Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 241. - 14. desember 2002 Nr. 241. - 14. desember 2002 5 Sangbrøður við gomlum og nýggjum sangum Nýgg fløga er komin út við bólkinum Sangbrøður, sum vóru nógv at hoyra fyri 35 árum síðani. Umframt nakrar nýggjar upptøkur, so er talan um endurútgávu av gomlum upptøkum frá 60-unum FLØGUÚTGÁVA Tíðindaskriv Tveir dagar fyri jól í 1966 kom ein nýggj føroysk grammofonpláta í handlarnar í Havn. Talan var tá um andaligan sang í nýggjum búna. Men hóast sangirnir vóru eitt sindur meiri rytmiskir enn vanligt var tá, tóku fólk tók væl ímóti hesum evangelisku sangum, sum støðugt vóru at hoyra - eitt nú í kvøðuljómunum í Útvarpi Føroya. Nú verður so høvi at hoyra nakrar av hesum sangum á nýggjari fløgu. Aðrar umstøður Tað vóru teir fýra, Finnleif Durhuus, Árni Jensen, Páll á Lakjuni og Øssur Berg- hamar, sum myndaðu sang- bólkin. Men seinni vóru eisini aðrir stuðlar við, eitt nú M. C. Restorff. Sangbrøður sungu við nógv ymisk høvi, bæði inni og úti. Ferðast var av og á úti á bygd, har sungið var á ymsum fundum. Í 1970 og 1971 vóru føroysk møti í Mercur-teatrinum í Keyp- mannahavn, har Sangbrøð- ur eisini luttóku við sangi sínum. Sangbrøður góvu í sekstiárunum út tilsamans tríggjar EP-plátur, við 4 løgum á hvørjari. Upptøk- urnar fóru fram undir mun- andi einfaldari umstøðum enn í dag. Tekniska útgerð- in kann als ikki sammetast við í dag, men úrslitið kundi nokk ikki verið nógv frægari eftir tátíðar umstøð- um. Flestu upptøkurnar vórðu gjørdar av Jógvani Hammer. Nú hevur so Bárður Háberg samskipað útgávuna av gomlu sangun- um og staðið fyri upptøk- unum av teimum nýggju. Nú á fløgu Tankin um at savna "gomlu" Sangbrøður aftur og at syngja nakrar nýggjar sangir inn á fløgu, og tengja teir saman við nøkrum av teim gomlu sangunum, hevur verið frammi av og á. Men tað hevur ikki verið so einfalt - spjaddir sum teir hava verið. Men umsíðir er tað eydnast. Fýra nýggir sang- ir eru komnir við - teirra millum "Vit siga tær takk". Hann er skrivaður til hesa útgávuna - og er ein ser- stakur takkarsangur fyri náði, varðveitslu og hjálp Harrans í farnari tíð. Nýggja fløgan, sum kostar 149 kr., væntast í handlarnar kring landið seinnapartin fríggjadagin og leygardagin. »Harmur og gleði« – tónleikafløga við Berghild Poulsen FLØGUÚTGÁVA Tíðindaskriv Kenda føroyska songkvinn- an Berghild Poulsen gevur í hesum døgum eina tón- leikafløgu út. Heitið á fløguni er »Harmur og gleði« eftir Kingosálmin- um, sum eisini er við á fløguni. Hóast Begga, sum hon verður nevnd, áður hevur luttikið í fleiri plátu- og fløguútgávum, er hetta hennara fyrsta sjálvstøðuga útgáva við solosangi. Inni- haldsliga fevnir fløgan ógvuliga breitt um ávika- víst føroyskar sálmar sum t.d. Sjá nú stígur sólin og Kristus reis frá deyðum og modernaðir sangir sum Fátækt er mansins hjarta hjá Sunleif Rasmussen og um útlendskar klassiskar sangir, harav fleiri eru norðurlendskir eins og t.d. Demanten på marssnön hjá Sibelius. Fløgan er fjøl- broytt og sjáldsom í før- oyskum høpi. Tað er ikki ofta vit uppliva fløguútgáv- ur, har heimskendir klassik- arar sum Fauré og Schubert kunnu upplivast lið um lið við okkara heimligu tóna- smiðir. Fløgan er innspæld í Langholtskirkjuni í Reykja- vík við Ólöf Kolbrún Harð- ardóttir sum framleiðara og sangligum vegleiðara. Um onkur heldur seg kenna navnið aftur, er orsøkin helst, at hon er ein av teimum íslendsku sanglær- arunum, sum hava staðið á odda í stovningini av nýggja Sangskúla Føroya. Undirspælið eiga royndir íslendskir tónleikarar sum Jón Stefansson, ið spælir urgu og Holmfríður Sigurð- ardóttir, sum spælir klaver. Tann fyrra kenna vit kanska serliga sum kórleiðara, men hann hevur umframt hetta, í mong ár starvast sum urgu- leiðari í Langholtskirkjuni. Holmfríður kenna føroy- ingar frá Sangskúla Føroya, har hon spælir klaver. Eis- ini sellospælarin Hrafnkell Orri Egilsson er royndur tónleikari og hevur m.a. spælt saman við kenda íslendska tónleikabólkinum Caput. Fløguútgávan er stuðlað av Mentanargrunni Landsins, Fjølrit, Dansk- Færøsk Kulturfond, Gra- mex, Landspeningur hjá KODA og Fitur. Tað er Plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út. C M Y K 5 4