Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 19. november 1987 Spakuliga avhøvdadi Út steðu hava næmingarnir tikið tað stig, at um ongin semja kemur í lag innan Tá farið verður í kríggj, nýta teir stríðandi partar- nir altíð vápn. So er eisini í krígnum, sum er stríðið millum Yrkisfelag Studentaskúla og HF- lærara og Landsstýrið. Næmingarnir á hesum skúlum og skeiðum, runt landið, eru í hesum døgum komnir í ta óhepnu steðu, at verða nýttir sum vápn Mánadagin 16/11-87 fingu næmingarnir hesi boð frá Yrkisfelag Stu- dentaskúla og HF-lærara, sum eru soljóðandi: 1. Eingin limur átekur sær at vegleiða, rætta ella vera próvdómari á 2 árs- uppgávum. 2. Bannað er limum at vera vaktir við termins- royndirnar, umframt at gera og rætta uppgávur til hesar. 3. Ongir termins- og árs- karakterir verða givnir. 4. Eingin limur tekur fleiri tímar ella flokkar enn hann/hon hevur. felagsins í 5. Limir nevndum undir Lands- skúlafyrisitingini taka seg úr. Tað er til dømis nevnd- irnar, ið gera skrivligu próvtekuuppgávurnar. Hetta tykist ikki serliga álvarsamt. Men hetta fer at raka síðstaársnæming- arnar ógvuliga meint. Fyri at taka tvey dømi, kunnu vit nevna næming- arnar, ið longu nú skulu sekja hægri útbúgving, til eftir summarfrítíðina. Hesir næmingar verða noyddir at seta sín jóla- karakter á umsóknina. Men um ósemjan stendur við og versnar, fáa næmingarnir ongan jóla- karakter og verða tí noyddir at útseta útbúgv- ingina í eitt ár. Hetta finna vit okkum ikki í. Hjá HF-næmingunum vil hóttanin frá lærarun- um viðfera, at teir ikki fáa gjert 2. ársuppgávuna, og vil hetta mekrja, at teir ikki fáa prógv. frá hesi syrgiligu mánadagin 23. nov. kl. 7.50, fara teir at seta ym- isk tiltøk í verk. Í ringasta lagi fara teir at nokta at taka ímóti undirvísing. Orsekin til hetta er, at næmingarnir meina ikki at tað kann vera rætt, at teir skulu ganga í skúla og kanska slett IKKI fáa prógv. Hetta vil við ødr- um orðum siga, at hetta er spilla av peningi, tíð og góðum vilja frá foreldrum. Næmingarnir vilja við hesum harðliga mótmæla at verða nýttir sum vápn í hesum kríggi. Ein heilsan við vón um skjóta semju. Næmingafelegini á Studentaskúlunum og HF-skeiðunum í Feroyum SU hevur gott BINGO í Hoyvíkar skúla hóskveldið kl. 19,30 Nógvir góðir vinningar, millum annað dunn- ur og gæs, fýra hálv krov og fýra heil krov. Tey, sum ikki hava bil heim aftur, kunnu fáa hann á staðnum SU mr Síða 7 & | Nú er tað komið aftur... LE TUBE „..Í fronskum stíli VHS Alt tilfar til VATN HITAVERK Falkavegur, tif. 14600 Boks 229 Vit sóknast eftir fólki, sum kunnu taka ímóti ferðandi, sum ynskja privatgisting (Bed and Breakfast) summarið 1988. Áhugað kunnu seta seg í samband við P/f SMYRIL LINE Tlf. 15900