leygardagur 28. november 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 136 — 28. november 1987
Ikki vardi tað meg, tá
vit báðir Ove tosaðu í
telefon sunnukveldið, at
hetta skuldi verða síðsta
samreða okkara her á
fold. Annars var einki
óvanligt í, at vit sum
vinmenn og samstarvs-
felagar hesi farnu fýra
árini, skiftu orð saman.
Men tað kendist týði-
liga á honum hetta
kveldið, hvussu tað
nívdi hann, at tað dró út
við seluni av bátinum,
Dianu Victoriu.
Orsøkin til, at hann
var so ótolin, var, at
hann so fegin vildi halda
lyfti sitt til børnini i
heimbygdini Nólsoy, so
hann eftir ferimuni
kundi virka fyri, at tey
fingu tann svimjihyl,
hann hevði lovað teim-
um. Selupeningurin fyri
ein so víðagitnan bát,
sum stóð hjarta hansara
nærri enn allir aðrir tími-
ligir lutir og hevði verið
heim hansara í vikuvís í
einingi á villini havi,
vóna di hann kundi
rekka til at leggja lunnar
undir svimjihylin.
Lyftið, sum hann bar
fram, tann dagin han
kom heimaftur, hevði
hann givið í olmussu,
sum feroyskir sjómenn
so mangan áður hava
gjert í lívsvanda, tann
eina dagin, hann var so
serliga illa staddur undir
róðrinum millum landa.
Einki ynski setti hann
hægri enn at halda hetta
givna lyfti.
Sjålvur svam hann
sum fiskurin. Góður sjó-
mansskapur lá til hans-
ara. So hóast hann hevði
gummibát, yvirlivilsis-
búna, lívlínu og neyð-
sendara við sær á ferð-
ini, so man tað veldiga
havið uttan um ta veiku
menniskjuna hava fingið
hann at sæð álvara og
tydningin av, at føroysk
bern læra at svimja tíð-
liga í lívinum.
Ove kom tó so langt,
at ein konto varð sett á
stovn í Fossbankanum
til hetta endamál, og
nakað av peningi er inn-
komið. Men kanska hev-
ur alment framborna
ætlan og ynski hansara
um ein svimjihyl til nóls-
oyarbern kveikt ein
neista í onkrum brósti,
so hesin táttur verður
tikin uppaftur av monn-
um og kvinnum her á
landi, sum eisini skilja,
hvussu umráðandi slíkt
tiltak er. Ove hevur
uppiborið, at arbeitt
verður víðari við ætl-
anini
Fátt kann
feigum
forða, segdu tey gomlu.
Hvenn vardi tað eisini,
at hesin úrmælingur
millum sjómenn, sum
vann sigur á Atlants
bylgjum, skuldi lúta,
skuldi lúta og láta lív
hetta góðveðurskveld á
spegilsløttum deyða-
vatni á Skálafirði?
Neyvan móðir og systir,
sum hann í vanligu um-
sorgan síni ringdi til og
boðaði frá vitjan síni
heima, beint áðrenn
hann fór í bátin fyri at
rógva ávegis móti bróð-
ur sínum, sum kom úr
Nólsoy í báti ímóti hon-
um.
Ova untist bert ein
mansaldur her á fold.
Men sítt stutta æviskeið
upplivdi og sá hann
meir, enn eðrum er lagað
í bæði tveir og hálvan-
triðja. Spennandi var at
samstarva við slíkan
skilamann til sítt yrki.
Hann setti sær høg mål
og átti eginleikar, sum
gjerdu hann feran fyri at
rekka teimum.
Hevði hann ikki havt
so gott skil á og skip-
aðan hugsanarhått í øll-
um, sum til hetta yrki
hoyrir, hevði hann aldri
útint so stór bregd, at
tey tæntu Feroyum til
mikla umtalu og stóran
sóma í útlondum. Eingin
feroyingur hevur um-
boðað oyggjaheimland
okkara fyri so stórum
mannfjøldum uttan-
lands sum hann.
Ikki tørvadi honum at
leita leingi eftir hittin-
orðunum, tå hann varð
spurdur um hugleið-
ingar og upplýsingar um
einsomu ferðina um hav-
ið. Framvegis, meir enn
ár seinni, spyrja fólk,
hann hevði samband vid,
tá hann vitjaði handlar
og stórar mannfjeldir á
rundferðini eftir róðrar-
bragdið, hvussu Ove
hevur tað, og hvat hann
tekst við. Avísklipp,
myndir, heilsanir og
minnislutir hanga víða
um í Danmark frá minni-
liga sumrinum hjá okk-
um ellum, tá Ove rói.
Brýndur av havsins
esta leiki eitt harðbali
sjómanslív var tað lítil-
lætni, sum eyðkendi
medferð hansara. Hann
var ikki erpin av bragd-
inum ella fagnaðinum
frá mannfjøldini. Bara
so ovurfegin. At kunna
tæna fólki og landi við
Merkinum veittrandi,
har hann kom fram, gav
honum negdsemi og ein
barnsligan stoltleika.
Ævintyrhug og út-
longsil | hevði hann.
Legði nógv fyri. Men
uttan menn við slíkum
eginleikum rakk manna-
ættin aldri Norð- ella
Suðurpólin. Ei heldur
settu vit met uppeftir og
frameftir á menningar-
leið okkara gjøgnum lív-
ið.
Men Ove var og bleiv
sjómaður. Ivasamt er,
um hann rættiliga fann
seg sjálvan aftur í ger-
andisdegnum við tess
vanliga trummirummi
og eintáttaða gerningi,
eftir at hann í sjómans-
skapi sínum hevði rokk-
ið hægstu tindum. Hann
hevur sett síni djúpu
spor og skrivað Feroya
navn fast, tá um
bragdarhug og avrik
ræður.
Tað skal vera eitt ser-
ligt ynski, at Olevina og
systkin Ova, sum hava
mist so sárliga hesi fáu
farnu árini, skulu fáa
styrki og ugga frá tí
Skapara, sum Ove sjálv-
ur leit seg í hendurnar á
á ferðum sínum.
Við Ova er eingin
vandi nú. Hansara steða
var greið, tá hann varð
spurdur í mannfjeld, um
hann trúði á Gud. „Ja,
jeg tror pá Gud, men jeg
er nok ikke et af hans
bedste børn«, svaraði
hesin smilandi nólsoy-
ingur aftur uttan at
blunka. Helst dugði
hesin vinsæli maður,
sum ongan vildi særa
ella vónsvíkja, betur,
enn flestum er unt, at
síggja sína styrki og
sínar veikleikar.
Nú hevur Ove so lagt
árar inn fyri síðstu ferð
eftir stuttan, men harð-
an róður um fjerðin. Har
bátur hansara nú liggur
trygt bundin, er blika-
slætt undir fjølini, hvíla
og friður framman
stavn.
Ærað veri minnið um
Ova Joensen.
Birgir