Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 SR ELOO0 Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Eingin fast- lønarskipan á flaka- virkjunum GJØGNUM rættiliga mong ár hevur verið orðaskifti um, hvussu vit kunnu gera flakavirkini til attraktiv arbeiðspláss. Vit vita at sum er verður ikki farið á eitt flakavirki uttan so at eingin annar møguleiki er fyri starvi. HER HAVA ymiskir meguleikar verið nevndir fyri at bóta um hesi viðurskifti. Ein av teimum eru sjálvar arbeiåsumstødurnar. Her er virksemi i gongd fyri at bøta um tær, og eitt stig var tann ráð- stevna um arbeiðsviðurskifti á flakavirkjunum, sum varð hildin fyrr í år. Vónandi gevur hon itøki- lig úrslit. EISINI hevur verið umtalað at fáa tryggari setunarviðurskifti, so- leiðis at arbeiði á einum flakavirki kann verða roknað sum eitt starv eins og onnur størv. TAÐ ER í hesum sambandi, at landsstýrismaðurin i arbeiðs- marknaðarmálum hevur arbeitt við spurninginum um eina fast- lønar- ella minstulønarskipan fyri fólk á flakavirkjum. NÚ ER uppskotið enn ikki nakað serliga nágreiniligt. Heldur ikki er vist, at júst hetta er tann rætta loysnin. Men vit halda, at siktid er rætt. Nevniliga eitt stig at gera flakaarbeiði eitt arbeiði, sum kann vera eins attraktivt sum onnur størv. NÚ HAVA vit so í bløðunum lisið, at Føroya Arbeiðarafelag hevur sett seg ímóti at gjørd verður ein skipan bert fyri flakavirkini. Sagt verður, at hetta fer at skapa ójavna millum bólkar av verka- fólki. Tí hevur FA sum alternativ uppskot um eina arbeiðsloysis- skipan fyri øll. VIT ERU samd við FA at tað skal ikki verða gjørdur mannamunur uttan mun til hvor skipan, ið verð- ur sett í verk. Men vit meta tó ikki, at teir tankar, sum hava verið frammi, koma at skapa mannamun. Heldur er tað tvørtur | ímóti. Tað er ein sannroynd. at argeto c GKáVITK Åbyrgdarbladstjori: P/f Sosialurin Jan Miiller Krisjan Daht Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith ; Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari Uppseting: Prent: oddagrein skulu hava sína úrkomu á einum flakavirki. At arbeiða veg t.d. er eitt hampuliga fast arbeiði so leingi tað varar, tó við tí fyrivarni at dagar kunnu fara burtur ímill- um vegna illveður o.t. Við teim- um fyrivarnum, sum hava verið í »islendska modellinum«, koma framvegis dagar at fara burtur ímillum hjá flakafólkunum. Og tað kundi hent, at sjålvt við hes- um uppskoti koma tey ikki meira enn á hædd við t.d. vegaarbeið aran. HETTA eru sjálvsagt bert meting- ar. Men tað kundi verið áhuga- vert at fingið útrokningar, sum vístu hverja inntøku flakavirkis- arbeiðarin kann fáa gjøgnum eitt ár sammett við inntøkuna hjá øðrum arbeiðarum. Síðan kundu vit fingið eina útrokning, sum vísti hvussu íslendska skipanin vildi broytt hetta lutfall. Ikki fyrr enn vit hava hesi tel, kann sigast at uppskotið hjá landsstýris- manninum kemur at skapa mannamun. HINVEGIN vildi tað verið eins áhugavert at fingið útrokningar, sum vísa, hvat tað veruliga merk- ir í krónum og oyrum, at fólk á virkjum eru støðug. Vit vita ju, at tað kostar at læra fólk upp til eitt nýtt arbeiði og oftari, manningin verður skift, tess meira kostar tað. TAÐ ER spell, um málið skal koma at doyggja í egginum. Og vit halda ikki, at arbeiðsloysis- stuðul er einasta alternativ júst í hesum máli. Annað er tað at neyvan kann roknat við arbeiðs- loysisstuðli í hesum valskeið- num. Tað verða jú fleiri um at av- gera í eini samgongu við fýra flokkum. Vit halda tað vera í so tíðliga at avvísa hesum máli. Her eru framvegis ein hópur av ósvar- aðum spurningum, sum støda skal takast til. Og við at vera við í tí víðari arbeiðnum, hava partar- nir á arbeiðsmarknaðinum ein góðan møguleika at vera við til at fáa eina skipan, sum verður til fyrimuns bæði fyri arbeiðarar og Virkir. OG KANN tað gerast, verður tað eisini til fyrimuns fyr ki ra fiskivi sun rr Nr. 130 — 14. november 1987 Tunnil Gjógv — Funningur Tað hevur í fleiri ár verið tosað rættuliga nógv um tunnlar ymsa staðni í Fer oyum, um hverjir eru teir týdningarmestu og hverjir eiga at koma fyrst Pad vilja sjálvandi altíð fleiri m ungar um tilikar spurningar, og øll halda, at tunnil å strekkin- m, sum ein sjálvur ferð ast á, hevur størstan týdning Og gjáarfólk eru einki undantak í so má halda sjálvsagt, at tunnil millum Gjógv og Funning eigur at vera í fremsta rað í tunnilsætlanum lands- stýrisins nú. Orsøkirnar fyri tí eru nógvar. Sum øll vita, so liggur Gjógv ógvuliga av- skorið frá restini av land- inum stóran pagt av árin- um, tí vegurin er nærum ikki nýtiligur um veturin. Frá oktober mánað og langt út á várið kann ein rokna við ikki at sleppa til og frá Gjógv vegna kava ta. Tey g ringt veður. Sjálvandi eru tað te í r fl Íagarni ir lestu dagarnir it tú fært koyrt, men óttin liraia veð ri at liggja vedurfastur er altíð til staðar. Um ikki so langa tíð verður vegurin Funning Funningsfjørd lidugu: kann takast i nytslu. Men hetta verður tó ikki tann stóri batin fyri gjáarfólk, sum oftast boðað verður frá ringum koyri- líkindum á Funnings Gjáarvegnum, er líka ringt á teininum Gjógv- Funningur tein- inum frá funningsvegnum yvir til Eiðis Onkran hendinga dag verða líkindini soleiðis, at sleppast kann til Funn- ings og haðani víðari, tá ikki kann sleppast til Eiðis, men hetta verða ikki nógvir dagar. Eisini kann roknast upp í tað positiva við vegnum Funning-Funningsfjorð fyri gjáarfólk, at tá verða tveir valmeguleikar, tá ein koyrir um veturin. Og sjálvandi skal ein gleðast um tað. Men so er tað mesta sagt. Eftir stendur, at ein UR sum á asti veruligi bati fyri ferðslu til og frá Gjógv um veturin er ein tunnil mill- um Gjógv og Funning saman við nýgjerda veg- num millum Funning og Funningsfjørå Nú seinstu dagarnar hava vit hoyrt nógv aftur um tunnlar, og lítið man vera at ivast i, at brúk er fyri fleiri tunnlum Men tad eru nu fleiri år síðani bygdarrådid við Gjógv skrivaði til land- sins myndugleikar um at fáa hendan tunnilin mill- um Gjógv og Funning, og tí eigur tað at vera sjálv- sagt, at hesin tunnil nú eigur at standa millum teir fremstu á listanum. Í letuni verður arbeitt upp á tveir tunnlar, nevni- liga tann til Sumbiar og tann millum Kaldbaks- botn og Signabe. Tá maskinuranr frá hesum arbeiðunum eru tekar aft- ur, eigur at verða hildið fram við tunnilsgerðini, og tá fyrst við tunnlinum til Gásadals og tunnlinum millum Gjógv og Funn- ing. Gjógv, 10. nov. 1987 Sofus Johannesen SUDRINGAR — | HYGGIÐ HER | NÝGGJUR *n KL 0900 GOÐUM TILBOÐUM INNAN PLATUR, BOND OG VIDEOFILMAR. GPIÐ ER HESAR TÍÐIR: MANADAG - HOS DAG PLATU- OG VIDEO: HANDIL OPNAR Í VÁGI LEYGARDAGIN VIÐ NOGVUM 06 "/Jákup Hansen ff FRÁ k 1300-1330 FRIGGJA DAG FRÁ KL 1300-1800 LEYGAR DAG FRA KL. 0% 00- 1300 A. 0}00-1300 TS KBONE Í Í Í i Í