Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 241. - 14. desember 2002 Nr. 241. - 14. desember 2002 13 Samgongan er samd. Tað vóru høvuðstíðindini í Degi og Viku hóskvøldið. Men hvat samgongan í veruleik- anum er vorðin samd um, fingu vit ikki at vita. Vit sóu ein leik - heldur tragikomiskur - men fekk ikki kjarn- una í málinum at vita: hvat Óli, Torbjørn, Kristina og Kári eru vorðin samd um. - At játta meira til heilsuverkið kanska? Heilsupolitikk- ur við einum langtíðarendamáli - fyribyrging fram um sjúkuábøtur? - At játta meira til skúlaverkið? Skúla- og útbúgvingarpolitikkur við tí langtíðarendamáli at hækka útbúgvingarstigið, so vit eru búgvin at taka ímóti øllum avbjóðingum, tá vit skulu standa á egnum beinum? - Ella eru tey fýra vorðin samd um at játta meira til gransking og vinnuframa? Vinnupolititikkur - at skapa størri virðisøking her á landi, so vit annað- hvørt halda uppat at flyta út ravøru ella fáa gagnnýtt størri part av tilfeinginum? Neyvan. Men vit skulu ikki gera nakra niðurstøðu, áðrenn úrslitið frá goragang- inum er komið á telduskýggjan. Eyðkenni er tó - bæði fyri samgongu og andstøðu - at vit síggja ov lítið til langtíðarpolitikk. Tað vantar ofta ein verulig strategi. Hóast vit hava fingið vælløntar politikkarar í nærum heiltíðarstarvi, er politikkurin ov nógv merktur av "forrestin-politikki" ella "sum best ber-til-politikki". Ikki tí, tað skulu vit eisini hava. Flokkar og tinglimir skulu hava rætt til knappliga at fáa okkurt hugskot og leggja fram uppskot um tað. Tað skapar jú eitt meiri livandi politiskt umhvørvi, og tað skulu vit eisini hava, nú nógvir politikkarar eru sum turrar tvøstlykkir. Eingin undirfundigheit, skemtan og prikan. Tó er álvarin mest avgerandi. Dømi um "sum best ber til-politikk" er ferjulegan á Syðradali. Upprunaliga setti Karsten hana á, hóast Bjarni mælti til at skjóta hana út, á skarvast skuldi av. Síðani varð hon "deletað". Men tá ein tingmaður gjørdi ein brest leygarkvøldið, slapp Marius Skrivari at trýsta á "angra-pílin", so nú er hon aftur á uppskotinum. Sjálvandi skulu kallsoyingar hava ferjulegu - fyrr ella seinri. Men er hon partur í eini útbyggingarætlan fyri samferðsluna í Norðoyggjum? Ið eisini umfatar ferju og vegir? Sum er sett á eina realistiska langtíðar- fíggjarætlan við árligari millióna upphædd? Ella er hon tað ikki? Er hon tað, skal hon sjálvandi vera á. Tað er eingin ódygd at vera ósamd. Tað er positivt fyri fólka- ræði, at vit toga ymiskar vegir. Men tað krevur bara, at vit eru búgvin at flyta okkum, og finna tær neyðugu semjurnar, ikki tilvildarligar, men semjur við ávísum sikti. Annars er skelkandi at síggja samgonguna vilja skerja játtan til meginsjúkrahúsið við 8 mill. kr. Hvat hugsa hesi fólk fyri sær, tá vit vita, at játtanin sum er er alt ov trong.Komandi dagarnar fara vit at hyggja nærri at innmatinum í uppskotinum og seta ljóskastaran á, hvat samgongan veruliga vil. At skúgva ábyrgdina at gera eina munagóða fíggjarlóg frá sær við at leggja upp til eina røð av eykafíggjarlógum næsta ár er fallerandi fyri samgongu og frustrerandi fyri fólkið. DAGSINS MEINING Sosialurin Semja - men um hvat? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Marjus Dam løgtingsmaður Føgur orð eru søgd um menning av útjaðaranum. Tvey álit hava sæð ljós seinastu 4 árini. Nú kemur so samgongu- politikkurin: Ein rokning uppá 6 milliónir til útjað- aran. Nei, langt er ímillum orð og gerð hjá sitandi samgongu. Prísurin við SL skipun- um er ídag ríkiliga høgur. Skal hesin prísur nakran veg, so skal hann lækkast. Tað ber ikki til, at útjaðarin fær eina rokning uppá fleiri milliónir fyri øktan ferða- seðlakostnað. Hetta er steinur omaná byrðu hjá einum í forvegin strongd- um útjaðara. Tænastustøði kann ikki lækkast. Skal meiri pen- ingur til, so er neyðugt at finna hesar. Hesa uppgávu eiga vit at vera felags um at bera. Eftir míni meting, eiga vit at gera ein nýggjan prísbygnað og lækka prís- irnar. So tað verður bíligari at ferðast ímillum oyggj- arnar, enn tað er ídag. At fara til Suðuroyar t/r hjá eini familju kostar ídag, uttan nakra príshækking, nærum eina uttanlandaferð. Um ein familja skal til Sandoyar t/r, skal ein lætt- liga forvinna ein túsund- krónuseðil til tað. Er tað rætt, at hesin prísur skal hækkast, sum núsitandi samgonga leggur upp til? Tað sum samgongan leggur upp til - nevniliga at hækka ferðaseðlaprísirnar kann ikki góðtakast. Tað kann ikki vera mein- ingin at gera útjaðaran til trælaøkir í landi okkara. Ein undrast á, at útjaðara- økistingmenn í samgong- uni góðtaka, at hesin eyka- skattur verður sendur økir - hinumegin fjørðin. Hesi økir eru eisini ein partur av Føroyum. Nei. Latið okkum lækka prísirnar - og fremja lands- politikk. Latið jólagávuna til útjaðaran í ár verða ein lægri prísur við SL. John í Skemmuni og Símun P. á Torkilsheyggi Fyri Zarepta Undirsjóartunnilin er latin upp fyri almennari ferðslu. Harvið er sjøtul settur á eitt nýtt tíðarskeið. Tíðin, tá ið tað varð ferðast við bátum og ferjum um Vestmanna- sund, er farin, og hon kem- ur ikki aftur. Vit gleðast øll um framburðin, og sam- stundis er hetta høvi at líta aftur um bak. Zarepta hevði fyrstu legurnar í 1967. Síðani tá hava nógvar legur verið á hvørjum ári. Øll tey, sum hesi mongu árini hava verið við í Zarepta, hava havt nógv at gera við teir, sum hava siglt og havt ábyrgd- ina av siglingini av Vest- manna og á Oyragjógv. Tað hevur verið eitt fyrimynd- arligt samstarv, og vit vilja fegin siga tykkum øllum hjartaliga takk. Tey fyrstu árini var tað við Bragd, sum sigldi – frá 1967 og fram til 1970. Bil- arnir máttu hivast, so tað var so nógv øðrvísi, enn tað síðani hevur verið. Sam kom í 1970, og tá kundu bilarnir koyra umborð. Í 1976 kom so tann seinni Sam. Tað var til stóran bata fyri ferðsluna. Hesa sein- astu tíðina hevur so Ternan røkt siglingina. Til at flyta 150 - 300 børn og ung um Sundið hvørja viku krevst hegni og gott samstarv. Umframt børnini og tey ungu hava tað verið øll tey tilkomnu, sum hava ferðast við egnum bili. Tilsamans hava eini 5-6000 fólk árliga ferðast til leg- urnar. Harafturat hevur ein rúgva av fólki ferðast vest- ur, sum hava verið á viku- skiftislegum, og tey, sum eru komin vestur í samband við bygging og viðlíkahald. Vit takka Alfred og hans- ara monnum fyri sera gott samstarv øll tey fyrru árini. Serliga minnast vit Hans og Eiler sum kravdu ferða- gjaldið. Vit takka tykkum, sum hesi seinnu árini hava mannað Ternuna. Takk fyri fyrimyndarligt og sera gott samstarv við ferðaleiðar- arnar hjá okkum og tey, sum hava koyrt bussarnar. Vit hava kent okkum at verið í góðum hondum, tá ið vit hava siglt um Sundið. Verkføllini um várarnar hava verið ein marra fyri legurnar. Vit takka tykkum, sum fingu loyvi at gera eitt undantak og sigldu tey menningartarnaðu í vár. Ein morgun nú í novemb- er skuldu vit vestur. Tað var stormur av landsynningi, og eg hugsaði, hvussu nú fór at vera við einum so stórum skipi. Vit løgdu at á Oyrargjógv í øllum góðum. Hendan morgunin var Sofus á brúnni. Eisini vilja vit takka tykkum á Strandferðsluni fyri gott samstarv. Vit duga ikki rættuliga at ímynda okkum, hvussu stóran týdn- ing undirsjóartunnilin fer at hava fyri vágafólk og okkum, sum starvast her vesturi. Vit fingu tó ein forsmakk av hesum hendan dagin, tá ið tunnilin lat upp. Hurðin í Zarepta var opin, og tá vitjaðu millum 7-800 fólk. Vit gleðast, tí bíðirøðir- nar í Vestmanna og á Oyra- gjógv eru farnar í søguna, og at vit, sum ofta ógvuliga fjølment hava ferðast til og frá Zarepta, ikki meir skulu rúgva so nógv upp umborð í ferjuni. Ferjutíðin um Vest- mannasund er farin. Tað tók ov langa tíð at ferðast so stuttan veg. Vit ynskja vágafólki og tykkum, sum hava starvast við tunnilsgerðini, hjarta- liga tilukku við hesum góða úrslitinum og ynskja øllum eini gleðilig jól. Nei til trælaøkir í Føroyum! Heilsan frá Zarepta 1967 – 2002 Rúni Hentze, løgtingsmaður Fyrst fari eg at ynskja vága- fólki hjartaliga tillukku við fasta sambandinum um Vestmannasund. Nú er Vágoyggin ikki longur ein útjaðari, men má sigast at vera vorðin ein partur av miðstaðarøkinum. Alt er relativt, segði ein góður maður. Í hesum sambandinum merkir hetta stóra framstig hjá Vág- oynni, at t.d. Sandoyggin er farin líka langt eftir hæli, sum Vágoyggin er farin fram. Prísurin at ferðast um Skopunnarfjørð er relativt hækkaður, tænastustøðið er lækkað og vinnulívið er vorðið minni kappingar- ført. Tá Norðoyartunnilin væntandi um stutta tíð verður veruleiki, verða bert tvey útjaðaraøki eftir, nevniliga Sandoy og Suð- uroy umframt útoyggjarnar, sum eru í uppaftur verri støðu enn nevndu øki. Sandoyggin eigur sjálv- andi at vera næsta øki aftaná Norðoyggjar, ið fær fast samband, men til tað tíð krevst, at okkurt muna- gott verður gjørt, so Sand- oyggin ikki heilt dettur niðurmillum. Hóast tað var eitt stórt framstig, tá TEISTIN kom, so skerst ikki burtur, at kapasiteturin verður alt ov lítið útnytt- aður. Tað kann ikki vera rætt, at sambandið við meginøkið verður kvett kl 1830 á kvøldi. Ein annar bági er, at fólk í Sandoynni, sum arbeiða ella lesa í Havn, mugu fara úr Skopun kl 0630 á morgni, tí TEISTIN skal út í Hest eftir nøkrum fáum og oftani ongum ferðafólki á veg til Gomlurætt. Skipast má fyri farti úr Hesti fyrsta túr á morgni beinleiðis á Gomlu- rætt, so folk úr Sandoynni, sum skulu møta í Havn kl 0800, kunnu fara úr Skop- un kl 0700 ella kanska 0710, tá vegurin til Gomlu- rætt er liðugur. Vinnan í Sandoynni er ógvuliga einstáttað. Her er so at siga bert flakavinna umframt ein fiskiflota, sum heldur er minkaður enn vaksin síðan kreppuna. Sandoyggin er tí ógvuliga viðbrekin fyri bakkøstum í fiskivinnuni og krevur fleiri bein at standa á. Í langa tíð var roynt at fáa aliloyvi til oynna, men hesum forðaðu myndug- leikarnir fyri við tí grund- geving, at Sandoyggin skuldi vera lívfiskaøki burturav. Harvið er Sand- oyggin avskorin frá at fáa lut í alivinnuni, sum annars kundi verið eitt gott al- ternativ til aðra vinnu. Afturfyri mugu vit so krevja, at alt arbeiði, sum hevur við lívfisk at gera og gransking á økinum, skal fara fram í Sandoynni. Men skal veruligur framburður verða í oynni, er neyðugt, at samarbeiði í oynni verður styrkt, tí taka vit ikki tøk í felag, verður okkum ikki lív lagað. Alt fleiri upp- gávur vera í framtíðini lagdar út á kommunurnar. Tí er neyðugt við tøttum og góðum samstarvi millum kommunurnar í oynni og millum kommunurnar og landspolitikkararnar. Eftir ætlan eru nøkur mál í um- búna at fremja í oynni. M.a. eitt sambýli til ófullfør fólk, listaskúli og ítróttar- høll. Neyðugt er, at allir partar seta seg saman og planleggja, hvussu hesi mál verða framd, so tey ikki ikki detta niðurfyri ella verða tarnað av stríðið um t.d., hvar hesir stovnar skulu liggja. Vágafólk hava staðið ótrúliga væl saman um tiltøk øllum økinum at frama. Ein frukt av hesum samanhaldi er tunnilin undir Vestmannasundi. Samanhald gevur styrki, tað er sjón fyri søgn! Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá okkara elskaðu synir, fostursynir og beiggjar Danial og Helge Græns Olsen doyðu og vórðu jarðaðir. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur, og tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til á ymiskan hátt. Eina serstaka tøkk til Fridu og til Berg Debes Joensen prest fyri stóru hjálp tykkara. Familjunnar vegna Finnur, Mariann, Ole og Anna-Katrina Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu hjálpsemi og samkenslu tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Mortensen doyði og var jarðaður. Vit takka presti, kirkjutænarum, gravara, sangarum og starvsfólkunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Vit takka eisini fyri kransar, blómur og annað. Hjartaliga tøkk tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Palli, Óli, Margreta, Katrin, Sanna og Finngerð Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið, á ymiskan hátt, gleddu okkum á silvurbrúd- leypsdegnum 8. oktober 2002. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Bestu heilsanir Jacobina og Hans Dahl, Klaksvík Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði sonur og beiggi Høgni á Borg andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri vitjanir, blómur og kransar Guðrun, Heini Mariann, Jákup og Annika VIÐMERKINGAR Nakrar hugleiðingar í samband við Vágatunnilin Palli Dalsgaard Góði Jóannes, brúkar tú títt skarpa vit rætt? Mær tykir, tú handlar í so skjótt. At formaðurin í Javnaðar- flokkinum er feilfríur, skal verða ósagt av mær, men rættingar til hansara mistøk skuldu verið viðgjørd inn- anfloks og ikki í bløðunum. Tað er ikki so long tíð síð- an, tú vildi avtaka annan løgtingsmannin her suðuri hjá okkum, nú er tað for- maðurin í Javnaðarflokk- inum, ið ikki er eftir tínum høvdi, hvør tann næsti verður, kann tú verða vísur í at mong frøast um at frætta. Nei, byggir Jóannes Eidesgaard einki land, handan skrivingin hjá tær ger tað sanniliga ikki. Eitt mugu vit báðir gera okkum púra greitt, tað er at verða tann, ið skal standai frammi, er alt annað enn so líka til, tað hevur tað ong- antíð verið og serliga í ein- um politiskum flokki, har meiningarnar altíð vilja vera ymiskar. Eg dugi ikki at síggja nakað ringt í tí, at formaðurin hjálpir til við uppstilling úti um landið, tá heitt verður á hann til tað. Tað er vanligt at formaður- in kemur á fund saman við nøkrum av løgtingsfólk- unum hjá okkum, sum ikki búgva í Havn, tað er nakað vit gleða okkum til, og hava vit brúk fyri ráðum frá honum ella teimum, ið við honum eru, so gera vit tað. Tað er ikki nakað, sum nakar fær ilt av, tvørtur ímóti. Fyri ikki so langari tíð síðan sóu vit í bløðunum misnøgd í einum øðrum politiskum flokki, har var tað ikki formaðurin, ið stóð fyri skotum, men fram- standandi politikari í flokk- inum. Hendan skriving týðir ikki uppá, at okkara politiska støði hækkar, tvørtur ímóti. Tað má vera hart hjá einum formanni fyri nokk so stóran polit- iskan flokk at fáa tað skotsmál, at hann hevur eina ringa muru, og at hann gongur við gron. Soleiðis kenni eg ikki Jóannes Eidesgaard, eg vil siga tað mótsatta um mannin. Nú dalar kunsturin TÍÐINDASKRIV Sandavágs Ítróttarfelag Sandavágs Ítróttarfelag takkar fyri alla hjálp í samband við stóra tunn- ilstiltakið sunnudagin 8. december. Takk fyri allar bollarnar og fyri alla hjálp við par- kering og vakt annars. Børnunum, sum so huga- góð hjálptu okkum at fylla posar, takka vit hjartaliga. Stuðlum okkara: Atlantic Airways, MBM, Flogfelag Føroya, Føroya Sparikassa, Tage Jørgensen, Føroya Keypsamtøku, Føroya Banka, Ewos, Føroya Bjór og Heimabakarínum í Sandavági, takka vit hjarta- liga. Stóra tøkk øll somul. Sandavágs Ítróttarfelag takkar C M Y K 13 12