leygardagur 14. november 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Framhald av síðu 3
stendur konan í staðin
fyri tí. Tað er heilt vanligt.
— Vit síggja somu
menn, tá vit eru burturi á
messum. Vit fara á
messur fyri at fáa hugskot
at nýta í okkara arbeiði,
men teir fara fyri at fáa
agentur. »Må jeg blive
agent?-menninir« plaga
vit at kalla teir.
Agentarnir eru nógvir,
eisini útlendskir. Teir
síggjast allastaðni, í flog-
førunum og á hotellum, tå
teir koma til Feroya at
selja. Teir ganga á skriv-
stovur og á virkini, vitja
kommunur og landsstovn-
ar og royna at selja. Teir
hava ein serligan mentali-
tet, og tað eru nógv, sum
lata seg freista av teim-
um, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
Tað fer at svíða
Men einaferð táttar í.
Utlendingarnir kunnu
fara avstað aftur, og eftir
sita vit og skulu royna at
gjalda alt. Tá fer at svíða
hjá nógvum.
Vit eru í hvussu er ikki
erpin av steðuni. Her
verður bygt og leikað í
bæði av almennum og pri-
vatum, sum um vit høvdu
funnið eina gullæðr, ið
gekk gjøgnum alt landið.
Vit eru hóast alt ikki fleiri
enn 45.000 fólk, harav um-
leið ein triðingur arbeiðir.
Tað kann ikki vera rætt at
útbyggja alt samfelagið í
senn. Samfelagið er ikki
so illa útbygt, at vit ikki
kundu bíðað, til vit kundu
klárað tað sjálv, og við-
víkjandi kunnleika í ar-
beiði eru vit ikki aftanfyri
onnur.
— Tað er ikki lætt at
standa og vera vitni til, at
samfelagið letur seg
innanhola. Politikararnir
tora einki at gera, sjålvt
um teir hava ambodini.
Vit kundu væl hugsað
okkum at tosa við teir, og
teir kundu tikið við ráðum
frá okkum, sigur Vilhelm
Johannesen.
Feroya Landsstýri
3800 Tórshavn
att. Atli P. Dam
att. Vilh. Johannesen
att. Jóngerð Purkhús
att. Jørgen Thomsen
Viðv.: skattavidurskiftum hjá føroyskum hand-
verksmeistarum og utlendskum løntakarum inn-
an føroyskan handverksidnad.
Av ti at føroyskir handverksmeistarar i sein-
astuni hava manglað arbeiðsfólk, hevur verið
neyðugt at sekt uttanlands eftir fólki. Sam-
stundis hevur tann økti byggiaktiviteturin í Før-
oyum fert við sær, at útlendsk byggifeleg í sterri
mun enn áður hava leitað sær hendan vegin at ar-
beiða.
Tá ið føroyskir meistarar hava goldið ferðaút-
reiðslur og uppihald fyri útlendingar, hevur hetta
stundum fert til trupulleikar við skattavaldið, við
tað at hetta ikki verður góðkent sum dupult
húsarhald. Útlendingarnir skulu sostatt umframt
at verða skattaðir av vunnari innteku, eisini
gjalda skatt av »skattafrium« veitingum. Hetta
førir so við sær, at áhugin fyri at koma henda
vegin minkar, og føroyski meistarin må tí fråsiga
sær arbeiðsuppgávur vegna avmarkaða arbeiðs-
kraft.
Hinvegin gevur hetta útlendingum allar møgu-
leikar. Feleg teirra eru skrásett uttanlands, og
vinningurin av arbeiði teirra leggur ongan skatt
eftir seg i Føroyum. Tá arbeiðsfólk teirra, sum al-
oftast eru útlendingar, ið uppihalda seg av-
markaða tíð í Feroyum, verður lenin útgoldin
uttanlands og leggur sostatt heldur ongan pening
eftir seg í Føroyum.
Feroyskir Handverksmeistarar mugu síggja í
eyguni, at teir ikki kappast á jevnum feti við
útlendingar, við tað at fremmandi lentakarar
heldur vilja arbeiða fyri útlendingar og sostatt
koma uttanum føroysku skattaumsitingina.
Talan er sostatt um eitt slag av protektionismu,
bert við tí muni, at her eru tað útlendingar, ið
verða vardir ímóti føroyskum kappingarføri.
Omanfyri nevndi útviklingur er undir ongum
umsteðum feroyska samfelagnum at gagni og
einstakir føroyskir meistarar hava umhugsað at
stovna dótturfeleg uttanlands, við tí endamáli at
útvega feroyska arbeiðsmarknaðinum útlendska
arbeiðsmegi.
Tá vit í »Meistarafelagnum« meta, at hetta ikki
kann vera tann rætta loysnin, loyva vit okkum at
vísa á, at sæð frá almennari síðu fer hópur av
rakstrarvinningi og lenarsamsýningum sostatt
óskattaður av landinum.
Vit meta hetta sum eitt álvarsmál fyri foroyskt
virksemi og tað feroyska samfelagið sum heild,
og vilja tí heita á tykkum sum útinnandi myndug-
leikar, um at gera nakað við hetta, soleiðis at
vend kann koma í aftur.
Um tað hevur tykkara áhuga, eru vit altíð til
reiðar at koma til samreðu um hetta málið.
Vónandi hoyra vit aftur við tað fyrsta.
Við heilsan
Havnar Handverksmeistarafelag
Vilh. M. Johannesen, form.
-
|
Nr. 130 — 14. november 1987
Vilja hava
endurgjald
fyri longu
frítíðina
Landsstýrið og Yrkisfelag
Studentaskúla- og HF-lær-
ara slitnaðar
Tað var ikki ósemja um
løn, ið var atvoldin til, at
sáttmálasamráðingarnar
slitnaðu seinasta fríggja-
dag millum Landsstýrið
og yrkisfelagið hjá stu-
dentaskúla- og HF-lærar-
unum. Lenin verður neyv-
an nakar trupulleiki at
semjast um, sigur formað-
urin í yrkisfelagnum,
Jákup í Gerðinum.
Ósemjan snýr seg um,
at studentaskúla- og HF-
lærararnir vilja hava nak-
að afturfyri ta longdu
summarfrítíðina, ið er
ásett við lóg fyri arbeiðs-
marknaðin. Studenta-
skúla- og HF-lærarar fáa
onga gleði burtur úr tí lóg-
ini, men í staðin vilja teir
hava endurgjald. Tað
hevur Landsstýrið sagt
nei til, og tí slitnaðu sam-
ráðingarnar.
Lógin um fritid við løn
er broytt, soleidis at
summarfrítíðin vid løn
verður longd á hverjum
ári til 1989, tá frítíðin
verður fimm vikur.
Yrkisfelagið vil hava
endurgjaldið við í sátt-
málan nú, soleiðis at tað
kann koma við, tá skúla-
árið 1989 byrjar.
— Vit vilja ikki samráð-
ast víðari, fyrr enn vit
hava fingið tað kravið
eftirlíkað, sigur Jákup í
Gerðinum. Felagið hevur
skrivað til Landsstýrið,
men legmaður, sum um-
Fáa
limir
á ali-
stødunum |
Nú ber illa til hjá ali-
stødunum at hava
fólk í arbeiði, sum
ikki eru limir í arbeið-
arafelogunum. Fisk-
urin verður ikki ar-
beiddur víðari.
Fyrr í vikuni setti
Feroya Arbeiðarafe-
lag limum sínum for-
boð at arbeiða fisk frá
alistødum, har ar-
beiðsfólkini ikki eru
limir í fakfelag. Tað
hevði við sær, at fleiri
alisteðir fingu fólk
síni innlimað í arbeið-
arafelagið á staðnum.
Serliga sunnanfyri
hava fleiri meldað seg
inn, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í
Feroya Arbeiðarafe-
lag.
randi
boðar Landsstýrið í sam-
ráðingunum, hevur verið
burturstaddur hesa
vikuna.
Sáttmálin millum Fer-
oya Landsstýri og Yrkis-
felag Studentaskúla- og
HF-lærara gekk út 1].
oktober. Samráðingarnar
um nýggjan sáttmála
byrjaðu 25. september, og
partarnir hava havt seks
fundir.
Felagið hevur 90 limir
Tandi
Avreiðingarprísir
HAVSBRUN |ysir fylgjandi prísir at galda frá 11.11.1987:
grundað á
%fitifritt
turrevni
%fiti TVN
oyru/kg
makrelur 58
hvítingsbróður 51
svartkjaftur 46
malið slógv 23
18,0
19,5
17,5
(min) 14,0
+ /-+ 2,8 oyru pr. kg. %
t/= 0,9 oyru pr. kg. pr.%
125
125
125
Meira enn tvey ár eru liðin, síðan handverks-
meistararnir sendu Atla Dam, Vilhelm Johanne-
sen, Jóngerð Purkhús og Jorgen Thomsen hetta
bræv, har meistararnir leggja upp til í felag at
loysa trupulleikarnar. Eingin av teimum fýra
svaraði meistarunum
20,5
5,5
6,0
Prísregulering fyri fitifrítt turevni:
prisregulering fyri fiti:
NU er at spenna
BELTINI
Til kunningar:
Marknaðarprísurin fyri mjøl ekur støðugt uppeftir, og lýsiprís-
urin er endiliga farin at kvinka uppeftir. Oljuavgjaldid í Føroyum
enn óbroytt.
Omanfyri nevndu prísir vildu verið umleið 9 oyru hægri, um
Havsbrún virkaði undir somu skipan sum í Danmark, hvat við-
víkur prísum á el-orku, reglum fyri olju-avgjaldi og moms-
reglum fyri hjålpievnum, eykalutum, nyiløgum og studningslóg-
gávu fyri orkusparandi tiltøk.
Tit ringja
— vit skriva
Konteynarar
til solu
NORÐ-TRANS
Tlf. 56269
Ringið teiefon
118 20