leygardagur 14. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
18
Nr. 241. - 14. desember 2002
Konfirmantar hittust 40 ár seinni
Eftir 40 ár, hittust
konfirmantar frá
1962 aftur í Vágs
kirkju í oktober í ár
KONFIRMANTAR
Dagfinn Olsen
Tann 21. oktober í 1962
vóru 36 ungfólk konfirmer-
að í Vágs kirkju. Í oktober í
ár vóru 40 ár liðin og nøkur
teirra tóku stig til eina
samkomu, fyri at savna so
mong, sum gjørligt, aftur.
20 teknaðu seg til sam-
komuna. Av konfirmantun-
um í Vágs kirkju í 1962 eru
tvey deyð. Fleiri búgva í
Danmark og hjá fleiri teirra
lá ikki fyri at koma. Nøkur
eru eisini farin norðureftir
at búgva, til Havnar og
aðrastani. Vegna veður
sluppu tey ikki suður til
Suðuroyar til samkomuna,
sum var tann 13. oktober í
ár.
Sostatt hittust 16 av
konfirmantunum í Vágs
kirkju í oktober 1962 aftur
á samkomu tann 13. okto-
ber 2002.
Fleiri teirra, ið ikki
høvdu høvi at vera við,
høvdu hugsað sær at sæð
hini aftur. Tí eru ætlanir um
at skipa enn eina samkomu
seinni, tá aftur eitt runt ára-
mál er runnið, men enn er
einki ásett.
Í 1962 var Veyhe prestur.
Konfirmantarnir
vóru:
Emma Midjord, Lopra,
Elisabeth Jensen, Porkeri,
Petrea Djurhuus, Porkeri,
Sólvá Nolsøe, Vágur, Marj-
un Dahl, Vágur, Eyðbjørg
Niclasen, Vágur, Lorensa
Poulsen, Vágur, Marianna
Poulsen, Sumba, Johanna
Sofía
Kjærbo,
Sumba,
Sonja Jensen, Sumba, Anni
Tausen, Hov, Hansina Lar-
sen, Porkeri, Finngerð Aug-
ustinussen, Vágur, Sólgerð
Samuelsen, Vágur, Else-
beth Joensen, Sumba, Jóna
Bech, Porkeri, Kirsten Jo-
ensen, Vágur, Brynhild
Bech,
Porkeri,
Jonny
Rættá, Vágur, Sommer
Joensen, Sumba, Salmun
Bech, Porkeri, Egil Thom-
sen, Sumba, Petur Dahl
Nolsøe, Vágur, Hans Pauli
Strøm, Vágur, Lundahl
Augustinussen,
Vágur,
Martin Midjord, Lopra,
Georg Dahl, Vágur, Páll
Augustinussen, Vágur, Jar-
mund Djurhuus, Porkeri,
Sofus Strøm, Vágur, Martin
Strøm,
(deyður),Vágur,
Danjal
Johan
Lisberg,
Sumba, Magnus Veyhe,
Porkeri,
Jákup
Hjelm,
(deyður),Vágur,
Bjarki
Hovgård, Hov, Óli Emil
Olsen, Vágur.
Konfirmantar 21. oktober
1962, Vágs kirkja
Konfirmantar hittast 40
seinni, tann 13. oktober
2002, Vágs kirkja
Siloakórið gevur fløgu út
Í dag kemur fløgan
hjá Siloakórinum í
sølubúðirnar. Á fløg-
uni eru 12 sangir, ið
allir hava andaligt
innihald, men eru av
sera ymiskum upp-
runa. Millum sangir-
nar eru spiritual,
enskir sálmar, amer-
ikansk løg og 5 sangir,
sum eru uppruna før-
oyskir, bæði orð og
lag. Sangirnir eru
avbera vakrir og væl
framførdir, og er fløg-
an ein góð jólagáva
ÚTGÁVUR
Rúna Sivertsen
Fløgan, sum Siloakórið í
dag kemur á marknaðin
við, má sigast at vera ein
rættilig fuglfjarðafløga, tí
millum orð- og lagsmiðir
teljast fleiri fuglfirðingar.
Victor Danielsen og Ismar
Joensen eiga fleira av tekst-
unum og brøðurnir, Jógvan
og Eyðun á Lakjuni, eru
lagsmiðir til fleiri av sang-
unum. Martin Simonsen,
sum eisini er fuglfirðingur,
hevur gjørt eitt av løgunum.
Síðani 1988, hevur sang-
kórið í Siloa í Fuglafirði
verið virkið uttan steðg.
Tað er Eyðun á Lakjuni, ið
stjórnar kórinum, sum telur
um 30 sangarar.
Flestu teirra eru úr
Fuglafirði, men verður
kórið eisini stuðlað úr øðr-
um bygdum í Eysturoynni.
Kórið syngur fyri tað mesta
á møtum, men seinnu árini
hava tey eisini havt kon-
sertir.
Útgevararinir siga, at
tankin um at geva fløgu út
er sprottin so við og við.
Fyrst var ætlanin bert at
syngja nakrar sangir til út-
varpið. Við tí fyri eyga,
kom Pauli Magnussen,
tøkningur í Útvarpi Føroya,
í 1999 til Fuglafjarðar at
gera hesar upptøkur.
Sum tíðin er liðin og lurt-
að hevur verið eftir upptøk-
unum, er ynski um at geva
hetta út komið aftur og
aftur.
– Tað er okkum ein stór
gleði at geva hesar sangir út
á fløgu. Hóast vit vita, at
hetta ikki er lýtaleyst, er
vón okkara, at sangirnir
verða til gleði og signing
fyri mong, sigur Eyðun á
Lakjuni, kórleiðari.
Orgulfylgispælið eigur
Martin Simonsen, klaver-
fylgispælið
Jógvan
og
Eyðun á Lakjuni. Solistur
er Edna Jacobsen. Forsíðu-
myndina hevur Øssur Mohr
málað.
Heitið á fløguni, “Nú
ljósur er mín vegur”, er úr
sálminum, “Í deyðaskugg-
ans landi”, sum Victor
Danielsen yrkti.
Fløgan, sum er at fáa í
sølubúðunum kring landið,
kostar kr. 159.
Avbera vøkru og ljósu røddirnar hóska væl til heitið á fløguni, “Nú ljósur er mín vegur”, sum Siloakórið í Fuglafirði í dag kemur
á markanðin við. Myndin er tikin undir venjing í Siloa mikukvøldið
Mynd Øssur Mohr
Nr. 241 • leygardagur • 14. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá framtíðin gerst viðkomandi
Hugurin fyri Science fiction varð kveiktur longu í
barnaárunum í Skúgvi. Nú hevur Hanus Kamban
skrivað fyrstu føroysku bókina, sum burturav
inniheldur og viðger vísindaskaldskap
JÓLAHUGNI
Ingrid Bjarnastein
Hóast veðrið als ikki bendir á, at
jólini eru í hondum, so hevur
hetta ikki ávirkað tey í Barna-
garðinum á Konmansmýru í
Havn. Inni í Túgvuni, sum er ein
av teimum trimum stovunum í
barnagarðinum, er pyntað frá
lofti til gólv, og eru tað børnini,
sum hava staðið fyri meginpart-
inum.
Í vindeyganum eru perur og
ljós, og runt alla stovuna hanga
einglar, jólastjørnur, kramarhús-
ar, nissur og annað, sum bendir
á, at jólini nærkast við stórum
fetum.
Nógvur gangur er inni, og
nøkur børn sita rundan um eitt
borð og klippa jólapynt. Onnur
spæla í stóra spælihúsinum, sum
eisini er pyntað við nissum,
jólaperum og øðrum.
Loyniligar jólagávur
– Nú til jóla hava vit klipt stjørn-
ur, nissuhúgvur, kramarhúsar,
jólatrø og so víðari, sigur Emi,
sum er ein av teimum, sum
starvast í Túgvuni.
– Vit hava eisini gjørt jóla-
gávur til foreldrini, men vit
kunnu ikki fortelja tykkum, hvat
tað er, tí tað er loyniligt.
Í vindeygakarminum standa í
dag 11 ljós. Hetta er ársins jóla-
kalendari. Hvønn dag verður eitt
nýtt ljós tendrað.
Í Túgvuni eru 18 børn frá 3 –
6 ár. Fitt eru tey. Tey fjeppast
uppi í fotografinum og spyrja,
um hann tímur at taka mynd av
teimum. Ósmæðin barnahjørtu.
Við borðið sita tey við saksi,
lími, glitur og nógvum pappíri
og klippa. Millum hesi situr
Rani, sum eisini hevur klipt sær
eitt jólatræ. Hann er fimm ár.
– Eg gleði meg til jólar, sigur
hann smílandi.
– Eg veit ikki ordiliga, hvat eg
ynski mær, men eg fari at
hyggja í BR-blaðið, so veit eg,
hvat eg ynski mær í jólagávu.
Tá spurt verður, hvat hann
plagar at fáa, svarar hann bara, at
tað er alt møguligt.
Í eini skál standa mandarinir.
Angurin av mandarinum ger tað
bara uppaftur jólaligari inni í
stovuni.
Túgvan hevur longu havt jóla-
veitslu. Tá vóru foreldrini eisini
við, og dansað varð jólatræ og
jólamaðurin var eisini á vitjan.
Vár, sum er trý ár, situr við ein
enda á borðinum. Hon hevur
klipt sær ein jólamann, og nú
situr hon hugagóð og litar hann
við blýanti.
– Tá eg var lítil, hevði eg ein
grønan saks, sum er til lám, sigur
hon.
Jólamaðurin er nú næstan
svartur av allari litingini. Men
buksurnar eru hvítar.
- Glitur at líma upp á pyntið
dámar børnunum ógvuliga væl,
siga Emi og Maria. Og um hugt
varð runt um borðið, so sótu mín
sann næstan øll og límaðu glitur
á jólamenninar og trøini.
Um ikki so leingi verður jóla-
døgurði. Til hetta høvið hava
børnini klipt okkurt serligt til
gløsini sum tey skulu drekka úr.
Eisini hava tey klipt eina kurv í
part, tí tey hava eisini gjørt
bomm, sum tey skulu leggja í
hana.
Millummáli nærkast, og børn-
ini byrja at gerast ótolin. Tey fara
út í gongina at renna, men koma
skjótt innaftur. Vit takka fyri
okkum, og fara útaftur. Sólin
hevur hug at kaga fram, og
meðan vit ganga, rópa børnini
bei eftir okkum.
Jól í Túgvuni
Í Barnagarðinum á Konmansmýru eru tey veruliga komin í jólahýr.
Børnini klippa jólapynt og gera klárt til jóla. Jólaveitslan hevur longu
verið, men enn bíðar jóladøgurðin, har børnini eisini hava ein leiklut
Í Barnagarðinum á Konmansmýru í Havn eru tey veruliga komin í jólahýr. Stovurnar eru prýddar og jólaklipp er á skránni hvønn dag
Mynd: Finnur Justinussen
Lesið síðu 11 og 12
C
M
Y
K
18