leygardagur 14. november 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 130 — 14. november 1987
Heyst
BINGO
1987
— er liðugt
Seinastu telini vóru í blaðnum seinasta
týsdag.
Mánadagin 30. nov.
Fyri at ikki skal draga ov langt út, áðrenn
drigið verður, fara vit at seta seinasta dag til
at lata okkum plátur og tel vera mánadagin
30. november. Styttri kunnu vit neyvan gera
tað, um vit skulu vissa okkum, at haldarar
okkara uttanlands eisini skulu fáa stundir at
vera við í dráttinum.
Spælireglurnar
Hesar eru einfaldar: Um tú fært øll tølini, ið
eru á plátuni, so hevur tú vunnið ein av
smærru BINGO-vinningunum. Harumframt
ert tú tá eisini við í lutakastinum um teir
hevuðsvinningarnar.
Telini skulu ikki límast á plátuna, men bert
sendast okkum saman við plátuni.
Um tú ikki fært øll tølini rett, men 10 ella
fleiri, so ert tú við í lutakastinum um
hevuðsvinningarnar.
Merkið bjálvarnar
Hava tit øll telini á eini plátu rett, merkið so
bjálvan >BINGOx.
Hava tit ikki øll tølini á eini plåtu, men 10
ella fleiri, merkið so bjálvan »10 ROTT .
Hetta er av stersta týdningi, um hugsingur
skal vera um at skilja øll tey túsundtals
bingobrev, vit vanliga plaga at fáa.
Minnist til
Latið bert eina plátu við tilhoyrandi telum í
sama bjálva og merkið hann sum áður frá-
sagt við "BINGOx< ella „10 RØTT«.
Sjálvsagt ber til at lata fleiri smærri bjálvar í
ein sterri, men allir mugu merkjast sum
nevnt omanfyri og sjálvsagt við navni, bú-
staði og kanska telefonnummari, so vit
beinan vegin drigið er, kunnu boða hevuðs-
vinnarunum frá.
Sendið bjálvarnar til: Sosialurin, Box 76, 110
Tórshavn. Tygum eru eisini vælkomin við
bjálvunum inn á gólvið hjá okkum á Argja-
vegi 26 á Argjum.
Hesi tøl eru drigin
1 2 3 4 58 7 8 1
| 11 13 14 18 12 18 20 24
Í 2 23 25 26 277 2 29 30
32 33 34 35 37 38 40 41
42 44 45 47 48 49 50 52
53 54 55 57 58 59 60 62
J O
- -
SN sosialurin
Verkstaðsleiðari
| | samband vid at husini hjå Føroya
u Blindastovni verða tikin í nýtslu verður
| vart verkstað, ið er sjålvstødugur partur
av stovninum, latið upp.
Endamálið hjá verkstaðnum er:
at geva sjónbrekaðum fakliga
upplæring
at skipa fyri vardum arbeiði
at skipa fyri skeiðum sjónbrek-
aðum til bata.
Umsøkjarin skal hava holla fakliga út-
búgving. Møguleiki verður fyri at seta
seg inn í arbeiði á líknandi stovni í
Danmark.
Leiðarin kemur fyribils at hava
ábyrgdina av húsum hjá Føroya Blinda-
stovni saman við einum húsaverði.
Leiðarin fær til uppgávu, saman við
Blindafelagnum, at kanna hvussu nógv
fólk hava tørv á verkstaðsfyriskipan og
hvat slag av virksemi, umframt at koma
við kostnaðarætlan.
Leiðarin hevur ábyrgdina av dagliga
arbeiðnum, herundir umsiting og ar-
beiðir undir ábyrgd yvir fyri stýrinum fyri
verkstaðið.
Starvið verður at seta sum skjótast og
verður lent eftir viðkomandi sáttmála
"eftir nærri avtalu. ,
Umsóknin, ið skal vera inni áðrenn
30. nov. 1987, skal sendast til:
Stýrið fyri verkstaðið á
FØROYA BLINDASTOVNI
Postsmoga 196 - 110 Tórshavn
Mánadagin 16/11 letur
Pf. Frants Restorff upp
krambúð í nýggja bakarí-
num á Hoyvíksvegi 65.
Her verður eitt stórt úrval
av breyði, bollum og køk-
um at fáa.
Opið verður soleiðis:
Mánadag-leygardag
kl. 07.00-12.30
á
Frants Restorff varð sett á stovn í
1902. Fyrst sum bakarí og kondittarí
og síðani í 1925 eisini restauratión. Í
1951 fingu vit deild fyri heilsølu av
góðgæti, keks og småkøkum. Í dag
starvast umleið 70 fólk í fyritøkuni.