Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 241. - 14. desember 2002 Nr. 241. - 14. desember 2002 17 Ongantíð panikkur í Tórbjørn Bech var umborð á Norðbúgv- anum, sum hóskvøld- ið rendi í land uttanfyri Skansa- bryggjuna í Havn. – Tað var ongantíð panikkur í, sigur Tór- bjørn. – Eg visti bein- anvegin, hvønn veg báturin rak, so tað var bara at fyrireika meg upp á at hoppa í land ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Hóskvøldið rendi Norð- búgvin á land uttanfyri Skansabryggjuna í Havn, har hann sakk. Tórbjørn Bech, sum við Norðbúgv- anum slapp óskaddur í land, men sami bátur sakk aftur løtu seinni, tá brand- støðin sleipaði hann inn, við molan. Norðbúgvin er ein Awi 27 bátur, og hann hevði júst fingið nýggjan motor. Tór- bjørn Bech var ein royndar- túr við bátinum tá óhappið hendi. – Motorurin koblaði úr, og so vildi hann ikki kobla í aftur, greiðir Tórbjørn Bech frá. – Eg visti beinanvegin, hvat var hent, og hvønn veg báturin rak, so tað kom ongantíð panikkur í, men tað gekk skjótt fyri seg. Tað var bara at boða frá, at eg var uppsteðgaður og fyri- reika meg upp á, at eg skuldi leypa í land. Frá politistøðini í Havn verður upplýst, at klokkan 19.36 hóskvøldið komu boð frá MRCC Sjóbjarg- ingarstøðini um, at ein bátur hevði rent á land. Upplýst var eisini, at ein maður var umborð, og sjúkrabilurin varð tí sendur oman á molan, sum ein trygd. Seinni funnu tey útav, at maðurin var um- borð á Norrønu. Vandi Báturin rak inn ímóti landi, og tá Norðbúgvin var kom- in nóg nær, leyp Tórbjørn á steinarnar á molanum. Men tað var hált, og tí gleið hann niður á sjógv. – Eg slepp fínt upp á land. Men eg gleði ímillum. Eg royndi at halda ímóti, men tað var so hált, sigur Tórbjørn, sum leggur aftur- at, at sjálvandi er slíkt ikki stuttligt. Seinni um kvøldið fóru menn frá Brandstøðini í Havn síðani at sleipa bátin inn um molan við pressar- anum hjá Skipasmiðjuni. Tað gekk fínt inntil Norr- øna skuldi avstað. Tá noyddist Norðbúgvin, sum Óli Hammer, stjóri á Smyril Line eigur, at steðga, og av tí, at tað súgaði so illa í sjónum, so slitnaðu endar- nir og báturin sakk á botn. Fríggjamorgunin fór brandstøðin so aftur út á molan fyri at fáa bátin upp. Tá skuldi báturin bara fáast uppaftur og inn á molan, var upplýst av brandstøðini. Tá Norrøna skuldi avstað hóskvøldið, misti pressarin hjá Skipasmiðjuni Norðbúgvan hjá Óla Hammer, stjóra á Smyril Line. Báturin sakk á botn Mynd: Álvur Haraldsen Pressarin hjá Skipasmiðjuni Mynd: Álvur Haraldsen Tórbjørn Bech var við Norðbúgvanum meðan hann rak á land. Hann slapp tíbetur óskaddur frá hendingini Mynd: Jens Kr. Vang Okkara uppgáva er at gera fiskin dýrari – Virksemið hjá Fo- fish er ikki tódnað, men tað er broytt, sigur Ábraham Løkin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í serblaðnum, Fiskur & Olja, søgdu vit í eini yvir- skrift, at virksemið hjá fiskasølufelagnum, Fofish í Saltangará, er tódnað. Hetta bygdu vit á, at eitt av trim- um feløgum, sum Fofish upprunaliga seldi fyri, nevniliga Snaraløkur, hevði tikið seg burtur úr sam- starvinum. Eftir vóru so skipini hjá Olafi Olsen og Osmundi Justinussen. Annar av monnunum aft- anfyri Fofish, Ábraham Løkin, sigur, at Snaraløkur var so stutt við í samstarv- inum, og tí er ikki rætt at siga, at virksemið er tódnað. – Men tað er rætt, at virk- semið hjá okkum er broytt nakað. Umframt at selja fyri skipini hjá Olafi og Os- mundi, eru vit eisini farnir at selja svartkalva og djúp- vatnsfiskasløg, eins og søla av feskum fløkum so smátt er vorðin ein partur av virk- seminum. Ábraham sigur, at um- setningurin hjá felagnum hevur hildið sær og hevur heldur verið vaksandi enn minkandi. Halda prísunum – Okkara fremsta endamál er at selja fiskin hjá skipun- um. Vit selja fyri provotión, og tí verður tað altíð okkara áhugi at selja fiskin so væl sum tilber. Við í uppgávuni hjá Fo- fish er at hava neyvt sam- band við skip, virkir og uppboðssølu og leggja landingarnar til rættis, so- leiðis at tær passa best inn í mynstrið – alt eftir, hvussu eftirspurningurin og marknaðurin eru. – Tað er greitt, at eitt slíkt sølufelag er ikki líka væl sætt í eygunum á øllum, tí vit royna at gera okkara til, at rávøruprísirnir verða hildnir uppi, og tað ger jú, at fiskurin, sum virkini keypa, verður dýrari. Ábraham vísir á, at okk- urt av feløgunum, sum Fo- fish selir fyri, sigur seg ikki síggja tað soleiðis, at teir gjalda fyri at fáa fiskin seldan, tí virksemið hjá Fofish er við til at halda prísunum uppi. – At so onnur skip, manningar og reiðaríir eis- ini fáa ágóðan av hesum, kann jú bara vera gott, leggur hann aftrat. Sum felag, ið tekur sær av at selja ráfisk, liggur áhugin hjá Fofish á skipa- síðuni, sjálvsagt. Knýta saman aftur Ábraham Løkin sigur, at ábendingar eru um, at skip og virkir í størri mun enn seinastu árini, nú verða knýtt samanaftur. – Vit síggja, at skip landa til somu virkir túr eftir túr og fáa tann prís, sum er á marknaðinum. Men onkur skal vera at halda marknað- arprísinum uppi, og tað gera ikki tey skip, sum á henda hátt knýta seg til virkini, leggur hann aftrat. Fiskavirkini liva av mun- inum millum keyp og sølu - antin ráfiskaprísurin er høgur ella lágur. – Vit halda tað hava stór- an samfelagsligan týdning, at rávøran hevur góðan prís, og tað er hetta, sum er málið við virkseminum hjá Fofish, sigur Ábraham Løkin, sum saman við Leif Høj eigur felagið. – Tað hevur stóran samfelagsligan týdning, at rávøran hevur góðan prís, og tað er hetta, sum er málið við virkseminum hjá Fofish, sigur Ábraham Løkin. Mynd: Vilmund Jacobsen Jólamenn vitja børn í Eysturoy Í dag steðga jólamenn í brandbilum við jólatrøini í øllum kommunum í Eysturoy JÓLATILTAK Vilmund Jacobsen Kunningarstovnurnar í Eysturoy ætla ikki, at desember mánaði skal fara fram við uttan, at øll børn í Eysturoy skulu hava havt møguleikan at síggja jóla- mannin - og eisini hava fingið okkurt gott frá honum. Aftur í ár verður nevni- liga skipað fyri serligum jólatiltaki í oynni, og hetta tiltak verður longu í dag, leygardagin 14. desember. Jólamenn í tveimum brandbilum fara at koyra runt alla Eysturoynna og geva børnunum okkurt gott. Annar brandbilurin byrj- ar byrjar á Strondum kl. 11 í morgun og hin í Oyndarfirði kl. 13.00. Koyrt verður, til jólamenn- inir hava vitjað í øllum kommunum í oynni, og seinasta vitjanin verður á Toftum kl. 17.30. Skráin Brandbilarnir við jóla- monnunum steðga við jólatrøini í ymisku komm- ununum. Steðgirnir verða hesir (brandbilur 1): Strendur (11.00), Skáli (11.45), Oyrarbakki (12.45), Eiði (13.30), Gjógv (14.15), Funningur (15.00), Funn- ingsfjørður (15.30), Runa- vík (16.30) og Toftir (17.30). Brandbilur 2 steðgar soleiðis: Oyndarfjørður (13.00), Gøta (14.30), Leir- vík (15.15) og Fuglafjørður (16.30). Tað verður stuttligt at vera barn í Eysturoy í dag. Jólamenninir eru í jólahýri og vitja við jólatrøini í hvørji kommunu. C M Y K 17 16