyum ikki hevur verið av næstrakærleika. Árliga yvirskotið hjá teimum man hava ligið um einar 40 milliónir, segði Hans J. Debes. Tjóðveldistingmaðurin ivaðist ikki í, at tann av- tala, sum landsstýrið hevði gjørt vid Cimber, bygdi á eitt haldgott grundarlag. Fyribyrgdi før- oyskari luttøku — Tað hava ongantíð ver- id so g6dir møguleikar hjå føroyingum at koma upp i flúgvingina sum fyri 20 árum síðani, men tá vóru onnur tel. P/F Flogsam- band varð stovnað, men tíverri hevur hetta felag havt eittans endamál. Og tað hevur verið at fyri- byrgja, at foroyingar kom upp at flúgva. Flogsamband hevði samráðingar við danir og íslendingar, men sterkar kreftir i legtinginum koyrdu nevndina frå og valdu nýggja. Hesum syrgdu m.a. Sambands- og Tjóðveldisflokkurin fyri, helt Hilmar Kass. Um Danair og Maersk Air segði Hilmar Kass, at tað hevur verið torfert at skilja tel teirra og um tey fekst lítið at vita. Teir gjørdu sær stóran ómak at halda okkum uttanfyri, segði hann. Hilmar Kass segði, at Cimber sum partur í Dan- air kennir hesa rutu innan- ífrá, so har er einki at ótt- ast fyri. Góður møguleiki nú Nú hava vit meguleikan, og hann skulu vit brúka at koma uppí. Landsstýrið hevur samrátt seg fram til ein góðan sáttmála, segði Tummas Arabo fyri Javn- aðarflokkin. Um flogfarið, sum nýggja felagið skal nýta, segði hann, at hetta er eins gott sum tað, vit hava í dag. Harafturat hevur hetta tann fyrimun, at tí nýtist enn stytri flog- breyt. Tummas Arabo nevndi møguleikan at flogid verdur tvær ferdir um dagin. Bíðað i 20 år — Nu hava vit bidad i 20 år, men núer søguliga løt- an komin, segði Tordur Niclasen. — Danair hevur ongan- tíð trúð uppá hendan dagin, men teir fingu ann- að at síggja. Skuldu vit Tryggingarsambandið Foroyar. nú vil Sambands- flokkurin bróta einkarrætt teirra at tekna tryggingar í Føroyum in av trygging, verður ver- andi í landinum. Um hetta ikki vinnur frama, skjýtur Sambands- flokkurin upp, at tær ein- steku deildirnar fáa loyvi til at tekna tryggingar innan tey ymisku økini. Sambandsflokkurin heldur, at eingin ivi er um, at einkarrætturin er ein hevuðsorsek til, at vit eru eftirbátar á tryggingarøk- inum í mun til okkara grannalond. tór.- bíða til vit hevdu nóg mikið av útbúnum fólki, so komu vit ivaleyst at bíða í tjúgu ár afturat, helt hann fyri. Um P/F Flogsamband segði Tordur, at teir hava havt allar meguleikar at vera við og landsstýrið hevur einki gjert skeivt, segði Tordur Niclasen. Royndur eisini aðrar loynir Landsstýrið royndi eisini at fáa Danair í talu um eitt meguligt samstarv. — Vit gjørdu teimum heilt greitt, at vit fóru ikki at koma á árligar vitjanir til teirra við ynskjum okk- ara. Teir vóru ógvuliga trekir og roknaðu megu- liga við, at vit fóru at troyttast og komu ikki aftur, men vit gjerdu teimum greitt, at hesaferð bleiv ikki sum tað so ofta hevði verið. Teir fingu bod um at koma við einum realistiskum útspæli, men hetta kom ongantíð, hóast fleiri ferðir varð heitt á teir, segði Atli Dam, løg- maður. — At enda — mánaða í ár settu vit tíðarfreistina, men einki tilboð kom. Vit hildu so fram at samráðast í juni við Cimber og ikki fyrr enn seint í august kom svar frá Danair. Svarið var, at teir sóu sær ongan realist- iskan meguleika at bjóða foroyingum eitt líknandi segði tilboð, løgmadur, sum helt eina av orsøkun- um vera, at innanhysis trupulleikar eru i Danair. Tað, sum tá stóð eftir var, at ein av luttakar- unum í Danair, ella annað danskt felag kundi nýtast sum partnari, segði Atli Dam, og helt ikki, at tað finnast nekur alternativ til tað, sum nú liggur á tingborði. Fíggjarnevndin vil hava stundir Eftir at framsegumenn- inir fyri allar flokkar hevdu havt orðið, vóru eisini aðrir tingmenn, sum søgdu sína hugsan. Mill- um aðrar Jergen Thom- sen, formaður í fíggjar- nevndini, sum skuldi við- gera hetta mál eftir við- gerðina í legtinginum. Hann segði, at landsstýrið kundi ikki rokna við at fáa málið aftur úr fíggjar- nevndini fyrstu tveir dagarnar, tí nevndin vildi hava stundir at viðgera tað gjølla. — At fáa málið aftur longu sama dag, sum landsstýrið hevur ynskt, helt Jorgen Thomsen vera ófantaligt at krevja. tór.-