leygardagur 14. desember 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
24
6
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
FILMUR
Kim Simonsen
"The Ring was made in the fires
of Mount Doom
only there can it be unmade.
It must be taken deep into
Mordor,
and cast back into the fiery
chasm from whence it came"
Elrond frá "Ringanna Harri" um
Ringin.
Tíðin er komin har vit aftur
fara at fylgja Frodosa ferð til
Mordor. Vit fara at møta
Gandalf, ið er við aftur,
endurføddur sum Gandalf hin
Hvíti. Valdsjavnvágin er um at
skifta í Miðgørðum. Tornini
Orthanc í Isengard hava fram-
skundað ein her uppá 10.000
Uruk-Hai besærkara orkar,
hesir ið brøla á málinum The
Black Speech: "Rrwaaa harra
farr rrara!". Borgin hjá
Sauron; Baraddür í ríkinum
Mordor leiðir til bardaga móti
menniskjans siðmenning.
Hesaferð skulu vit í kríggj.
Tolkien hevur bergtikið ættarlið
við bókunum: "Ringanna Harri".
Hesar komu út í 1954 til 1955,
og eru serliga nógv frammi nú, tí
annar partur av filmtriologiini
kemur nú 18. desember kring
allan heimin. At gera Ringanna
Harra til film, er eitt tílíkt stór-
verk, at heimurin ongantíð hevur
sæð slíkt. Projektið kostar 270
milliónir dollarar, ella góðar 2
milliardir krónur. Men nú hin
fyrri parturin hevur forvunnið
800 milliónir dollarar, ella út
móti 70 milliardir krónur, so er
hetta einki at øtast yvir. Hesir
duga at selja filmin, og ikki
minst eina rúgvu av DVD út-
gávum og dýrum gávum, ið
fylgja í kjalarvørrinum á hesi
stóru verkætlan. Helst fær
familjan hjá Tolkien hin minna
partin av hesum. M.a er gjørligt
at keypa næstu útgávuna av
DVDinum, "Fellowship of the
Ring", ið er 210 minuttir langur,
t.v.s. 3 1/2 tíma, mótvegis
originalinum, ið er 3 tímar. Á
hesum DVD disklinum síggja vit
fleiri senur, og fáa ein betri film.
Her síggja vit hobbittin Sam, og
unnustu hansara. Vit møta einum
fylgi av skógarálvum, ið ferðast
móti vesturi. Teirra tíð í Middel
Eart (Miðgørðum) er komin at
enda. Teir syngja um mannin og
um álvagentuna, ið eru ástar-
tikin, men álvar liva í ævinliga,
meðan menniskja er deyðiligt.
Hetta leiðir fram til søguna um
Aragorn og Arwen, vøkru dóttur
Elrond, álvakongin, ið hevur alt
størri týdning í øðrum partinum
av ævintýrinum um Ringin.
Hobbitanir eru hugtiknir av
hesum vøkru álvum. Men hetta
er bert við á seinnu DVD
útgávuni, ið ikki kom fyrr enn í
november 2002. Hin vanliga
DVD útgávan kom í august, og
hevði ikki so nógv at bjóða sum
hendan. Her fáa vit eisini at vita,
at Elrond og Gandalf eru
ósamdir, tá Gandalf sigur fram
Ringørindi á svarta málinum úr
Mordor. Elrondi dámar ikki, at
slíkt skal orðast í Rivendall. Vit
hoyra nógv meiri dialog, m.a. frá
Galadriel, ið er ein glæsilig og
lýsandi vøkur álvadrotning.
Splattur og ævintýr
Leikstjórin, hin newzealendski
Peter Jackson, hevur t.d. arbeitt
við 2000 teknikarum í sjey ár. Í
hesum partinum eru upp til
20.000 statistar. Sjálvur skal
Peter Jackson ikki ferðast so
langt frá familjuni, tí allar upp-
tøkurnar eru gjørdar í vakra
heimlandi hansara New Zea-
landi. Hann sigur seg sjálvan
minna nógv um ein hobbit,
serliga Bilbo Sækker, t.vs. at
honum best dámar at sita heima,
at liva eitt stilt lív, og ikki kasta
seg út í ræðandi ævintýr, eins og
hobbita lynd annars. Peter
Jackson byrjaði at gera film í
New Zealandi, serliga vóru tað
ræðufilmar, ið høvdu hansara
áhuga. Hann byrjaði sum 12 ára
gamal at gera ein krígsfilm í
urtagarðinum hjá foreldrunum.
Seinni gjørdi hann filmin Bad
Taste, ið gjørdist væl umtóktur,
serliga á Cannes Filmstevnuni,
og tí seldur til 30 lond. Hann
hevur eisini gjørt filmin
Braindead, ið mong halda er hin
mest blóðdálkaði filmurin
nakrantíð, hetta er "splattur"
filmur. Slíkir filmar eru fyri tey
flestu púra ørir í høvdinum, men
teimum sum dámar hetta
stuttleika sær óført.
Ringanna Harri er søga, ið á
ein hátt fer fram í eini euro-
Heimsins størsta ævintýr
heldur áfram
- Annar partur av ævintýrinum um Ringin: "The Two Towers"
eftir J.R.R.Tolkien ávegis
Framhald á næstu síðu
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út barnabókina
Gnístmundur og vinir
hansara eftir hjúnini
Filgate
ÚTGÁVA
Gnístmundur og vinir hansara er
væl egnað til tey 5-7 ára gomlu.
Susan Yost-Filgate og Leonard
Filgate hava gjørt tekst og
myndir. Eyðna Magnussen týddi
úr enskum.
Hetta er fitt søga um nakrar
mýs. Í húsinum var kvirt og
tómt. Fólkini vóru farin at
ferðast tíðliga um morgunin.
Soleiðis byrjar dagurin hjá
Gnístmundi - og tá ið lítli
mýslingurin og systir hansara
Ginna fara at leita eftir mati,
hendir mangt spennandi. Saman
við Kiskuni og Gaprial,
froskinum, sum er sjónleikari,
fær Gnístmundur at sanna, at
einki er betri í verðini enn
góðir vinir.
Gnístmundur og vinir
hansara kostar kr. 90 í
bókabúðunum.
Gnístmundur
og vinir hansara
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
7
peiskari forsøgu, har sjálvt
lendið er eitt óspilt europiskt
landslag, ið júst er lætt at finna í
New Zealandi. Tað hevur tikið
15 mánaðir at gera allar
upptøkurnar.
Miðaldrar professarin
"I will take it. . .
I will take the Ring to Mordor. . .
though I do not know
the way"
Hobbiturin Frodo,
úr Ringanna Harri.
John Ronald Reuel Tolkien
(1892-173) (úttalan á enskum er
"Tol-keen", t.v.s. herðing á báð-
um stavilsum) var føddur í
Suðurafrika, men vaks upp í
West Midlands, ið bæði rúmaðu
eitt friðsælt landligt Ongland og
eina ljótari oyðilagda ídnaðar-
síðu. Hetta síggja vit týðuliga í
Ringanna Harri, tí har hobbitt-
arnir liva, er lívið siðbundið og
róligt. Hetta økið er eyðkent av
feudalari miðøld, men Orthanc í
Isengard, har orkaraherurin bara
veksur, er eitt ljótt ídnaðarøki.
Millum hesi bæði er Rivendall,
har álvarnir búgva, ið snildisliga
blandar náttúruna saman við býi.
Rivendall er á ein hátt javnvágin
millum landliga umhvørvið og
stórbýin. Og ikki minst eru
vøkru álvarnir andaliga betur fyri
enn menniskjuni.
Tolkien dugdi væl mál, og
kom at lesa í Oxford. Hann las
ymisk mál, serliga enskt forn-
mál. Áhugin stóð til oldenskt og
gomul kvæði. Hann kom at
arbeiða við hesum seinni sum
professari í Oxford. Tolkien livdi
eitt vanligt lív sum familjumaður
og í akademia sum professari.
Men longu sum ungur var hann
byrjaður at skriva yrkingar við
t.d. gotiskum orðum. Seinni
komu hann og aðrir at gera
bólkin "The Inklings", ein
felagsskapur av høvundum, ið
dámdu mytologi og ævintýr. Við
var eisini vinurin C.S. Lewis, ið
vit kenna frá Alice í ævintýrlandi
og søgurnar úr Narnia.
Alt valdið til hugflogið
Tolkien skrivaði í 1937 søguna
"Hobbin", ið gjørdist væl um-
tókt. Seinni byrjaði arbeiðið við
"Silmarillion", ið er um fyrstu
tíðina, t.v.s. áðrenn tíðina í Lord
of the Rings. Í 1954 og 1955
komu bøkurnar "Lord of the
Rings" og hetta arbeiðið eyðn-
aðist sera væl. Serliga eftir 1965
kom ferð á søluna. Í 1968 var
bókin um Ringanna harra nærum
ein bíblia í alternativu ungdóms-
rørsluni, ið tók seg fram um
hetta mundið, har ein umráðandi
bardagi snúði seg um at fáa alt
vald til hugflogið. Tað var ikki
óvanligt at eta nakað av LSD og
so seta seg at lesa Lord of the
Rings, eins og filmurin "2001 —
A space Odyssey" fekk somu
lagnu í garrvillu samtíðini.
Tolkien noyddist at fáa sær
loyniligt telefonnummar, tí
amerikumenn ringdu til hann dag
og nátt, uttan at hugsa um teir
sjey tímarnar, ið er munurin á
tíðini í USA og í Ongland.
Tá eg flutti til Danmarkar
uppdagaði eg, at ein munur á
føroyingum og dønum, var, at
hesi høvdu øll lisið Ringanna
Harri, meðan eg úr Føroyum ikki
so frægt hevði hoyrt um hetta
verk. Hetta kemur sjálvandi av, at
eitt heilt ættarlið í Danmark við
Ebbe Kløvedal Reich, eftirnavn-
ið "Kløvedal" kemur frá Tolkien
(Rivendall) høvdu fingið vald til
at ávirka børn og ung. Eg kom úr
Føroyum, har missiónin sat (og
situr) tungt á fólkaskúlanum, og
har var onki rúm fyri slíkum.
Dugdu vit nakað av rokning,
nøkur sálmaørindi og at syngja
"Á mønu hjalsins stari" og visti
man nær og hvar Heðin Brú og
Martin Joensen vóru føddir, ja so
var alt í lagi í føroyska
fólkaskúlanum sum eg upplivdi
hann.
Twin Towers, ella tvey torn?
"Do you know how Orcs first
came into being?
They were once Elves.
Taken by the Dark Powers in the
First Age
-tortured, mutilated — a ruined
and terrible form of life,
-bred into a slave race."
Sauruman
Tað er ikki annað at siga, enn at
tað er tilverunnar speisemi, at
hesin parturin hjá Tolkien eitur
"The Two Towers", ið her eftir
11. september 2001 hevur fingð
eina serliga merking. Og sjálv-
andi eru fleiri, ið hava mótmælt,
at filmurin skal eita soleiðis.
Soleiðis vórðu savnaðar undir-
skriftir saman móti hesum navni
í New York. Peter Jackson hevur
víst øllum broytingum aftur.
Hetta er enn eitt syrgiligt dømi
um, at fólk um alllan heim ikki
duga at lesa bøkur, uttan at
blanda vulgerar biografiskar
hendingar inn í ein slíkan
heilskaptan og vakran
ævintýrheim, sum hann vit finna
í Ringanna Harri.
Søgan heldur fram
"They were Kings. . . great kings
of men.
Sauron gave to them Nine Rings
of power
and with them the promise of
ethernal rule
. . .unending life"
Strider.
Seinasta ár sóu vit fyrra partin:
"The Fellowship of the Ring", og
eingin ivi er um, at søgurnar eru
sannar, ið siga, at annar parturin
er nógv betri. Hetta er júst sum
við Harry Potter. Nú kenna vit
tey ymisku fólkasløgini og
umhvørvið, so søgan í álvara
kann byrja.
Fyrri parturin snúði seg um
Frodo og vinirnar, ið ferðast
langa leið fyri at týna Ringin,
sum kann geva honum, ið eigur
hann, ævigt vald. Vit sóu
hobbittar, álvar, dvørgar, og
menniskju. Og móti hesum vóru
ræðuligar verur, so sum trøll,
orkar, dragur, deyðir reiðmenn
og ikki at gloyma trøllmaðurin
Saruman. Teir vænu og ódeyði-
ligu álvarnir, ið liva í allar ævir í
Kløvedal, við drotningini
Galadriel eru hugtakandi. Teir
liva æviga, men tað gera hini
ikki, serliga ikki menniskjuni.
Vit møttu dvørgunum, ið
gjørdust óðir eftir verðini, og
gravaðu eftir mithril metallinum
langt inni í fjøllunum. Og kong-
unum Boromir og Aragorn,
saman við dvørginum Gimli og
álvanum Legolas.
45 minuttir við reinum
krígssenum
Søgan í øðrum parti byrjar í
fjøllunum við Emyn Muil, har
Frodo og Sam eru vilstir. Teir
uppdaga, at onkur fylgir eftir
teimum. Tað er løgna veran
Gollum, ið vit møttu í fyrra
parti. Tað var hesin skapningur,
ið goymdi ringin áðrenn Frodo.
Aragorn (Viggo Mortensen),
bogaskjúttin álvin Legolas og
Gimli dvørgurin eru endaðir í
kongaríkinum Rohan, har kong-
urin Theoden er ein av Saru-
mansa monnum. Her verður
kongadótturin Eowyn greið yvir,
at Aragorn kongurin í útlegd er
ein leiðari, ið kann bjarga fólki.
Men Aragorn er ástartikin í
álvagentuni Arwen (Lis Tyler).
Gandalf (Ian McKellen) er aftur
við í hesum filminum, sjálvandi.
Hann er nú endurføddur sum
Gandalf hin Hvíti og minnir
Aragon um, at sameina Rohan
fólkið við fólkið í Gondor.
Soleiðis er filmurin deildur í
tvær ferðir, hana hjá Frodo og
hana hjá Aragon og monnum. Vit
koma at møta ótrúligum herum,
sviki og loynibrøgdum. Vit koma
at síggja, hvussu fólkið saman
við dvørgunum og álvum, berjist
móti óndskapinum frá teim
tveimum tornunum. Tornið hjá
gandakallinum Saruman og tað
hjá Sauron, djúpt inni í Mordor.
Alt bendir á, at bardagin móti
risaeiturkoppinum Shelob, ið
leggur á Frodo, koma vit fyrst at
síggja í triðja parti, sjálvt um
hesin bardagin er endin á øðum
parti í bókini. Í filminum eru
ikki minni enn 45 minuttir við
krígssenum. Hesar eru kliptar
saman av 20 tímar longum upp-
tøkum av kríggi. Í bardaganum
við Uruk-Hai orkanar, hevur
leikstjórin fingið 25.000 new-
zealanskar cricket áskoðarar at
brøla við á orkamálinum The
Black Speech: "Rrwaaa harra
farr rrara!"
Hetta er fyri meg, kanska hin
besta jólagávan í ár, sjálvt um eg
ikki havi pakkað hana upp enn.
Lord of the Rings — The Two
Towers.
Frumframsýndur 18. desember
klokkan 24. - Havnar Bio.
New Zealand/USA 2002.
180 minutttir.
Leikstjóri: Peter Jackson
Framhald av síðu 6
25