leygardagur 14. desember 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
8
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
FØÐIDAGUR
Meginpartin av sínum stutta lív
tvíhelt hon um, at hon var fødd í
1918. Skjøl prógva tó, at tað var
14. desember í 1917, at Tove
Ditlevsen varð fødd. Tey, sum
kenna hana og hennara rúgvis-
mikla ritverk, vita, at hon í 1976
doyði fyri egnari hond, bert 58
ára gomul.
Fulla navn hennara var Tove
Irma Margit Ditlevsen. Hon vaks
upp á Vesturbrúgv í Keypmanna-
havn í eini lítlari íbúð. Foreldur
hennara vóru Ditlev Nielsen
Ditlevsen og Alfrida. Tvey sera
ymisk menniskju, hann ógvuliga
áhugaður í bókmentum og við
dreymum um at gerast journal-
istur, meðan størsta frægdin hjá
mammuni var at sleppa út at
hava tað stuttligt í býnum og
dansa. Pápin var tíggju ár eldri
enn mamman, arbeiddi sum ar-
beiðstakari og kyndari alt sítt lív,
og var sosialistur av heilum
huga.
Viðurskiftini millum Tove og
foreldrini vóru ógvuliga spent.
Til hvørki teirra hevði hon tætt
samband. Heldur hinvegin var
talan um vantandi umsorgan.
Kenslurnar fyri mammuni vóru
merktar av ótta, og hon kendi
altíð, at hon mátti krógva dreym-
ir og kenslur fyri henni. Um
mammuna hevur Tove sagt, at
henni vantaði fullkomiliga evnini
at seta seg inn í, hvat onnur
menniskju føla og hugsa. Pápan
føldi hon seg meiri í ætt við, tí
bæði høvdu tey brennandi áhuga
fyri bókmentum, men hann
megnaði aldri at lata seg upp fyri
dóttrini. Hevði hon havt ein
sálarvin í honum, kundi tað havt
givið henni sjálvskenslu, sum
henni vantaði. Sagt hevur verið
um Tove, at frá pápanum fekk
hon evni og alsk til málið, með-
an hon frá mammuni fekk hon
evni til at yvirliva, nasadirvi, og
hon var eins hittinorðað og hon.
Men skal rætt vera rætt, fekk hon
ikki frá nøkrum hesar eginleikar,
ið eyðkendu hana. Bæði sviku
tey hana, og í henni birtist ein
longsul, hon hevði alt lívið. Hon
livdi eitt ruðuleikakent lív, fylt
við mótsetningum.
Beiggin Edvin, sum var eldri
enn hon, fekk nervasamanbrot
sum ungur maður, og Tove hevur
sagt, at tá tað hendi, fekk hon
heitari kenslur fyri honum enn
hon hevði havt øll árini, hann
hevði verið so fjarur fyri henni.
Ungt skald
Tove byrjaði at yrkja sum fimm
ára gomul og longu tá dugdi hon
framúr væl at bera uppá rím.
Hon sættaðist ikki við at onnur
hvør regla bar uppá rím, men
setti sær ofta fyri, at hvør regla
rímaði. Tove hevur greitt frá í
eini ævisøgu, at yrkingarnar
høvdu størsta leiklutin í hennara
uppvøkstri, tey vórðu til í barn-
dómsins frelsu og lagnunnar
endamáli. Hetta kundi bent á, at
hon yrkti, hvørja ferð, hon hevði
eitt høvi og tað hevði hon ofta,
men í veruleikanum er bert talan
um eini tríati yrkingar, sum hon
yrkti frá hon var tólv ár til hon
var 17 ára gomul. Hesar yrkingar
siga frá sálarlívinum hjá ungari
gentu, men eisini longsulin, hon
hevði alt lívið, eftir kærleika og
umsorgan eyðkendu hennara
fyrstu yrkingar. Hon lat ongan
síggja yrkingarnar, tær vórðu
goymdar í eini bók, hon kallaði
loyndarfullu bókini. Skaldskapur
hennara var hennara friðskjól,
har leitaði hon ofta og títt.
Fyrsta yrkingasavn hennara,
Pigesind, kom út í 1939. Tað var
Viggo F. Møller, sum hjálpti
henni at geva bókina út. Upp-
lagið var 500 eintøk. Viggo F.
Møller, sum var 30 ár eldri enn
Tove, gjørdist hennara fyrsti
maður, tey vórðu gift árið eftir
útgávuna, á vári í 1940, slakar
tríggjar vikur eftir, at Danmark
varð hersett.
Viggo F. Møller var ritstjóri á
Vild Hvede, eitt tíðarrit, har
nógv skøld og nógvir høvundar
royndu seg á fyrsta sinni. Viggo
F. Møller dyrkaði listina av
fullum og heilum hjarta og
vinarskari hansara taldi nógvar
navnframar persónar, persónar,
sum gjørdu seg galdandi innan
skrivandi listina í Danmark í
nógv ár og sum í dag teljast mill-
um teir størstu. At blaðstjórin á
Politiken hevði róst eini yrking
hjá Tove Ditlevsen, vakti ans hjá
honum, og tá ið tey hittust var
eisini Tove íðin eftir at giftast
honum. Hon sá fyri sær møgu-
leikarnar at vera forsyrgd meðan
hon skrivaði og at fáa hjálp til at
geva út. Tey vóru gift í sløk tvey
ár. Hon hitti tá kenda Piet Hein,
sum eisini forsyrgdi hana, til
hann fann eina aðra longu ein
mánað seinni.
Hetta var stórtíðin hjá felag-
num Vild Hvede, ikki minst hjá
kvinnunum. Tað eru eisini tær,
sum standa eftir sum stóru
"traditiónalistarnir", tá
modernistarnir tóku yvir ta stóru
bókmentaligu myndina eftir
kríggið.
Longu tvey ár eftir Pigesind,
kom Man gjorde et barn fortræd,
hennara fyrsta skaldsøga. Hon
varð fyri stóran part varð skrivað
meðan hon var gift við Viggo F.
Møller. Í 1943 kom Barndom-
mens Gade, ið telist millum
hennara kendastu skaldsøgur.
Henda seinasta er í rættiliga
stóran mun sjálvævisøgulig og
var tá besta selda bók nakrantíð
hjá forlagnum. Barnaárini vóru
fyri henni ikki ein eydnusom tíð.
Fleiri ferðir hevur hon lýst tey
sum óendaliga long, døpur og
grá. Men kortini longdist henni
ikki eftir at gerast vaksin. Í flestu
bókum hennara ber til at finna
søgutræðrir úr hennara veruliga
lívi.
Nærum á hvørjum ári kom
skaldsøga, yrkingasavn ella
stuttsøgusavn út eftir Tove, 28
bøkur frá 1939 til 1976, tær
flestu vóru skrivaðar undir
krígnum. Tríggjar bøkur við
handritum, serliga yrkingum, ið
lógu eftir hana, komu út í 1978.
Trupult sálarlív
Tove Ditlevsen hevði stóran part
av sínum lívi álvarsligar sálarl-
igar trupulleikar. Longu í 1941
var hon fyrstu ferð innløgd á
sálarsjúkrahús. Deyðin og sjálv-
morð hugsveimaði hon um frá
barnsbeini av og royndi longu
tólv ára gomul at beina fyri sær.
Seinni hevur hon sagt, at sjálv-
morðsroyndin var ein roynd at
fáa mammuna at geva sær gætur.
Í einstøkum samrøðum í dag-
bløðum og vikubløðum hevur
Tove Ditlevsen greitt frá, at tað
var trupult at vera kvinna í dag-
Friðskjól í skaldskapinum
Í dag eru 75 ár liðin, síðani fólkakæri danski høvundurin Tove Ditlevsen
var borin í heim. Longsulin, hon hevði alt lívið, eftir kærleika og
umsorgan, eyðkendu hennara fyrstu yrkingar og størsta partin av
hennara ritverki. Friðskjól fann hon bara í skaldskapi sínum
Miðskeiðis í fimtiárunum við trúføstu Erika-skrivimaskinuni
sins samfelag. Hon kendi seg
kortini ikki heima í kvinnurørsl-
uni, sum veruliga var við at fáa
vind í seglini hesi árini. Men í
1956 fekk hon í boði at taka yvir
brævkassan í Familie Journalen,
sum Edith Rode hevði røkt. Her
fekk hon rættiliga høvið at gera
vart við síni kvinnupolitisku
sjónarmið. Og frá degnum, hon
tók yvir, til hon doyði, svaraði
hon javnt og samt brøvum frá
fólki, serliga kvinnum úr øllum
Danmark. Eisini tey nógvu tíðar-
skeiðini, hon var innløgd, passaði
hon brævkassan. Frá brævkass-
anum fekk Tove betri innlit í
kvinnulívið, enn hennara egnu
royndir góvu henni. Tíggju ár
seinni hevði hon eitt heilt yvirlit
yvir kvinnuspurningar og
kvinnutrupulleikar, sum hava
verið góður íblástur til skaldskap
hennara. Treyðugt so, hugdi hon
ikki bara at kvinnusøgunum. Í
skaldskapi sínum sleppur
mansins sjónarhorn eisini framat.
Menninir
Tove Ditlevsen var ofta gift,
menninir vóru ikki drúgvir, og
hon fekk fleiri børn. Einstakir av
monnunum fingu serligan týdn-
ing fyri hana. Ebbe Munk var
hennara næsti maður og við
honum fekk hon eina dóttur.
Hann hevði stóran áhuga í bók-
mentum og var góður í ráðum,
og hóast tey vórðu skild eftir fá
ár, høvdu tey gott samband alt
lívið.
Eftir Ebbe varð hon gift við
læknanum Carl Ryberg í 1945 og
hann var byrjanin til rúsevnis-
misnýtsluna, sum hon aldri kom
heilt burturúr. Í tíðarskeið, eisini
meðan hon hevði smábørn, var
hon so doyvd av rúsevnum, at
hon ikki megnaði at koma úr
seingini. Saman við Carl fekk
hon ein son, og Tove ættleiddi
eisini dóttur Carl. Fleiri ferðir
hevur Tove sagt, at tað vóru
rúsevnini, sum hildu tey saman.
Hetta kemur týðiliga fram í
skaldsøguni Gift. Skriving henn-
ara minkaði meðan tey vóru gift.
Jakobovski, húshjálpin, var
bjargingin hjá lítlu familjuni hesi
árini. Carl og hon fóru frá
hvørjum øðrum í 1949. Hetta
árið skrivaði hon so gott sum
einki. Árini eftir kríggið er hon
ógvuliga merkt av misnýtsluni,
og eftir, at Carl er farin úr lívi
hennara, royndi hon allar
hugsandi mátar at fáa til vega
peditin. Falskaði undirskriftir og
lumpaði læknar í Keypmanna-
havn og økinum rundanum. Carl
var sjálvur sálarliga sjúkur, í
1962 gjørdi hann sjálvmorð, bert
43 ára gamal.
Í 1950 hitti Tove Victor
Andreasen og hann gjørdist
hennara fjórði maður. Tey vóru
saman í 21 ár, og hann var fyri
henni tann størsti kærleikin.
Bæði vóru tey svikin og skadd
børn. Tey kendu seg heima hjá
hvør øðrum og fyri fyrstu ferð
hvíldi Tove í hjúnarlagnum. Í
hjúnarskilnaðinum við Carl segði
hon frá sær ættleiddu dóttrina,
sum Carl átti, og hendan gerðin
nívdi hana til hennara doyggj-
andi dag.
- Tað er einasta gerðin í mín-
um lívi, sum eg angri, hevur hon
sagt.
Victor fór í seigan kamp móti
rúsevnunum, sum Tove var so
bundin av. Hann bannlýsti allar
læknar í nánd og ávaraði teir
ímóti snildum hennara at lumpa
peditin og annað frá teimum.
Treyðugt so, góðtók hann ikki
treytaleyst at verða settur í
skuggan av sínum kendu konu.
Hann var ein ókendur embætis-
maður og hevði ilt við at finna
seg til sættis í skugganum. Tey
fingu ein son saman í 1954.
Eisini samlívið við Victor er
lýst í fleiri bókum hennara, eitt
nú í Kvindesind, To som elsker
hinanden og Vilhelms værelse.
Lívið hjá Tove og Victor er ikki
bara eydnuríkt. Tey hava stórar
fíggjarligar trupulleikar og verða
noydd at selja stóru húsini í
Birkerød. Í 1957 er hjúnarlagið í
álvarsligari kreppu og tey eru
eina tíð frá hvør øðrum. Koma
síðani saman aftur fyri síðani at
fara sundur aftur. Victor verður
nevniliga forelskaður í elstu
dóttur Tove, og hóast Tove roynir
at lata sum um hon ikki sær, er
hetta um at vera henni ovboðið.
Eisini hetta lýsir Tove, í stutt-
søgusavninum Den onde lykke.
Knud Mogensen var síðsti
maður Tove.
Ikki vird
Bókmentaliga umhvørvið í Dan-
mark var broytt eftir kríggið, og
tað kom sera óvart á Tove, sum
var ógvuliga væl umtókt og nógv
lisin undir krígnum. Tove var
ikki høgt í metum í eygunum hjá
bókmentaligum ummælarum og
serfrøðingum, og hetta var fyri
hana ein stórur trupulleiki, ein
ampi, til hon doyði. Hon fekk
ongantíð stóru virðislønina frá
Det Danske Akademi, hóast hon
var nær við ofta.
Hesi síðstu árini á ævi síni
hugsaði Tove oftari og oftari um
sjálvmorð. Og onkra roynd
gjørdi hon at beina fyri sær.
Hóast hon hugsaði um at gera
enda á sínum lívi, hevði hon
samstundis ampa av børnunum,
serliga av yngsta soninum, sum
hevði liðið nógv undir, at
mamman so ofta hevði verið
innløgd.
Tove var alla tíðina ógvuliga
tilvitað um at gera vart við seg í
fjølmiðlunum og javnan vóru
samrøður við hana. Í eini sam-
røðu, sum var ein tann síðsta,
segði hon: "Mit liv er blevet
dumt!" Hon fjaldi ikki yvir, at
hon var sera vónbrotin um, at
hon ikki hevði fingið stóru
heiðurslønina frá Akademiinum.
Tove fyrireikaði væl sítt sjálv-
morð, skrivaði øllum sínum
næstu bræv og legði teimum eina
við, hvussu hon ynskti
jarðarferðina at vera.
- "Der er mere grund at sørge
over mit liv end min død!" segði
hon.
Í mars 1976 varð hon funnin
deyð, 17. mars varð hon jarðað,
sum nummar 23, í 14. røð, deild
9, í Vestre Kirkegård. Eitt stórt
fylgi, fyri tað mesta kvinnur á
Vestrubrúgv, fylgdi henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Nærum altíð liggja frískar
blómur á grøv hennara.
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
9
Sjáldsom mynd av Tove, sum er í holt við at gera mat. Nakað, hon avgjørt ikki dugdi og sá seg
føra fyri
Tove Ditlevsen, 17. mars 1975, júst eitt ár, áðrenn hon varð jarðað. Myndin er tikin í sambandi
við samrøðu í B.T., har hon greiddi frá, at hon ikki tímdi meir. Heldur ikki á myndini, kann
hon fjala yvir møðina