Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 24. november 1987 Í hesi bók er eitt úrval av tí tilfari, ið kom inn til stuttsegukappingina, sum Kvinnutíðindi lýstu í 1985. 34 handrit komu inn, her eru 19, í mangar mátar sera ymisligar segur prentaðar. Summar segur eru full- bornar novellur, aðrar meira at kalla prosabrot. Millum hevundarnar eru nevn, vit kenna sum skrivandi kvinnur, aðrar hava ikki áður skriv- að ella almennakunngjert tað, tær hava skrivað. Hevundarnir umboða fleiri aldursbólkar, tann elsta er fødd i 1916, tann yngsta í 1968, tær flestu tó millum 1940 og 1960. „Hvussu høvdu føroyskar kvinn- ur skrivað, um tær sjálvar skuldu givið innlit í hugaheim, lívsum- stødur og dreymar sinar?« var ein spurningur, sum varð settur fram í Kvinnutíðindum, tá ið lýst varð til segukappingina. Innihaldsliga eru segurnar ymiskar; eitt hava tær tó í felag: allir hevuðspersónarnir eru konufólk. Her eru endurminn- ingar, ið lýsa kvinnulív í ymsum tíð- um, í ymsum sosialum og mentanar- ligum umhvervi, vakrar og kenslu- bornar letulýsingar av familjulívi, vinskapi, móðurkenslum, dreymum Norðurlandahúsinum SVAR Einaferð várfrískan morgun finnur tú kanska blómu nýsprotna sum mína fyrstu gåvu Summarsins heitu dagar fert tú at hoyra mín látur í ánni heystbleikar nætur mítt bankandi hjarta Men lat ei í livsdansi tínum meg tyngja um hug tín Hinumegin brúnna treði eg dansin í hvítum klæði o.m.ø., og søgur við eini skipaðari segugongd. Fyri ein stóran part av segunum er kvinnuverðin, soleiðis sum hon verður lýst, nokkso trong, rekkur ofta ikki longur enn til útdyrnar, og segurnar koma sostatt at handla um frælsi og ófrælsi — hvussu sameina tað at fáa tað burtur úr lívinum, sum evni og dreymar geva megu- leika fyri, uttan at sleppa akkerin- um, sum maðurin umboðar. Í heila tikið er maðurin ógvuliga sentralur persónur í lívinum hjá nógvum av hesum kvinnum, um enn hann ofta, saman við børnunum, er ein forðing hjá teimum fyri at sleppa at royna sínar gávur og meguleikar úti mill- um fólk. Spegla hesar segur so veruleikan? kunnu vit spyrja. Og tað er ilt at svara, tí kvinnulív og -dreymar eru eins ymisk og hjá monnum. At eitt slíkt søgusavn skuldi givið eina um- boðandi mynd av »ti feroysku kvinnuni< hevði verið eitt heilt órímiligt krav. Í bókini >Kvinnureddir< skrivar Malan Simonsen um munin á ti, sum kvinnur og menn skrivaðu um í Síða 9 Brot úr kvinnulívi 1890, at „einasta kvinnan, sum hevði yrking í bleðunum .… yrkti sorgaryrking um, at drongurin sveik hana. Tað merkti ótrygga steðu sosialt og sálarliga restina av tíð hennara ... Einki óvanligt í tí, eftirsum hugmyndafrødin — tær hugsanir, vit hava um heimin og okkum sjálvi, oftast lagar seg eftir umsteðunum, t.e. sum oftast haltar hon aftan á broytingunum í sam- felagnum í staðin fyri at fylgjast við teimum ella ganga undan«. Nakað tað sama kann sigast um Frostrósur. Kvinnurnar eru ikki komnar út í taða Imenna samfelagið her, tær eru bert áleiðis. Tann knappliga broytingin, sum hend er hjá okkum hesi seinastu árini, tá ið kvinnur í hópatali eru komnar út úr privatsferuni og út í vinnulívið, allar yrkisgreinar og politiskt arbeiði, og fyri ein stóran part hava vundið seg upp eftir samfelagsstiganum, sæst ikki aftur í hesum segum. Men tað kann kanska eisini koma av tí defini- tión, at kvinnulívið, sum varð sett upp í Kvinnutíðindum 2/85 í sam- bandi við segukappingina, har domi um kvinnulív vórðu nevnd sum at eiga bern, binda, vaska upp o.s.fr.; tað nærmasta, ið vit koma tí al- menna lívinum er „tá ið vit fara til arbeidis«. Hetta kunnu tær, sum hava sent segur inn, hava fatað sum ein karm um, hvat ið segurnar skuldu vera um. At enda skal verða nevnt, at hetta er ein eftir mínum tykki sera vekur bók, tann bláa perman hóskar til tittulin, og bókin er prýdd við fleiri myndum. Eitt arbeiðshefti gevur uppskot til uppgávur til undirvís- ingarbrúks og hjálp til nærlesing av segunum. Hentar eru eisini upplýs- ingarnar um hevundarnar aftast í bókini. Elin Súsanna Jacobsen Frostrósan og aðrar søgur Utgevari: Kvinnu tidindi og Føroya Skúlabókagrunnur Tórshavn 1987 Leygardagin 5. desember kl. 15 lesur Astrid Joensen upp úr nýggja yrkingasavni sínum í Skrivstovufólk Sekt verður eftir skrivstovufólkum til deildirnar, ið líkningarráðið fer at seta á stovn í Eysturoynni og Norðurstreymoy, og verða størvini hesi: 2 skrivstovufólk til deildina í Fuglafirði 2 skrivstovufólk til deildina í Runavík 2 skrivstovufólk til deildina í Kollafirði Arbeiðið fevnir um alt vanligt arbeiði innan skrivstovu og skattaumsiting. Umsøkjarar skulu hava skrivstovu- útbúgving. Persónar, ið hava rokn- skaparinnlit ella royndir innan skatta- umsiting, hava fyrimun. Størvini verða lent eftir sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvs- mannafelagið sambært starvsskipan líkningarráðsins. Áhugað fáa meira at vita um starvið við at ringja til tlf. 14511. Umsókn saman við prógvum skal inn- an 11. des. 1987 verða send til Líkn- ingarráð Føroya, postboks 51, 110 Tórshavn. Líkningarráð Føroya, 19. nov. 1987 Deildarleiðari Sekt verður eftir deildarleiðarum til deildirnar, ið líkningarráðið fer at seta á Stovn í Eysturoynni og Norðurstreym- oy, og verða størvini hesi: 1 leiðari til deildina í Fuglafirði 1 leiðari til deildina í Runavík 1 leiðari til deildina í Kollafirði Umframt at hava dagligu leiðsluna av deildini, skal ein deildarleiðari eis- ini vera skrivari í skattaspurningum hjá øllum likningarnevndum/bygdar- rådum i økinum. Umsøkjarar skulu duga at arbeida sjålvstødugt og skulu hava góð fyri- skipanar og samarbeiðsevnir. Umsekjarar við hægri bókligari út- búgving / royndum innan fyrisiting / skattaumsiting / roknskap / grann- skoðan hava fyrimun. Stervini verða lent eftir útbúgv- ing. Verður umsekjari settur eftir sáttmála millum Feroya Landsstýri og Starvsmannafelagið, verður hann lentur í 29. lenarflokki. Ahugað fáa meira at vita um starv- ið við at ringja til tlf. 14511. Umsókn saman við prógvum skal innan 11. des. 1987 verða send til Líkningarráð Feroya, postboks 51, 110 Tórshavn. Likningarråd Føroya, 19. nov. 1987