leygardagur 14. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241. - 14. desember 2002
15
Leiðslan niðurger tær
skipanir, sum eru
mentar á Elektron, og
hon sigur hálvar
sannleikar í herferð-
ini fyri Gjaldskipan-
ini. Tað siga starvs-
fólkini á Elektron.
Stóð tað til teirra, so
var V&T-skipanin
ment í staðin, tí tað
hevði verið bíligari og
fult so gott
ELEKTRON-MÁLIÐ
Ingi Rasmussen
Gjaldsskipanin er óneyðug,
og tað hevði loyst seg betur
at útbygt føroysku V&T-
skipanina.
Tað siga starvsfólkini hjá
Elektron. Tey hava sent
leiðsluni eitt hvassorðað
bræv, har tey harðliga átala
hennara framferð í málin-
um um persónsupplýsingar
og Gjaldskipanina, sum
hevur
verið
so
nógv
frammi.
Mótmælið er skrivað í
kjalarvørrinum á óvanligu
heilsíðulýsingunum, sum
Elektron og peningastovn-
arnir settu í stóru dagbløð-
ini 23. november. Tað er
starvsfólkafelagið, sum tal-
ar at tí, sum tey kalla
»reklamuherferðini
hjá
Elektron og peningastovn-
unum«.
Starvsfólkini siga í svar-
inum, sum er sent 26. nov-
ember, at leiðslan bæði nið-
urger tær skipanir, sum eru
mentar á Elektron, og kem-
ur við hálvum sannleikum
til frama fyri Gjaldskipan-
ina.
Kanning gjørd
Higartil hevur stríðið um
Gjaldsskipanina
verið
rættiliga prinsipielt og hev-
ur snúð seg um rættartrygd.
Men nú brævið frá starvs-
fólkunum er komið fram, er
verri at fáa eyga á, hvørji
atlit liggja til grund fyri at
fara yvir til Gjaldskipanina.
Sum skilst er ein kostnað-
nyttu kanning gjørd á Elek-
tron, har vigast skuldi fyri
og ímóti at útbyggja V&T-
skipanina ella fara yvir til
eitt tætt samstarv við PBS
um eina gjaldskipan. Nið-
urstøðan var, at tað loysti
seg betur at útbyggja V&T-
skipanina.
Kortini valdu peninga-
stovnarnir
og
Elektron
loysnina at samstarva við
PBS. Tí uttan hendan sam-
starvsmøguleika
»hevði
Elektron verið noytt til at
brúkt sera nógva orku fyri
at kunna bjóða eina líkn-
andi tænastu«, var sagt í
áðurnevndu lýsingunum í
bløðunum.
Hetta er als ikki rætt, siga
starvsfólkini.
V&T bíligast
Drúgvu undankanningarnar
vístu, at ein útbygging av
V&T-skipanini hevði verið
tann bíligasta og besta
loysnin, sigur starvsfólka-
felagið, og tað vildi ikki
verið brúkt meira orka til
hetta arbeiði, enn tað er
brúkt upp á Gjaldskipanina
higartil. Og starvsfólkini
skoyta uppí, at 99% av
Gjaldskipanini er ment á
Elektron, so tey skuldu
nokk klárað tað uttan PBS.
Starvsfólkini mótmæla í
somu vending, at tað skal
vera neyðugt at flyta per-
sónsupplýsingar um landa-
mørk fyri at luttaka í al-
tjóða samstarvi við aðrar
fyritøkur, sum Elektron og
peningastovnarnir
føra
fram. Tey siga, at tað ber
væl til at gera skipanir í
samstarvi við virki uttan-
lands, uttan at persónsupp-
lýsingar eru við. Fesk dømi
um hetta eru Netbankin og
Tollskipanin.
Yvirlit uttan
trupulleika
Tað, sum serliga hevur
fingið ilt í starvsfólkini á
Elektron, er tann umrøða,
sum leiðslan og peninga-
stovnarnir
geva
V&T-
skipanini. Ført hevur verið
fram, at hon ikki so frægt
sum kann vísa eitt yvirlit
yvir fíggjarstøðuna. Tað
undrast starvsfólkini á, tí
tað kann Gjaldsskipanin
heldur ikki.
Helst verður meint við
gjaldsyvirlitið, siga starvs-
fólkini, men tað hevði ikki
kravt ta stóru orkuna at
gjørt eitt líknandi yvirlit í
V&T-skipanina.
Sostatt er eitt sindur ilt
hjá uttanfyristandandi at
skilja, hví tað er so umráð-
andi hjá leiðsluni fyri Elek-
tron og peningastovnarnar
at avhøvda V&T-skipanina.
Fólk í peningaheiminum,
sum Sosialurin hevur tosað
við, siga í øllum førum, at
hon hevur virkað uttan
trupulleikar í 10 ár, og tað
hevði verið lætt at útbygt
skipanina.
Pengeinstitutternes
Betalings Systemer í
Danmark tjena
pengar fyri hvørja
sjálvvirkandi flyting,
sum føroyingar
fremja frameftir.
Harafturímóti kann
Postverk Føroya
missa nakað av pen-
ingi, um farið verður
yvir til GjaldSkipan í
staðin fyri V&T-
skipanina. Post-
verksstjórin óttast
kortini ikki gongdina
GJALDSSKIPAN
Ingi Rasmussen
Verður føroyska V&T-skip-
anin avhøvdað til frama
fyri nýggju Gjaldsskipan-
ina hjá Elektron og pen-
ingastovnunum, so kann
Postverkið missa munandi
upphæddir.
Tað metir ein kelda við
góðum kunnleika til pen-
ingaheimin, sum kennir
væl til V&T-skipanina.
Stórir kreditorar, so sum
SEV, Shell, Statoil, Føroya
Tele og Kall díkja okkum
undir í fráboðanum. Hóast
rokningarnar verða goldnar
við føstum flytingum, so
syrgja stóru fyritøkurnar
altíð fyri at senda eina
fráboðan frammanundan,
har sagt verður frá, hvussu
nógv verður flutt av tínari
konto. Vit kenna tað oftast
sum eitt krossað girokort.
Nýggja
Gjaldskipanin
sendir eitt samlað yvirlit til
kundan, og tí kann roknast
við, at kreditorarnir gevast
at senda fráboðanir sjálvir.
Niður at venda
GjaldSkipanin er ein før-
oysk útgáva av Betalings
Service hja PBS. Við
nýggju skipanini skulu
allar flytingar til Danmark-
ar at venda. Fyri hvørja
einstaka flyting fær PBS
yvir 4 krónur. Talan er so-
statt um milliónaupphædd-
ir, ið enda í Danmark.
Nú farið verður yvir til
Gjaldskipanina fær kundin
sostatt eitt samlað yvirlit
hvønn mánað. Tað merkir,
at stóru føroysku kreditor-
arnir ikki longur nýtast at
senda sínum kundum eina
fráboðan, tí hon stendur á
mánaðarliga yvirlitinum.
Sostatt kann Postverkið
missa
inntøkurnar
fyri
porto av øllum teimum frá-
boðanum, sum vit fáa frá
telefyritøkum, oljufeløgum
og øðrum.
Stórur partur
Postverkstjórin sigur, at
handilspostur er ein stórur
partur av inntøkukelduni
hjá
Postverkinum,
og
harímillum eru eisini frá-
boðanirnar um fastar flyt-
ingar frá kreditorum.
Bergur í Garði óttast
kortini ikki fyri, at Post-
verkið gerst fátækt av hesi
orsøk.
– Tað slept ikki undan, at
øll automatisering vil við-
føra, at posturin minkar.
Men sum postverkstjóri eri
eg ikki bangin fyri, at stóru
kreditorarnir
gevast
at
senda brøv til sínar kundar,
hóast teir ikki nýtast tað
longur, sigur Bergur í
Garði.
Í Gjaldskipanini stendur
navnið á kreditorinum mill-
um nógvar aðrar, sum eru
savnaðir í einum yvirliti.
Sostatt er hann ikki serliga
sjónligur.
– Um stóru kreditorarnir
eru góðir við sínar kundar,
so trúgvi eg ikki, at teir eru
nøgdir við at standa á einari
linju á einum brævi frá
Gjaldstænastuni. Teir fara
helst framhaldandi at senda
sínum kundum brøv, so teir
eisini frameftir eru sjónligir
í hugmyndini hjá kundan-
um, sigur Bergur í Garði.
Gjaldskipanin er óneyðug
Samsvar er ikki millum tað, sum starvsfólkini á Elektron halda, og tað, sum leiðslan alment ber
fram í málinum um nýggju Gjaldskipanina
Gjaldskipanin skal avloysa V&T-skipanina, sum
var ment á Elektron í 1992. Talan er um eina skip-
an, sum ger sjálvvirkandi flytingar fyri fólk.
Gjaldskipanin, sum er ein føroysk útgáva av Beta-
lings Service hjá PBS, krevur, at upplýsingar
verða sendar til Danmarkar, hóast ein løgtingslóg
er ætlað at forða fyri hesum. Elektron fekk kortini
í øðrum umfari loyvi til hetta frá Dataeftirlitinum,
men landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur
sett sær fyri at herða kunngerðina um vernd av
persónsupplýsingum, so málið verður steðgað.
Tað hóvar leiðsluni á Elektron og peningastovnun-
um sera lítið.
Fakta
Postverkið kann missa pengar
»Gutthús« eitur skald-
søga eftir Oluf Djur-
huus, sum er komin út.
Søgan fer fram í tíðar-
skeiðnum síðst í 19. øld
og nakað langt fram í
20. øld. Evnið er tub-
erklarnir, sum rættiliga
gera um seg hesa tíðina.
At skaldsøgan fekk heit-
ið Gutthús, komst av tí,
at hetta húsið í veruleik-
anum varð so ómetaliga
hart rakt, greiðir Oluf
Djurhuus frá.
Hann hevur sjálvur
ættarbond úr hesum húsi
í móðurætt, men hann
sigur kortini talan vera
um eina skaldsøgu, ið
viðger hendingar í hes-
um tíðarskeiði, sum ser-
liga eldri komast við.
Uttan iva eru eisini
mong av teimum ungu
áhugað í at vita, hvussu
undanfarin
ættarlið
baldust.
Oluf minnist hesa tíð-
ina sum trupla. Men ikki
minni gleðilig kendist
tann tíðin, tá læknarnir
fingu tamarhald á sjúk-
uni við heilivági og
skurðviðgerð.
Oluf Djurhuus hevur
áður skrivað fleiri bøkur,
m.a. tvær skaldsøgur í
1999 og 2000 nevndar
»Vónbrot« og »Tey, ið
undan fóru«. Hann hev-
ur eisini skrivað fleiri
minningarrit, eitt nú um
Skála handverkarafelag,
Skála arbeiðsmannafel-
ag.
-ir
Ein søga um tuberklar
Oluf Djurhuus við nýggju
bók síni »Gutthús«
Mynd: Jens K. Vang
15
14
Nr. 241. - 14. desember 2002
Hjalmar P. Petersen
Einaferð bar til at eita tað,
mann vildi - bara prestur
kundi nokta. So kom ein
lóg. Knappliga vóru bara
nøkur fá nøvn loyvd. Bara
tankin er groteskur. Teir fáu
sluppu at kroysta sínar
normar yvir tey mongu.
Tann gamla Vilhelmine
Christine Himmeline Juste-
sen, kallað upp eftir sjálv-
um Kristi og himmalfars-
degi hansara, varð strikað,
tí hon hevði fleiri enn tvey
nøvn, og um onkur eftir-
komari hennara sleppur at
bera Himmelinenavnið, er
allarhelst óvist.
Men skamt skulu harðir
harrra ráða.
Tann miseydnaða navna-
lógin frá 1992 bleiv endur-
skoðað, og nú eru rúmari
ræsir, men ikki nóg gott
kortini, tí vit skulu als onga
navnalóg hava, meini eg.
Vit skulu sleppa at brúka
øll tey nøvnini, sum verið
hava í 19. og 20. øld. So
einfalt, og tá verður maður/
kona ikki kallað(ur) burtur
úr ætt.
Jógvan av Lakjuni hevur
víst á skilaloysið í navna-
lógini. Jú dømini eru har.
Eitt nú ber til at eita og
skriva seg Jonn og John,
men ikki Michael. Her skal
tað vera Mikal. Hví hava
John, men ikki Michael? Er
tað demokratiskt, ella eru
undantaksloyvi givin teim-
um fáu? Hvussu við Jenný.
Hetta gongur ikki eftir
føroyskum
framburðar-
reglum, men eftir íslendsk-
um, har -ý hevur ein -i
framburð, meðan vit vissu-
liga siga -ui í føroyskum. Tí
skuldi tað, skal tað skrivast
eftir føroyskum reglum,
verið Jenny.
Nøvn og máldeyði
Nøvn valda ikki nakran
máldeyða. Einki mál í
hesum heimi er deytt, tí tað
hevur havt fremmand nøvn,
og grundin er hon, at nøvn
eru indeks.
Hetta gongur aftur til
amerikanaran C.S.Peirce.
Hann tosar m.a. um tekn,
eisini málslig tekn, og fyri
at lætta eitt sindur um,
kunnu vit siga, at eitt
málsligt tekn er tað sama
sum eitt orð, sjálvt um tað
ikki heilt er tað sama.
Man lat tað fara.
Hetta greinarpettið skal
ikki nýtast til annað enn at
vísa á, at nøvn standa á
jøvnum føti við eitt nú
hjáorð og fornøvn í teirri
málsligu skipanini.
Peirce hevur eitt trýbýti
av tekninum. Hesi kallar
hann ikon, indeks og sym-
bol.
Sært tú eina mynd av
Nólsoynni, er eitt beinleið-
is, fysiskt samband ímillum
Nólsoynna og myndina, og
hetta er eitt ikon. Viss orð
hava hetta sama í sær. Tað
eru ljóðeftirhermandi orð.
Tú hevur eitt beinleiðis,
fysiskt samband ímillum
krá, krá og krákuna, t.e.,
ímillum ljóðketuna og dýr-
ið.
Onnur tekn eru indeksini,
sigur Peirce.
Sært tú royk, gevur hann
tær eina psykologiska asso-
siatión til eld. Sært tú fóta-
fet í kavanum, fær tú eina
psykologiska assosiatión til
eitt menniskjað.
Viss orð í málinum eru
indeks. Talan er um for-
nøvn sosum eg, tú, hann og
hjáorð eins og her, har,
nú…
Um systir tín sigur eg fari
at keypa, fært tú, sum
hoyrir setningin, eina bein-
leiðis, psykologiska asso-
siatión ímillum fornavnið
eg og tann persónin, tað
peikar á. Sigur beiggi tín,
omman ella farbróðurin
ella onkur heilt annar, t.d.
løgmaður, at eg fari at
keypa, vísir fornavnið í
hvørjum einstøkum føri til
hesar persónarnar. Lurtarin
fær tá eina aðra psykolog-
iska assosiatión ímillum
orð og persón. Hetta eru
indeksini, og tað átti at
verið rímiliga greitt, at
nøvn, og eisini staðarnøvn,
hoyra undir henda bólk.
Lurtarin fær eina psyko-
logiska mynd, so at siga, av
persóninum, tá hann hoyrir
navnið. Tað er einki í bók-
stavasamansetingini, sum
skapar hesa psykologisku
assosiatión, sum tað er í
ikonunum, har tað fysiskt
er eitt samband ímillum
ljóðini krá, krá - tey vit
hoyra - og krákuna.
Nøvn eru ikon, og sum
ikon ganga tey inn í mál-
skipanina á ein annan hátt
enn vanlig orð, t.e. symbol,
sum vit stutt skulu nerta við
niðanfyri.
Í øllum teimum indo-
europeisku málunum, og
allarhelst í fleiri øðrum av
heimsins málum, er tað
soleiðis, at fornavnaskip-
anin gongur eftir alt øðrum
bendingum
enn
vanlig
navnorð. Tað sæst við at
benda eitt nú eg, meg, mær,
mín mótsett armur, arm,
armi. Ólíkskapurin fær ikki
verið størri.
Av tí at nøvnini ganga
eftir einari aðrari skipan, er
tað heldur ikki óvanligt, at
tey ikki bendast! Vanligt er
í føroyskum at siga, at eg
fari at vitja Ólavur - meðan
tað næstan er undantakið,
at fólk siga eg fari at vitja
Ólav, og hetta stendst júst
av, at nøvnini eru ikon, ikki
symbol. Málsøguliga sæst
tað eisini, at tey eru annar-
leiðis enn vanlig orð í
málinum. Tí er tað, at mann
í staðarnøvnum hevur und-
arligar formar eins og
Strapuli í Sandavági ella
Roggutuóm, eitt seyðafylgi,
sum kemur av Reiðgøtuóm.
Um hetta seyðafylgi hevur
E. Weyhe skrivað eina
grein. Nøvn verða eisini
samanrykt og vit finna Jón
frá Jóhannes o.s.fr., júst tí
tey uppføra seg annarleiðis
enn vanlig orð.
Stutt skal eg nevna, at
C.S.Peirce sigur um vanlig
orð, at tey eru symbol.
Tekur tú orðið hundur, so
er einki samband ímillum
ljóðketuna og merkingina.
Tað er einki í u t.d., sum
sigur, at hetta orðið skal
nýtast fyri ein hund, og sum
symbol, stendur tað fyri
allar hundar, vit hava í
heiminum í dag, teir sum
vóru, og teir sum koma
skulu.
Samanfatandi kann sig-
ast, at natúran í nøvnum er
soleiðis, at tey e r u ann-
arleiðis enn vanlig orð, og
tað sigur so mikið sum, at
tey ikki volda nakran mál-
deyða. Tí er ein navnalóg,
um ætlan hennara er at
verja føroyskt, burtur úr
vón og viti, og meini eg
eisini, at frægast er at
avtaka navnalógina. Eg
meini, at føroyingurin skal
sleppa brúka øll tey nøvn,
sum verið hava í 20. og 21.
øld, og ikki fyrr enn tá vísir
mann virðing fyri upp-
kallingarsiðinum og okkara
heildarmentan. Ikki ber til
at liva eftir normunum hjá
teimum fáu í hesum føri.
VIÐMERKINGAR
Ikki sleppur dugandi maður at verða uppkallaður
Tyngri og tyngri verða sorgin og saknurin
hjá mær, nú tú, góða Martha, er farin. Tú
fylti so nógv í mínum lívi. Vit vóru
saman hvønn dag. Tað var við gleði, at eg
fór út til tín hvønn morgun. Tú gavst so
nógv. Sjálvt um tað var tú, sum var sjúk,
so sást tú so ljóst upp á alt.
Vit høvdu tað altíð so gott saman.
Onkuntíð svav eg hjá tær, tá Egil var
burtur í arbeiðsørindum. Altíð hevði tú
so ringt við at lova Egili avstað. Tú
orkaði ikki tankan um ikki at fáa fatur á
honum, tá tú hevði brúk fyri honum. Tú
var so bundin at honum, men allíkvæl
vart tú altíð so glað Egilsa vegna, at hann
slapp ein túr.
Ja, tað vóru mangan stuttligar nætur.
Ikki svóvu vit nógv, men altíð, áðrenn vit
løgdu okkum, komst tú fram við Bíbluni
og sangbókini, og so lósu vit okkurt sam-
an og kundu liggja og syngja langt út á
náttina.
Martha, tú hevði eitt stórt hjarta, og tú
elskaði øll børn. Tú hevði altíð so ringt
av, at børn skuldu líða órætt. Sjálvt um tit
eingi børn fingu, so høvdu tú og Egil
Tinu, Inga og Jákup Eli sum tykkara
egnu børn. Tú vart sum ein mamma fyri
tey øll. Tit snakkaðu um tey, sum um tit
áttu tey, og eg veit, at Tina Ingi og Jákup
Eli og tit bæði hava havt nógva gleði hvør
av øðrum.
So bleivst tú abbadiddi, og tú vart so
stolt av Káru. Hon var nógv úti hjá
tykkum, og eg veit, at Kára gleddi seg til
at sleppa heim til abbadiddi at pynta til
jóla. Góða Martha, tú vart so glað fyri
jólini. Sjálvt um tú vart blivin sjúk aftur
síðstu jól, so hevði tú alla familjuna úti
hjá tykkum jólaaftan, og eg veit, at tú
vart so glað fyri tað. Tú vart altíð so kedd
um, at tú ikki orkaði at taka tær av
Hannu, tá hon kom, men tú snakkaði um
tey líka til tað síðsta. Tú var so glað um,
at Tina, Kára og Hanna komu heim at
vitja teg.
Eg minnist tann dagin, Allan fór við
Sundabergi. Hann var úti hjá tær um
dagin og segði farvæl, men ein tíma
áðrenn hann skuldi avstað, ringdi tú aftur
eftir honum. Tú fortaldi fyri mær dagin
eftir, at tú hevði sitið og grátið í vind-
eyganum, tá Sundaberg fór út eftir vánni.
Tú segði við meg: »Eg veit, at síggi ikki
Allan aftur her,« og soleiðis varð tað
eisini.
Góða Martha, mangan var tað ringt hjá
mær, tí tú hevði tað ikki altíð so gott,
men ongantíð vildi tú, at nakar skuldi
vita av tí. Tá telefonin ringdi, var tú altíð
skjót at siga: »Sig, at her stendur væl til.«
Tú vart so avklárað við alt. Tú gleddist
um alt, sum stóð í Bíbliuni. Tú sást altíð
eina meining við øllum. Tú segði so ofta:
»Eg havi havt 40 góð ár.«
Nógv av tí, sum vit hava havt saman,
kann eg ikki deila við nakran annan. Ja,
eg minnist, tá tú komst við tí, at tú vildi
velja tær sangir til jarðarferðina. Eg vildi
ikki tosa um tað, men tá tú segði við
meg: »Ert tú ikki glað fyri, at eg eri klár
at fara herfrá?«, síðan tann dagin hava vit
mangan sungið sangirnar saman.
Martha, tú hevði serligar gávur. Tú
fortaldi mær nógv. Tú visti, hvønn veg
tað bar, tað vildi tú altíð fortelja mær. Tú
orkaði ikki meir, tú vildi sleppa úr hesi
neyð. Tú visti, at tú komst í ein betri stað.
Tú tosaði um himmalin og gleddi teg at
sleppa hagar. Eg minnist, tá tú komst
aftur úr Danmark fyri síðstu ferð. Tú
tókst um meg og segði: »Gertrud, nú fari
eg ikki aftur at ferðast, fyrr enn eg fari til
tað landið, har ongin pína og sorg er.«
Eg kundi tikið nógv fram, men eg kann
ikki lata vera at nevna deild M á
sjúkrahúsinum fyri ta stóru hjálp, tit
vóru. Altíð høvdu tit stundir at koma inn
til Marthu, tá hon hevði brúk fyri tí. Tit
vóru allar so góðar við Marthu og
okkum. Takk fyri, at vit sluppu at føla
okkum sum heima á deildini. Eg veit, at
Martha var glað um, at Egil slapp at sova
har og til tíðir at búgva har.
Góða Martha, takk fyri alt, tú hevur
verið fyri okkum. Alla, Flóvin og Dag-
finn hava mist eina góða gummu, sum
teir sakna nógv og ongantíð fara gloyma.
Ingrid mostir, Jákup Eli, Gerd og
Marner, má Jesus styrkja tykkum hesa
tungu tíð, sum stendur fyri framman.
Góði Egil, saknurin hjá tær er størstur.
Tú, sum hevur verið Marthu ein so góður
stuðul, tú vart henni ein góður maður,
sum Martha so ofta segði:
»Eingin hevur so gott tol sum Egil, eg
hevði ikki klárað meg uttan hann.«
Góði Egil. Tú hevur verið ígjøgnum
nógv. Tað hava verið nógvar tungar løtu
hjá tær, men altíð vart tú við tí góða, vísti
við tí góða toli, tú hevur, at tú elskaði
hana og gjørdi alt, sum stóð í tínari makt,
fyri at hjálpa henni.
Má Jesus styrkja teg, Egil, og okkum
øll í hesi sorg.
Gertrud
Minningarorð um Marthu Johansen
C
M
Y
K
14