leygardagur 21. november 1987síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DE |“
UN
sj
Wi
ÆG
tíðindablaðið
7
Jógvan |
Isaksen
ummælir
Vit hava í Feroyum havt teknað bleð
akkurát líka so leingi sum í hinum
Norðanlondum; tað vil í hevuðsheitum
siga síðani 2. Veraldarbardaga. Rætti-
ligt dik kom tó ikki á hetta útgávuvirk-
semi fyrr enn í 60-unum og 70-unum, tá
bleðini skolaðu inn yvir okkum sum ein
flóðalda. Henda flóðaldan stendur við
enn, ja, er heldur vaksandi. Men mót-
vegis grannalondunum, so hava vit ikki
eitt ávíst orð fyri hesum blødum. Van-
liga siga børn og vaksin »tekniseriir«,
nýta altso danska orðið »tegneserie«. Á
svenskum eitur tað »tecknade serier«, á
enskum »comic« ella »comic strip«,
somuleidis å tyskum og ødrum målum
við. Amerikanski upprunin er sjónskur
Fyrr ella seinni mugu vit finna okkara
a orð, ella er tað kanska longu til?
tið okkum fara í orðabekurnar. Fer-
ovsk-donsk orðabók hjá M.A. Jacobsen
og Christiani Matras kemur ikki nærri
enn »myndablad billedblad<, men tað
er jú ikki tað sama. So er frægari fongur
kabindinum hjá J.W.H. Poulsen, tí
har r
»myndasøga = tegneserie«. I
orðabók hjá Jóhannesi
av Skarði er einki, men í Ensk-føroysk
Donsk-feroysk
DOK hjá sama
manni er »cComic =
søga«. F
vit nú til Jógvan við
Anna og Feroysk Málspilla og Málrekt
finna vit »teknirød« ella »dråttrød«. (Tað
er kanska hiðani orðafellið »Fanin er
tungur í dråttri« stavar?) Samdir eru
málmenninir ikki
Hvat hava so týðararnir av hesum
báðum teknaðu blødunum gjørt? Hvat
orð hava teir valt? Einki av teimum,
men hver sína samanseting. Á bakperm-
uni á Tintin skírist hendan »teknisøga«,
og á Valhell »myndarød«
Hvat er so tað frægasta orðið? Líka
veit eg, men kanska »teknisøga«, tí tað
vísir til, at hetta snýr seg um teknaðar
myndir og ikki fotomyndir. Hvat fyri
orð vinnur, ella um bæði fara at liva lið
um lið, kann vera tað sama, bert vit
sleppa undan tí bronglaða »tekniseria«.
Eitt sindur um teknaðar søgur
Tað eru ymsar metingar av, nær og
hvussu teknisegurnar komu upp, ella
um tær kanska altíð hava verið til.
Onkur vil halda, at steinaldartarvarnir í
Altamira-holunum í Norðurspaniu eru
teir fyrstu leikararnir í eini teknisegu.
Hesar myndirnar eru meira enn 30.000
ára gamlar! Lítir tú at egyptiskum
málningum og hieroglyffum, eru hesir
ikki ólíkir tí, vit kenna frá nútímans
blødum. Koma tit til Rom, so hyggið inn
í Titusbogan, ið stendur á Via Sacra í
eðrum endanum av Forum Romanum.
Her er eisini ein sega, í hesum feri ein
høgd myndasøga, sum sigur frá sigrin-
um yvir jødarnar og oyðingina av
Jerusalem í ár 70. Biblia pauperum, fá-
tækramannabíblian, kom á fyrsta sinni
um ár 1200, og hon er sett saman av um-
leið 50 myndum, sum lýsa tær týdn-
ingarmestu hendingarnar í Gamla og
Nýggja testamenti. Og tann stutti
teksturin, sum greiðir frá myndunum, er
ofta settur sum skriftrulla, ið kemur úr
munninum á persónum.
Tað er sjálvsagt, at mangur í hesum
samanhangi fær hug at gera sammeting-
ar við tær teknaðu segurnar á okkara
degum. Frægast er tó nokk at taka
dagar ímillum.
Omanfyristandandi stutta gjegnum-
gongd vísir, at tú innan mentanarfram-
leiðsluna úr gomlum degum altíð kanst
finna okkurt sum minnir um nútímans
myndasøgur. Tú kanst uttan ihald peika
á gamlar holuveggir, papyrusrullur,
krukkur og tapet. Tað finnast skemti-
teknarar upp í rúgvu frá 17 og 1800-
talinum flestøll kenna keipumyndir-
Napoleonskriggjunum, sum
nar plaga at vera prýddar við.
nar (frå
segubekur
Alt hetta er nú av ivingasomum virði,
tá tosað verður um teknisegur ella
teknirødir. Av tí einfaldu orsøk, at hesar
eru listagrein fyri seg og ein amerikansk
rad vast menn
Yellow K sum stóð i New York
Worid februar 1896f er heimsins
fy ) í Ve arin Richard
Felton ilt hevði gjørt eina rød av
myndu fra fátækrabýlingum í New
York. Í miðjuni á hverjari mynd hevði
hann sett ein smádrong í gulari nátt-
skjúrtu, hesum líkist plaggi í hvussu er,
og á tí stóð ymiskt skrivað. Longu frá
fyrsta degi varð >The Yellow Kid< stór-
liga fagnaður, serstakliga av bernum,
analfabetum og immigrantum, sum ikki
dugdu enskt
Amerikanski segumaðurin Coulton
Waugh sigur, at tað er av trimum
grundum, at >The Yellow Kid< kann
skírast sum heimsins fyrsta teknisega í
nútímans merking: Í fyrsta lagi kemur
teknarin við einum persóni, einum skap-
ilsi, sum javnan kemur fyri, og sum ein
fjøld av fólki tóku til sin. Í aðrum lagi er
teksturin inni í myndini, meðan tað sum
var til av royndum at gera teknisegur í
Europa hevdu erindi undir biløtunum. Í
triðja lagi stóð >The Yellow Kid< í dag-
blødunum.
Størstan tydning hevur helst hetta
seinasta. Teknisøgurnar eru gjørdar fyri
at selja fleiri blød, og tad gera tær. Eisini
i dag. Teknisøgur i nåtimans merking
koma upp, tå gondg kemur å kappingina
millum nútímans blødini.
Nú er vøsad nóg mikið um upprunan
Nr. 133 — 21. november 1987
Árni Dahl við einum hefti av Valholl, sum hann hevur týtt til foroyskt
til teknisøgurnar, men eg helt, at nú tær
fyrstu komu út í bók á feroyskum,
skuldu nekur orð sigast um seguna.
Hevur onkur hug at kunna seg meira við
upprunan o.s.fr. hjá tekniseguni, so
finst fitt av bókum um hetta evni,
kanska ikki so nógvar á donskum, men á
enskum eru tær óteljandi. Bókasevnini
eiga helst okkurt um hesar segur og hesi
blød, ti júst bleðini svara fyri stórum
parti av útláninum á einum bókasavni í
dag.
Unglingin í plusfours
Teknisegurnar, ið nú eru komnar á fer-
oyskum, eru Tintin >Hin gátufera
stjørnan« og tvey tey fyrstu heftini av
Valhell. Tintin munnu tey flestu kenna
frammanundan. Hann er ikki nakar árs-
ungi. Tær fyrstu myndirnar stóðu í ein-
um skótablað um 1930 og snúðu seg um
hendingar í Sovjettsamveldinum, og tað
var ikki smávegis sum fyrifórst tí unga
blaðmanninum Tintin. Blíður mótvegis
Sovjettsamveldinum var hann ikki, og í
tí næstu seguni var Tintin í Kongo og
legði nekarunum lag á. Sjálvir vóru teir
jú ikki ferir fyri at fáa skil á. Í hesum
báðum fyrstu søgunum vísti belgiu-
maðurin Hergé, at hann var barn av síni
tíð, og at Belgia eisini var eitt hjálanda-
veldi. Seinni gjerdist tann politiski
parturin minni sjónskur, og sterri dent-
ur varð lagdur á skemtið. Og júst skemt-
ið og tann einfaldi og um somu tíð ógvu-
liga nágeiniligi teknihátturin hevur
tryggjað Tintin steðuna sum ein av
teimum mest umhildnu teknisegunum
millum bæði bern og vaksin.
»Hin gátufera stjørnan« er frá 1942 og
hoyrir heima i miðpartinum av teimum
nekrum og tjúgu Tintin-bókunum. So-
statt fylgir forlagið Dropin tí somu rað-
fylgju sum á donskum, og hon er heldur
ikki tann ringasta. Tær elstu av segun-
um eru ikki líka góðar sum tær eftir-
fylgjandi, so hví ikki byrja á tryggari
grund, so tú fært at síggja, hvussu mót-
ER
rer
%
FH
F
-
eee,
RAE