týsdagur 24. november 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
| Eingin treyt at
nýta sakførara
í Rættinum
Í so máta er lógin annarleiðis enn tann
danska, men annars verður rættargangs-
lógin nú meiri åtøk teirri donsku. Men, í For- 3
oyum skal tosast foroyskt, og ikki danskt
sum nú. Allir flokkar uttan Framburðsflokk-
urin, taka undir við foroyska ynskinum
Tað var í vár, at eitt samt
legting samtykti at
broyta rættargangslógina
fyri Feroyar. Lógin er
donsk, og skal tí eisini
samtykkjast á Fólkatingi
og har var hon til fyrstu
viðgerð í síðstu viku.
Talan er um ymiskar
broytingar, m.a um
rættaravgjeld, um rættar-
steðuna hjá bernum, um
juridiska hjálp, og har-
afturat, at rættargangs-
málið í Feroyum skal vera
føroyskt.
Fyrsti maður, sum
hevði orðið á Fólkatingi,
var Jákup Lindenskov,
sum var framsegumaður
danska javnaðarfloksins í
hesum máli.
Hann greiddi frá málin-
um og teimum ynsktu
broytingunum.
— Fyrstu rættargangs-
lógina fyri Feroyar fingu
vit í 1924, men ongar
broytingar vórðu gjørdar
fyrr enn í 1979. Nú hevur
løgtingid aftur ynskt at
gera broytingar í lógini —
at tillaga hana til eitt
meira nýmótans sam-
felag, segði Jákup Linden-
skov og legði afturat, at
við teimum ynsktu broyt-
ingunum, verður hon
meiri átek teirri donsku.
Tó eru tveir hevuðsmunir.
Vit vilja enn varðveita
tann partin í lógini, sum
sigur, at einhver, sum »er
myndig, har ført en ret-
skaffen vandel og ikke er
ude af rádighed over sit
bo, kan på Færøerne ud-
føre retsager for andre ..«,
sum tað stendur í lógini.
Tað vil siga, at tað er ikki
ein treyt, at sakførari skal
til sum verji í einum
rættarmáli.
Ein annar hevuðsmunur
er — og her skal lógin
broytast — at í Feroyum
skal feroyskt mál nýtast
sum rættargangsmál.
Hetta ynskir eitt samt
løgting, og hetta er ikki
annað enn rætt og rími-
ligt, segði Jákup Linden-
skov.
Yvirtøkan er eftir
Eisini hin feroyski fólka-
tingsmaðurin, Óli Breck-
mann, hevði orðið. Eins og
Jákup Lindenskov greiddi
Óli eisini frá nekrum av
orsekunum til tær ynsktu
broytingarnar, og hann
legði afturat, at nú er bert
seinasta liðið í eini natúr-
ligari gongd eftir. Tað er,
at føroyingar yvirtaka alla
rættarskipan.
Oli Breckmann helt, at
við teimum broytingum,
sum nú vóru í umbúna, fór
bíðitíðin í rættinum ikki
Nr. 134 — 24. november 1987
foto: Nana Reimers/2. mai
at vera so long sum hon
hevur verið!!
Tóku undir við
uppskotinum
Talsmenn fyri allar flokk-
ar á Fólkatingi hevdu
orðið, og burtursæð frá
Framburðsflokkinum,
tóku allir flokkar undir við
uppskotinum. Allir hildu
tað ikki vera annað enn
rímiligt, at í Føroya Rætti
skuldi talast feroyskt.
Fyra nýggj sjóverjuskip
til Føroya og Grønlands
Fólkatingið fer helst í vikuni at taka stødu til at nýta hålva-
aðru milliard til fýra nýggj sjóverjuskip, sum m. a. skulu
nýtast til sjóverjuna við Foroyar og Gronland
Umsíðir er nú semja í
Fólkatinginum um at
byggjast skulu nýggj sjó-
verjuskip í staðin fyri tey
fýra, sum hesi mongu ár-
ini hava verið við at rekt
sjóverjuna í Føroyum.
Leingi hevur verið tog-
ast um hvussu mong skip
skuldu byggjast, men nú
tykist at vera breið polit-
isk semja í Fólkatinginum
um, at fýra skip skulu
byggjast til endamálið.
Skipini skulu bjóðast út
á donskum skipasmiðjum
og samlaði kostnaðurin er
mettur til umleið 1,4 milli-
ard krónur.
Eins og donsku sjó-
verjuskipini, sum nú eru,
skulu tey nýggju eisini
hava tyrlu av
num umborð.
T
Í,VAx slag-
LYNX Slag
Skip sum Vædderen og
Hvidbjørnen vóru bygd
midskeidis i sekstiårun-
um, eru ikki tíðarhóskandi
longur, heldur Fólkatingið
Fyri Framburðsflokkin
tosaði Pia Kjærsgaard og
vísti á, at tá mál viðvíkj-
andi Feroyum hava verið
fyri á fólkatingi, hava tey
í nærum gelium førum
kostað danska samfelag-
num eitthvert. Tá hevur
Framburðsflokkurin verið
ímóti.
— Hóast hetta mál ikki
kostar danska samfelag-
num krónur og oyru, vilja
vit ikki taka undir við tí.
Danir eiga ikki at vera við
Jákup Lindenskov, fólka-
tingsmaður fyri Javnaðar-
flokkin, var framsegu-
maður fyri danska Javn-
aðarflokkin í málinum um
broyting av rættargangs-
lógini
til at avgera hvat hendir í
Feroyum, segði umboðið
fyri Framburðsflokkin.
Í Rættar-
nevndina
Málið um rættargangslóg-
ina hevur verið til viðgerð-
ar í Rættarnevndini, har
limirnir hava sett ymiskar
spurningar. M.a. spyrja
teir hvussu gongdin hevur
verið viðvíkjandi isola-
tiónsfongsling síðani
1979, hvussu klaguvið-
gerðin av politinum hevur
verið og hvussu verður við
umsetingarútreiðslum tá
mál verður skotið inn fyri
hægri rætt.
tór.-