týsdagur 17. november 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 då
Jógvan
Isaksen
q ummælir |
|
„Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá
Guði, og orðið var Gud«. Soleidis leggur
Evangeliið eftir Jóhannes fyri, og tað er
tætt upp undir, at Gunnar Hoydal í yrk-
ingasavninum >Hús úr ljóði“ kundi lagt
fyri á sama hátt. Hann hevði tó helst
sett eitt annað hugtak í Guðs stað. Men
fyrsta yrkingin, >Landið<, byrjar nærri
Fyrstu Mósebók, umhvervið verður
leysliga teknað. Oyggjarnar verða sædd-
ar uttanifrå. Sæddar er nú so nógv sagt,
tí tær eru bert har onkustaðni í regnin-
um, mjørkanum, táminum:
Har
í tí váta regninum
í skybøklunum
sum bólta um duldar tromir,
aftan fyri rokið
av sjogvi og tara,
inni í taminum,
í ljóðinum av mjørka og mýru,
í regnfossum av ljósi,
upp gjøgnum ælabogar
inn í dagin,
har.
Bít merki í ta symmetrisku uppbygg-
ingina, hvussu yrkingin byrjar og endar
við sama staðarhjáorði, men hvussu tað
um somu tíð er ein gongd innan tann
regluliga karmin. Fyrst er bert ein hóm-
an í vætuni, men so fæst vissa, og tað
við lít. Ljósið kemur ikki spakuliga í ein-
um undanferligum glotta, tað kemur
sum áarferi og tí í helinum sáttmála-
tekinið. Dagurin, landið, heimurin er
komin, og hesi skulu aldrin aftur týnast.
Lýsingin er sum ein feðing, sum ein
skapan. Her eru væta og ljós, fyritreyt-
irnar fyri ellum lívi. Leikur kann byrja.
Og tað er ikki eiti á leikur, lesarin fær
at sjá. Yvir háls og herðar verður hann
tveittur mitt inn í hurlivasan, inn i
nalvaskoðan, rustaðar blikktekjur,
skaldskap, bygdatún, veðurtíðindi,
tjøldur. Í stuttum: Føroyar.
Landið, sum er heimsins nalvi, línan,
sum restin av verðini hongur í. Landið,
har uttan fyrilit verður tikið við ellum,
sum kemur uttaneftir. Hoyr hvussu bil-
arnir verða lýstir at hóska í foroyska
umhvervi:
Bilarnir,
smíðaðir til mjúkar túrar
tvertur um ameriska fastlandið
stoyta seg við lágari pannu
og breiðari hekku í brekkurnar,
tíðindablaðið
skruvurnar á ytsta gevindi
og leysar handilstenn
sum grðsla í kjaftinum
g
Liv og list
Í hesum inngangspartinum eru ikki bert
lýsingar av landinum, bynum og nærum
avtoftaðum smábygdum. Eitt annað
grundarlag, eitt steði undir tilveruni
tekur sín sjálvsagda sess millum hinar
heimsstuðlarnar, tað er at yrkja. „At
yrkja« sigur frá trongdini at orða um-
heimin, hvussu orðini av sær sjálvum
búnast og >bresta sum vekstur, / ið ikki
orkar longur / at goyma sín varma«.
Eydnan tykist fullkomi. Tað er hon ikki.
Annað eridi sigur frá, hvussu lív og list
ikki altíð sampakka, hvussu skald-
skapurin, um hann ikki er nóg grund-
festur, fer sína egnu leið, svíkur dagin,
svíkur lívið.
Yrkingin leggur fyri við fyrijáttan og
samljóði, men friðsælan er ikki haldgóð,
og ein annar veruleiki verður vístur
lesaranum. Í hesum eru áminningar um
skaldskapin hjá Janusi Djurhuus, har
folsk friðsæla júst er eitt hevuðstema.
Útvarpsorð
Tað eru eisini onnur orð til t.d. útvarps-
orð, og »Døgurdatid« ger skemtiliga
mynd av túrinum heim til degurða,
„nakað seinur«, har frásegumaðurin
hoyrir partar úr degurðasendingini.
Hann eins og loypur stein av steini og
hoyrir eitt brot her og annað har, og
næstan sum var tað stereo verður flutt
úr eðrum oyra í annað. Eingin, sum
gongur ímillum hús tjúgu minuttir yvir
tólv og eitt korter fram er í iva um, hvat
meginparturin av Feroya fólki tekst við.
Aftan fyri humorin krógvar seg ein
kritikkur av okkara siðmenning, av tí
mátanum vit handfara tað rikidømi, vit
hava fingið latið upp í hendurnar.
Hvussu . líkasæla og slúkni brongla
tilveruna á øllum ekjum. Hvussu spælt
verður við orðunum, hvussu hugtek
verða júkað og meylað, so vit at enda
trúgva teimum uttan at hugsa sjálvi.
Hvussu orðið frælsi verður trúttað niður
í børn og vaksin og tíðum kemur i bland
við at vera frelstur. Ella kanska er tað
við vilja? Yrkingin »Frælsi« endar við
hesi dýpandi mynd (og sjálvandi gongur
Utvarpið):
doktarin skrúvar harðari frá,
áðrenn hann fer í skápið eftir
loynifløskuni;
úti í mottøkuni
verður omman skrivað upp á
bíðilistan.
Hon dugir sálmin tey syngja
aftan á lestur.
Lágmælt hús
Annar partur hevur dám av, at Gunnar
Hoydal er býararkitektur í Havn, og
ir. 131 — 17. november 1987
SR EA
KE BÆR 55
fleiri vrkingar eru løtumyndir av byggi-
og graviarbeiði. Høvundin gevur tilfari
g
og bygningum lív, og brigslar húsunum,
at tey eru ov lågmælt og tosa ov lítið.
saman. Myndirnar eru beinraknar og
mangan spennandi, men ikki ohugna-
ligar. Og so verður »Longsul« knappliga
trýst upp í andlitið á tí ófyrireikaða
lesaranum. Hon er á sín egna undir-
spælda máta gor og gall og illsinni, og tú
leitar til fánýtis eftir einum blíðkandi
blunki.
Rikard Long yrkti í »Summarvisu«
um tað rangverga í at leingjast av
landinum, tá tað er vakrast: »fagurt
skein sól yvir silvitnis sundu, / dróst
mær mín hugur av landi«. Hjá Rikardi
merkist ein feril av samvitskubiti.
Gunnar tekur harðligari til og fer eisini
longri enn Rikard Long, har útlongsulin
er longsulin eftir upplivingum. Hjá
Gunnari Hoydal verður myndin víðkað
til eisini at fevna um ta kós, okkara sam-
felag og okkara partur av heiminum
halda. Vit hava strítt okkum til hampu-
lig kor, vakurleikin er rundan um okk-
um, um vit tíma at hyggja. Hví vilja vit
so tað niðurbrótandi og ljóta?:
Klíggjandi hetta vakra fødilandid
leingist okkum eftir spýggjuni,
goysandi í ollum litum
niður á sorað glas.
Upplivingin av landinum avmarkast,
tað gerst brúkaratilfar.
Kanska er tað so, at mótsetningarnir
sum búgva í okkum eru motorurin, og
vakurleikin bert kemur til sjóndar á
leiðini móti týning?
Døkkar dýpdir
Triði partur er tann mest persónligi,
tann parturin, har yrkjarin ikki bert er
eygleiðari í tryggari fjarsteðu, men
sjálvur stendur í veði. Her eru vakrar og
vælorðaðar kærleiksyrkingar, mangan í
suggestivari rútmu, men eisini yrking-
ar, har hann er í hornatøkum við sålar-
ligar dýpdir. Dýpdir, hann ikki stórt
meiri enn hómar, tíanskil hevur tamar-
hald á. Partur av hesum eru orðini, sum í
yrkingini »Bjargadur« díkja hann so
undir, at hann sekkur og fer rekandi
gjøgnum dulvitsins hav, og at enda
reinsaður verður skolaður í land:
»umsidir orðleysur, I umsidir
bjargadur«. Yrkingin er frågera mynd
av skapan, og ti pinu sum er saman-
tvunnin vid henni, og so tå leikurin er
av, verður hann gjøgnumseyradur av
einum fløvandi lætta. Enn einaferð er
sloppið.
Einum slepst tó ikki undan — ikki tí,
livst so spyrst — og tað er deyðanum.
Men lýsingin hjá Gunnari Hoydal er ød-
vísi. Deyðin er ikki fíggindi, men partur
av lívinum, gevur tí brigdi, og er sum ein
varðeingil altíð í nánd. Niðursteðan er:
»fylgisveinur / felagi / deydi«.
Gunnar Hoydal: Hús úr ljóði. Yrkingar.
Forlagið Tyril 1987. 84 s.
Veiðigleði
Teir fimm partarnir, sum »Hus úr ljóði<
er býtt sundur í, eru ikki allir heilskapir
og einsháttaðir. Bókin er greidliga eitt
savn, og tá fer altíð onkun yrking at
detta burtur úr bólkaskipanini. Men tað
ger jú heldur einki.
Ein tilik yrking er »Fongur«, sum er
sett at loka tann >persónliga< partin,
men heldur tykist at hoyra heima í tí
eftirfylgjandi. Hon er um veiðigleði, um
darrandi kenslur, tá fongurin nærkast
borðinum, men eisini um, at onkur skal
gjalda fagnaðarrokningina og um deyðs-
estetikk:
og sjógvur fossar úr opnari sól
niður í eygnalok
so blonk sum skyggjandi skræður
Lisin í fluttari merking og við eitt
sindur av vælvild, so er tað meguliga
ikki fullkomiliga ógjerligt at fáa yrk-
ingina at sampakka við tær, har tey
eksistentiellu korini handfarast.
Næsti partur er settur saman av trim-
um stak ymiskum yrkingum. Av eini
modernistiskari = assosierandi fugla-
lýsing i einføldum kalligrafiskum mynd-
um. Av eini yrking sum eitur
»Skermar«, og so kunnu øll gita, hverjir
skermarnir eru, men teksturin hevur
meira enn hesar í sær. Og so av tí
longstu yrkingini í savninum, »Grind«.
Umframt at vera lýsing frá boðunum
um drápið til dansin, so sigur hon eisini
frá eini kosmiskari lívsfatan, har alt lív
A
EEN