leygardagur 28. november 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Tað kennist so svárt og
so undarligt, aftaná at
hava skrivað og lisið
eina grein fyri og aðra
eftir um Ova og roysn-
insbregd hansara, nú
brádliga at skula skriva
minningarorð um Ova.
Og nú tú minnist aftur
á letur og hendingar
saman við Ova kennist
tað so ófatiligt og óveru-
ligt, at hann ongantíð
verður at síggja aftur.
Serliga tungt kennist
hetta, tí Ove á lívi var so
livandi sum nakað
menniskja kann vera
tad.
Fram fyri teg koma
hansara so stak sjarmer-
andi andlitsbrøgd og
hansara framúrskarandi
góða sinnalag. Brádliga
hoyrir tú hansara eyð-
kenda látur.
Men Ove er farin. Og
tað mugu vit liva við.
Kortini eru minnini
um hann so nógv og góð,
at hann fyri mong altíð
fer at kennast livandi og
hjáverandi. Neyvan hev-
ur nakar einstaklingur
her á landi vunnið so
nógvan tokka og so
nógvar vinir sum Ove.
Fyri ikki at gloyma um-
reðuna, hann hevur fing-
ið í Feroyum og í
grannalondunum.
Ove var ein einari.
Hann var ævintýrari við
lít og kanska ein av okk-
ara sterstu og seinastu
ævintýrarum. Upplivdi
kanska meira enn flest
onnur. Men hann kom
ikki sovandi til hesi
upplivilsi. Tað
vóru tverturímóti við-
feddir eginleikar í hon-
um sjálvum, sum vóru
drívkraftin. Eginleikar,
sum sjáldan finnast hjá
eina og sama fólki. Teir
vóru ein ókúgandi vilji,
eitt ótroyttandi treiskni,
ein óavmarkaður kær-
leiki, barnasinni, ærlig-
heit, ja, rætt og slætt alt,
ið eyðkennir eitt gott
menniskja.
So hevði hann eisini
hesar sjáldsomu gáv-
urnar, at tað andaði lív
og gleði, har hann var
staddur. Innilig: og
fryntligi talumáti hans-
ara kundi tendra neista
sjálvt har harðast leikaði
á. Hann dugdi at birta
vón og fekk okkum onn-
ur at kenna okkum væl.
Hann fekk okkum at
kenna gleði og ikki
minst spenning.
Og tað var júst ein
blandingur av hesum
báðum, gleði og spenn-
ingi, sum vóru við til at
knýta vinabond okkara
millum.
Tað var í 1984. Um tað
mundið, tá Ove fyrstu
ferð skuldi flota bátin
Dianu Victoria. Hann
bað meg hjálpa sær við
fyrireikingunum til ferð-
ina. Sjálvur helt eg tað
ljóðaði spennandi at
skula rógva úr Føroyum
til Danmarkar, og fyri
ein blaðmann var tað
einki annað enn náttúr-
ligt at vera forvitin.
Og soleiðis sum so
mong onnur hava felt
tað, tá tey komu at
kenna Ova, soleiðis
kendi eg tað eisini. Eftir
heilt stuttari tíð kendist
tað sum vit høvdu verið
vinmenn alt lívið.
Soleiðis var Ove bara.
Hann gav alt til frama
fyri vinskapin. Fór heilt
inn til hjartarøturnar hjá
Nr. 136 — 28. november 1987
SM så
hann var
góðtrúgvin
stóðu altíð
allar dyr opnar, um onk-
ur vildi skifta orð við
hann ella gerast hansara
vinur.
Og ennein eginleiki við
Ova. Hann hevði eins
virðing fyri ellum, heg-
um sum lágum. Ongan-
tíð gjørdi hann mun á
monnum ella kvinnum.
Fekst tú Ova til vin, so
visti tú, at tú hevði fing-
ið ein vin fyri lívið.
Og hetta man so eisini
vera ein av eginleikun-
um, sum gjerdi, at Ove
gjerdist so vælumtóktur
kring landið alt. Hann
valdi sær ikki út serstak-
ar vinir, men virdi øll
sum bestu vinfólk síni.
Tí gav hann sær eisini
stundir at tosa við øll
fólk.
Samstarvið okkara
millum vardi í trý ár.
Tað vóru tó ikki bara
eydnuríkar letur. Eg
minnist aftur á letur, tá
tá hýrurin var alt annað
enn góður. Her hugsi eg
ikki minst um tær báðar
fyrstu ferðirnar, hann
royndi at rógva úr Fer-
Få
&
*
i
oyum ti Danmarkar,
men ikki kom longur enn
til Hetlands.
Men her hevði Ove tær
framúrskarandi gávur-
nar ongantíð at geva
uppat. Hevði hann sett
sær okkur fyri, so vildi
hann rekka á mál.
Hóast tað ikki eydnast
Ova og eðrum at fáa film
gjørdan ella bók skriv-
aða um ferðir hansara
tvertur um Atlantshav
og Norðsjógvin í árabáti,
so er greitt, at nógv til-
far liggur eftir hann. Her
er talan um greinar í
blødunum, samreður í
útvarpi og sjónvarpi um-
framt fleiri bandadar
telefonsamreður o.a. við.
Eg haldi ikki, at eg
taki munnin ov fullan,
um eg sigi, at eitt tað
besta eftirmæli vit
kunnu geva Ova er at
savna alt tilfarið og geva
tað út onkursvegna.
Hetta var eitt tað
stersta ynski hansara og
arbeitt varð eisini við tí.
Nú hann er deyður, áttu
so onnur at umhugsað at
reist = honum henda
stersta minnisvarðan: at
seguna um Ova
ódeyðiliga fyri komandi
ættarliðum.
Ein annar minnisvarði
um Ova er báturin Diana
Victoria. Sjálvur royndi
Ove at selja bátin og var
gjørt
uppå tal, at landsins
myndugleikar = skuldu
keypa hann.
Lítil ivi er um, at vit
kunnu neyvan varðveita
minnið um Ova betur,
enn um vit lata báti
hansara eitt heiðurligt
pláss. Okkara bátasavn
hevði verið eitt tílíkt
pláss. Verður báturin
keyptur, so eru eisini
lunnar = lagdir undir
svimjihylin, sum Ove
lovaði heimbygd síni.
Ove er farin. Missurin
og saknurin man kenn-
ast stórur í barnaheimin-
um og heimbygdini.
Men eisini kring alt Fer-
oya land sita mong, sum
kenna seg hava mist ein
góðan vin. Eg eri bert
ein av nógvum. Ærað
veri minnið um Ova.
jan.