Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 C M Y K 28 10 Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002 FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen - Eg fari fyrst og fremst á bíbliu- skúla fyri at granska í orði Guds og harvið at læra bæði hann og sonin, Jesus, betur at kenna, sigur Sólrun. - Eisini fari eg fyri at granska nærri, hvat Jesus, sum er eitt við orð sítt, sigur um kvinnuna, og hvat hon skal taka sær av í anda- ligum høpi. Tað vísir seg, at tað eru nógvar ymiskar hugsanir millum trúgvandi hesum viðvíkj- andi. Og so er at gera, sum Jó- hannus doyparin gjørdi, at fara til Jesus sjálvan at spyrja hann, sigur hon. Sólrun Poulsen er ættað av Toftum, dóttir Sofíu og Hans Paula Højgaard. Í 1965 giftist hon Per Poulsen undir Gøtueiði, sum hon kom at kenna, meðan tey gingu til prest á Nesi. Tey eiga synirnar, Suna, Jóhan og Andreas Paula. Elsta sonin, sum yngsti sonurin er kallaður eftir, mistu tey í eini vanlukku á Toftum. Tá barnaskúlin á Toftum var av, fór hon á preliminerskúla á Glyvrum. Síðani fór hon til Havnar í húspláss. Tá systir hennara, Maja, varð fødd, fór hon heim aftur at passa mamma sína upp, sum tað varð rópt. Seinni fór hon suður aftur til Havnar í enn eitt húspláss. Eitt stutt skifti arbeiddi hon í H. N. Jacobsens Bókahandli, til hon í 1965 fór í skrivstovustarv á Dimmalætting. Sólrun dámdi ógvuliga væl arbeiði sítt á Dimmalætting, men í 1977 segði hon starvið frá sær, tá hon og maðurin gjørdu av at byrja egið bakarí. Barnaminnir Sólrun vaks upp í einum krist- num umhvørvi, har møti- og kirkjugongd vóru ein heilt nátúrligur partur av lívinum. Hon minnist aftur á barna- árini, sum vóru trygg og góð og sigur frá, tá tey plagdu at skera torv í Rituvík. - Eg minnist serliga, tá vit sum børn runnu til Rituvíkar í torv. Vit vóru burtur allan dagin, so neyðugt var hjá okkum at hava mat við. Viðhvørt matgjørdu vit eisini. - Vit kundu t.d. hava turran fisk við okkum, og tá kókaðu vit eplir á primus. - Tey á Gadd í Rituvík vóru nærmasta familja hjá ommu mínari; har varð eg ofta send at fylla hitafløskurnar. - Á Gaddinum høvdu tey handil, og har var so spennandi at koma, tí tey vóru so serstak- liga blíð og gávumild. Har fekk eg altíð okkurt forkunnugt góð- gæti, sum ikki fekst á Toftum. - Tað vóru hugnaligir og eydnusamir dagar úti í Guds fríðu náttúru, við anganum av lyngi, sum vit brendu fyri hugn- an skyld, minnist Sólrun við einum smíli. Ungdómsárini Tá Sólrun fór at ganga til prest, kom hon at kenna hann, sum hon seinni giftist við. Per er uppvaks- in undir Gøtueiði, og børnini har máttu heilt út á Nes at verða fermd. Tað bleiv ikki nakað álvarsligt millum tey bæði tá, sum enn ikki vóru rættiliga vaksin. Men ein neisti man hava verið tendraður, tí tá tey vóru um 16 ára aldur, funnu tey saman. Tá vóru fáir bilar, og ferðslan var lítil. Men pápi Per átti bil, og hann sá í millum fingrar við, at sonurin koyrdi ein túr út á Toftir at vitja gentu sína, hóast hann einki koyrikort hevði. Sólrun gjørdi Per greitt, at vildi hann hava seg til konu, mátti hann fáa sær eina útbúgv- ing. Gentuna vildi hann hava, og Per fór í bakaralæru hjá Frants Restorff. Meðan Per stóð í læru, keyptu tey grundøki til sethús í Tjarnar- lág. - Tað var ein stuttlig tíð. Vit spinkaðu og spardu og vendu hvørjum oyra. Mangan stóð Per á seiðabergi, so vit sluppu undan at keypa dýran handilsmat. Eisini fingu vit mat við okkum suður aftur, hvørja ferð vit høvdu verið heima, sigur hon. Per legði stórt arbeiði í at fáa grundøkið byggibúgvið. Hann boraði og sprongdi, og tá klárt var at stoypa, komu arbeiðsfelag- ar hansara hjá Frants Restorff at hjálpa honum. - Vit høvdu tá verið gift í eina tíð, og nú longdist okkum eftir at fáa okkara egna og nakað rúml- igari at búgva í, sigur Sólrun. Undir egna fyritøku Tá Per hevði bakað hjá Frants Restorff nøkur ár, gjørdi hann av at fara at baka sjálvur. Húsini í Tjarnarlág vórðu bygd til tað sama. Og tá fangaði borðið hjá Sólrun. Hon hevði kravt av Per, at hann skuldi fáa sær eina út- búgving, og nú vildi hann hava hana at hjálpa sær, skuldi bakaraheitið veruliga koma til nyttu. Hon fór úr starvi sínum á Dimmalætting, og tey byrjaðu at fyrireika seg til egnu fyritøku sína. - Vit gingu og runnu langar túrar hvønn einasta dag fyri at gera okkum út til nýggju avbjóð- ingina, sigur hon Hon sigur, at tá farið verður undir nakað so krevjandi, sum tað er at byrja sjálvstøðugt, tá er veruliga neyðugt at vera í besta standi, bæði sálarliga og likamliga. Fyrstu nógvu árini hjálpti Sólrun til við øllum í bakarínum. Í Tjarnarlág høvdu tey ikki út- sølu, men seldu til handlar runt landið. Øll árini hevur Sólrun koyrt bakaravørur út í handlarnar. Hon hevur lært nógv handilsfólk at kenna, og millum tey fingið fleiri góðar vinir - Tað gekst okkum væl, og sølan vaks ár undan ári. Í 1991 bygdu vit bakaríið á Berjabrekku. Tað vóru niðurgangstíðir, men vit trúðu upp á, at fólk ótu minst líka nógv breyð í ringum tíðum, sum í teimum góðu, sigur hon. Í stóra nútímans bakarínum við stórari sølubúð við bakstri og húsarhaldvørum, vóru sjálvsagt heilt aðrar umstøður, enn Sólrun og Per vóru von við. So við og við komu fleiri og fleiri í arbeiði í Mylnuni, og arbeiðsbyrðan hjá teimum báð- um minkaði nakað. - Vit eru teimum, sum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at bygt upp eina so stóra fyritøku, ógvuliga takksom. Uttan arbeiðs- fólkið og teirra góða arbeiðs- vilja, hevði einki borið til hjá okkum, sigur Sólrun. - Nú fari eg at gera ein dreym til veruleika, sum eg havi havt frá ungum árum. Í friði og náð- um, saman við trúgvandi, fari eg at nýta tíðina á ein øðrvísi hátt. Eg fari burturfrá eina tíð fyri at vita, hvat Jesus hevur at siga mær, sigur Sólrun at enda. Av bakarínum á kristniboðsskúla Síðani 1977 hevur Sólrun Poulsen arbeitt á bakarínum, Mylnuni, sum hon og maðurin í felag hava arbeitt upp. - Nú fari eg at gera nakað heilt annað, sigur hon. Tey hava selt bakaríið, og í januar fer hon til Noregs, har hon skal byrja í skúla Tað er eitt vakurt skoðsmál Per Poulsen gevur konu sínari, nú tey hava selt bakaríið, sum tey bæði lótu upp í 1977. Hann gevur henni æruna fyri, at tað hevur gingist teimum so væl. Sólrun hevur staðið fyri øllum í samband við sølu og fyrisiting í Mylnuni. Eftir árslok fer Sólrun til Noregs á kristniboðsskúla. Per fer at fyljga henni yvir, men kemur heimaftur at gera endaliga upp á bakarínum Mynd: Rúna Sivertsen Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002 11 BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen Hann er í uppskoti til Norður- landavirðislønina í bókmentum fyri stuttsøgusavnið Pílagrímar, sum kom út í fjør. Men hann hvílir ikki á lavrberjagreinini. Vit hava ringt til Hanus Kamban, sum í løtuni býr í Keypmanna- havn, fyri at tosa um nýggju bók hansara, sum kom út í vikuni. - Hetta er ein roynd at peika á eitt tekstaslag, sum er øðrvísi enn tað realistiska. Aðrastaðni er tað ógvuliga vanligt, serliga á filmsøkinum, men hetta er fyrstu ferð, at ein bók á føroyskum burturav fæst við science fiction, sigur Hanus Kamban. "Tað nýggja Atlantis" er eitt savn við 15 stuttsøgum. 14 eru týddar úr amerikonskum ella enskum og ein er týdd umvegis úr sponskum. Høvundarnir eru níggju í tali, teirra millum eru Nataniel Hawthorne, Hoggie Wells, E.M. Forster, Ray Bradbury, J.G. Ballard og Borges. - Rithøvundarnir hava kanska tað til felags, at teir skriva væl og hava okkurt sermerki í stíli, sum ger teir áhugaverdar at lesa, sigur Hanus Kamban. Sermerkt savn Tað sermerkta við savninum er, at hetta er fyrsta føroyska bókin, sum burturav fæst við Science fiction - ella vísindaskaldskap, sum tað eitur á føroyskum. - Hetta hevur verið til ómeta- liga stóra gleði fyri meg, og tað hevur verið ótrúliga spennandi at geva tekstunum eitt føroyskt snið. Eg má siga, at tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu stóran týdning orðabókaarbeiði hevur fyri okkara týðarar, sigur Hanus Kamban og sipar til allar orðabókaútgávurnar, sum eru komnar út síðstu árini: Móður- málsorðabókin, tvær danskt- føroyskar og ikki minst samheitaorðabókin. Nógv nýggj hugtøk eru í nýggju orðabókunum, sum hann hevur gjørt nýtslu av, men í ávísum førum hevur hann verið noyddur at smíða nýggj orð. Tá hevur víðagitni málfrøðingurin úr Kirkjubø, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, verið ein góð hjálp. Ritgerð aftast Umframt stuttsøgurnar hevur Hanus Kamban skrivað eina ritgerð um vísindaskaldskap aftast í bókini, sum setir søgurnar í ein skaldsligan og samfelagsligan samanhang. Vanliga verða Science fiction- bókmentir lýstar sum framtíðar- skaldsøgur, men tann neyvari allýsingin er eitt sindur øðrvísi. - Vísindaskaldskapur er eitt tekstaslag, sum lýsir manna- ættina í universinum í mun til ta vitan, sum er. Hann verður latin í ein gotiskan form, ið brúkar "tað sublima". Tað sublima kann verða brúkt um okkurt, sum skapar ræðslu, ótta og pínu, men samstundis inniheldur njóting. "Delightful horror" er eitt hug- tak, ið knýtir seg at sjangruni, greiðir Hanus Kamban frá. Stephen King er eitt dømi um ein kendan rithøvund, sum brúk- ar hendan gotiska skriviháttin í eitt nú "The Shining", sum eisini er vorðin til eitt kendan ræðu- film. Kveikt í Skúgvi Áhugin hjá Hanusi Kamban fyri vísindaskaldskapi stavar frá barnaárunum í Skúgvi. - Áhugin byrjaði longu, tá vit hoyrdu spøkilsissøgurnar. Tað fekk eisini stóra ávirkan, tá Gluggin kom út á fyrsta sinni, tí slíkan lesnað vóru vit ikki von við í Føroyum tá. Eg minnist, hvussu fantastiska spennandi tað var, fyrstu ferð eg las søguna í Glugganum um "Dr. Jekyl og Mr. Hyde," sum Jóannes av Skarði týddi. Eg minnist eisini, at vit ongar trupulleikar høvdu av málinum, hóast tað var nýtt at lesa slíkan skaldskap á føroysk- um, sigur Hanus Kamban. Hanus Kamban hevur áður týtt vísindaskaldskap. Hann hevur eitt nú føroyskað Ray Bradbury, og fyrstu søgurnar komu á prent í Fjølnir í 1967. Bøkur eru eisini komnar út við onkrari vísinda- søgu innímillum. Nakrar av teimum, hevur hann brúkt um- aftur og týtt av nýggjum. Gott handverk Ongin uppskrift ella ávísar reglur eru galdandi fyri ein høvunda, sum skrivar vísindaskaldskap. Kortini er tað so, at ymisk eyð- kenni síggjast aftur, tá talan er um góðan vísindaskaldskap. - Tað er, sum við øllum góðum skaldskapi: Handverkið skal vera í lagi. Rithøvundurin skal duga at skriva, sigur Hanus Kamban. Skilt verður ímillum "hard science fiction" og "soft science fiction", greiður Hanus frá. Harður vísindaskaldskapur leggur dent á tað tøkniliga. Talan er um væl undirbygda og fram- komna tøkni, sum verður gjørd sannlík við sannførandi lýsing- um. Jules Verne er eitt gott dømi. Hann fylgdi væl við tøkniligu menningini, gjørdi kanningar, las tíðarrit og klipti út. Nógvar av søgunum gjørdust sannspádómar, tí langt aftaná, at hann hevði skrivað um tað, komu t.d. kav- bátar, telefon, mánaferðir, og sjónvarp. Tann bleyti vísindaskaldskap- urin letur hugflogið fáa frítt spæl. Dømi um tað eru tíðar- ferðir og tað at taka tíðarfyri- brigdi upp. Tíðarmaskinan hjá H.G. Wells er kend fyri tað at ferðast í tíð. Tá framtíðin gerst viðkomandi Hugurin fyri Science fiction varð kveiktur longu í barnaárunum í Skúgvi. Nú hevur Hanus Kamban skrivað fyrstu føroysku bókina, sum burturav inniheldur og viðger vísindaskaldskap. Talan er um eina týðandi bókmentagrein, sum ofta tekur evni til viðgerðar, áðrenn tey eru komin til sjóndar Tað sermerkta við savninum hjá Hanusi Kamban er, at hetta er fyrsta føroyska bókin, sum burturav fæst við Science fiction - ella vísindaskaldskap, sum tað eitur á føroyskum Framhald á síðu 12