hósdagur 26. november 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
A leið móti studningsfríari vinnu:
Vit mugu
brúka
okkara
fyrimunir
— Tað undrar meg, at vit í søluarbeidi
okkara ikki duga at leggja dent á tað ser-
merkta við foroyskum fiski. Vit hava
nevniliga nógvar fyrimunir. Fram
norðsjóvarlondiin ódálkað umhvørvi,
fram um Ísland og Noreg minni sand-
maðk og í nógvum forum betri fisk.
M.a. hetta sigur Kjartan Hoydal, fiski-
vinnustjóri, í eini grein í seinasta
nummarinum av blaðnum >Okkara Mill-
um«, sum Foroya Fiskasøla gevur út.
Kjartan Hoydal heldur, at vit yvir-
hevur eiga at gera okkara geografisku
stoðu og okkara avmarkada, men góða
tilfeingi til ein fyrimun heldur enn at vena
okkum.
— Hetta má vera ein partur av svar-
inum hjá sølufølki upp á avmarkad rá-
vørutilfeingi og tann leið, sum beinleiðis
um
fær størst tydning fyri oll hini liðini í
fiskivinnuni á leið móti einari studnings-
friari vinnu, sigur Kjartan Hoydal. Vit
prenta grein hansara.
“=
tiðindablaðið
;
Landsmyndugleikarnir
mugu taka ábyrgdina av
stovnsrektini og har er
bert ein leið at ganga, ein
munandi minking í roynd-
ini, sigur fiskivinnustjórin
Kjartan Hoydal
við sterri ar-
millum flaka-
Neyðugt
beiðsbýti
virkini, soleiðis at nekur
leggja seg eftir serfram-
leiðslum
- | -
Tað er ikki vantandi
vitan, sum merkir orða-
skiftið um føroyska fiski-
vinnu júst nú. Tíðindi um
úrslit eru títt og sjálvt ein-
stek skip verða drigin
fram á fremstu síðu.
Somuleiðis heldur eingin
seg aftur at siga sína
hugsan alment, hverki al-
mennir ella privatir stovn-
ar, um hvat ið er galið í nú-
verandi steðuni, men
orðaskiftið er so merkt av
áhugamálum hjá tí, sum
leggur sína hugsan fram,
at oftast skeiklar hetta
neyðuga orðaskiftið, áð-
renn tað er komið á mál.
Men telini eru har og
vitanin. Tað ber til at
eftirkanna flestu hugsanir
við steði í metingum frá
vinnuni sjálvari, fiskifrød-
ingum og búskapar-
frødingum.
Teir ymsu partarnir
í flotanum júst nú
Teir ymsu partarnir í flot-
anum eru nervaðir av
trimum hevuðsfyribrigd-
um. Vantandi kvotu-
meguleikum, vánaligari
stovnsrekt og vánaligum
prísum. Eitt stutt yvirlit
kundi verið sett upp á
henda hátt:
7
sl
PT
Roynt kann vera at bøta
um vantandi veidimøgu-
leikar, tå talan er um kvot-
urnar. Nógv verður gjørt á
hesum eki, bæði alment
og privat, men málið er
ikki í okkara hondum, vit
eru í hondunum á teimum,
sum skulu lata kvoturnar.
Meira liggur í okkara
hond, tá tað ræður um
stovnsrekt. Her hevur alt
leingi gingið tann skeiva
vegin, men ell tykjast nú
at hava skilt, at nakað má
gerast í álvara.
Trupulleikar kunnu
vera blandingur av fleiri
umsteðum. Taka vit t.d.
heimaflotan, so er høvuds-
trupulleikin hjá tí part-
inum, sum hevur toska-
skræðu at dúva upp á,
vánalig stovnsrekt,
meðan hjá tí partinum,
sum serliga roynir á djúp-
um vatni, er trupulleikin
heldur vánaligir prísir.
Landsmyndugleikarnir
mugu taka ábyrgdina av
stovnsrektini og har er
bert ein leið at ganga, ein
munandi minking í roynd-
ini. Um veiðiflotin varð
passaliga stillaður til
stovnarnar, so sýna út-
rokningar, at stórir partar
av feskfiskaflotanum
hevdu klárað seg at kalla
uttan rakstrarstudning.
—————EV<—ivVWøtGG
Flemish Cap skipini
Rækjuskip
Nótaskip
Feskfiskatrolarar
Línuskip
Utróðrarbátar
Eystursjóartrolarar
Ídnaðartrolarar
Vantandi kvotur
Vantandi kvotur — vánalig-
ir prísir
Vánalig stovnsrekt
(Vánaligir prísir)
} (vánaligir prísir?
Svartkjaftatrolarar
Saltfiska-flakatrolarar
Svartkalva-hemaraskip
Prísirnir
Prísirnir eru eki hjá selu-
felogum. Hetta er eitt eki
hitt almenna ikki bein-
leiðis hevur lagt seg út í.
Hin almenni parturin hev-
ur verið at tryggja ein
minstaprís til fiskimann
og skip. Eg eri millum
teirra, sum halda, at so-
leiðis sum prísásetingin
hevur tikið seg upp síðan
1975, hevur hon verið
bæði verumenningini og
selumenningini at bága.
Tað er av hesi orsek, at
síðsta hond er um at verða
løgd á eitt uppskot um
broyting í prísásetingini á
feskfiski, at leggja fyri
Legtingið hesa tingsetu. Í
stuttum gongur hetta
uppskot út upp á, at
minstiprísurin meira kem-
ur at samsvara við markn-
aðarprísin fyri hvert
fiskaslag, at prísútrokn-
ingin verður bygd á fest
prosent til virkis- og sølu-
lið, heldur enn fult endur-
gjald fyri útreiðslur og at
minstiprísurin í einum
prísskeiði verður ájavnt
við miðalprísirnar skeiðið
undan. Mett verður, at
henda skipan fer at gera
virkini meira áhugað fyri
at leggja seg eftir ávísum
framleiðslum og at fáa
prísin upeftir, tí tey bein-
leiðis fáa vinning av tí.
Mín meting er tó, at sama
ger, hverja minstaprís-
skipan vit skipa fyri, so
verður tað ikki hon, sum
kemur at eggja virkis- og
selulið til at fara nýggjar
leiðir. Til tað endamálið er
bert ein leið og ta er ein
gongd, har kapping verð-
ur, sum ger tað áhugavert
hjá flakavirkjunum at
gjalda meira fyri fiskin
enn minstaprísin. Her er
uppboðssela av onkrum
slag ein avgjørdur møgu-
leiki.
Fyri stórar partar av
feskfiskaflotanum og fyri
aðrar partar av flotanum
við, er prísspurningurin