leygardagur 14. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 241. - 14. desember 2002
Nr. 241. - 14. desember 2002
9
90 milliónir í yvir-
skoti. Tað vísa turru
tølini í álitinum frá
meirilutanum í fíggj-
arnevndini til fíggjar-
lógaruppskotið. Eitt
nú skulu 61 milliónir
sparast á almanna- og
heilsuøkinum, mill-
um annað á Lands-
sjúkrahúsinum, á
játtanini til fólka- og
fyritíðarpensjónir, í
barsils- og dagpen-
ingaskipanini um-
framt øðrum al-
mannaveitingum. Í
uppskotinum er ikki
lagt upp fyri lovaða
skattalættanum,
samtíðis sum sam-
gongan væntar at fáa
30 milliónir meira
inn í skatti næsta ár
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Tá leið út á hóskvøldið
eydnaðist loksins sam-
gongulimunum í fíggjar-
nevndini at semjast um eitt
álit til fíggjarlógaruppskot-
ið, ið Karsten Hansen legði
fram 30.september. Og
sammett við upprunaliga
uppskotið úr Fíggjarmála-
ráðnum, ið vísti eitt yvir-
skot uppá tvær milliónir
krónur, tá avdráttirnir av
landskassaskuldini
eru
goldnir, er yvirskotið nú
vaksið upp í góðar 90
milliónir. Áðrenn avdrátt-
irnir av skuld eru goldnir,
er yvirskotið á fíggjarlógini
fyri næsta ár vaksið úr 150
milliónum upp í 240 milli-
ónir. Stívliga 83 milliónir
eru skornar av útreiðslu-
síðuni, inntøkurnar eru
mettar 30 milliónir hægri
og so skulu íløgur gerast
fyri 22,5 milliónir meira
enn upprunaliga ætlað.
Nakrar lógarbroytingar,
ið eru fortreytin fyri at
roknistykkið gongur upp,
eru longu farnar í løgtingið,
meðan aðrar eru á veg.
Spara á almanna- og
heilsuøkinum
Størstu sparingarnar eru at
hóma á almannaøkinum,
har tilsamans 52 milliónir
krónur eru skornar burtur,
sammett við upprunaliga
uppskotið til fíggjarlóg fyri
2003. Játtanin til er lækkað
við 15 milliónum, játtanin
til fyritíðarpensjónir er
skorin við 10 milliónum,
11 milliónir skulu sparast
innan dagpeningaskipan-
ina, stuðulin til uppihalds-
pening, sum upprunaliga
var settur til seks milliónir,
er strikaður, 3,5 milliónir
eru skarvaðar av játtanini
til serforsorg, játtanin til
barnaforsorg minkar við
3,2 milliónum og sparast
skulu 4,5 milliónir á játt-
anini til vanliga forsorg.
Hesar,
umframt
aðrar
smærri reguleringar, gera at
samlaða játtanin til al-
mannamál, sum í fíggjar-
lógaruppskotinum var ásett
til 1.254 milliónir næsta ár,
nú verður 1.202 milliónir
krónur.
Eisini innan familju- og
heilsumál skal sparast.
Meirilutin í fíggjarnevndini
hevur skorið 8,3 milliónir
av játtanini til landssjúkra-
húsið, meðan 2,3 milliónir
eru skornar av játtani til
Klaksvíkar Sjúkrahús.
Meira pengar til vegir
Í fíggjarlógaruppskotinum
vóru seks milliónir krónur
settar av til nýggjar lands-
vegir, men í sínum áliti
mælir meirilutin í fíggjar-
nevndini til at brúka 27
milliónir
til
endamálið
næsta ár. Millum annnað
skulu sjey milliónir brúkast
til vegagerð millum Øravík
og Hov, seks milliónir
skulu nýtast til vegagerð úr
Skálabotni út á Strendur,
eins og fimm milliónir
skulu nýtast til vegin mill-
um Gomlurætt og Havnina.
Pengarnir skulu millum
annað fáast til vega við at
skava sjey milliónir av
játtanini til samferðslu-
havnini í Suðuroynni og
tvær milliónir av játtanini
til samferðsluhavn í Kalls-
oynni, Skálafjarðarsigling-
in skal niðurleggjast. Sam-
anlagt lækkar játtanin til
vinnumál við fýra millión-
um krónum, sammett við
fíggjarlógaruppskotið.
Eingin skattalætti
Hóast samgongan frá fyrsta
degi
hevur
boðað
frá
skattalætta, so er hædd ikki
tikin fyri skattalættanum,
hvørki í fíggjarlógarupp-
skotinum, ið landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
legði fram 30.september,
ella í álitinum, sum sam-
gongulimirnir í fíggjar-
nevndini løgdu fram hós-
kvøldið.
Harafturímóti
verður nú roknað við at
inntøkurnar frá vanliga
skattinum vera 20 milliónir
hægri enn mett í fíggjar-
lógaruppskotinum,
um-
framt at skattainnntøkurnar
frá ymsum grunnum vera
10 milliónir hægri. Í sínum
viðmerkingum til álitið
sigur meirilutin tó soleiðis:
»samgongan ætlar at gera
skattalættar fyri einar hálvt-
hundrað milliónir krónur.
Effektin av hesi skatta-
lækking verður væntandi
ein hækking í inntøkunum
uppá 10 milliónir krónur.«
Eftir at álitið frá fíggjar-
nevndini varð lagt fram
klokkan eitt korter til tíggju
hóskvøldið boðaði Edmund
Joensen, tingformaður, frá,
at onnur viðgerð av upp-
skotinum
til
fíggjarlóg
verður á skránni mánadagin
klokkan 10.
∆
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, setur
spurnartekin við
metingarnar hjá
meirilutanum í
fíggjarnevndini, bæði
á inntøku- og
útreiðslusíðuni.
Samtíðis fegnast
hann tó um, at fleiri
av ætlanunum hjá
samgonguni síggjast
aftur í álitinum úr
fíggjarnevndini
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum,
var ein teirra, ið hevði
leitað sær í løgtingið um
níggju tíðina hóskvøldið, tá
niðurlagdi
tingfundurin
varð tikin uppaftur. Eisini
hann var komin at fáa sær
eitt eintak av álitinum til
fíggjarlógaruppskotið, ið
fíggjarnevndin var liðug
við fyrr um kvøldið, og
sum tískil kundi leggjast
fram.
Karsten Hansen sigur, at
samgongan longu tíðliga í
heyst var samd um fleiri
sparingar. Men hesar krevja
lógarbroytingar, og tí vóru
fleiri teirra ikki við í
fíggjarlógaruppskotinum,
sum hann legði fyri tingið
30.september. Hesar eru
síðan komnar við í álitið
hjá meirilutanum í fíggjar-
nevndini.
Men landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum
setur
tó
spurnartekin við inntøku-
metingarnar og skerjingina
av játtanum til lógarbund-
nar útreiðslur, ið fíggjar-
nevndin er komin fram til.
Í álitinum frá meirilut-
anum í fíggjarnevndini eru
inntøkurnar av skatti og
avgjøldum mettar 30 milli-
ónir krónur hægri, sammett
við upprunauppskotið úr
Fíggjarmálaráðnum.
Av
hesum stava 10 milliónir
frá eini lógarbroyting, ið
áleggur grunnum at gjalda
skatt, umframt tríggjar
milliónir fáast til vega við
rentuinntøkum frá Trygdar-
grunninum. Restin stavar
frá at vónirnar til hægri
skattainntøkur er settar
hægri
enn
upprunaliga
mett.
- Eg má siga, at sjálvur
hevði eg ikki mett inn-
tøkurnar hægri í dag, enn
eg gjørdi í september, tá eg
legði fíggjarlógaruppskotið
fram, sigur Karsten Han-
sen.
Eisini á útreiðslusíðuni er
landsstýrismaðurin ivasam-
ur. Millum annað metir
fíggjarnevndin, at lógar-
festu útreiðslurnar til fólka-
pensjónir vera 15 milliónir
krónur lægri næsta ár,
sammett við uppskotið úr
Fíggjarmálaráðnum. Karst-
en Hansen sigur, at hann
hevur sæð eina meting frá
Almannastovuni, ið vísir at
játtanin møguliga kann
lækka sjey milliónir. Men
hvussu fíggjarnevndin er
komin fram til eina skerjing
uppá 15 milliónir, dugur
landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum ikki at siga.
- Samanumtikið kanst tú
siga, at metingarnar í upp-
skotinum frá fíggjarnevnd-
ini er ikki so varnar sum
metingarnar hjá Fíggjar-
málaráðnum. Í løtuni tykj-
ast partar av uppskotinum
heldur ivasamir, ti eg veit
ikki, hvat meirilutin í
fíggjarnevndini ætlar, sigur
Karsten Hansen, ið enn ikki
hevur fingið stundir til at
útgreina mongu tølini í
álitinum nærri.
Skattalættin
Í sínum áliti hevur meiri-
lutin í fíggjarnevndini mett
at avleiddu inntøkurnar av
einum komandi skattalætta
vera 10 milliónir krónur.
Men í álitinum eru ongir
pengar settir av til skatta-
lættan. Hetta váttar Óli
Breckmann, formaður í
fíggjarnevndini.
Óli Breckmann sigur, at í
fyrstu atløgu verður bíðað
eftir at Fíggjarmálaráðið
kemur við einum uppskoti
um at lækka skattin, men
kemur einki uppskot hað-
ani, má skattalættin koma
aðrastaðin frá, t.d. sum
uppskot frá limunum í
fíggjarnevndini.
Sostatt er greitt, at hóast
netto yvirskotið er vaksið
úr tveimum upp í 90 milli-
ónir krónur, so eru fram-
vegis ikki pengar settir av
til endamálið.
Umfatandi sparingar
Karsten
ivast
Klokkan var farin av níggju hóskvøldið, tá álitið til fíggjarlógaruppskotið loksins kundi leggjast fyri tingið. Sammett við
upprunaliga uppskotið úr Fíggjarmálaráðnum eru stívliga 83 milliónir skornar av útreiðslusíðuni, inntøkurnar eru mettar 30
milliónir hægri og so skulu íløgur gerast fyri 22,5 milliónir meira enn higartil ætlað, er niðurstøðan hjá Óla Breckmann og
restina av meirilutanum í fíggjarnevndini.
Mynd: Jens Kr. Vang
Familju- og heilsumál
hava fingið níggju
milliónir skarvaðar
av játtanini í upp-
runaliga fíggjar-
lógaruppskotinum.
Talan er mest um
fyrisetingarligar
sparingar, sigur Bill
Justininussen, lands-
stýrismaður
FÍGGJARLÓG
Heri á Rógvi
Bill Justinussen skal skera
níggju milliónir niður av
sínari tillutaðu upphædd til
familju- og heilsumál í
fíggjarlógaruppskotið fyri
2003, nú málið er liðugt
viðgjørt í fíggjarnevndini,
og meirilutin hevur lagt sítt
álit fram, sum eftir øllum at
døma hevur fulla undirtøku
í samgonguni.
Í fíggjarlógaruppskoti-
num vóru 540 milliónir
settar av til familju- og
heilsumál, men hetta tal er
nú vorðið til knapt 331
millíónir – ein sparing
áljóðandi 9 milliónir.
Størsta útreiðslan hjá Bill
Justinussen og familju- og
heilsuøkinum er Lands-
sjúkrahúsið, og tað er eisini
Landssjúkrahúsið,
sum
missir mest í álitinum frá
fíggjarnevndini. 8,3 milli-
ónir, sum ætlaðar vóru til
Landssjúkrahúsið
koma
eftir álitinum at døma ikki
til góðar hjá Landssjúkra-
húsinum.
Klaksvíkar sjúkrahús fær
2,25 mió. minni, og Suð-
uroyar
sjúkrahús
fær
325.000 kr. minni. Eisini
verður skorin av játtanini til
familju-
og
heilsumálaráðið við 1,7
mió.
Hinvegin
fær
familjuøki eina millión
afturat, og so fáast 2,8 mió.
meira í kassan frá láni til
Húsalánsgrunnin.
Fyriseting
Bill Justinussen sigur, at
sparingarnar í mun til
fíggjarlógaruppskotið, sum
Karsten Hansen legði fyri
tingið vegna landsstýrið,
ikki fara merkja uppsagnir.
— Tað verður tann fyri-
sitingarligi parturin, sum
verður skerdur. Sparing-
arnar raka størv og nýggj
øki, sum ikki eru sett, sigur
Bill Justinussen.
Landssjúkrahúsið hevði
ætlað at seta fleiri nýggj
størv, m.a til fyrisitingina,
men hetta verður so ikki í
2003.
Eisini var ætlanin, at ein
millión skuldi setast av til,
at psykiatriska deild kundi
hava opið um árskiftið,
men mett varð ikki, at hetta
var so átrokandi, tá ein
stórur partur av sjúkling-
unum fer heim til familju
um høgtíðina.
Bill Justinussen sigur, at
meira enn tvær milliónir
eisini verða spardar or-
sakað av, at gjøldini til ALS
og Trygdargrunnin minka.
Bill Justinussen sigur, at
sparingarnar á Klaksvíkar
sjúkrahúsi heldur ikki raka
verandi størv.
— Talan verður ikki um
at lækka verandi tænastu-
støði, men verður spart
verður í ætlanunum um at
hækka tænastustøði, sigur
Bill Justinussen.
Sum roknast kann við er
Bill Justinussen ikki fegin
um at skarva hesar milli-
ónirnar av, men hann er
kortini ikki meira ónøgdir
enn, at hann kann taka
undir við restina av sam-
gonguni.
— Eg havi ikki lagt upp
til oyðsl í sjálvum fíggjar-
lógaruppskotinum, og tí er
tað sjálvandi keðiligt at
skulu skera av. Men tá
samgongan er samd um at
tátta í, so skal hetta gerast á
øllum økjum, og eg vil ikki
ganga ímóti samgonguni,
sigur Bill Justinussen, sum
leggur afturat, at hann hev-
ur gjørt alt tað, hann megn-
ar, fyri at tryggja at spar-
ingarnar raka sum minst.
Rationalisera
Játtanin til serviðgerð utt-
anlands er sett til 70 mió. í
fíggjarlógaruppskotinum,
og hon verður tann sama,
hóast tað í ár eru nýttar
meira enn 80 milliónir til
endamálið.
Orsøkin til, at hetta talið
ikki verður hækkað er, at
rationaliseringar á økinum
skulu fremjast.
— Vit fara at seta ein
persón, sum skal rationali-
sera skipanina, sigur Bill
Justinussen. Hesin persón-
urin skal so syrgja fyri, at
flogferðir skulu ikki kosta
meira enn neyðugt, ikki
fleiri fylgjarar enn neyðugt
skulu vera við sjúklingun-
um osfr.
Bill Justinussen veit at
siga, at myndugleikararnir
hava royndir av, at ov
nógvir fylgjarar í fleiri før-
um eru við sjúklingum til
viðgerð uttanlands.
— Peningurin er settur av
til viðgerðir, og vit raðfesta
viðgerðir ovarligari enn
fylgjurnar, sigur Bill Just-
inussen.
Hendan nýggja ætlanin
hevur verið fyri hjá sjúkra-
húsleiðslum og yvirlækn-
um, og øll eru samd um, at
tað eru møguleikar at spara,
sigur Bill Justinussen.
Eisini skal ein partur av
eftirviðgerðini flytast til
Føroya, og harvið nógvar
ferðaútreiðslur sparast.
Bill Justinussen um familu- og heilsumál:
Sleppa undan uppsøgnum
Minnilutin í fíggj-
arnevndini ætlar at
spara á fíggjarlóg-
ini við at leggja ráð
saman og flyta
sendistovu
FÍGGJARLÓG
Heri á Rógvi
Tað er fatanin hjá minni-
lutanum
í
fíggjar-
nevndini, at munandi
sparingar kunnu finnast
aftur á fíggjarlógini, og
hetta skal gerast við at
leggja ráð saman og
strika sendistovur.
Minnilutin telir Lis-
beth L. Petersen og Jo-
han Dahl úr Sambands-
flokkinum og Vilhelm
Johannesen úr Javnaðar-
flokkinum.
Løgmansskrivstovan
og løgmálaráðið skulu
framhaldandi vera eitt
ráð.
Oljumálaráðið
skal
leggjast
saman
við
vinnumálaráðið,
og
hetta merkir eina spar-
ing upp á 5 milliónir.
Samstundis skal skiln-
aðurin í Trivnaðarmála-
ráðnum ikki fara fram,
sum ætlað. Talan skal
framhaldi vera um eitt
og sama ráð undir heit-
inum Trivnaðarmálaráð-
ið.
Og nýggja sendistov-
an í London skal eisini
flytast.
— Minnilutin metir, at
føroysku áhugamálini,
sum
í
stóran
mun
snúgva seg um fiski-
vinnu og oljuvinnu, eru
betri vard við eini við-
skiftastovu í Aberdeen,
heldur enn við eini
kostnaðarmiklari sendi-
stovu í London. Út frá
hesum mælir minnilutin
til, at játtanin verður
lækkað
við
kr.
3.500.000, sigur minni-
lutin í álitinum.
Minnilutin vil leggja
saman ráð
Fíggjarnevndin hevur
skorið 52 milliónir av
játtanini til almanna-
mál, millum annað
eru lógarbundnar
útreiðslur til fólka-
pensjónir og fyri-
tíðarpensjónir metar
25 milliónir lægri enn
upprunaliga mett.
– Hesi tøl samsvara
ikki við okkara met-
ingar, og tí fari eg at
eftirkanna tey
beinanvegin, sigur
Páll á Reynatúgvu, ið
annars fegnast um at
eldraøkið framvegis
er raðfest høgt á
fíggjarlógini
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Nú fíggjarlógaruppskotið
er komið aftur úr fíggj-
arnevndini eru tilsamans 52
milliónir skornar av játt-
anini til almannamál. Játt-
anin til fólkapensjónir er
lækkað við 15 milliónum,
10 milliónir minni skulu
setast av til fyritíðarpen-
sjónir og 4,5 milliónir vera
minni á kontoini til forsorg.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at tølini frá fíggjarnevndini
ikki samsvara við meting-
arnar hjá Almannamála-
ráðnum, og tí fara tey nú at
eftirkanna tølini.
- Vit fara beinanvegin at
eftirkanna tølini, og ætli eg
mær at hava eina nýggja
meting klára til 2.viðgerð
av fíggjarlógini, sigur Páll
á Reynatúgvu. Hann vísir á,
at talan er um lógarbundnar
útreiðslur, og tí vísir tað
seg, at tølini frá fíggjar-
nevndini ikki halda, mugu
antin meira pengar játtast,
ella mugu lógarbroytingar
gerast.
Landsstýrismaðurin
í
almannamálum sigur, at
Almannamálaráðið sendi
fíggjarnevndini síni tøl,
men nevndin hevur ikki
valt at fylgja hesum met-
ingunum, staðfestir Páll á
Reynatúgvu, ið fekk fíggj-
arlógarálitið fríggjamorg-
unin.
Í sínum áliti mælir meiri-
lutin í fíggjarlógini til at 11
milliónir kunnu sparast av
útreiðslunum til dagpen-
ingaskipanina. Hetta skal
gerast við at broyta lógina
um karensdagarnar.
Eldraøkið framvegis
høga raðfesting
Samtíðis
sum
samlaða
játtanin til almannamál er
skerd við 52 milliónum
fegnast Páll á Reynatúgvu
um, at eldraøkið framvegis
er raðfest høgt í samgong-
uni.
- Eg fegnist um, at tær
uppraðfestingar á almanna-
og serliga eldraøkinum, ið
vóru settar á fíggjarlógar-
uppskotið, framvegis eru at
síggja, nú uppskotið kemur
aftur úr fíggjarnevndini,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Sambært álitinum hjá
meirilutanum hjá fíggjar-
nevndini fara 1,2 milliard
krónur av fíggjarlógini
næsta ár til almannaøkið.
Páll á Reynatúgvu:
Mugu eftirkanna meting-
arnar hjá fíggjarnevndini
Tað verður yvirskotið á
fíggjarlógini í ár, ið skal
brúkast til at gjalda tær
32,5 milliónirnar, ið løg-
tingið hevur samtykt at
seta av til Norðoyatunn-
ilin næsta ár. Hvørki
samgonga ella andstøða
hava Norðoyatunnilin við
í sínum fíggjarlógaráliti.
Hóast løgtingið hevur
bundið seg til at játta
32,5 milliónir krónur til
Norðoyatunnilin næsta
ár, so sæst játtanin ikki
aftur, hvørki í uppruna-
liga
fíggjarlógarupp-
skotinum ella í álitinum,
ið varð lagt fram hós-
kvøldið.
Í staðin skulu pengar-
nir til tunnilin finnast á
yvirskotinum hjá lands-
kassanum í ár, og síðan
játtast við eini eykajátt-
anarlóg.
Karsten
Hansen,
landsstýrismaður í fíggj-
armálum, sigur seg ikki
duga at síggja nakað
skeivt í hesum.
- Millum 40 og 45
milliónir krónur leypa
av í óbrúktum játtanum í
ár, og tí haldi eg tað vera
natúrligt at framskunda
aðrar íløgur. Tú kanst
siga, at meðan onkur
íløga
verður
útsett,
verða
aðrar
gjørdar
áðrenn upprunaliga mett
– tídningarmiklast er at
samlaða talið ikki gerst
størri enn mett, sigur
Karsten Hansen.
At andstøðan heldur
eisini letur sær lynda, at
Norðoyartunnilin ikki
kemur á fíggjarlógina
fyri næsta ár sæst í teirra
felags áliti til fíggj-
arlógaruppskotið. Har er
heldur ikki ein króna
sett av til Norðoyatunn-
ilin.
jbh
Í sínum royndum at
tálma útreiðslunum á
fíggjarlógini hava po-
litikararnir fingið eina
hjálpandi hond orsakað
frá lækkingum í arbeiðs-
marknaðargjøldum.
Herfyri gjørdi stýrið fyri
ALS av at lækka inn-
gjaldið til Arbeiðsloysis-
skipanina við 0,75 pro-
sentum, úr 1,25 niður í
0,5 prosent. Og í hesum
døgum arbeiðir lands-
stýrismaðurin í fíggjar-
málum við at strika inn-
gjaldið í Trygdargrunn-
in, har arbeiðsgevarar
higartil hava skula gold-
ið 0,15 prosent av lønar-
gjaldinum til.
Tilsamans er talan um
at arbeiðsgevarar, og
harvið eisini landskass-
in, spara 0,9 prosent.
Fyri landskassan er talan
um eina sparing uppá 15
milliónir krónur um
árið.
jbh
Spara 15 mió í arbeiðs-
marknaðargjøldum
Norðoyatunnilin
ikki á fíggjarlógina
C
M
Y
K
9
8