Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 x 24. november 1987 10 lið komandi kappingarár iða FS + 00 100 i g 0% t steiøgin x x M Stórur spenningur fundin í ár var sera stórur spenningur. UTSØK- var uttan iva tann, at ippskot var komið frá tbóltssambandinum im at økja hægru deild- rnar frá átta til tiggju lið. Men spenningur var eisini um hvussu nevndirnar innan FSF mundu fara at síggja út aftaná fundin. Serliga var tað formans sessurin, fólk tosaðu um. Veruleikin var tann, at allir nevndarlimirnir ætl- aðu sær úr nevndini uttan tveir Aðalfundurin Jógvan Arge var aftur fundarstjóri í ár og megn- aði hann hesa uppgávu væl, sum so ofta fyrr. Tá ið fundurin var sett- ur hevði formaðurin, Fhorleif Sigurðsson, ár- ligu frágreiðing Hann nam m.a. broyttu leikumsteðurnar seinasta árið. Her hugsaði hann serliga um graslíkis- vøllirnar, ið komnir eru og legði afturat, at fleiri koma afturat til komandi ár. Les annars formans- frágreiðingina aðrastaðni í blaðnum. Aftaná form. frágreið- ingina hjá starvsnevndar- sina. vid tær formanninum, hevði Berge B. Hansen, form. í kappingarnevndini, eina frágreiðing. Hann tosaði m.a. um ungdómsfótbólt, landskappingardystir á summarstevnum, ítrótta- skúla, útbúgvingarmegu- leikar osfr. Vit rokna ikki við at fáa pláss fyri frá- greiðingini hjá Berge í blaðnum í dag, men ístað- in í næsta blaði. Utbúgving Jens Erik Magnussen frá útbúgvingardeildini hevði eisini eina frágreiðing ella rættari fyrilestur. Hetta var um útbúgvingar- møguleik 1 H tø: VSK boltsanug ;ð i i verið } D njar 1 gr fl eru á hendan hátt utbunir venjarar nú. Jens Erik segði, at hesir venjarar eru minst líka so góðir sum teir mongu útlendsku venjararnir, ið koma hendavegin. Bert spell, at ikki oll feløgini hava gjørt brúk av hesum góða meguleikanum enn. Sannleikans tími Tá komið var til tað, ið Jógvan Arge so rámandi kallaði „sannleikans tími, hevði Thorleif Sigurðsson aftur eina stutta frágreiðing, um hví Fótbóltssambandið nú hevði sett fram uppskot at økja deildirnar. Grund var m.a., sum tað fleiri ferðir hevur verið borið fram í bleðunum, at kappingin verður breiðari og harvið bæði meira undirhaldandi og spenn- andi. Eisini verður nú meguleiki at leika lands- kappingardystir á sokall- aðu summarstevnunum. Tað skuldi sterri inntøku til feløgini við tað, at roknað verður við, at fólk, sum hava verið og hugt at kappróðri, aftaná fara at hyggja at fótbólti. Og síðani varð orðið givið frítt til feløgini at út- tala seg um innkomnu uppskotini, og sjálvandi var tað uppskotið hjá FSF, ið varð nógv mest umrett. Tey flestu felegini gjørdu viðmerkingar til »høvudsuppskotid«, og vit fara at endurgeva ein part av viðmerkingunum her. givið Sverri Midjord — Eg meti tað at vera heilt burturvið, at hetta uppskotið skal vera sett fram av stjórnini, sam- stundis sum so at siga ell nevndin leggur frá sær. Tað verður ikki lætt hjá eini heilt nýggjari nevnd at taka sær av hesum málinum, og samstundis seta tað í verk uttan trupulleikar. Dánjal Andreasen, LIF — Vit taka ikki undir við uppskotinum, í hvussu so er kann hetta ikki koma í gildi í 1988. Vit eru eisini bangnir fyri at kappingin øll verður ein ruðuleiki við so mongum liðum. Jens Johannesen, TB — Umsitingin verður tann sama um tað verða 8 ella 10 lið. Eg gleði meg bert til at síggja tveir dystir afturat, og vit taka av- gjørt undir við uppskotin- um. Bjarnvarður í Dali, HB — Eg meti tað ikki vera rætt at økja deildirnar. Steðið lækkar, og í staðin skulu vit minka um deild- irnar. Viðv. broytingini í gentudeildini meta vit, at tað skal vera eins og nú. Georg, MB — Vit taka so avgjert undir við uppskotinum. Demi eru frá kappingini í ár, at fremstu liðini í 2 deild hava vunnið á liðum í 1. deild. Anfinn Norðbú, KI — Vit meta tað vera rætt at ekja um deildirnar longu komandi ár. Kapp- ingin verður breiðari, men at stytta um frítíðina niður í helvt, verður ikki lætt. Hallgrím i Gregersen, Gl — Hetta verdur ein stør broyting, samstundis sum fleiri limir í nevndini »ryma«. Tað er jú »for- holdsvís< stutt síðani FSF varð stovnað, so teir áttu í staðin at royna at komið í eina fasta legu, serliga treingir hetta til í teimum lægru deildunum. Stórur trupulleiki verð- ur við dómarum, tað eru jú trupulleikar sum er. Eg mæli til at vit koyra við verandi skipan eina tíð enn, og vit taka sostat ikki undir við uppskotin- um. Signar, Royn Vit taka fult undir við uppskotinum. Á henda hátt verður kappingin breiðari, og spenningurin sterri. Men eg vil heita á nevndina, um so er at upp- skotið verður samtykt, at halda fram í 2 ár afturat. Odmar Færg, B36 — Vit hava lagt eitt líkn- andi uppskot fram, men hava avgjert at trekkja tað aftur, eftirsum FSF nú hevur lagt sítt uppskot fram. Vit taka fult undir við uppskotinum. Niclas Davidsen, B68 — Ég fari at mæla til at fundarluttakararnir ansa eftir uppskotinum. Dómaratrupulleikarnir verða stórir, og ringt verð- ur at fáa tað heila at hanga saman. B71 — Vit taka so avgjert ikki undir við uppskotinum. Á aðalfundi FSF's leygardagin, var stórur meiriluti fyri at økja deildirnar við tveimum liðum Sum kunnugt skulu vit av oynni hverja ferð, vit hava útidyst, og hetta ferir nógvar trupulleikar við sær. Fleiri av leikarunum eru familjumenn, og dóm- aratrupulleikin er stórur sum er. Skála Ítróttarfelag Í okkara umráði er lítil spenning sum er, so vit hava avgjørt einki ímóti at økja um deildirnar. Annars meta vit at dystir eisini kunnu leggjast mikukveld, eins og við hondbóltinum. Arni, NSÍ — Eg havi spurt meg fyri um uppskoti millum leik- ararnar, men teir vísa seg at vera líka glaðir, um tað eru 8 ella 10 lið. Tað vil siga, at eg má taka steðu