leygardagur 14. november 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14. november 198
| Enn eingin
føroyingur
sjukur
av AIDS!
— men stødan er tann, at fimm fólk í Før-
oyum hava fingið åvist HIV-andevni.
Talið av fólki við HIV-andevni í blóðinum
kann í Føroyum metast at liggja millum
25-50, sigur landslæknin í eini frágreiðing,
hann hevur gjørt og sent fjølmidlunum um
ta ógvuliga álvarsomu sjúkuna AIDS.
Vit prenta frágreiðingina í heilum líki:
Talið á sjúklingum við
eyðkvæmi (AIDS) í Dan-
mark økist framvegis i
stórum. Seinastu ferð, ið
landslæknastovnurin í
fjølmidlunum hevði eina
frágreiðing um sjúkuna,
varð upplýst, at 1.4.1987
vóru komnar 150 fráboð-
anir í Danmark um sjúk-
ling við eyðkvæmi. Av
hesum vóru 78 deyð. Nú,
eitt hálvt ár seinni
(1.10.1987) eru 202 til-
burðir fráboðaðir. Av
hesum vóru 165 homo-
seksuellir/hjáseksuellir
menn, 8 blødarasjuklingar
og 6 kvinnur. 9 tilburðir
vóru elvdir av hetro-
seksuellum sambandi
(vanligari kynsligari sam-
veru millum mann og
kvinnu) og tríggir av blóð-
gávu. Átta tilburðir vóru
millum fólk, ið vannýta
rúseitur. 105 fólk vóru
deyð av eyðkvæmi í Dan-
mark 1.10.1987.
Í Danmark hava tey
kunnleika um 1700 fólk
við HIV-andevni i blóð-
inum (HIV = Human
Immunodeficiency virus).
HIV er tað virus, ið hjá
einum parti av teimum
smittaðu elvir til eyð-
kvæmi (Serkøn meta talið
av fólkum smittað við
HIV í Danmark í dag at
liggja um 10.000).
6.4.87 vóru í U.S.A. frá-
boðaðir 33.720 tilburðir
av eyðkvæmi, og av hes-
um vóru 2.266 kvinnur og
475 børn, 19.537 vóru
deyð. Góðar fýra mánaðar
seinni — 10.8.1987 — vóru
tølini í U.S.A. ávíkavist
40.051, 2.720, 558 og
23.165. 30.9.87 vóru til-
samans 41.825 tilburðir
skrásettir í U.S.A.
Í Íslandi er talið á fólk-
um, ið hava fingið eyð-
kvæmi í dag 4 — av
hesum eru 3 deyð —
meðan kunnleiki er um 33
fólk við HIV-andevni í
blóðinum. Íslendsku
heilsumyndugleikarnir
meta, at millum 200 og
400 íslendingar hava
HIV-andevni uttan at vita
tað.
Í Føroyum er stødan nú
tann, at vit hava kunn-
leika um fimm fólk, ið
hava fingið ávíst HIV-
andevni. Fyrstu ferð, at
HIV-andevni varð ávíst
hjá fólki í Føroyum, var í
september 1986. Eingin í
Føroyum hevur fingið
sjúkuna eyðviðkvæmi.
Talið av fólki við HIV-
andevni í blóðinum kann í
Feroyum metast at liggja
millum 25 og 50.
Hvat er
eyðviðkvæmi?
Eyðviðkvæi er ein ógvu-
liga álvarsom sjúka. Gáv-
urnar hjá mannakroppin-
um at verja seg fyri ávís-
um ígerðarsjúkum og fyri
einum illkynjaðum
vøkstri, ið nevnist
Kaposi's sarkom minka í
stórum. Hetta sæst ikki
hjá fólki, har mótsteðuferi
er, sum tað eigur. Mót-
støduføri okkara verjir
okkum móti ígerðarsjúk-
um og helst eisini móti
summum vekstrum. Mót-
støduføri (órinsverjan), er
ein rættiliga fløktur sin-
åmillum leikur millum
ymisk sløg av hvítum
blóðkroppum.
Sum áður nevnt er bil-
andi mótsteðuferi í sam-
bandi við sjúkuna eyð-
kvæmi íkomin. Hon er
fingin og sostatt ikki við-
fedd. Í dag vita vit, at bil-
andi mótsteðuferi er elvt
av einum virus, ið sum
áður frásagt verður nevnt
HIV.
Virussjúkur gera, at
kroppurin framleiðir and-
evni, sum royna at gera av
við smittuevnið. Í flestum
smittandi sjúkum eydn-
ast sjúkum hetta, og tá ið
andevnini hava gjert ar-
beiðið sítt, so smittar ein
ikki longur. Og í fleiri fr-
um verður ein tá ikki sjúk-
ur aftur av somu smitt-
andi sjúku.
Tey, ið verða smittað
við HIV, framleiða næst-
an ell andevni móti
hesum. Hetta merkir tó
ikki, at virus doyr, og at
smittan heldur uppat,
sum vant er at vera við
virusígerðarsjúkum. Hes-
ar serligu umsteður bera í
sær, at ávðsing av HIV-
bert, at fólkið er vorðið
mittað við HIV,
eisini at hann ella hon má
sigast at kunna smitta
onnur. Smittuferið er ym-
iskt, men varir helst nógv
ár, kanska alt lívið.
men
igerðartíð og
sjúkutekin
HlV-ígerðarsteðan kann
ógvuliga væl koma fyri
heilt uttan sjúkueyðkenni.
Hjá teimum, har sjúku-
tekin vísa seg, er ígerðar-
tíðin, tað er tíðin frá ein er
smittaður og til sjúkan
vísir seg, ymisk.
Sjúkutekin kunnu vera
trupulleikar, ið hava var-
að í fleiri mánaðar við
ringari mødi, nógvum
fepri, ringum sveitta um
nåttina, ringum lívsýki
(diarré), lættnan uttan
kenda orsek, hovnir eitlar,
serliga á hálsi og undir
hondum. Eitlarnir kunnu
annaðhvert vera eymir
ella ikki sárir. Ein partur
av teimum smittaðu fáa
seinni lívshóttandi
ígerðarsjúku og/ella
Kaposis sarkom sum
vekstur í húðini ella aðra-
staðni. Í hesum seinast
nevndu førum verður
sjúkan eyðkvæmi stað-
fest. Hildið verður, at um
leið 30% av teimum, ið fáa
ávíst andevni móti HIV í
blóðinum, fáa eyðkvæmi
seinni, ofta innan 4-5 ár
aftaná.
Hildið verður, at andevni
móti HIV vísir seg í
blóðinum umleið tveir
mánaðar eftir, at smittan
er farin fram. Óvissa er
kortini um hetta, kanska
kunnu fleiri = mánaðir
ganga, til andevnið kemur
hjá einum, ið er smittaður.
Hjá einstekum verður
einki andevni framleitt hó-
ast smittu.
Ígerð við HIV kann
sostatt elva frá ongum
trupulleikum til lívshótt-
andi sjúkur. Sjúkuavgerð-
in eyðkvæmi er bert gald-
andi fyri tær álvarsam-
astu lívshóttandi steður-
nar í HIV-igerdini.
Hvussu spreidist
virus?
HIV smittar vid kynslig-
um sambandi og við blóði
og ávísum blóðúrdráttum.
Smitta frá móðir til barn
kann henda í lívmóðrini
ella í samband við feðing-
ina.
Tann langa tíðin, sum
gongur frá tí at eitt fólk er
smittað og til sjúkueyð-
kennini fyri HIV-smitt
kunnu vísa seg — um so
er, at sjúkueyðkennini
yvirhevur koma —, og ber
í sær, at stórur vandi er
fyri, at smittandi, sum
kenna seg heilt frísk,
kunnu smitta onnur.
Tað hevur týdning at
leggja áherðslu á, at
smitta ikki verður borin
manna millum á annan
hátt enn her nevnt. Tí er
gott at vita hetta:
HIV smittar ikki v van-
ligari samveru manna
millum
Ikki er vandamikið at
nerta vid ein, id er smitt
adur.
Vandi er eingin av at taka
onkran lut, sum smittað
fólk hevur nomið vid
Smittan verður ikki borin
gjøgnum luftina.
Smittan verður ikki borin
við mati.
Eingin verður smittaður
av at nýta sama toalett
sum hin sjúki.
Eingin verður smittaður
av baðivatni, sum sjúk-
lingurin hevur verið i.
Hvørji eru í
vanda fyri at
verða smittað
við HIV
Avisir bólkar av fólki eru í
serligum vanda fyri at
'verda smittaðir. Tað snýr
seg um hesar bólkar:
Homoseksuellir menn
(menn id hava kynsligt
samband vid menn).
Hjåseksuellir menn (menn
id hava kynsligt samband
við bæði
kvinnur).
menn og
Fólk, ið vannýta rúseitur
við at spræna tað innan-
æðra (»Stiknarkomanar«).
Fólk við bleðarasjúku.
Fólk frá Haiti og afri-
kanskum londum serliga
kring linjuna (ækvator).
Tey, ið kynsligt samband
hava við fólk í omanfyri-
nevndu bólkum.
Til teirra, ið
hoyra upp í fólk
í omanfyrinevndu
bólkum
Tey, ið hoyra upp í onkran
av nevndu vandabólkum,
skulu vita, at vanda fyri
smittu við HIV slepst
bara heilt uttan við at
halda seg frá kynsligum
sambandi, ið ber í sær
samband millum slím-
hinnur og millum sáð og
slímhinnur.
Eisini skal áherðsla
verða legd á, at vandin
fyri smittu kann gerast
minni á henda hátt:
Hav kynsligt samband
við so fá fólk sum gjerligt.
Best er í kynslívinum bert
at halda seg til eitt fólk.
Serliga týdningarmikið er
ikki at hava tilvildarlig
kynslig sambond.
Nýtsla av hít (kondom).
Tað er greitt, at HIV ikki
kann fara igjøgnum vegg-
in í eini hít, og nýtslan av
hít minkar tí í stóran mun
um smittuvandan.
Samlega gjøgnum gatið
(baktarmin) eigur ikki at
fyri lest av slímhinnur
N vtið
bustir,
ongantíð
barbertól og t
Tannbust og
kunnu up
sær hava smáar blóðnegd
ir
hjá eðrum.
barbertól
Tey, ið vannýta rúseitur
til innspræningar mugu
ongantíð býta sprænur
ella nálir sínámillum.
Fólk, ið hoyra upp
vandabólkarnar, mugu
ikki geva blóð, sáð ella
yrkisgetn (organ).
Teimum, ið leita
samband við
prostituerað
(mannfólk og konu-
fólk, sum bjóða
seg til):
Halt teg frá samlegu við
prostituerað.
Nýtið í hvussu er altid hit.
Til teirra, ið ferðast
uttanlands:
Hav ikki kynsligt sam-
band vid onnur enn tey, id
tu kennir ogvuliga væl.
Nyt altid hit. Mest rædur
um at vera varin á ferðum
til afrikansk lond kring
linjuna og til Haiti, har
sjukan serliga ofta kemur
fyri. Í nógvum stórbýum
er eyðkvæmi serliga van
lig, eitt nú i Keyp-
mannahavn. Av teimum
202 tilburðunum, ið vóru
skrásettir 1. oktober 1987
í Danmark, vóru teir 152
skrásettir i økinum í ella
nærhendis Keypmanna-
havn. Mett verður sum
sagt, at nógv fleiri fólk eru
smittað.
Til teirra, ið eru
heilt uttan fyri
vandabólkarnar
Havið kynsligt samband
við so fá fólk sum til ber.
Halt teg frá tilvildarligum
kynsligum sambondum.
Nýt í hvussu er hít. Havið
ikki kynsligt samband við
prostituerað og fólk, sum
nýta rúseitur innanæðra.
Hóast nógv tað stersta
talið av fólki við eyð-
kvæmi í Danmark eru
homoseksuellir ella hjá-
seksuellir menn, so finn-
ast lond, eitt nú Zaire og
Kenya, har eyðkenni er
ein sjúka, ið er líka vanlig
hjá kvinnum og monnum.
Eru annars ivamál viðv.
Eyðkvæmi, so ber til at
ringja til >AIDS-linjen< í
Danmark, tlf. nr.
01911119, ið svarar frá
kl. 9 til 23 allar dagar, ella
09911119, ið svarar alt
samdegrið allar dagar.
Hegni Debes Joensen
landslækni