Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagin kemur jólamaðurin til Havnar JÓLAMAÐUR Tíðindaskriv Aftur í ár fekk borgarstjórin í Havn hjálp frá sløkki- liðinum, jólamonnum og smáum jólanissum, tá hann skuldi tendra jólatræið. Men jólamenn, vætrar og smáar nissur hava nógv at gera uppundir jól, so tey skundaðu sær eim aftur, at fáa gávurnar lidnar til jóla, so einki verður jólatrøll. Í barnaútvarpinum stríð- ast børn og vætrar við at bjarga jólastjørnuni. Í hulduheygjum eru næstan allar gávur lidnar, og vættrar pakka og pakka, so jólamenninirnir sleppa avstað áðrenn jólaaftan. Jólamaðurin í Havn hev- ur sent boð eftir jóla- skipinum og sagt frá, at teir skulu koma mikudagin, tí hann ætlar sær at koma í Vágsbotn mikudagin kl. 17. Tað er nakað seint og myrkt tá, men hann má bíða til børnini koma úr skúla og barnagarð, so tey kunnu koma oman og taka ímóti honum saman við jóla- monnunum, ið búgva í Húsareyni og Kirkjubø- reyni. Leygardagin ætla teir seg runt um allan býin, tað er so langt og teir eru gamlir, so tí hava teir lænt ross, so teir koma á rossabaki oman á Kongabrúnna, áðrenn teir ríða allan vegin útum gamla kirkjugarð. Jólahúsið stendur í Grasagarði, skúlabørn spæla har, og tey hava lovað at ansa væl eftir húsinum. Jólamenninir hava hoyrt, at har verður livandi krubbu- spæl í Grasagarði, tá teir koma. Jú teir gleða seg at koma til Havnar at heilsa uppá børnini. Kanska eru børn, sum eru komin gjøgnum undirsjóvartunnil- in, - teir halda tað verða spennandi, at tað ber til at fara undir eitt sund og koma upp hinumegin. Annars so fara teir at ganga runt í býnum allar dagarnir til jóla og heilsa uppá fólk. Tað verður næst- an sum á ólavsøku, her eru so nógv, sum eru heima at ferðast og halda jól, eisini tey fara oman í býin at hitta kenningar, fáa sær ein heitan munn og lurta eftir jólatónleikinum, sum verð- ur hvønn dag fram til jólar. Og sjálvandi hava jóla- menninir posan fullan av góðgæti. Handlarnir í býnum hava eisini leingi glett seg til at teir koma. Teir hava pyntað og fyrireikað seg til, at allir jólagestirnir, stórar og smáar nissur av bygd og úr býi, koma, tí tað er ein ser- ligur hugni og góðvild á jólum. Fólk steðga á og práta, og tey ynskja hvørj- um øðrum gleðilig jól og eru glað. Og so er so vakurt pyntað, ja býurin er vakrari enn nakrantíð, halda vit. Her úr miðbýnum ynskja vit eisini øllum eini gleðilig jól. FRAMSÝNING Tíðindaskriv Í gjár kl 13 lat upp fram- sýning í Smiðjuni í Lítlu- vík. Á framsýningin eru nýggj steinprent eftir Tór- bjørn Olsen, Bjarne W. Sørensen, Bárð Jákupsson, Zacharias Heinisen og Trónd Patursson. Somuleiðis eru eldri steinprent eftir m. a. Marius Olsen, Zacharias Heinesen, Roj Friberg og Olivur við Neyst. Fríða Brekku, ið starvast á Grafiska Verkastað Føroya, hevur gjørt tekni- blokkar og vatnlitablokkar av handgjørdum pappíri. Blokkarnir eru eisini til sølu á framsýningini. Framsýning í Smiðjuni 6 Nr. 241. - 14. desember 2002 Nr. 241. - 14. desember 2002 7 – Málið um atløgu- pláss til nýggju Norrønu og nýggja suðuroyarskipið í Havn, má nú leggjast fyri býráðið til við- gerðar, áðrenn skaðin er fullgjørdur, sigur Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Tórshavn: Málið um at gera atløgupláss til nýggju Norrønu og nýggja Suður- oyarskipið í Havn, er so mikið álvarsligt, at tað eigur at verða lagt fyri bý- ráðið. Tað heldur Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur í Havn fyri tjóðveldisflokk- in. Í kjalarvørrinum á tí, sum Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, fortaldi í samrøðu við Sosialin í gjár, hevur býráðslimurin heitt á borgarstjóran, Jan Christi- ansen, um at leggja málið fyri býráðið á næsta fundi, sum verður hoskvøldið um eina viku. Hildur Eyðunsdóttir sig- ur, at hóast hetta er eitt stórt og álvarsligt mál, er tað ikki viðgjørt í býráðnum. Tað er havnanevndin hjá býráðnum, sum hevur ar- beitt við málinum burturav og so hevur hon kunnað bý- ráðið so hvørt um gongd- ina. Sprongja burturav Tinganesi og Skansanum Tað, hon sipar til, er, at stjórin á Strandferðsluni er sannførdur um, at tað fer at elva til ferðsluruðuleika í Havn, skulu nýggja Nor- røna og nýggi Smyril hava atløgupláss innast í Havn- ini, inn ímóti Kongabrúnni, soleiðis, sum havnanevndin ætlar og soleiðis, sum ætl- anin er við teimum útbygg- ingum, ið nú verða gjørdar niðri á havnalagnum. Í sama Sosiali segði Rei- dar Nónfjall, at bæði Strandferðslan og Smyril Line mæltu heldur býráðn- um til at kanna møguleik- arnar fyri at finna eina loysn fyri tey bæði skipini inni á Sundi, tí bæði reiðaríini vóru samd um, at tað var ein vánalig loysn at byggja út í Havnini. Samstundis vísti Sosial- urin á, at tað verður neyð- ugt at sprongja nógv burturav botninum framvið Tinganesi fyri at fáa tað nóg rúmsátt hjá nýggju suðuroyarferjuni at manøvrera. Men Hildur Eyðunsdóttir sigur harafturat, at kann- ingarnar hjá havnanevndini vísa, at tað kanska eisini verður neyðugt at sprongja burturav Skansanum fyri at fáa pláss fyri bilunum, sum skulu til og av ferjunum báðum. – Tí haldi eg, at málið nú hevur tikið eina slíka vend, at tað eigur at verða lagt fyri býráðið til viðgerðar, so at býráðslimir fáa høvi at siga sína hugsan um ætlan- ina. Hon heldur, at øll tey við- urskifti, sum eru komin undan kavi í fjølmiðlunum, áttu at verið fingin í rætt- lag, áðrenn farið varð undir arbeiðið. – Tað eru mong, sum hava hug at tileinkisgera, at tað skal sprongjast sprongj- ast burturav Tinganesi undir sjónum, tí tað fer ongin at síggja, og tað verð- ur eisini hildið at hava lítið uppá seg at sprongja burt- urav Skansanum. Men eg haldi, at tað er rættiliga álvarsamt, tí Tinganes og Skansin eru okkara fremstu friðaðu øki yvirhøvur í landinum. Samstundis vísir hon á, at Landsverkfrøðingurin heitti á havnanevndina um at bíða við útbyggingini, til hann var liðugur at gera neyðugu kanningarnar, men tann áheitanin var ikki fylgd og arbeiðið varð sett ígongd, áðrenn Lands-verk- frøðingurin var liðugur. Hon sigur, at hon hevur biðið um innlit í málið, tí hon heldur, at tað er neyð- ugt, at tað verður viðgjørt til botns, áðrenn tað er komið so langt, at tað ikki vendst aftur, tí býráðið skuldi helst ikki sett tiltøk í verk, sum vera til stóran og óbótaligan skaða fyri býin. Hildur Eyðunsdóttir sig- ur, at hon hevur fingið at vita frá Jógvan Arge, sum er eisini er býráðslimur fyri tjóðveldisflokkin, at hann tekur fult undir við, at mál- ið verður lagt fyri býráðið. Heldur tú at tað hevði verið betri at skipini fingu atløgupláss inni á sundi? – Tað eru nógv, sum hava spurt um tað, men tað einasta, vit fáa at vita, er, at tað ber ikki til, tí tað er so nógvur súður í sjónum. – Men eg vil nú hava at vita, hvørjar kanningar eru gjørdar og um allar neyð- ugu kanningar eru gjørdar, tí eftir tí, stjórin á Strand- ferðsluni sigur, eru fullgóð- ar kanningar av viðurskift- unum á Sundi ikki gjørdar og tað vil eg hava greiði á, sigur Hildur Eyðunsdóttir. – Útbyggingin á havnalagnum í Havn er fult forsvarlig og trupulleikarnir eru ikki størri enn so, enn at teir eru til at liva við, sigur Leivur Hansen, býráðslimur HAVNAÚTBYGGING Áki Bertholdsen Tórshavn: Hetta er ein loysn, sum er fult forsvarlig og hetta er hartil ein lutfalsliga bílig loysn. Leivur Hansen, býráðs- limur í Havn, heldur, at tað er ongin sum helst orsøk hjá teimum báðum floks- feløgunum hansara, Hild- uri Eyðunsdóttir og Jógvani Arge, at ivast í teirri út- bygging, sum nú verður gjørd á havnalagnum í Havn fyri at gera atløgu- pláss fyri nýggju Norrønu og nýggju suðuroyarferj- uni. Sum greitt er frá oman- fyri, hevur Hildur Eyðuns- dóttir heitt á borgarstjóran um at taka havnaútbygging- ina til viðgerðar í býráðn- um, tí hon ivast í, um tað er rætt at gera hana og floks- felagi hennara, Jógvan Arge, tekur fult undir við henni. Tjóðveldisflokkurin hev- ur ein lim í havnanevndini hjá býráðnum, sum leggur arbeiðið til rættis. Tað er Leivur Hansen og hann heldur, at Hildur Eyðuns- dóttir og Jógvan Arge, og øll onnur, sum ivast, skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí havnaútbyggingin er væl undirbygd. – Kanningarnar hjá Landsverkfrøðinginum, sum Hildur Eyðunsdóttir sóknast eftir, eru gjørdar. Og tær vísa, at trupulleik- arnar verða ikki størri enn so, enn at teir vera til at liva við. Hava havt holla ráðgeving Leivur Hansen vísur á, at kommunan hevur havt holla ráðgeving í málinum , har bæði atløguviðurskift- ini og ferðsluviðurskiftini eru løgd inn á teldu, so at tað fæst ein heilt neyv av viðurskiftunum. – Hesar teldusimulering- ar vísa, at verður dýpd framvið Tinganesi, er ongin trupulleiki hjá nýggju suð- uroyarskipinum at manøvr- era inni í Tórshavnar Havn. Tað váttaði skiparin á Smyrli eisini, tá ið roynd- irnar vórður gjørdar og Leivur Hansen skilir ikki, hví stjórin hjá honum so skal ivast. Ferðslusimuleringar vóru gjørdar við eini ferðslu, sum var 10% størri, enn hon er nú. – Tær vístu, at trupulleik- arnir við ferðsluni til og frá nýggju Norrønu eru ikki størri enn so, enn at teir eru til at liva við. Kanningarnar vísa eisini, at táið Smyril og Norrøna koma á Havnina ísenn, vísa royndirnar, at mánamorgun og fríggjamorgun verða ongir trupulleikar, men at tað helst verða trupulleikar mikudag seinnapart. Men heldur ikki hesir trupulleik- ar eru størri enn so, enn at teir eru til at liva við og teir vera bara í summarhálvuni. – Sostatt eru viðurskiftini kannað til botns og tað er ongin orsøk at ivast í út- byggingini. Kostar hundraðtals milliónir Leivur Hansen sigur, at skal Sund gerast til sam- ferðsluhavn, krevur tað út- bygging fyri hundraðtals milliónir, heldur enn tær 60-70, sum hendan kostar. Á Sundi verða tað dagar, har tað ikki ber til hjá skip- unum at leggja at. Og vit mugu hava eina samferslu- havn, har skipini kunnu liggja í øllum vanligum veðri, og skal tað gerast á Sundi, krevur tað útbygg- ingar fyri hundraðtals milli- ónir. – Og tá ið Tórshavnar Kommuna skal gjalda alt sjálv, kann ongin áleggja henni eina ógvuliga dýra loysn, framum hesa loysn- ina, sum er lutfalsliga bílig og ikki elvir til størri trup- ulleikar enn at teir eru til at liva við. Hann sigur, at hann hevur skilt, at tað eru ongir trup- ulleikar av at dýpa framvið Tinganesi, tí tað fer ikki at síggjast og tað fer ikki at nerva Tinganes omaná. Og at nakað skal sprongj- ast burturav Skansanum kennir hann onki til og hann veit ikki, hvaðani floksfelagin í býráðnum hevur tað frá. Leivur Hansen sigur, at simuleringarnar vístu, at tey fyrstu árini verða trup- ulleikarnir við ferðslu ikki so stórir, at teir ikki ber til at liva við teimum. Men í longdini hugsar býráðið sær, at farmaflutn- ingur í størri mun skal flyt- ast inn á Kollafjørð, so at Tórshavnar Havn í størri mun verður samferðslu- havn burturav og tí væntar hann ikki, at trýstið verður so stórt um nøkur ár, hóast ferðslan fer at veksa, tí tað fer at bera til at veksa um samferðsluhavnina so hvørt. Mugu forða fyri at vit gera óbótaligan skaða Biðjur floksfelagar sláa kalt vatn í blóðið – At sprongja burturav Tinganesi og Skansanum í Havn er rættiliga álvarsligt, sigur Hildur Eyðusndóttir, býráðslimur. Hon vil nú, at býráðið skal fáa høvi at viðgerða útbyggingina á havnalagnum í Havn Leivur Hansen sigur, at floksfelagir hansara í býráðnum skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí tað er ongin orsøk til at ivast í teirri útbyugging, sum nú verður gjørd í Tórshavnar Havn fyri at gera atløgupláss fyri nýggju Norrønu og nýggja Smyrli C M Y K 7 6