Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Øe Nr. 134 — 24. november 1987 til hetta sjålvur. At leika å stevnum er eingin trupul- leiki, tverturímóti. Og at få tid til at leika nakrar dystir afturat verður held- ur eingin trupulleiki. Sandavágs Bóltfelag — Vit taka undir við upp- skotinum. Súni í Kolls- byrgi, EB — Vit taka undir við upp- skotinum, og meina at tað skal hava gildi frá 1988. Hetta vóru viðmerking- arnar, ið nøkur av feløg- unum hevdu. Royn hevði eitt broytingaruppskot, ið innibar, at uppskotið skuldi koma í gildi 1989, soleiðis at leikast kundi um plaseringarnar. Fyrst varð atkvett um deildirnar yvirhevur skuldu ekjast. Her vóru 15 atkveður fyri og 6 ímóti. Síðani varð atkvett um broytingaruppskotið njá Royn, men bert 7 at- kveddu fyri, meðan 13 at- kveddu fyri 1988. T.v.s., at vit hava 10 lið í 1., 2. og 3. deild komandi ár. 4. og 5. deild Samtyktin ferir við sær, at 4. deild nú verður óav- markað, meðan 5. deild verður skipað sum økis- kappingar. Tær yngru deildirnar verða eisini skipaðar sum økis- kappingar. Ikki nýggj nevnd Stórur trupulleiki var við nevndarvali. Sjálvt um bleðini fyri langari tíð síð- ani hava boðað frá at meirilutin í nevndunum leggur frå sær, so søgdu fleiri feløg seg ikki vera fyrireikað til hetta. Fundurin samtykti so- statt, at verandi nevnd skal sita eina tíð enn, til ein seinni eykaaðalfund. Hetta skuldi so ført við sær, at gamla nevndin fær meguleika til at innar- beiða nýggju lógirnar. Aftaná aðalfundin bjóð- aði FSF fundarluttakar- unum degurða á Hotel Hafnia. Gdm- tíðindablaðið S0Sjalurin Nýtt hársnið til veturin. Refleks við ymiskum litum. Spiral permanent í tað langa hárið. Sólin hevur nýggj rør. Sólkort: 10 ferðir 250,- FRISØRSALONGIN v. Birthu Eysturoy Tréndargøta 27 Tlf. 13860 Hondbóltur 2. deild menn, VB—Stjørnan 17—19 (13—12): VB hevði møguleikan Áðrenn dystin um viku- skiftið millum VB og Stjørnuna, høvdu bæði lid- ini fult stigatal. Stjørnan hevði 8 stig fyri 4 dystir, meðan VB hevði 6 stig fyri 3 dystir, so spenn- ingurin var stórur til hendan dystin. Fyrri hálvleikur var javnur, og liðini spældu stundum góðan hondbólt. Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki var málverjin hjá VB heldur »gåloysin« og var farin nakað langt út á vøll- in. Hetta sá málverjin hjá Stjørnuni, hann fekk fatur á bóltinum, blakaði bóltin tað hann orkaði upp um VB-málverjan og beint í málið. Steðan í hálvleikinum var 13-12 til VB. Í seinna hálvleiki megn- aði VB at koma trý mál fram um Stjørnuna til 15- 12, og tað var steðan tá ið 11 min. vóru eftir at leika. Men so kom steðgur í hjá VB. Teir skutu fleiri ferðir uppá mál uttan at fáa bóltin inn um málstrik- una. Í staðin var tað Stjern- an, ið fekk mål og tá ið tveir min. vóru eftir, var javnt 17-17. Men tað evdnadist Stjørnuni at fáa tvey mál afturat meðan rn 3 einki fekk, so endaliga steðan gjørdist 19-17 til Stjørnuna. Hetta førir við sær, at Stjørnan nú liggur á odda einsamøll. Gdm-