hósdagur 19. november 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UK
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Trygdin
í vanda
EINKI sýn ella eftirlit er við
teimum mongu arbeiðsma-
skinunum so sum gravikúm
o.l, sum dagliga síggjast á
byggiplássum kring landið
og sum eisini av og á síggj-
ast í ferðsluni á veg frá ein-
um arbeiðsplássi til annað.
Eingin trygd er tí fyri, at
hesar stóru arbeiðsmaskin-
ur eru í lagi. Tær kunnu tí
vera ein hóttan móti trygg-
leikanum hjá okkum øllum.
MÅNAKVØLDID fingu vit
so eitt haldgott prógv um,
at ein av hesum ågvisligu
maskinum — vanliga nevnd
»gummiged«, ikki hevur
havt bremsur í langa tíð, og
at bilførarin, ein unglingi
uppá 21 ár, heldur ikki hevði
koyrikort. Eitt óhapp í
Hornabø kundi elvt til stór-
an fólkaskaða, men av eini
hepnari tilvild hendi bert
materiellur skaði.
VIÐ nærri eftirkannan
kunnu vit upplýsa í blað-
num í dag, at slíkar gravi-
maskinur ongan >góðana
eiga. Tær eru ikki sum van-
lig akfør undir eftirlits-
skipanini hjá Bileftirlitinum,
og Arbeiðseftirlitið sýnir
bert hesar maskinur, um
eigarin ynskir tað. T.v.s. at
her valdar lógloysi so tað
forslær. Úrslitið er, at trygd-
in hjá vanligum borgarum
er í vanda.
TAÐ er bert stutt síðani vit
hoyrdu um ein bilfgrara á
einum bussi í Havn, sum
hevði koyrt í eina tíð uttan
koyrikort. Hetta hendir so
oddagrein
aftur nú á einum byggi-
plássi. Vit spyrja tí, um tað
er heilt vanligt, at arbeiðs-
gevarar seta fólk at koyra
bussar, arbeiðsmaskinur
ella onnur akfør uttan at
kanna, um hesi fólk hava
koyrikort? Og vit spyrja eis-
ini um slíkt letur seg gera
uttan, at tað fær avleiðingar
fyri arbeiðsgevaran eisini!
Tað má so sanniliga vera
fremsta skylda hjá einum
arbeiðsgevara at tryggja
sær, at fólk hann setir í
ábyrgdarfult starv sum at
koyra buss ella eina gravi-
maskinu, hevur koyrikort.
z
SEINASTA hendingin í
Hornabg er bert ein av
mongum, sum hevur skelk-
að íbúgvarnar í hesum
býlinginum í skjótt nógvar
mánaðir. Vit hava frætt, at
fólk í eina tíð eru flutt úr
húsum sínum til vinir og
kenningar aðrastaðni í bý-
num fyri at koma fyri se
aftur aftaná skelk tey hava
fingið eftir tær spreingingar
á byggiplássinum, haðani
eisini umrødda gravima-
skina stavar frá. Vit spyrja
tí: hvussu leingi kann hetta
óskil halda fram, uttan at
tað fær avleiðingar ella í
hvussu so er verður steðg-
að.
HVAT verður tað næsta,
sum hendir, spyrja íbúgv-
arnir í Hornabø. Og hver
verður fyrsta fólkið, sum
verður rakt av einum ó-
happi!!!
jam.
Læraraløn í Vági:
300.000 kr. um árið
Í Vági er eingin orsek til
at klaga um læraralønina,
tí her er tað meguligt at
tjena yvir 300.000 kr. um
árið. Sjálvandi er hetta
ikki galdandi fyri ein og
hvenn, men um skúla-
stjórin er góður við teg, so
ber tað væl til.
Nú er tað kanska so, at
skúlastjóranum ikki dám-
ar øll eins væl, ti her finn-
ast eisini útbúnir lærarar,
sum bara fáa minimum-
løn. Teimum er sjálvandi
frítt fyri at sekja sær
sterv á Sandi ella á flaka-
virkinum í Hvalba, um
tey eru ónegd við arbeiðs-
umsteðurnar her, so tað er
jú einki problem.
Tvertur ímóti, tað er jú
sera gott, tí so kunnu van-
lig fólk, sum kanska hava
fingið ov lítla skúlagongd
áður, koma inn á gólvið
aftur og fáa sær góða og
fasta løn.
Nú kundi man kanska
hugsað sær, at fólkini á
Landsskúlafyrisitingini
vóru eitt sindur kedd av,
at næstan helvtin av lær-
arunum er rýmdir úr skúl-
anum í Vági seinastu ár-
ini, serliga tí at eingi
onnur útbúgvin fólk hava
sekt henda vegin í staðin
fyri tey. Men tað hoyrir
man einki um. Tað er
kanska nýhugsan frá
teirra síðu? Ongin ivi er
um, at nógvur peningur
kundi verðið spardur fyri
landið, um Læraraskúlin
varð stongdur. Eingin
veit, hvat í verðini tey
brúka 4 ár til har. Er tað
ikki viðfett evni at undir-
vísa?
Á henda hátt kann
Landsskúlafyrisitingin
eisini fáa pening til at
gjalda teimum 3 lærarun-
um, sum eitt heilt ár fingu
løn fyri at geva einum
næmingi serundirvísing
samstundis.
Kanska umhugsar man
í Landsskúlafyrisitingini
heilt at koyra hesa ser-
undirvísingina burtur. Vit
vita jú, at vit hava lærara-
trot, og at trupulleikarnir
sum heild eru vaksandi, so
tað er jú náttúrligt, at allir
lærarar — eisini teir við
dýrari serútbúgving —
mugu hjálpa til, so at í
minsta lagi nakrir góðir
næmingar koma burturúr.
Fólk eru jú so ymisk, og er
tað ikki best soleiðis?
Kanska er talan tó ikki
um nýhugsan, men bara
um tað, at Vágs skúli
slettis ikki hoyrir við í ta
vanligu skulaskipanina.
Skúlastjórin her er so álít-
andi, at hann hevur fingið
loyvi til heilt at sleppa
undan at nakar blandar
seg upp í skemalegging og
tímabýti. Vágs skúla hev-
ur man í grundini einki við
at gera í Landsskúlafyri-
sitingini, burtursæð frá,
at allar rokningarnar
verða sendar hagar.
Annars verður skúlin
leiddur úr Landsstýrinum
síðan tænastumanna-
kanningin varð viðtikin,
ja, nær var tað nú? Eru
tað ikki skjótt 2 ' ár síð-
an? Munnu ikki ell hava
gloymt tað nú?
Allíkavæl kundi ein
hugsað sær, at politikarar-
nir vóru eitt sindur illa við
av, at henda kanning
ongantíð verður liðug.
Men tað hoyrir man jú
einki um. Tað betýðir
nokk ikki so nógv, hvat
gongur fyri seg í skúlan-
um. Og er tað ikki soleiðis,
at gjaldið kemur niðrifrá?
Tað er jú klárt, at tað er
nógv meira áhugavert at
takast við skip o.s.fr. Her
snýr tað seg jú ikki um
barnatos og smápening.
Eisini sær tað jú út til, at
fólk leggja ógvuliga lítið í
hetta skúlamálið, tá ið ein
hyggur at atkveðunum til
fólkatingsvalið. Tað er
kanska ikki heilt tað sama
sum legtingsval, men
allíkavæl ...
Nei, tað nýtist ein ikki
at taka í álvara. Men tað
verður stuttligt hjá løg-
manni at hava nakrar
góðar segur at fortelja —
um hvussu teir almennu
stovnar í Feroyum rigga
— tá ið Gro Harlem
Brundtland og Svend
Auken koma å vitjan her
næsta år!
Ein kundi kanska hugs-
að sær, at forhoyrsdóm-
arin var eitt sindur illa
við, tå ið hann sær skúlan
í Vági fara í sor, tí at hann
ikki dugir at gera arbeiði
sítt liðugt. Men tað ger
helst einki. Hann fær
nokk sína góðu len allíka-
væl og verður helst for-
fremmaður, tá ið hann
kemur aftur til Dan-
markar, ti har veit ikki
eitt livandi kykt nakað
um, hvat ið gongur fyri
seg í Feroyum. So her er
jú einki at vera keddur av.
Hetta tosið um bernini,
tað er jú púra burturvið
her. Tó hevur man hoyrt,
at 6-7 ára gomlu bernini í
1. flokki seinasta ár vóru
sera væl nøgd við at
sleppa undan vaksnum
fólki, tá ið tey svumu
einsamøll i svimjihyl-
inum. Tad man eisini hava
verid stuttligt hjå teim-
um, at 15 ymiskir lærarar
høvdu hug til at undirvisa
teimum teir fyrstu 14
dagarnar.
Í Vági syrgir stjórin
fyri, at skúlagongdin
verður so fjølbroytt sum
meguligt, við at geva
næmingunum hevi til at
læra allar lærararnar við
skúlan at kenna. Um
meguligt skifta tey so-
leiðis faklærarar hvert ár.
Tíverri er tað jú ikki altíð
meguligt, men so brúkar
man tað at geva bern-
unum hevi til at læra
hvenn annan at kenna við
at gera fríkorterini eitt
sindur longri ella við at
geva teimum frí.
Tað er kanska nakað
nógv hjá okkum skatta-
borgar at gjalda omanfyri
300.000 um árið bara fyri
ein lærara — pluss øll hini
og alt hitt. Men hesin lær-
ari man jú undirvisa ógvu-
liga nógv fyri so stóra løn,
í minsta lagi 12 tímar
hvenn dag. Ein má væl
eisini, hóast alt, vera glað-
ur fyri, at nekur útbúgvin
fólk eru eftir í Vági.
Men er tað ikki tað
tydningarmesta, at vit øll
eru góð við hvenn annan,
og at vit eru væl nøgd? Og
hava vit grund til annað?
Takksom foreldur
í Vági
Eysturoyar
Røktar- og
Ellisheim
Runavík
Sekt verður eftir einum fótterapeuti 8
tímar um vikuna, at byrja sum skjótast
ella eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreist: 30. nov. 1987.