Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 22 4 Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002 BILSØGA Eirikur Lindenskov Týsdagin komandi fyllir bilstøð- in AUTO í Havn hálvthundrað ár. Tað var tann 17. desember í 1952, at Eigil Gunnarsson, Kay- sten Andreassen, Jóhannus Berg, Henri Svensson, Andrew Djur- huus og Jákup Jensen tóku seg saman at stovna bilstøðina. Í hesum sambandi hevur Magnus Gunnarson í Havn savn- að rúgvusmikið tilfar saman í bók um Auto og tey fólk, ið hava verið knýtt at hesi støð øll hesi fimmti árini. Men bókin er eisini fyrsta íkastið til føroysku bila- søguna – tí við hesi bók brýtir Magnus upp úr nýggjum í før- oyskum bókmentum: At skriva bók um bilar og bilavinnu í Før- oyum! Magnus Gunnarsson er út- búgvin bilsmiður hjá Johannes Berg í 1972. Hann starvaðist í mong ár sum bilsmiðjur. Hann hevur eisini starvast á dekkverk- stað og koyrt býbuss í Havn. Seinastu árini hevur hann verið bilførari hjá Postverki Føroya – men umframt tað hevur hann havt bilaredaktiónina á Sosiali- num um hendi seinastu trý árini. Magnus er sjálvur partur av Auto, tí hann er sonur fyrsta for- mann felagsins, Eigil Gunnars- son, sum hevur koyrt har næstan øll árini, so Magnus Gunnarsson er »eitt barn av Auto«, og tí er tað so sjálvsagt, at tað varð litið honum í hendi at festa søgu fel- agsins á blað. Bókin byrjar við einum stutt- um søguligum innliti í tíðina áðr- enn fyrstu bilarnir komu til land- ið. Síðani greiðir hann eitt sindur frá um, tá fyrstu bilarnir komu í 20’unum og fram til støðin varð stovnað í 1952. Síðani verður søgan hjá støðini lýst fram til dagin í dag. Nógva navna- og myndatilfar Í bókini er sum vera man hópin av navna- og myndatilfari, tí myndir eru av teimum flestu, ið hava havt egnan hýruvogn á støðini, av støðgentum og øðr- um, ið hava havt fast tilknýti til støðina. Tá greitt verður frá um søguna hjá eini so týðandi støð, sum Auto hevur verið í samfelagnum í høvuðsstaðnum, so fevna frá- sagnirnar um meira. Nomið verður eisini við aðrar bilstøðir í býnum, um vegirnar í Havnini, um felagið Samfylking, fakfelag hýruvognsførara – og so sjálv- andi um Oyggjarvegin og um rutuna um Oyggjarvegin – eisini áðrenn hann varð bundin saman í 1966. – Auto hevur í øll hesi fimmti ár roynst ein trúgvur tænari hjá mongum havnarfólki og avbygd- afólki, sum ynsktu at verða flutt úr einum stað í annað – og tað serliga í fimmti- og sekstiáru- num, tá privatbilar ikki vóru so vanligir sum í dag, sigur Poul Jóhan Djurhuus, partaeigari í Auto, í foroðrunum í bókini. Poul Jóhan Djurhuus er eins og Magnus Gunnarsson, »eitt barn av Auto«, tí eisini pápi hansara, Andrew Djurhuus, hevði bilkoyr- ing í Auto sum lívsstarv. Auto sum lívsgrundarlag hjá fleiri familjum í Havn – Auto hevur hesi mongu árini verið arbeiðsplássið hjá einum stórum skara av monnum, sum høvdu áhuga í taxakoyring og – Altíð til tænastu Soleiðis sá út uppi við Hórisgøtu í 1965. Bilarnir norðanfyri bíða eftir ferðafólkunum, sum komu gangandi eftir gøtuni og brúnni um Skeiðsá. Har eru bussar, hýruvognar og lastbilar Týsdagin kemur fyrsta bilasøgan í Føroyum út í bók. Tá eru liðin fimmti ár síðani, at bilstøðin Auto í Havn varð stovnað, og í hesum sambandi hevur Magnus Gunnarsson skrivað bilasøgu – sprottin úr lívsstarvinum hjá monnum, sum høvdu hýruvognskoyring í Havn og út frá Havnini sum livibreyð Magnus Gunnarsson við einari av telefon- boksunum, sum Auto setti upp í Havnini í 1957, og sum Ólavur Arge hevur latið Auto. Magnus Gunnarsson er »eitt barn av Auto«. Hann er sonur ein av stovnarunum. Hann er útbúgvin bilsmiðjur, hann hevur selt bensin í Auto. Hann hevur sera stóran áhuga og kunnleika um føroyska bilsøgu, og hann dugir næstan allar tær gomlu nummarplát- urnar uttanat. Hann hevur skrivað søguna um Auto, sum er fyrsta íkastið til føroysku bila- søguna Mynd: Jens Kristian Vang Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002 5 fíggjarligar umstøður at gera íløgu í hýruvogn, og hevur so- statt verið lívsgrundarligð hjá fleiri familjum í Havnini, sigur Poul Jóhan Djurhuus, sum kom við hugskotinum at savna søguna hjá bilstøðini í bók. Stór broyting er farin fram í ferðsluni og ferðslumynstrinum hesa hálvu øldina, síðani Auto varð stovanð. Tá vóru nógv fleiri hýruvognar, enn tað eru í dag, og so gott sum allir bilar vóru vinn- ubilar av onkrum slag: Vørubilar, lastbilar, hýruvognar og nakrir fáir privatbilar. Tann bilastøðin, sum seinni varð til AUTO, byrjaði umleið 1950 í tí húsinum, sum er aftan fyri Sjónleikarahúsið, har Hans Johs. Clementsen hevði Fólka- vognsverkstað í mong ár. Willi- am Sloan (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina Taxa, men var givin. Hann leig- aði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið Taxa. 17 partaeigarar í 1952 Umframt teir fimm stovnararnar, vóru aðrir partaeigarar: Henry Berg, Mortan Mortensen, Jákup Berg, Jógvan við Á, Martin Poulsen, Arne Jacobsen, Børge Andreasen, Jóhan Simonsen, Bjarni Dal Christiansen, Magnus Egholm, Martin á Borg, Óla Kristian Jacobsen. Hesir 17 vóru teir fyrstu parta- eigararnir, síðan skiftu nøkur partabrøv hendur ta fyrstu tíðina, t. d. Pauli Hansen og Jens Petur Egholm (Pedda), sum tá komu við. Eykaloyvi vórðu givin Jørgini Enghamar, Magnus Simonsen og Ansgar Jensen. Magnus og Ansgar gjørdist seinni partaeig- arar. Nakrir av hesum komu frá ein- ari støð, ið varð kallað Bilstøðin í J. C. Svabosgøtu, hon varð tá niðurløgd. Stutt eftir keypti Zacharias Niclasen á Skipafelagnum ogn- ina, og teir máttu flyta í onnur høli. Støðin flutti síðan oman í Kongagøtu 2, har leigað varð í niðaru hædd í húsunum, og mat- stovan hjá Effe Mohr var í erva. Zacharias Niclasen fekk seinni rætt til Taxa navnið og fór sjálv- ur at reka bilstøðina Taxa 1313 - í somu húsum aftan fyri Sjón- leikarahúsið. Settu upp telefonboksir ymsastaðni í býnum Nú varð neyðugt við nýggjum navni, og á fundi tann 20. apríl 1955 var samtykt, at navnið skuldi verða P/F AUTO A/S. Sama árið varð eitt grundøki millum Niels Finsensgøtu og Lucas Debesargøtu keypt frá Jens Paula av Reyni. Av tí at Havnará rann ígjøgn- um økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Støðin varð síðan bygd fyri ein part á sjálva brúnna og so yvir móti Lucas Debesar- gøtu. Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði við avgreiðslu- rúmi, køki, bíðirúmi, stórari ga- rasju við grøv í, so bilførararnir sjálvir kundu umvæla bilarnar, samstundis var olju- og bensin- søla har. Eisini vóru góðar um- støður til at vaska bilarnar. Teir longstu túrarnir tá vóru til Kirkjubøar, gamla enda á Oyggj- arvegnum og niðan ímóti Hvíta- nesi. Ein býtúrur kostaði at byrja við tríggjar krónur og umleið fýra kroynur út á Argir ella niðan í Hoydalar. P/F AUTO fekk telefonnumm- arið 1-2-3-4, og hetta nummarið var sera hent, tí øll dugdu tað uttanat eftir stuttari tíð. Enn eru helst fólk, ið minnast tær gulu telefonboksirnar hjá AUTO, sum stóðu ymsastaðni í býnum, har kundi ein bara ringja til AUTO. Vit skulu hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu tele- fon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili. Um sama mundið komu eisini telefonir í bilarnar, og var tað ein stórur lætti, tí nú slapst undan at koyra aftur á støðina millum hvønn túr. Túrar úr Havn norður til Eiðis Fyrst í sekstiárunum varð oyggj- arvegurin longdur niðan í Mjørk- adal og víðari niðan á Sornfelli. Úr Kollfjarðadali kom eisini veg- ur niðan móti Hórisgøtu, men vegirnir vóru ikki samanbundnir. Mitt í sekstiárunum varð farið undir rutukoyring norður eftir Oyggjarvegnum. Ta fyrstu tíðina varð koyrt úr Havn norður til Hórisgøtu. Har mátti so skiftast í annan bil, sum stóð hinumegin. Teir, sum áttu AUTO, stovnaðu tá P/F Oyggjarutuna, sum røkti rutuna heilt noðrur til Eiðis. Eis- ini høvdu teir ein bát, sum sigldi millum Hvalvík og Oyri við ferðafólki. Ein sendari varð sett- ur upp ovast á Sornfelli, sum gjørdi tað møguligt at røkja hesa rutuna betur. Bilstøðin Bil røkti um hetta mundið rutusambandið til Vágarnar. Tað fyrstu tíðina koyrdu 15 bilar frá støðini, seinni 17, og tá tað var upp á tað mesta, vóru út ímóti 50 bilar, sum hoyrdu til støðina. Í dag koyra umleið 30 bilar í Auto. Bensinsølan hjá Auto áðrenn umbyggingina í 1968/69. Her er tað Hans David Heinesen, bilførari í Auto, sum letur bensin á egna bil sín, ein Rambler Classic frá 1966 Støðin hjá Auto, sum varð bygd í 1955, var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði við avgreiðslurúmi, køki, bíðirúmi, stórari garasju við grøv í, so bilførararnir sjálvir kundu um- væla bilarnar. Eisini var olju- og bensinsøla – góðar umstøður vóru til at vaska bilarnar 23