leygardagur 14. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
C
M
Y
K
20
ella ein tunnil. Yvirskriftin er ein
leysliga umsett yvirskrift á einari
grein, eg einaferð las í Berlingar-
anum: Man har aldrig fortrudt en
bro æt hon - eitt sitat eftir
danska yrkjaran Benny Ander-
sen. Og hetta kom mær fyri, nú
tunnilin undir Vestmannasundi er
latin upp. Tí tað er jú rætt!
Flestu atfinningarnar koma
altíð, áðrenn eitt nýtt samband
letur upp, men tá tað so ER har,
kann eingin ímynda sær, at tað
IKKI skuldi verið har. Tað er
eitt, tvey, trý, so hevur ein vant
seg við tað. Púra líkamikið,
hvussu nógv mótmæli annars
vóru, áðrenn sambandið kom, og
hvussu dýrt tað so enn hevur
verið at bygt.
Her hugsi eg t.d. eisini um
tvær stórar brýr niðri í Danmark
Stórabeltsbrúnna og Oyrasunds-
brúnna. Har var ein øgiligur
levind og gangur ímóti hesum
brúgvum áðrenn, tær komu, og
hetta varð eisini skýrt at vera
nøkur verri fantasifostur, sum
tað var púra burturvið bara at
droyma um at fara undir. Bara
kostnaðurin! Nógv fólk óttaðust
eisini fyri, at tey ikki fóru at tora
at koyra í undirsjóvartunnlunum,
sum eru ein partur av samband-
inum bæði yvirum Stórabelt og
Oyrasund.
Men nú sambandið er komið
og brúgvarnar standa, eru lov-
orðini mong, hóast fólk ilskast -
eisini har inn á okurprísirnar, ein
skal gjalda fyri at koyra á hesum
brúgvum. Men at tær ERU har,
hevur eingin nakað ímóti longur.
Áðrenn vóru tær ein náttúru-
spilla. Nú eru tær eitt satt arki-
tektoniskt prýði og stoltleikin hjá
danska (og svenska) fólkinum.
Ja, tað hevur enntá víst seg, at
náttúran hevur fingið sínar fyri-
munir eisini, við at fugla-, fiska-
og djóralív eru økt í økjunum
við brúgvarnar. Og fólk vandu
seg eisini rættiliga skjótt við
tankan um at koyra undir sjó-
num, tá tey høvdu roynt tað
nakrar ferðir og upplivdu tað
rímiliga vandaleyst.
Tey flentu at táverandi danska
ferðslumálaráðharranum Kaj
Ikast - ein av upphavsmonnunum
til uppskotið um at byggja Stóra-
beltsbrúnna - tá hann, spurdur av
einum journalisti um hvør fyri-
munurin var við Stórabeltsbrúnni
(- hetta var áðrenn hon varð
liðug), stóð fastur og hansara
einasta argument eftir ein langan
steðg, har hann hugsaði seg
gjølla um, var, at nú fóru bónd-
irnir á Fjóni at kunna koyra
skjótari yvirum Stórabelt við
mjólk, so hon kundi keypast
frískari í Keypmannahavn! Og
rætt er, at tað er ein dýrur
fyrimunur at keypa sær, um tað
var einasti fyrimunurin.
Men fyrimunirnir við einum
góðum, skjótum sambandi mill-
um landspartar eru ikki so eyð-
sæddir, fyrr enn fólk hava roynt
tað. Tað snýr seg ikki bara um
pengar og spardar minuttir av
ferðini. Nei, tað er sum um bøtta
samanknýtingin av landspørtum
ikki bara er geografisk ella
fysisk, men avgjørt eisini
mental. Tað gevur frælsi við
føstum sambandi, og tað opnar
fyri nýggjum slúsum og niður-
brýtur mentalar forðingar.
Ferðslan økist munandi og nógv
onnur bond enn bara brúgvin
(ella tunnilin) í sær sjálvum
verða knýtt. Har sum lív, fólk og
ferðsla eru, koma meira lív, fólk
og ferðsla aftrat. Sjálvt Vest-
menningar fara ivaleyst í longd-
ini at virðismeta, at eisini tey
kunnu koyra til og úr Vágum um
náttina, um tað skal vera, hóast
teir skulu koyra ein ávísan
umveg nú.
Jú, man kann vera nostalgiskur
yvir at missa eitt vælkent ferju-
samband, tí sjálvandi er tað
syrgiligt, at eitt langt tíðarskeið
er av við hesum ferjusambandi
og við teim fólkum, sum høvdu
hetta sum arbeiði. Lívið hjá
Vestmenningum og Vágafólki og
hjá øllum okkum, sum eisini
ferðast tann vegin verður ongan-
tíð tað sama aftur. Og vit fara at
leingjast eftir løtunum umborð á
Ternuni, eins og vit longdust
eftir Sam ella Bragd, tá teir
sigldu rutuna Vestmanna/Oyrar-
gjógv ella eftir Ólavi, sum sigldi
rutuna Kvívík/Fútaklettur í sínari
tíð, men eingin kundi droymt
um, tá hesi før vóru útskift, at
vent aftur til tey gomlu, ikki tá
ein fyrst merkti fyrimunirnar við
tí nýggja sambandinum.
Og soleiðis man eisini fara at
vera við okkara nýggja
undirsjóvartunnili. Tað er alt ein
spurningur um eina vanasak.
P.S. Hvat við at lata næsta byggi-
stig vera eitt steðgipláss við
einum hugnaligum matstað
(einari krógv) tætt við annan av
tunnilsmunnunum, har ferðandi
kunnu steðga og fáa sær ein
kaffimunn ella ein bita á
vegnum. Kanska endurskapa eitt
sindur av tí mistu hugnaløtuni
umborð á Ternuni ella við
ferjuleguna í Vestmanna fyri tey,
sum skulu til ella frá arbeiði...
Vit hava í heila tikið alt, alt ov fá
matstøð við landsvegirnar í
Føroyum! Og í teimum sera fáu
sum eru, er hugni í flestum
førum ikki júst tað, mær fyrst
kemur til hugs - fyri ikki at tosa
um matin... ei undur í, tey
fægstu tíma at stytta sær stundir
har. Nei, har skal meira til at
draga fólk sum t.d. sameing-
ingin av vøkrum umhvørvi,
góðum útsýni, dygdargóðum
mati og vinarligari borðreiðing.
Eitt slíkt matstað við tunnils-
munnan kundi eisini í sjálvum
sær blivið mál fyri útferðir hjá
mongum og hevði uttan iva økt
fitt um ferðsluna gjøgnum
tunnilin!
2
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Eingin hevur nakrantíð angrað eina brúgv
Elin Heinesen skrivar:
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út bókina
Sum í spegli, sum í gátu
eftir Jostein Gaarder. Laura
Joensen týddi úr norskum.
ÚTGÁVA
Sum í spegli, sum í gátu er ein
heit, vøkur og opinskárað søga
um at liva og doyggja.
Søgan er um Silju, sum er
álvarsliga sjúk og verður ikki
frísk. Jólini eru fyri, men hon
orkar ikki at vera uppi. Hon
skrivar tankar sínar í kinesisku
dagbókina, sum hon hevur fingið
frá einum lækna á sjúkrahúsin-
um. So við og við sær hon, at tá
ið mamman, pápin og hini ikki
eru til staðar, er ein eingil hjá
henni. Eingilin Áriel og Silja
byrja at tosa saman. Silja roynir
at fáa Áriel at avdúka himmalsk-
ar loynidómar, og Áriel greiðir
henni frá um lívsins gátur, og
um, hvussu heimurin er settur
saman. Og Silja lærir hann,
hvussu tað er at vera menniskja.
Samrøðurnar teirra millum flyta
Silju burtur frá sjúkrasongini og
lyfta lesaran inn í eina søgu, sum
til tíðir er døpur, men ongantíð
vónleys. Eitt ævintýr um deyðan
verður til ein dreym um ódeyði-
ligleika, og fær lesaran at fegnast
og frøast um lívið her og nú.
Sum høvundur hevur Jostein
Gaarder, sum er føddur í 1952,
gingið nýggjar leiðir, og stóra
styrkin í bókum hansara er eitt
nú, at hann megnar at seta
viðkvæmar og truplar spurningar
á ein hátt, sum børn fata. Í 1996
gav Bókadeild Føroya Lærara-
felags út Jólagátan og í 1999
Kabálgátan eftir Jostein Gaarder.
Skaldsøgan, sum gjørdist
gjøgnumbrotið hjá Gaarder,
Sofies Verden, verður eisini týdd
til føroyskt. Hendan bókin hevur
ligið ovast á metsølulistum í
nógvum londum, er týdd til 44
mál og er seld í meiri enn 16
milliónum eintøkum. Í 1995 var
hon mest selda skaldsøgan í
heiminum.
Fyri bókina Sum í spegli, sum
í gátu fekk Jostein Gaarder í
1993 Bókhandlaravirðislønina,
og í fleiri norðurlondum er bókin
ógvuliga væl móttikin. Beint
sum hon var útkomin í Týsklandi
í 1996, endaði bókin á
metsølulista. Bókin er eisini
komin út í øðrum londum. Sum í
spegli, sum í gátu verður í løtuni
gjørd til film.
Sum í spegli, sum í gátu er
158 bls. og kostar kr. 140 í
bókabúðunum.
Sum í spegli, sum í gátu
Jólasøga og Flekk
Bókadeild
Føroya Lær-
arafelags
hevur givið
út mynda-
bókina Ein jólasøga og smá-
barnabókina Flekk fer á
skattaveiðu
ÚTGÁVA
Flekk fer á skattaveiðu er smá-
barnabók, væl egnað til tey
heilt smáu. Eric Hill hevur
skrivað og Eyðna Magnussen
hevur týtt.
Pápi Flekk finnur upp á eitt
nýtt og stuttligt spæl. Hygg
undir klaffarnar í bókini og
hjálp Flekki og vinum hansara
at leita eftir krógvaðum lutum
og at loysa gáturnar. - Kanska
gerst tú eisini bilsin at enda.
Flekk fer á skattaveiði kostar
kr. 85 í bókabúðunum.
Ein jólasøga er myndabók,
sum er vælegnað til tey 3-4 ára
gomlu. Heather Amery og
Stephen Cartwright hava skriv-
að og teknað. Anna Maria
Reinert Jensen týddi úr ensk-
um.
Í bókini eru fýra putlispøl.
Putlispølini eru myndir til fittu
søguna um Elisabet og Edvard,
sum halda jól.
Ein jólasøga kostar kr. 80 í
bókabúðunum.
Spennandi dagar
í Vietnamm
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út barna-
bókina Dýrgripur Tu Ducs
eftir Bjørn Sortland
ÚTGÁVA
Dýrgripur Tu Ducs er tann
fyrsta av bókunum um Juliu og
Jónas. Bjørn Sortland hevur
skrivað og Mortan Weyhe
týddi úr norskum. Bókin er
ætlað teimum 8-12 ára gomlu.
Tey bæði Julia og Jónas fara
saman við foreldrum sínum til
Vietnamm. Pápi Jónas er tíð-
indamaður og mamma Juliu er
myndakvinna. Meðan tey
royna at avgreiða uppgávuna,
tey hava í Vietnamm, fara Julia
og Jónas á kanningarferð, sum
verður ikki sørt vandamikil.
Tað verður ein ferð, tey ikki
gloyma í bræði.
Dýrgripur Tu Ducs er 123
bls. og kostar kr. 125 í bóka-
búðunum.
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
3
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Innan úr stovuni streyma tónar út
í gongina. Tað er onki at ivast í,
hvat tað eru fyri tónar. Tað er
sálmasangur úr Christianskirkj-
uni. Sálmurin Ver vælkomið
Harrans ár og bæði urga og
hornblásarar hoyrast saman við
serstaka klanginum, sum sálma-
sangurin í Christianskirkjuni
sigst at hava. Inni í stovuni situr
Hjørleif og lurtar. Hann býður
góðan dag, og vit sessast í
sofuni.
Prátið byrjar spakuliga um
hetta at hava verið organistur í so
mong ár. Hjørleif sigur, at hon-
um framvegis dámar líka væl.
Hann hevur ongantíð hugsað, at
hann ikki tímir meira. Spurdur
um tað ikki er bundisligt, sigur
hann, at hann eitt nú ongantíð
hevur havt ein longsul eftir at
sleppa at ferðast, so tí heldur
hann, at organistur hevur riggað
væl til sín.
- Eg fari altíð hugagóður og
væl fyrireikaður avstað, sigur
hann.
Hjørleif sigur, at tað er ongin
loyna, at tað ganga færri og færri
fólk í kirkju, og tað harmast
hann um. Hann hevur altíð verið
so trúfastur móti kirkjuni og
góður við hana eisini. Tað vita
øll, sum kenna Hjørleif – enntá
tey, sum bara kenna hann av
navni. Í Christianskirkjuni hevur
tað verið ein óskrivað regla um
føst pláss, og Hjørleif man vita,
hvar tey flestu eiga at sita, sum
javnan eru í kirkju. Tí sær hann
eisini lættliga, at tað tynnist við
fólki, sum tíðin líður.
- Tá eg hyggi niður í kirkjuna,
síggi eg, at nógv av teimum
gomlu og trúføstu eru burtur, og
tey ungu taka ikki við. Eg veit
ikki at siga, um tað er soleiðis
allastaðni, men tað sigst, sigur
hann harmur á málinum. Hann
leggur afturat, at tann presturin,
sum hevur savnað flest fólk,
meðan hann hevur verið organ-
istur, var Paulsen, sum var prest-
ur í Klaksvík eitt stutt tíðarskeið
eftir, at Bøgesvang var farin.
Tónarnir úr Christianskirkjuni
streyma framvegis út úr hátalar-
unum. Og tað gevur ein ávísan
hugna soleiðis at sita og práta,
meðan sálmasangur hoyrist í
bakgrundini.
- Hatta er frá kirkjugongdini
fyrsta sunnudag í advent, sigur
hann.
Og tað var nevniliga tann
sunnudagin, at Hjørleif varð
heiðraður av kirkjuráðnum og
kirkjugangarum fyri trúfasta
tænastu í 30 ár sum organistur í
kirkjuni. Sera mong fólk vóru til
staðar í kirkjukjallaranum eftir
guðstænastuna, tá Hjørleif varð
heiðraður.
- Ja, har var ein rúgva á fólki,
øll fingu ikki sitið, sigur Hjør-
leif, sum var púra ovfarin av, at
so mong komu. Men hann er
eisini rørdur, og so vísir hann
gávuna, sum hann fekk frá
kirkjuráðnum. Eitt lítið orgul
gjørt úr kopari. Orgul pípurnar
hava perur í endunum, so tað er
eitt slag av jólaprýði. Sera vakurt
á at líta.
Spurdur, um honum dámar væl
at lurta eftir upptøkum úr
Christianskirkjuni, svarar Hjør-
leif smílandi:
» Spyr sonin!« Og so flennir
hann og leggur aftur at, at hann
eigur fleiri hundrað upptøkur úr
Christianskirkjuni. Á gólvinum
stendur ein kassi við nógvum
smáum kuffertum í. Í hvørjum
kufferti eru einar 10 ella 15
fløgur við upptøkum. Hjørleif
sigur, at hann eigur upptøkur frá
teimum seinastu tíggju árunum á
fløgu.
Umfatandi starv
Hjørleif hevur røkt starvið sum
organistur í Christianskirkjuni
nærum einsamallur øll tríati
árini, hann hevur verið har. Hann
byrjaði sum avloysari fyri Fridu
Petersen, sum var undan honum.
Í 1972 byrjaði bleiv hann so
fastur organistur, og har hevur
hann sitið mest sum til hvørja
kirkjuhandling síðani. Tað verður
mett at vera um 200 handlingar
um árið, so tað er blivið til
nakrar vígslur, gudstænastur og
konfirmatiónir gjøgnum árini.
Umframt allar aðrar handlingar
sjálvandi.
Hann sigur, at tað hava verið
nógvar serligar løtur í kirkjuni,
men um hann skal taka nakra
fram um aðra, so nevnir hann
norðurlendsku gudstænastuna,
sum bleiv tikin upp í sjónvarp-
inum í 1993 og send í øllum
Norðanlondunum. Hann greiðir
frá, at árið eftir fór Klaksvíkar
Hornorkestur, sum eisini luttók á
tí konsertini, til Onglands, og
nakrir av spælarunum søgdu, at
har var ein svensk kvinna, sum
hevði kent onkran av teimum
aftur frá tí norðurlendsku
konsertini.
Hjørleif byrjaði at spæla sum
13 ára gamal upp á urguna í
samkomuhúsinum Emmaus í
Klaksvík, men tað var ikki á eina
pípuurgu, tað var ein traðkiurga.
Hann byrjaði ikki at spæla upp á
pípuurgu, fyrr enn hann var um
50 ára aldur. Hóast tað, so siga
fólk, sum minnast, tá hann
byrjaði, at tað var ótrúligt,
hvussu skjótt hann kom eftir tí.
Tí tað er stórur munur á at spæla
á teimum báðum.
- Tað, sum var torførast at
venja seg við, var at spæla við
beinunum eisini, sigur Hjørleif,
men tað gekk ikki long tíð, so
hevði hann vant seg við tað. Men
sum við øllum øðrum, so krevur
urguspæl eisini venjing.
- Fólk skilja tað ikki altíð, so
eg plagi at samanbera tað við
fótbólt. Um ein ikki venur, so
gongur tað bara tann skeiva
vegin. Og tá síggja tey, at tað er
tað sama við urguni, sigur hann
smílandi.
Hjørleif hugsar ikki um at
gevast at spæla upp á urguna
enn, hóast hann er komin væl
upp í árini.
- Um ein hugsar um mína
heilsu, so er ongin orsøk at
gevast enn, men eg veit ikki, nú
taki eg bara eitt ár at gangin, so
fáa vit at síggja, sigur hann at
enda.
Úr hátalarunum hoyrist
deknurin biðja útgangsbøn og
síðani biðisløgini. Samrøðan er
av, og uttanfyri bíðar tann lýggja
vetrarluftin við regni og vindi.
Organistur av hjarta
Hjørleif Waag Høgnesen við urguna í Christianskirkjuni. Hann hevur røkt starvið sum organistur í 30 ár
Hjørleif Waag Høgnesen hevur verið organistur í Christianskirkjuni í 30 ár. Eitt starv, sum hann nærum hevur
røkt einsamallur øll árini. Hóast tað, fer hann framvegis hugaligur avstað hvørja ferð onkur handling er í
kirkjuni. Hann heldur ikki, at tey ungu taka við eftir teimum eldru, tá tað kemur til at ganga í kirkju