leygardagur 14. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 241. - 14. desember 2002
Nr. 241. - 14. desember 2002
11
Bill Gaither treff í Atlantis
Mánakvøldið 16.
desembur verður
stórt Bill Gaither
lovsongs-tiltak í
mentunarhúsinum
Atlantis í Klaksvík
LOVSANGUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað er Kirkjutorgið, sum
skipar fyri hesum treffinum
eftir fleiri áheitanum frá
fólki. Fólk kenna Bill
Gaither kanska serliga frá
sjónvarpinum. Sjónvarpið
plagdi at senda lovsongs-
løturnar við Bill og Gloriu
Gaither sunnukvøld, men
nú eru tær so tiknar av
skránni.
Síðani
hevur
Kirkjutorgið
móttikið
nógvar áheitanir um at
skipa fyri einum Bill Gaith-
er treffi.
Hans
Eiler
Hammer,
sóknarprestur, sigur, at
hesar løtur eru lovsongs-
løtur upp á tað besta.
– Millum føroyingar og
okkara sjómenn er hetta ein
"bestseljari", sigur hann og
leggur samstundis afturat,
at tey gjørdu av at skipa fyri
hesum tiltaki, tí tey hava
fingið fleiri fyrispurningar.
Hans Eiler sigur eisini, at
jólatíðin er ein vøkur tíð,
men samstundis ein strævin
tíð, har fólk renna og tuska
fyri at blíva liðug til jóla.
– Vit vilja tí bjóða fólki
til at slappa av og njóta
hesar
vøkru
tónar
nú
mánakvøldið, sigur hann.
Bill og Gloria Gaither
geva út sera vælumtókt
gospelløg á video, fløgum
og nú eisini á DVD. Tey
savna trúgvandi menniskju
frá Ameriku og aðra staðir
við til at syngja saman.
Tiltakið byrjar klokkan
17, og byrjað verður við at
sýna lovsongsløtuna " I´ll
fly away". Kl. 19 verður
"Billy Graham, volume 1"
og at enda klokkan 21 sýna
vit "New Orleans Home-
coming".
Allar sýningar verða víst-
ar á stórskíggja og kostar
tiltakið 20 krónur fyri allar
sýningarnar.
Kaffi verður til keyps og
eisini hópin av Bill Gaither
bondum. Alt tiltakið varar
frá klokkan 17 til 23.
Eftir fleiri áheitanir frá fólki,
hevur Kirkjutorgið í Klaksvík
gjørt av at skipa fyri einum
Bill Gaither treffi í ment-
unarhúsinum Atlantis
mánakvøldið
Árliga jólakonsertin,
sum Klaksvíkar
Hornorkestur skipar
fyri, verður sunnu-
kvøldið klokkan
20.30. Á konsertini
luttaka umframt
hornorkestrið, eitt
gentukór úr Leirvík
og kvinnukórið Suð
JÓLAKONSERT
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Jólakonsertin í Christians-
kirkjuni hevur í mong ár
verið eitt av teimum væl-
umtóktu tiltøkunum upp
undir jól. Kirkjan plagar at
vera fullsett við fólki, sum
fáa høvi at hoyra kór og
hornorkestur framføra kend
jólaløg. Ymiskt hevur verið
hvørji kór hava verið við,
og í ár verða tvey kór við,
sum ikki hava verið áður.
Kvinnukórið Suð úr Klaks-
vík undir leiðslu av Stein-
vør Fonn fer at framføra
sangir bæði saman við
hornorkestrinum og fyri
seg sjálvan.
Kórið fer at syngja This
little light of mine, sum er
ein negro spiritual og so
eisini eitt lag úr Ganda-
floytuni hjá Mozart. Saman
við hornorkestrinum fer
kórið at framføra Memory
og I don´t know how to love
him, sum báðir eru úr kend-
um sangleikum. Eisini fara
hornorkestur og kór at
framføra When you wish
upon a star, Nobody knows,
Swing low, sweet cheriot,
Panis Angelicus og eitt
svenskt lag, sum eitur
Fjariln wingad.
Steinvør Fonn sigur, at
tær gleða seg til at verða
við á konsertini.
– Kirkjan er eitt gott høli
at syngja í. Har er so góður
akustikkur, sigur hon. Men
tað verður neyðugt hjá kór-
inum at hava mikrofonir til
felagsframførsluna.
– Tað noyðast vit, annars
hoyrast vit ikki fram um
hornorkestrið, sigur Stein-
vør.
Kvinnukórið
Suð
og
Klaksvíkar Hornorkestur
høvdu fyrr í vetur eina kon-
sert saman í skúlanum við
Ósánna. Tað var ein avbera
góð konsert og felagsfram-
førslurnar riggaðu væl. Og
nú fara tey so at royna seg
saman í Christianskirkjuni
nú sunnukvøldið.
Tað er dirigenturin hjá
Klaksvíkar Hornorkestri,
danin Ulf Nordlund, sum
hevur biðið kvinnukórið
Suð syngja saman við
hornorkestrinum.
– Tað høvdu vit ikki roynt
áður, og er tað tí sera
spennandi og nýtt fyri
okkum. Tí vildu vit royna
tað, sigur Steinvør, sum er
sera spent upp á, hvussu
jólakonsertin fer at verða.
Gentukórið úr Leirvík fer
at framføra tvey løg á kon-
sertini, men tíverri hevur
tað ikki eydnast at fáa at
vita, hvørji løg talan er um.
Hornorkestrið fer so eisini
at framføra onkur løg uttan
kórsang afturvið millum
annað verður ein jólasirpa,
sum ein av teimum elstu
spælarunum hevur gjørt til
hornorkestur. Og sum van-
ligt verður eisini felags-
sálmasangur
á
skránni
sunnukvøldið.
Tað er ongin ivi um, at
við hesum luttakarunum er
lagt upp til eina sera góða
jólakonsert við øðrvísi
tilfari.
Jólakonsert í Christianskirkjuni
Myndatekstur: Árliga
jólakonsertin verður í
Christianskirkjuni
sunnukvøldið klokkan
hálvgum níggju
Televarpið fer nú í
kjalarvørrinum av
øllum byrjunartrup-
ulleikunum at bjóða
sínum kundum eina
ókeypis royndartíð
inntil 1. februar
TELEVARPIÐ
Solby A. Eliasen
Aksel Haraldsen, dagligur
leiðari á Televarpinum sig-
ur, at bæði Televarpið og
kundarnir hava rent seg í
fleiri byrjunartrupulleikar
enn væntað. Og tí hevur
Televarpið gjørt av, at bjóða
sínum kundum tann fyrsta
mánaðan ella so sum eina
ókeypis royndartíð.
Aksel sigur, at sendarin
hjá teimum í Nólsoy hevur
ikki víst seg at virka so væl,
og tað letur eisini til, at for-
stáilsi fyri skipanini hjá
teimum millum fólk ikki er
so gott, helst tí at tøknin er
nýggj og tí uppførir seg
øðrvísi. Og so undirmettu
tey antennurnar, sum fólk
nýttu til at síggja Rás Tórs-
havn. Hetta seinasta hevur
so við sær, at fólk mugu
ogna sær eina nýggja an-
tennu fyri at kunna síggja
Televarpið.
– Hetta eru alt byrjuna-
trupulleikar, sum hvørki vit
ella kundarnir høvdu vænt-
að fóru at verða so umfat-
andi, og tí vilja vit vísa ein
góðan vilja, sigur dagligi
leiðarin fyri Televarpinum,
sum í løtuni hevur um 700
haldarar.
Spurdur um hetta ikki er
eitt fíggjarligt bakkast fyri
Televarpið, svarar Aksel, at
soleiðis kann ein síggja upp
á tað, men at tey heldur
vilja hava 700 glaðar kund-
ar enn nakrar hundrað sera
ónøgdar.
Henda royndartíðin gev-
ur so samstundis eisini
Televarpinum eitt skoðbrá,
har tey kunnu arbeiða við at
fáa viðurskiftir í rætt lag,
sum ikki eru tað enn. Mill-
um annað er SvF ikki hekt-
að upp á sendaran enn, men
tað vónar Aksel verður áðr-
enn jól. Nær DR 1 og 2 rás-
irnar verða at síggja, veit
Aksel ikki at siga enn.
Televarpið bjóðar nú
kundum sínum eina ókeypis
royndartíð til 1. februar
Televarpið ókeypis til 1. februar
Royndir verða nú
gjørdar at fáa lív í
aftur Unga Sjálv-
stýrið. Landsnevnd
er vald at standa
fyri arbeiðinum
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Farið verður nú undir at
endurstovna lokalfeløg-
ini hjá Unga Sjálvstýrin-
um, verður sagt í tíðinda-
skrivi, nývalda lands-
nevndin fyri Unga Sjálv-
stýrið hevur sent um
dagarnar.
Fundur varð hildin á
Glyvrum
sunnudagin,
har gjørt varð av at fara
undir hetta arbeiðið.
Í fyrsta lagi er ætlanin
at stovna feløg, har
flokkurin hevur góða
undirtøku frammanund-
an. Tað vil so verða í
Eysturoy, Suðurstreymoy
og Norðoyggjum, um
gangast skal eftir valúr-
slitunum. Tað var eisini
úr hesum valdømum,
umboðini, sum møttu á
fundinum sunnudagin,
vóru.
Seinni verður væntandi
farið aðrastaðni eisini til
tess at finna ungfólk,
sum hava áhuga fyri
politikki floksins, og sum
vilja átaka sær at standa
fyri einum slíkum felag,
stendur í tíðindaskrivin-
um.
Oddafiskar
floksins
vóru eisini á fundi á
Glyvrum
sunnudagin,
har teir greiddu frá,
hvussu var, tá felagið hjá
ungum sjálvstýrisflólkið
var virkið og hevði sína
bestu tíð seinast í áttati-
árunum.
Ein
trímannanevnd
varð vald, sum skal sam-
skipa royndirnar at fáa
lív í aftur ungmannafe-
løgini hjá Sjálvstýris-
flokkinum. Í hana komu:
Kenneth
Rasmussen,
Saltangará, sum er for-
maður. Saman við hon-
um sita í nevndini Frida
Christiansen úr Klaks-
vík, sum er skrivari og
Dan Lamhauge úr Havn,
sum er kassameistari.
Nú tunlarnir í báð-
um endum á oynni
eru komnir, er flog-
vøllurin næsta stór-
málið, sum loysast
skal, sigur vágating-
maður
ÚTBYGGING
Edvard Joensen
Vágar: Flogvøllurin er
næsta stórmálð, sum
loysast skal, sigur Marjus
Dam, løgtingsmaður í
Vágum.
Undirsjóvartunnilin -
fyri ikki at tala um Gása-
dalstunnilin - hava í nógv
ár verið nýtt sum valagn í
Vágum, og ikki so fáir
løgtingsmenn hava havt
inntøku í atkvøðutali við
at agitera fyri hesum
báðum tunlunum.
Men nú eru teir komn-
ir, báðir tveir, so tað
dugir ikki til eitt kom-
andi val.
Men tað eru onnur
mál, sum lysast skulu í
Vágum, vísir Marjus
Dam á.
Og næsta stórmálið,
farast má undir, heldur
hann, er longjan av flog-
vøllinum.
– Tað ber ikki til at
hava ein flogvøll,sum
bara er 1.250 mertrar.
Hann má í minsta lagi
vera 1.800 metrar, sigur
Marjus Dam.
Flogvøllurin í Vágum
er ótíðarhóskandi, vísir
Marjus Dam á. Sjálvur
vøllurin er stuttur, og
terminalurin líkur langt
frá tey krøv, sett verða til
hann.
Men tað er ikki lætt at
nútíðargera flogvøllin, tí
eingi vil eiga hann, sigur
Marjus Dama.
Tað er kortini ikki
meira rætt enn so, at før-
oyinga vilja fegnir yvir-
taka flogvøllin, men við
teirri treyt, at danir fyrst
gera eina útbygging. Og
tað vilja danir ikki. Tað
er sum at blaka pening út
gjøgnum vindeygað, siga
teir.
– Tann skerjingin, vit
fingu í blokkstuðlinum,
ger ta heldur ikki lættari
at yvirtaka flogvøllin,
sigur Marjus Dam. Hon
svaraði í pengum til tða,
útbyggingin fer at kosta,
sigur hann.
Marjus Dam hevur hug
at venda málinum um
flogvøllin aftur til velj-
arafundirnar í Vágum
undan seinasta løgtings-
vali.
Jólatrøini í Sandavági
og Bø vórðu tendrað í
vikuni. Sørvágs Tón-
leikarafelag og sang-
kór luttøku
JÓLATRØ
Edvard Joensen
Vágar: Mánakvøldið varð
jóaltræið í Sandavági tendr-
að, og mikukvøldið vóru
tað bígjgarfólk, sum savn-
aðust til hugnaløtu kring
jóaltræið í bygdini.
Sandavágsfólk eru væl
fyri við kommunalum jóla-
trøum, hóast tað er stóra
jólatræið á Nullinum, sum
er høvuðstræið. Umframt
stendur eitt á hólminum í
ánni uttan fyri kirkjuna, og
eitt minni aðrastaðni í
bygdini.
Jólatræið í Sandavági
varð tendrað mánakvøldið,
har
David
Johannesen,
sóknarprestur, helt røðu, og
Sórvágs Tónleikarafelag
spældi
jólaløg.
Eisini
barnakórið í Meinigheits-
húsinum í Sandavági setti
sín serliga dám á løtuna við
sangi.
Ikki færri enn tveir jóla-
menn vitjaðu eisini sanda-
vágsfólk hetta kvøldið, og
nógv vóru tey, bæði børn
og vaksin, sum forvitin
vóru at vita, hvat gott teir
høvdu í posanum.
Tá
barnakórið
hevði
sungið nakrar sangir, varð
farið í SÍF húsið, har
Sandavágs Kommuna beyð
kaffi og lagkøku, saman
við rís alamande. Heilt fitt
av fólki var smankomið
hetta kvøldið í Sandavági.
Eisini í Bø savnaðust fólk
um jólatræið í vikuni.
Mikukvøldið varð jóla-
træið í Bø tendrað, og eisini
har var Sørvágs Tónleik-
arafelag og lat sína jóla-
tónar ljóða. Og Bíggjar-
kórið sang.
Jóannis Petersen, deknur
í Bíggjar Kirkju, las jóla-
evangeliið, og eftir sam-
komuna beyð borgarstjórin
øllum til ein drekkamunn
og køkur í skúlanum.
Eisini í Bø var væl av
fólki komið saman, tá jóla-
træið varð tendrað. Serliga
stuttligt hildu fólk tað vera,
at eisini bíggjarfólk, sum
búgva aðrastðani, eitt nú í
Havn, vóru komin vestur
gjøgnum nýupplatna tunn-
ilin hetta kvøldið.
Sjálvsstýris-
flokkurin setir við
Flogvøllurin
verður tað næsta
Jólatrø í Vágum
Barnakórið í Sandavági
sang, tá jólatræið varð
tendrað
Mynd: Edvard Joensen
Mánin ansaði eftir, at tað stemmaði hjá hornorkestrinum, sum pældi fyri jolatrænum i Bø
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
11
10