Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. november 1987síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ss Nr. 136 — 28. november 1987 FED tíðindablaðið sgsjalurin Síða 21 Nøkur ár hjá virknum listamanni — Bókin er eitt úrval av listaverkunum hjá Amariel Norðoy tey seinnu árini, ein mynd av einum listamanni í stoðugari broyting. Steðgar hann á ov leingi, kemur stígur í, og so kódnar listin. Bókin er tí um nekur ár hjá virknum listamanni. Tað er at skilja beint, sum tað er sagt, at bókin er løtumynd av listini hjá Amariel. Nógvir málningar í bókini eru ikki til longur. Teir eru broyttir, málað er út yvir teir, sigur Jógvan Isaksen um nýggju listabókina »Nordoy«. 45 verk hjá listamannin- um Amariel Norðoy eru í bókini »Nordoy«, sum kom út mikudagin. Harafturat eru 14 yrk- ingar hjá skaldinum Róa Paturssoni í bókini. Og Jógvan Isaksen skrivar inngangsorå um teir báðar. Tey eru á fer- oyskum, donskum og enskum (Johnny Thomsen hevur umsett til enskt) Fyrireikingarnar til útgávu hjá Ment- Studentafe- byrjaðu longu áttatiárunum Jógvan Isaksen, Anfinnur Johansen, Dorthe Juul Myhre, Troels Mark Pedersen og Rógvi Thom- sen hava lagt til rættis bókina, sum er prentað á Midfyns Bogtryk. Kalmar Lindenskov, Jørgen Litzen og Ås- mundur Poulsen hava av- myndað listaverkini til bókina. Myndina av Amariel sjálvum á bak- permuni hevur Jógvan Telling Joensen tikið. Fremst í bókini eru nek- ur fyndarorð um mynda- list eftir Karsten Hoydal og S.J. Mikines. Bókin >Norðoy< er prentað í 1100 eintøkum og kostar 225 kr hesa unargrunni lagsins fyrst i Å samkomu i Pæt- ursastovu miku- dagin i sambandi við útgávuna segði Jógvan isaksen hetta um bókina »Nordoy«: rið natturan. Hetla er ldur ikki so legið, tå ið hugsað verður um, hvussu í Feroy um og so tað ótrúliga ljós- spælið, ið er at síggja hvenn dag. Til fyri fáum árum síðani var ein kjarni málningunum hjá Amariel Norðoy, at heim- urin er samangrógvin. Eitt av yndisevnunum frå hesi tíð er útróðrar- báturin, ið liggur við brúnna, og fjøldin av fólki, ær tú ert henni partvís kvinnur og bern, partvís menn, sum eru í ferð við at lossa. Hjá Amariel er tað so, at all fyribrigdi gera eina organ- iska heild, har til demis fjallagreinin í baksýnini fer yvir í bátsstavnin og heldur fram inn í brúnna. Úrslitið er ein strika, sum ringir seg oman eftir loriftinum og ger sam- band millum tey arbeið- andi og eygleiðandi menn- iskjuni og náttúruna. Men Amariel Norðoy er ikki ein listamaður, sum verður verandi í sama stað, og myndirnar hava seinnu árini broytt út- sjónd, um somu tíð sum tú ikki ivast í, at hetta er A. Norðoy. Stílurin er meira hóskandi og lívsgleði streymar úr mongum av myndunum. Og her liggur útróðrarbáturin frá teim- um fyrru myndunum, men nú verður samanhangurin ikki longur lýstur við strikuni, sum óslitin fer frá báti yvir í land og menniskju. Eitt træ er komið í staðin, ella nerva- træðrir um tú vilt, sum fevnir út í nyndina og um sumu tíð bindur hana saman og ger hana fjøl- táttaða. Og so mást tú ikki í hesum seinnu mynd- unum gloyma humorin, sum hevur sníkt seg inn á løriftiå. Hendan fanst tú ikki áður, men saman við lívskætinum og teimum ljósu, lettu litunum eru myndirnar sum heild vorðnar glaðari. Ljósið er meira enn fyrr kjarnin í málningunum hjá Amariel Norðoy, uttan at saman- hangurin fullkomiliga er sleptur. Myndirnar í fevna ikki um øll árini, Amariel Norðoy hevur málað, men sýna eitt úr- val av hansara listaverk- um frá teimum seinnu árunum. Á henda hátt vóna vit at kunna gera eina mynd av einum lista- manni í steðugari broyt- ing. Steðgar hann á ov leingi, kemur stígur í, og so kódnar listin. Bókin fevnir sostatt um nekur ár hesi bók — Ein løtumynd hjá einum virknum lista- manni. At bókin er letumynd av listini hjá Amariel Norðoy skal skiljast bók- staviliga. Fittur partur av málningunum, sum verða endurgivnir, er ikki til longur, teir eru broyttir, málað er út yvir teir. Ar- beiðið upp á málningarnar steðgar ikki, fyrr enn onk- ur fer avstað við teimum. Tástaðni eru teir lidnir, tí onkustaðni má steðgast. Í tráð við at tað steðugt verður arbeitt við máln- ingunum, er tað sjáld- samt, at teir hava tittul. Í hesi bók er einki sett við. Listamaðurin sjálvur met- ir tað vera týdningarleyst og skoytir bert ein tittul upp í, tá hann í sambandi við framsýningar kennir seg noyddan til tað. Máln ingarnir eiga at standa einsamallir, frágreiðing av einumhverjum óneyðug. Tær fjúrtan nar hjá Róa Paturssyni hava ikki verið á prenti áður. Tær eru tó ikki yrkt- ar við málningunum hjá Amariel Norðoy í huga, men vit halda, at saman- setingin av listamálara og yrkjara er spennandi, og at hesir kunnu draga slag er yrkingar brigdi fram hjá hverjum Amariel Norðoy er foddur í Klaksvík í 1945 og hann er lærdur skipasmiður Men í 1976 fór hann á listaháskúla í Keypmannahavn, har hann hevdi so mætar lærarar sum Sven I Robert Jacobsen Amariel hevur havt framsýningar um oll Norðurlond og í Tysklandi og hann var við Today í USA í 1982. Í 1983 fekk hann listavirðislonina hjá RB-Bankanum. I Foroyum hevur Amariel havt nógvar framsyningar og í løtuni ber til at síggja verk hjá honum í Listaskál l har hann hevur framsyning saman vid Olivuri vid Neyst og Torbirni Olsen eðrum. Stórur partur av skald- skapinum hjá Róa er roynd at korleggja ta inn- aru og ta ytru verðina, at fáa umheimin og okkara medvit at renna saman. Yrkingarnar í hesi bók eru ein roynd at seta á eina aðrastaðni, eru ein roynd at fara djúpari niður í sál- ina, niður har dulvitið spælir við medvitinum. Ein av innlitsrásunum er dreymurin, og hann kann í summumferum gera tekstin eitt sindur tor- skildan í fyrsta umfari, men eins og aðrar yrking- ar hjá Róa, so ávirka tær beinleiðis gjøgnum sans arnar, kunnu upplivast tónleikur, medvitið kemur haltandi langt aftaná eins og har Tað snýr seg ikki um at finna SANNLEIKAN við stórum stavum, tí kunnu aldri vita, um vit hava funnið hann. Tað sum hevur týdning, er sjálv leitingin og ikki ein meguligur sannleiki framsyningtni Scandinavia anum Skaldsøga og Janus Føroyskar skaldsøg- ur eru næstan sum lundi á jólanátt. Men nú kemur so ein fyri jól. Hon eitur >Tað heita summarið< og hevundurin er Hegni av Heiði úr Havn. Skaldsegan er um hendingar í landsynn- ingspartinum av Asiu í 1975, helst í Saigon í Vietnam. Hon er um kriggj. Men fyrst og fremst er hon um kærleika og lýsingarnar eru sera opinskáraðar. Ongin hevur fyrr ver- ið so bersegin í fer- oyskari bók, sigur forlagið Mentunar- grunnur Studentafe- lagsins. Hetta man eisini vera fyrstu ferð, fer- oyingur hevur skriv- að skaldsegu, har hevuðspersónurin ikki er feoryingur og segustaðið ikki eru Feroyar. Hegni av Heiði hevur ferðast um alt Vietnam og kona hansara er haðani. Nú líður rættiliga væl við verkinum »Yrkingar 1898- 1948« hjá Janusi Djurhuus. Christian Matras hevur lagt til rættis og gjert viðmerking- ar til yrkingarnar. Hetta stóra bóka- verk kemur út eina ferð stutt eftir jól. Og eftir jól kemur eisini triðja yrkinga- savnið hjá Tóroddi Poulsen, »Heilagt kriggj« R é VÆSLaA var k r Á í vr x summar bøkur, so un stuttsøgusøvn »g skaldsøgur, selja væl. Hinvegin er ikki tann stóri eftirspurn- ingurin eftir yrkinga- søvnum. Undantak er kortini »Likasum« hjá Róa Paturssoni. Hon kemur nú í triðja upplagi. Tey bæði fyrstu, tilsamans 2.500 eintek, eru út- seld hjá forlagnum. hd