Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1987síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 14. november 1987 * =". Alivinnan missir 100.000 kr. um dagin Kreppufundur í Havbúnaðarfelagnum: Feroyska alivinnan er í stórum trupulleikum. Sjúkan, sum hevur rakt meira enn 20 alibrúk í landinum, ger nú so mikið nógv um seg, at alivinnan missir fyri 100.000 kr. um dagin. Hetta kom fram á kreppufundi, sum nevndin í Feroya Havbún- aðarfelag helt í vikuni. Knút Nolsee er nevndar- limur í felagnum. Hann sigur, at steðan er sera álvarslig, og tað hevur tí sera stóran skund at fáa lýst eftir einum djóra- lækna afturat. Her sipar hann til semjuna, sum landsstýrið og Havbúnaðarfelagið gjørdu herfyri um at lýsa eftir einum djóralækna beinanvegin og sum ali- vinnan skal rinda. — Okkum vitandi er enn eingin lýsing eftir djóra- lækna gjørd og hetta mugu vit átala, sigur Knút Nolsøe, sum vónar, at tað verður lýst eftir djóralækna beinanvegin. Hann sigur víðari, at steðan gerst ikki betur av at djóralæknastovnurin noktar alibrúkum við stór- um fiski, sum eru rakt av sjúku, heilivág. — Eg havi hoyrt, at grundgevingin skal vera tann, at djóralæknastovn- urin veit ikki, hver sjúka talan er um og mælir hann tí til, at fiskur, sum er vorðin 2 kilo ella meira, skal drepast heldur enn at fáa heilivág. Hetta merkir, at alarar við 15-20 ringum missa millum 1-1,5 mill. kr., sleppa teir ikki at hava fiskin gangandi í ring- unum í enn eina tíð. Knút Nolsee vísir á, at alararnir standa sum kán- us, nú djóralæknastovn- urin noktar teimum at gera sjúka fiskin frískan. Teir vilja treyðugt drepa fiskin nú, tí hann enn vigar ov lítið til at geva nakað munandi av sær. Klár Vit hava spurt Áka Mortensen, landsdjóra- lækna, nær tað verður lýst eftir umredda djóralækna. Hann sigur, at hann er við at avgreiða lýsingina, men vísir í sama viðfangi á, at tað verður sera trupult at fáa djóralækna í fiska- sjúkum, tí so fáir eru á marknaðinum. Harafturat kemur, at arbeiðsumsteð- urnar hjá verandi djóra- lækna og einum komandi eru út av lagi vánaligar. So ivasamt er um umsekj- ari fæst til starvið undir verandi umsteðum. Hvat viðvíkur spurn- inginum at lata heilivág til alibrúk við stórum fiski, sigur Áki Morten- sen, at hetta er ein spurn- ingur, sum sjálvur djóra- læknin í fiskasjúkum tek- ur steðu til, men sjálvur heldur hann, at vit eiga at vera varnir við ikki at oysa heilivág út í alivinn- una, serliga ikki tá vit ikki vita nóg væl, hver sjúka talan er um. Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at landsdjóralæknastovnur- in ikki hevur biðið serfrød- ing á fiskasjåkuøkinum koma til Feroya, soleiðis sum landsstýrið herfyri mælti og játtaði pening til, sigur Áki Mortensen, at leitað hevur verið eftir einum tílíkum serfreðingi, men ikki fyrr enn nú hev- ur tað eydnast at fáa hendur á einum. Ein av komandi degunum kemur ein skoti til Feroya at hyggja at sjúkuni, sum herjar alibrúkini. Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri, sigur í eini viðmerking, at landsstýr- ið í løtuni arbeiðir við eini skipan av helisviðurskift- unum hjá djóralækna- stovninum. Uppskot fer nú at verða sent stovnin- um sjálvum. Ein partur av hesum uppskotinum snýr seg um at innrætta heli til fiska- djóralæknar við Áir. (Vit fara í komandi blað at tosa við Aka Morten- sen, landsdjóralækna um hendan og aðrar spurning- ar). jan Sjúkrahússtýrið í Klaksvík fingið átalu Løgtingsgrannskodararnir átala, at sjúkrahússtýrið í Klaksvík biður um nytt projekt, uttan at Ráðleggingarneundin fyri sjúkrahúsverkið veit nakað. Stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús fær av at vita frå legtingsgrannskoð- arunum, sum hava skriv- að álit í málinum viðvíkj- andi góðkenning av rokn- skapunum hjá feroyska sjúkrahúsverkinum. Teir átala, at Stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús hevur biðið um nýggj pro- jekt, uttan at Ráðlegging- arnevndin fyri sjúkrahús- verkið hevur gjert meting- ar av málinum. Sipað verður til avgerð- ina í samand við fíggjar- lógina fyri 1987 um at ortopedkirurgisk skurð- stova skal byggjast í Klaksvík og ortoped- kirurgur setast í Havn. Síðani er vorðið greitt, at stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús á fundi hin 30. mars í ár er komið við nýggjum uppskoti við- víkjandi bygging av orto- pedkirurgiskari skurð- stovu. Hetta uppskot vík- ur nógv frá tí, ið varð sam- tykt á fíggjarlógini, men kortini hevur stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús biðið arkitektin um at gera nýtt uppskot viðvíkj- andi ortopedkirurgiskari skurðstovu. Hesin spurningur varð ikki lagd- ur fyri Ráðleggingar- nevndina frammanundan og hesum åtala løgtings- grannskoðararnir. Legtingsgrannskoðar- arnir haa eisini nógv ann- að uppá hjartað, sum við- víkur sjúkrahúsverkinum. Víst verður á, at teir fyrr hava gjert vart við, at eykafíggjarlógin rættiliga tíðliga í hverjum fíggjar- ári sær, ikki hevur verið løgd fyri figgjarnevnd løg- tingsins til góðkenningar ella játtanar. Legtingsgrannskoð- ararnir hava áður víst á, at høvdu sjúkrahúsini tørv å eykafiggjarlog i sjålvum fíggjarárinum, so skuldi ein slík leggjast fyri fíggjarnevnd legting- sins í sama árinum og ikki fyri legtingið mánaðir og ár eftir, at fíggjarárið er farið aftur um bak. Fyri legtingsgrannskoð- arunum hevur setti sjúkrahússtjórin, Karter Hejgaard annars upplýst, at eingin eykafíggjarlóg var gjerd fyri árini 1985 og 1986. Hann er heldur ikki vitandi um at eyka- fíggjarlógin hevur verið logd fyri fíggjarnevnd leg- tingsins aftaná, at sjúkra- hússtýrini hava samtykt hana. Sambært reglunum fyri sjúkrahúsverkið, so stendur tað greitt, at verður fíggjarætlanin góð- kend av legtinginum, má ikki farast útum. Er ovur- nýtsla neyðug, skal stjór- in við viðmæli frá stýr- inum senda umsókn til figgjarnevndina. Víst verður eisini til i álitinum frá legtings- grannskoðaranum, at for- maðurin í einum sjúkra- hússtýri hevur ongan myndugleika at taka av- gerð einsamallur. Er ein meirnýtsla samtykt av stýrinum, so skal sjúkra- hússtjórin leggja málið við sínum ummæli fyri fíggjarnevndina. Grannskoðararnir nema Asbjern Joensen, formaður í Stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Hann fær harðar ábreiðslur frá legtings- grannskoðaranum fyri ikki at halda seg til galdandi fyriskipanir, tá talan er um útbygging av sjúkarhús- inum. eisini við spurningin um ráðgeving og eftirlit av arkitektsvirki hjá sjúkra- húsverkinum. Teir halda, at tíðin nú má vera komin til at taka steðu til, um ikki feroyskt arkitektverkfreðingavirki kunnu taka sær av ráð- geving og eftirliti við sjúkrakúsbygging, heldur enn danskar fyritøkur. Væntiliga skulu øll trý sjúkrahússtýrini endur- nýggjast í komandi tíðum og má spurningurin vera rættiliga aktuellur nú, siga legtingsgrannskoð- ararnir. Privat praksis Teir koma eisini inn á spurningin um privata praksis hjá yvirlæknum á sjúkrahúsunum. Sagt verður, at sera ymiskar og ógreiðar regl- ur eru galdandi fyri leigu og fasilitetir hjá sjúkra- húsunum. Hesar reglur eru sera tilvildarligar og verður mælt til at fáa tær í rætt lag. Málið er lagt fyri sjúkra- hússtjóran í fjør og málið er eisini lagt fyri Stýrið fyri Landssjúkrahúsið, har tað varð samtykt at umsjónarmaðurin skal tingast við yvirlæknarnar um at fáa eina meira ná- greiniliga avtalu í lag. Legtingsgrannskoð- ararnir siga at enda, at hesin spurningur eisini eigur at fáast í rætt lag á hinum báðum sjúkrahús- unum. Legtingsgrannskoð- ararnir eru TF »mas Arabo, Karin Kjelu Mi Breckmann og Flemm.. Mikkelsen. PD ED RE 1