Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 24. november 1987 Føroya rætturikkiiminsta iva: Fullan rætt at at taka lønina! -- — Landsstýrið er enntá farið hovliga fram móti starvsfolkunum á Almannastovuni, heldur sorinskrivarin. Tað kundi eisini sagt teimum upp og kravt endurgjald. Bara ein hálvan tíma tók tað at augreiða eitt týðandi prinsippmál hjá Starusmanna- felagnum og føroysku fakfelagsrørsluni sum heild Landsstýrið hevði fulla heimild til ikki at gjalda 18 starvsfólkum á Al- mannastovuni len fyri tíð- ina 29. august 1986 á mid- degi til og við 10. sep- tember 1986. Sorinskrivaranum, Jógvani H. Andreassen, nýttist ikki langa tíð at taka steðu til sakarmálið millum Starvsmanna- felagið og Landsstýrið um tann sokallaða arbeiðs- steðgin á Almannastov- uni seinasta summar. Hann segði, at arbeiðs- gevarin hevur rættin at leiða og fordeila arbeiðið, sum tað eitur. Eru fólk misnegd við, hvussu hetta verður gjørt, kunnu tey sekja sær annað arbeiði. Sorinskrivarin helt, Landsstýrið hevði verið ógvuliga moderat í hesum máli. Tí tað hevdi kunnað sagt fólkini upp og enntá, sambært grein 4 í lógini um starvsfólk, kravt endurgjald frá teimum 18 starvsfólkunum. — Tí stendur Starvs- mannafelagið seg best við at taka aftur hetta málið, var niðursteðan hjá sorin- skrivaranum. Nevndin í felagnum fer nú at viðgera, antin hon skal fylgja hesum ráðum ella krevja dóm. Skjót viðgerð Málið var fyri í Feroya rætti í gjáramorgunin og viðgerðin tók bara hálvan tíma. Ongin próvfersla var og ongi vitni blivu av- hoyrd. Málið er ikki um »ar- beidsstedgin« sum so, men um heimildina hjá Landsstýrinum einvíst at avgera, hver skal bera ábyrgdina av trupulleik- unum á Almannastovuni. Landsstýrið gav 18. september i fjør Gjald- stovuni boð um ikki at gjalda teimum 18 starvs- fólkunum løn fyri tíðina 29. august — 10. septemb- er. Talan er um slakar 70.000 kr., sum tey so fingu frá Starvsmannafe- lagnum í staðin. Og síðani kravdi felagið pengarnar aftur frá Landsstýrinum. Landsstýrið kravdi frí- døming. Prinsippmål Sakførarin hjá Starvs- mannafelagnum, Jóan Hendrik Svabo Samuel- sen, segði í rættinum í gjár, at málið er ikki um ta ítekiligu steðuna á Al- mannastovuni í fjør summar. — Vit vilja hava stað- fest í prinsippinum, hver mannagongdin er í slíkum málum, hverji faklig rætt- indi vit hava og, hvussu fakligar ósemjur sum hes- ar skulu loysast. Starvsmannafelagið heldur, Landsstýrið hevur tikið sær rætt, tað sam- bært grundlógini als ikki hevur heimild til. Tað hev- ur av sínum eintingum lagt ábyrgdina hjá starvs- fólkunum og tikið løn frá teimum. Landsstýrið eigur sjálv- andi at fylgja vanligu mannagongdini í Feroy- um: nevniliga leggja sak móti teimum 18 starvs- fólkunum og soleiðis fáa staðfest, at tey ikki hava rætt til løn fyri tíðina 29. august — 10. september 1986. Ongi vitni og prógv Jéan Hendrik Svabo Samuelsen svaraði sjálvur spurninginum, hví Starvs- mannafelagið hverki hevði vitni ella prógv við í Dómhúsið í gjár. Tað vil siga, hví felagið ikki royndi at sannføra rættin um, at Landsstýrið hevði ábyrgdina av steðuni á Al- mannastovuni og, at hon var afturlatin nakrar dag- ar í fjør. Sakferarin hjá Starvs- mannafelagnum segði: — Gjerdu vit tað, høvdu vit samstundis góðtikið, at Landsstýrið hevði rætt til at taka av lønini. Og, at tað so eru starvsfólkini, sum við rættarsak máttu staðfest skuldina hjá Landsstýrinum. Góðtóku vit hetta, so góðtaka vit eisini, at Landsstýrið/arbeiðsgev- arin hevur rætt til at av- gera, hver hevur ábyrgd- ina í einumhverjum ar- beiðssteðgi, at Landsstýr- ið/arbeiðsgevarin fær »dømandi« myndugleika, at starvsfólkini noyðast at prógva tað mótsetta við sakarmáli, tá Lands- stýrið/arbeiðsgevarin staðfestir ábyrgdina og, at Landsstýrið/arbeiðs- gevarin fær heimild at taka av lenini, uttan mun til, hverji viðurskifti eru galdandi. hd Starvsfólkini á Almannastot longur átóku sær ábyrgd av arbeiðinum á st: Almannastovan læt aftur, men starvsfólkini annað gjørdu tey uppskot til nýggjan bygnað fyri stovnin Tiltakinum hjá starvsfólkunum ve uni mistu tolið seinasta summar og boðaðu frá, tey ikk vninum ar ætlað at gera vóru kortini har hvonn dag. Millun vart við viðurskiftini á stovni num, sum vórðu søgd vera »otolandi«. Og úrslitið var, at broytingar blivu gjørdar Vanlukka í Vestmanna: Bilur á sjógv — tveir menn doyðu Tveir menn doyðu, tá ein bilur fór út av bryggjuni í Vestmanna sunnunáttina. Bilurin fór út av framman fyri ferjuna Sam og varð funnin á botninum í gjára- morgunin. Hann lá á tak- inum. Líkini av báðum monnunum vóru í bilin- um. Annar var 39 ár, giftur og pápi at tveimum bern- um. Hin var 20 ár og ógiftur. Báðir búðu í Vest- manna og arbeiddu á skipasmiðjuni. Tann eldri átti bilin og hann koyrdi eisini, tá van- lukkan hendi. Legreglan í Vestmanna veit ikki, hvat er hent ella nær. Menninir vóru á skipasmiðjuni leygar- kveldið og eru seinast sæddir klokkan eitt sunnunáttina. Tá teir ikki vóru komnir til hús sunnudagin, fóru tey avvarðandi at fregn- ast um teir. Tá tey uttan úrslit hevdu spurt alla staðni, teir kundu hugsast at vera, fóru tey til leg- regluna sunnukveldið klokkan tíggju. Leiting varð sett í verk á landi og leitað varð til klokkan fýra gjáramorg- unin. Tá varð avgjert at leita á sjónum, so skjótt lýsti. Tveir froskmenn fóru niður í lýsingini og funnu skjótt bilin, ein VW Bilurin fór út av framman fyri Sam. Legreglan veit ikki, hvønn veg, hann er komin. Okkurt var tó at síggja á bryggjuni, sum gjørdi, teir byrjaðu at leita júst har. Bilurin varð annars eftirlýstur í Útvarpinum í gjáramorgunin. Passat Stationcar á fýra- fimm metra dýpi. Legreglan í Vestmanna sigur, at tað var ikki hált á bryggjuni sunnunáttina Nú eru níggju fóik deyð í ferðsluvanlukkum í Fer- oyum í ár. h