hósdagur 20. apríl 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 78 – 20. apríl 2000
Heri Eysturlíð
úr Stockholm
”...Eller som vi jo siger i
Jylland: De’ ka’ it’ betåale sig...”
Eingin situr og svevur, tá ið
fyrrverandi klaksvíksprestur
Henning Bøgesvang heldur
danska guðstænastu i Stock-
holm. Tí við honum er tað nak-
að sum við fransmonnum og
italienarum:Wbindir tú hendurnar
á Henning, fær hann ikki præ-
dikað.
Við innlivilsi greinar hann
dagsins tekst, og hann firir ikki
fyri at brúka Klodshans, Aske-
pot, Onkel Joakim o. o. sum
krydd og bót í prædikuni og á
tann hátt vísa ymsar síður av
gleðiboðskapinum.
Hann fekk - mestsum av óvart
- kirkjuliðið at smáflenna beint
undan altarganginum, tá ið hann
varð innsettur sum danskur
prestur í Stockholm í heyst, og
tá ið hann og kirkjufólkið
drukku kaffi saman á fyrsta
sinni, rungaði láturin niðri í
kirkjukjallaranum. Henning
undirhelt við søgum úr Jyllandi,
bæði sonnum og heimagjørdum,
og minti ikki sørt um føroyska
starvsfelagan Axel Tórgarð, tá ið
hann var upp á tað besta.
Vildu hava Henning
Hóast fulltíðarstarv í donsku
sjómanskirkjuni í Göteborg beyð
Henning Bøgesvang sær sjálvur
til at virka sum danskur prestur í
Stockholm, og ikki var sørt at
danska kirkjuráðið undraðist, tá
ið hann ringdi tey upp á fyrsta
sinni. ÍWtríati ár høvdu tey verið
von við, at prestar ferðaðust
heilt úr Danmark til Stockholm
at halda danska guðstænastu -
og nú knappliga ringir ein
ókendur prestur niðri í Göteborg
og býður seg fram at koma til
høvuðsstaðin at savna danskarar
um Guðs orð!
Slíkt vóru tey ikki von við í
kirkjuráðnum, og eitt sindur
varin vóru tey eisini í fyrstani.
Tað ráddi um at ikki keypa
”katten i sækken”, og ikki er
einum og hvørjum kirkjuliði
beskorið at kunna velja og vraka
ímillum prestar.
Men eftir ta fyrstu guðstæn-
astuna við Henning var eingin
sum helst ivi um, hvønn tey
vildu hava til prest.
Einki otium
Hví ert tú ikki í Göteborg í friði
og náðum og nýtir títt otium
heldur enn at ferðast tvørtur um
Svøríki?
- Fyrst er at siga, at fyri meg
bleiv einki otium í Göteborg, tí
ovmikið er at takast við. Har-
aftrat trívist eg best, tá ið eg
havi nógv at gera, og eg vil
fegin medvirka til at fáa viður-
skiftir í rættlag. Tað danska
guðstænastulívið í Stockholm
var um at detta niðurfyri, og
eftirsum eg millum annað kenni
føroyingar har í býnum tók eg
við uppgávuni, greiðir Henning
Flyta kanska aftur
til Føroya
Útisetaprestur. Aftaná 21 ár í Norðuroyggjum helt Henning
Bøgesvang, at tíðin var búgvin at søkja annað prestastarv. Antin eitt
sum var heilt øðrvísi, ella eitt sum var betri. Og at finna eitt betri
prestastarv enn tað í Christianskirkjuni var ikki bara sum at siga tað.
Í skjótt trý ár hevur Henning starvast við donsku sjómanskirkjuna í
Göteborg, og eisini roynir hann at fáa gongd á tað danska og
føroyska kirkjuarbeiðið í Stockholm. Men hjúnini flyta kanska aftur
til Føroya at búgva, tá ið Henning fer frá
Nr. 78 – 20. apríl 2000
27
Bøgesvang frá.
So nú er Henning danskur
prestur bæði í Göteborg og
Stockholm, men við tað at bert
fimm danskar guðstænastur eru í
Stockholm um árið, ber hetta til
hjá honum. Og gott ferðasam-
band er ímillum býirnar. Henn-
ing ætlar, at eitt danskt fulltíðar-
prestastarv skal vera í Stock-
holm sum frá líður.
Í Göteborg røkir Henning
Bøgesvang allar tær uppgávur,
ið sjómansprestar vanliga hava.
Hann heldur guðstænastur,
hevur bíbliutímar, skipar fyri
samkomum av ymsum slag,
vitjar fólk á sjúkrahúsum og í
fongslum, og støkkur inn á
gólvið hjá eldri danskarum og
føroyingum ella ringir til teirra,
so teir ikki skulu kenna seg alt
ov einsamallar. Haraftrat vitjar
hann umborð á donsk og før-
oysk skip, prátar við manningina
og ber teimum bløð.
Henning Bøgesvang hevur
tann fyrimun fram um flestallar
danskar sjómansprestar, at hann
dugir eisini føroyskt. Nakað sum
bæði føroyskum sjómonnum og
búføstum føroyingum í Göte-
borg dámar serstakliga væl, tí
serliga hjá teim búføstu føroy-
ingunum er ikki gerandiskostur
at skifta orð á føroyskum.
Henning leggur dent á, at hann
er bæði danskur og føroyskur
sjómansprestur, ikki bara
danskur.
Føroyskar sálmar
til reiðar
Knappa fjórðingsøldin sum
prestur í Christianskirkjuni
hevur gjørt Henning Bøgesvang
til føroyavin um ein háls, og
hann hevur eisini fingið lokkað
føroyingar til danska guðs-
tænastu. Havnarkonan Kirstin
Didriksen, ið er lektari á uni-
versitetinum í Göteborg, skipar
regluliga fyri bókmentakvøldi í
donsku kirkjuni, og føroyski
tónleikarin Signar í Homrum er
kassameistari hjá tí danska
kirkjuliðnum.
- Og koma nóg nógvir føroy-
ingar í kirkju onkran dagin, fara
vit at syngja ein føroyskan sálm
í guðstænastuni, lesa eina bøn
ella onkran bíbliutekst á før-
oyskum. Hvønn sunnudag havi
eg ein føroyskan sálm til reiðar,
sigur hann.
Saman við Kirstin Didriksen
hevur Henning Bøgesvang tikið
stig til at stovna føroyingafelag í
Göteborg. Tey halda til í donsku
kirkjuni og skipa fyri føstum
tiltøkum einar tríggjar ferðir um
árið. Tey hittast ikki oftari enn
tað sama, eftirsum flestallir
føroyingar í býnum eru meir ella
minni rótfestir í tí svenska sam-
felagnum.
- Og soleiðis eigur eisini at
vera, sigur Henning. Vit mugu
vera virkin har ið vit búgva. Til
dømis skipar kona mín Solveig
fyri kvinnuklubba í donsku
kirkjuni. Og tær vitja dúgliga
stovnar og annað í Göteborg
nettupp fyri at kunna seg um,
hvat ið hendir í tí svenska sam-
felagnum.
Mong støkka inn á gólvið
Solveig Bøgesvang er annars
blivin fulltíðar prestafrúa, nú
hjúnini eru flutt til Göteborg.
Okkurt um 9000 fólk stukku inn
á gólvið í kirkjuni í fjør, og tað
tekur sína tíð at hava høvuðs-
ábyrgdina av kaffi, kakum,
reinum koppum og hvørt av
sínum til so mong.
Henning metir, at tey munnu
hava samband við einar 2000
danskarar í býnum, eina knappa
helvt av teimum danskarum ið
búgva har.
Pálmasunnudag helt Henning
Bøgesvang danska guðstænastu
í Stockholm og støkk eisini inn
á gólvið á donsku sendistovuni
at hátíðarhalda seksti ára
føðingardagin hjá Margretu
drotning.
Henning hevur fleiri ferðir
tikið ímóti Hennara Hátign í
Norðuroyggjum, men hevur ikki
hátíðarhildið føðingardag henn-
ara á danskari grund, síðani
hann gjørdist prestur fyrst í
sjeytiárunum. Hann hevur verið
útlagin líka síðani, fyrst sjó-
mansprestur í fyra ár í Ant-
werpen og síðani prestur í
Christianskirkjuni í 21 ár. Eitt
stutt skifti í áttatiárunum var
Henning eisini sjómansprestur í
New York.
Tíðin búgvin
til okkurt nýtt
Hví fluttu tit úr Klaksvík eftir so
mong ár?
-Vit upplivdu, at tíðin var
búgvin til at royna nakað nýtt,
antin eitt annað prestastarv í
Føroyum ella okkurt heilt annað.
Men fyri okkum vóru tvinnir
kostir í at velja:Wantin okkurt
sum var nógv øðrvísi, ella
okkurt sum var nógv betri. Og
eitt betri prestastarv enn tað í
Klaksvík var ikki lætt at finna.
So vildi eg heldur royna okkurt
nógv øðrvísi, og nakað sam-
stundis varð starvið sum danskur
sjómansprestur í Göteborg lýst
leyst.
Kundi tú ikki hugsað tær at
søkt prestastarv í Danmark?
– Nei, tí eg hevði ikki vitað,
hvat eg skuldi tikist við sum
prestur í Danmark. Í Antwerpen
og Klaksvík hevði eg ovmikið at
gera, og sama er at siga um
starvið í Göteborg. Eisini er
størri avbjóðing at vera útiseta-
prestur, tí tú hevur ávísar fastar
uppgávur og veitst allatíðina,
hvat tú skalt gera. Eins og
føroyingar halda danskarar í
útlegd meira fast við sína upp-
runamentan enn teir í heim-
landinum, og hetta setir sín stóra
dám á arbeiðið.
-WAt búgva í Svøríki og læra
tað svenska samfelagið at kenna
er eisini ein avbjóðing. Vit
útisetaprestar í Göteborg hava
eitt slag av ”millumtjóðasam-
starvi”. Men fyri tað havi eg
framvegis gott samband við
Danmark, og í Göteborg hoyra
vit Danmarks Radio sum einki.
Vildi finna úthurðina sjálvur
Hvussu leingi eigur ein prestur
at vera í sama stað?
– Í so máta kann eg bert tala
fyri meg sjálvan. Summir
prestar kunnu sita í sama embæti
í 30 ár, men eg kundi ikki. Eg
vildi finna úthurðina sjálvur!
– Hetta hevur eisini nakað við
prædikukynstrið at gera. Summi
kunnu skriva prædikur, sum
kunnu brúkast í 50 ár. Tak til
dømis lestrarbøkurnar. Men
hatta dugi eg ikki. Mínar præ-
dikur eru tíðarbundnar, og eg
taki støði í tí, sum hendir í dag.
Tíggju ár seinni kunnu tær præ-
dikurnar vera púra avoldaðar.
Og tí visti eg ikki, um eg kundi
bjóða norðoyingum at verða
verandi í fimtan ár aftrat. At
skifta prest kann vera gott fyri
báðar partar.
Hvar er lættari at vera dans-
kari, í Göteborg ella í Føroyum?
– Í Göteborg. Har eri eg
danskur og føroyskur prestur og
settur í starv til tað sama. Men
tá ið vit búðu í Klaksvík, vóru
vit ikki har sum danskarar. Tá
royndi eg fyrst og fremst at vera
føroyskur prestur.
Er so stórur munur á dansk-
arum og føroyingum?
– Ja, tað eru tvey ymisk fólka-
sløg við ymsari mentan. Hin-
vegin hava vit havt tætt tilknýti í
so mong ár, og eg haldi, at vit
líkjast hvørjum øðrum meira enn
vit líkjast eitt nú svenskarum.
Og um so Føroyar fáa fullveldi,
fara vit framvegis at hava nógv
samband hvør við annan.
Gott samband
við Føroyar
Eru tit føroyingar ella danskarar
í dag?
– Sjálvandi eru eg og Solveig
danskarar, og tað hevði verið
býtt at pástaðið nakað annað.
Men okkum dámdi ómetaliga
væl í Føroyum, vit kendu okk-
um sum føroyingar og hugsaðu
sum føroyingar. Synir okkara
eru føroyingar, hava føroyskar
konur, og teirra børn eru føroy-
ingar. So vit fara altíð at hava
nógv samband við Føroyar.
– Og tá ið vit høvdu ræst-
kjøtaveitslu í donsku kirkjuni
herfyri, segði Solveig við meg
aftaná: ”Henning, nú føli eg, at
vit hoyra til í Føroyum”.
Men er tað ongantíð komið
fyri, at onkur føroyingur hevur
kastað tykkum fyri, at tit eru
danskarar?
– Nei nei, yvirhøvur ikki! Tað
skulu norðoyingar eiga, at teir
tóku okkum til sín sum síni
egnu, og fyri teimum hoyrdu vit
til har. Og okkum leingist
mangan aftur til Klaksvíkar. Í
Göteborg kanst tú fara ein túr í
býin, uttan at ein sál heilsar upp
á teg. Tað kom ikki fyri í Før-
oyum, hvørki í Havn ella Klaks-
vík.
Hvar fara tit at búgva, tá ið tit
verða gomul?
– Tað er ilt at siga. Vit hava
skyldfólk í Danmark og gott
samband tann vegin. Hinvegin
er væl hugsandi, at synir okkara
og teirra familjur flyta aftur til
Føroya sum frá líður, og so flyta
vit helst aftan á teimum.
– Í Göteborg verða vit so ikki
verandi, eftir at eg eri farin frá.
Ikki tí, okkum dámar væl í
býnum, vit vildu hava luft og
geva norðoyingum eitt sindur av
luft. Men vit hoyra ikki til í
Göteborg, og vit sakna Føroyar.
Eitt skifti, tá ið Niels Pauli Danielsen sat í Landsstýrinum, var ein eldri danskur prestur
vikarur fyri hann í Christianskirkjuni. Eitt ungt par skuldi giftast, og tey fóru inn á kirkju-
skrivstovuna at bíleggja sær kirkjuna. Men tá ið hesin danski presturin stóð teimum í boði,
talaði brúðgómurin at:
”Kortanoy! Vit vilja ikki hava nakran danskan prest, vit vilja hava Henning Bøgesvang.”