leygardagur 14. desember 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
C
M
Y
K
30
Undan síni tíð
Summir rithøvundar brúka fram-
tíðarsøguna til at lýsa nútíðina
við, greiður Hanus Kamban frá.
Hann nevnir skaldsøguna "The
war of the world" (1896), ið snýr
seg um marsmenn, sum gera inn-
rás á jørðini og brúka geiðslatól
til at útrudda alt innan fyri ein
ávísan ring.
Søgan er bæði livandi og
óhugnalig og verður ein góð lýs-
ing av imperialistiskum londum
á okkara døgum. Høvundurin
dregur sostatt ótrúlig fyribrigdi
inn í skaldaheimin fyri at lýsa
okkum sjálv.
- Vísindaskaldsøgan kann ofta
verða undan síni tíð, men hon
kann ikki ávirka sína tíð, tí tú
sært ikki samanhangin og lík-
leikan, fyrr enn tað er hent, sigur
Hanus Kamban.
Út um mørk
Søgurnar í "Tað nýggja Atlantis"
eru kendar fyri at vera spenn-
andi, óhugnaligar og hugtakandi
alt í senn. Vit kunnu nevna fyrstu
stuttsøguna eftir Natanial Haw-
thore, ið kallast Móðurmerkið
(1843).
Hon er um ein vísindamann,
sum giftist vakrari gentu. Gentan
hevur bara eitt lítið lýti: Eitt
móðurmerki á kjálkanum. Mað-
urin festir seg meira og meira við
móðurmerkið og vil hava tað
burtur. Hann ávirkar konuna,
sum eisini verður plágað av
móðurmerkinum. Maðurin er
førandi vísindamaður um ta
tíðina, og heldur hann kann fáa
tað burtur, men móðurmerkið er
so djúpt, at tað er partur av
hennara innastu veru. Pilkar
hann við móðurmerkið, so pilkar
hann eisini við tilveruna.
- Søgan er mynd um, hvat
kann henda, tá vísindamaðurin
ikki kennir sær afturhald. Hesin
vísindamaðurin, sum fer út um
etisk mørk, er eitt afturvendandi
høvundaevni í vísindaskaldskapi
og er eisini væl umboðað í
savninum, sigur Hanus Kamban.
Viðkomandi bókmentir
Dr. Jekyl and Mr. Hyde, ið
Hanus Kamban sum smá-
drongur í Skúgvi gjørdist so
hugtikin av, er eitt annað gott
dømi um vísindaskaldskap.
Hon snýr seg um ein vísinda-
mann, sum nýtir evnafrøðiligar
rannsóknir til at skilja sundur
tað góða og tað ringa. Søgan
er viðkomandi enn í dag, tí
hon nertir við nakrar etiskar
trupulleikar í tíðini, nú
møguleikar eru fyri kloning.
- Vísindaskaldskapur er ein
viðkomandi bókmentagrein,
sum mangan hevur tikið
týðandi evni fram, áðrenn tey
koma til sjóndar. Hetta savnið
hevur fleiri áhugaverdar og
spennandi søgur, sum kunnu
lesast av øllum, sigur Hanus
Kamban.
12
Sosialurin Nr. 241 - 14. desember 2002
Yvirskriftin sigur, hvørja tíð á
árinum vit hava nú. Heystið er
farið afturum, veturin og
myrkrið eru komin, og tað
nærkast jólum.
Vit vita, at kristna høgtíðin
og tíðin tá ið dagarnir aftur
fara at leingjast, eru sam-
stundis. Um hetta hevur nakað
við hvørt annað at gera er
óvist, men vist er, at tað pass-
ar okkum føroyingum ógvu-
liga væl.
Nú bert ein góð vika er eftir
til jólaaftan vita vit, at sólin
fer at venda, og at tað aftur fer
at ganga móti ljósari tíðum.
Bert vitanin um, at so er, ger
at nógv av okkum gerast í
betri hýri. Boðskapurin, sum
jólini bera okkum, benda so
sanniliga eisini rættan veg.
Tí gleða vit okkum til jóla.
Eg veit væl, at nógv hava
ovmikið at takast við júst hesa
komandi vikuna, men skulu
vit fáa nakað burturúr, so
ræður um at nýta tíðina rætt
og ikki øsa alt uppí skúm. Vit
vita, at jólini geva okkum
nakrar dagar, har stundir eru
at vitja ætt og vinir og seta
ferðina niður.
Var sjálvur fyrr í vikuni til
konsert í Sankta Nikolaj kirkj-
uni Rønne. Har vóru bæði
barnakór og kirkjukór, men
tað sum dróg meg hagar, var
ein amerikumaður, sum sang.
Nú siga vit ofta nógv um
amerikumenn - gott og minni
gott - men sjálvandi finnast
mong dugnalig fólk „in Gods
own country." Robert Bailey
hevur í meira enn 20 ár sungið
saman við størstu country-
stjørunum og sangarum
yvirhøvur, m.a. Willie Nelson,
Garth Brooks og nú seinast
Keith Richard úr Rolling
Stone.
Maðurin hevur eina framúr-
skarandi rødd. Tað er ikki
ósatt, tá ið eg sigi, at bæði tá
ið hann sang „Silent Night" og
„Go tell it on the Mountin"
reistust hárini á ørmunum.
Hann dugur hetta ameri-
kanska, sum vit ofta hava sæð
í sjónvarpi, at fáa øll við, og
so gevur hann seg fult - røddin
rungar í hválvinum í kirkjuni.
Jú, eitt sovorðið kvøld hugsi
eg eitt sindur djúpari um til-
veruna - og leingist heim.
Gleði meg til, at vit á TV
2/Bornholm hava gjørt avtalu
við hann. Vit skulu savna eitt
stórt kór sum hann skal
arbeiða við í tríggjar dagar, og
so verður konsert í ítróttar-
høllini í Aakirkeby.
Her á Bornholm hava vit
verið saman til jólahald. Tøkk
til Berg Jacobsen, sum aftur í
ár komn higar at halda guðs-
tænastu. Eini 50 fólk vóru
saman seinasta sunnudag.
Umframt guðstænastuna fingu
vit ein kaffimunn við før-
oyskum køkum afturvið, og so
sendu tey flestu jólaheilsur.
Í ár ætlaði eg eisini at senda,
men satt at siga hættaði eg
mær ikki framat mikrofonini.
Eg sett meg við telduna at
skriva tað, eg ætlaði mær at
siga, men longu tá fekk eg ein
klump í hálsin og glansandi
eygu - so eg slerdi av.
Eg havi heldur ongantíð
sent fyrr. Havi altíð sagt, at vit
tosa so oftani saman í telefon,
at tað ikki er neyðugt, men eg
má tó viðganga, at jólaheils-
urnar hoyra jólunum og jóla-
minnunum til.
Eg minnist væl kvøldini, tá
ið Útvarpið sendi heilsur. Eg
kenni royk av kaku, tá ið eg
hugsi um jólaheilsurnar -
stákast bleiv til jólar júst hesar
dagar og spennignurin var
stórur í húsinum.
Her á Bornholm stendur
hampuliga væl til. Vit verða
løgd saman í eina kommunu
1. januar, so nógv fyrireiking-
ararbeiði hevur verið gjørt í
heyst og í vetur.
Stýrisskipanin er ikki nógv
broytt - fimm kommunur og
eitt amt eru nú ein regións-
kommuna. 27 fólk eru vald í
regiónsráðið, og tey sita nú
við evsta politiska valdinum
her á oynni.
Hvussu tað fer at roynast er
ilt at vita, tí nógvar nýggjar
mannagongdir skulu gerast.
Um tær fara at virka í praksis,
fer at vísa seg í komandi
árinum.
Eg endi hetta teldubræv við
at senda jólaheilsur til ætt,
vinir og kenningar og ikki
minst tykkum, sum av og á
kveita í teldubrævið.
Gleðilig jól og gott nýár.
Jólini nærkast í hvørjum.....
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, Bornholm – argr@tv2bornholm.dk
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Framhald av síðu 11
"Tað nýggja Atlantis" er 387 síður
og kostar 200 krónur. Bókadeild
Føroya Lærarafelags og Føroya
Skúlabókagrunnur geva út, og
Hestprent prentaði. Edvard Fuglø
gjørdi kápumyndina.
Tvær grannaupp-
gerðir verða leiktar í
Havn um vikuskiftið,
og í Runavík skal VÍF
royna at toga seg upp
at strandingum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fult umfar er hjá monnun-
um í hondbólti um viku-
skiftið. Oddaliðið av vest-
ara armi á Skálafirðinum
heldur sum einasta lið frí,
og hetta merkir so eisini, at
onnur lið hava møguleika at
vinna seg heilt nær, og
enntá fram um stranding-
arnar.
Hetta seinasta er eisini
tað, sum VÍF hevur í
hyggju, tá teir fara til
Runavíkar at spæla sín
seinasta dyst í grundspæl-
inum. Við einum sigri her
kunnu vestmenningar at
kalla eisini tryggja sær, at
teir eru fremstir, tá farið
verður undir endaspælið.
Hóast strandingar við sigri
í sínum seinasta dysti koma
upp á 18 stig, og VÍF í
mesta lagi kann fáa 17, so
merkir hálveringin av stig-
unum við ársskiftið, at
bæði
oddaliðini
hægst
kunnu hava 9 stig. Og tá er
tað so málmunurin, sum
verður avgerandi.
Og vestmenningarnir eru
favorittar at vinna dystin.
Tjaldur gjørdi ein lítlan
vørr herfyri við sigrum á
bæði StÍF og Kyndli, men
hóast hetta prógvar, at
dugur er í liðnum, so er illa
hugsandi, at teir skulu taka
VÍF.
Vestmenningarnir
hava havt sínar trupulleikar
við serstakliga StÍF, men
hinvegin er sjáldan, at liðið
tapir teir á pappírinum løttu
dystirnar, og bara tann
dygdin í sjálvum sær átti at
verið nóg mikið til at
tryggja sigurin.
Skerdir neistamenn
Í Havn verða ikki minni
enn tvær lokaluppgerðir á
skránni hetta vikuskiftið,
og hava hesir stóran týdn-
ing fyri, hvussu støðurnar
eru í ávíkavist toppi og
botni á stigatalvuni.
Fyri at taka ovara endan
fyrst, so er talan longu upp
á forhond mest sum um ein
gysara, tá Kyndil og Neistin
fara at takast fyri aðru ferð
í ár. Fyrru uppgerðina vann
Neistin, og megna teir at
endurtaka hendan sigurin,
eru teir ájavnir strandingum
á øðrum plássi, meðan
Kyndil so má lata sær lynda
at byrja endaspælið í øllum
førum tvey stig aftan fyri
oddin.
Hinvegin er nógv, sum
talar fyri, at tað hesaferð fer
at eydnast hjá Kyndli. Liðið
er eftir ein lítlan niðurtúr í
november mánaði so smátt
farið at sýna tað stórspæl,
sum fólkið á liðnum átti at
verið borgan fyri, og hartil
noyðist Neistin at vera ein
av týdningarmestu leikar-
unum fyriuttan komandi
vikurnar. Einasti landsliðs-
leikarin á liðnum, Áki
Mørk, varð í vikuni lagdur
undir skurð, soleiðis at
eymu fótliðirnir skulu fáa
tað lættari í framtíðini, og
hetta merkir í øllum førum,
at hann ikki verður tøkur
hesumegin jól. Ivaleyst ein
smeitur fyri Neistan í
seinastu dystunum í grund-
spælinum, og ivaleyst ein
smeitur fyri Áka, sum
soleiðis ikki er tøkur hjá
landsliðnum í januar mán-
aði. Men hinvegin kann við
hesum helst vera tøkur
aftur, tá farið verður undir
endaspælið.
Seinna lokaluppgerðin í
høvuðsstaðnum verður í
Hoyvík, har tey bæði
heimaliðini, KÍF og H71
fara at takast. Tað er mest
sum greitt undan dystinum,
at hvussu víkir og vendur,
so verða kollfirðingarnir
helst á fimta plássinum, tá
farið verður undir enda-
spælið, men tað hevur tó
nógv at siga, hvussu nógv
teir kunnu nærkast teimum
fremru undan hesum, og tí
fara teir helst at leggja nógv
fyri í royndunum at fáa ein
sigur.
Hoyvíkingar skulu hin-
vegin royna at fóta sær,
eftir átta tap á rað, og
avrikini í seinastuni hava
eisini víst, tað kanska ikki
skal so nógv afturat til,
áðrenn vend kemur í. So
tað verður ikki givið nakað
fyri einki í Hoyvíkarhøllini
leygardagin.
Nr. 241 • leygardagur • 14. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Hesa ferð verður
tað Fram, sum fær
»gleðina av« at
royna seg ímóti ÍF,
meðan Mjølnir skal
royna at reisa aftur,
nú teir hitta Fleyr,
sum als ikki hevur
fortíðarinnar
styrki
MANSFLOGBÓLTUR
Kunning frá FBF
Øll liðini hava roynt,
men enn hevur ongum
eydnast at gjørt nakað
við ÍF. Ikki so mikið
sum eitt einasta sett er
tapt, og tað vísir styrk-
ina. Fram skal hetta leik-
umfarið royna seg.
Hjá ÍF er sterki kant-
samsharin Rúni Weihe
skaddur og verður helst
ikki við fyrr enn í
Mjølnirkappingini
í
fyrsta lagi. Tað hevur
sjálvandi við sær, at
slagstyrkin hjá ÍF ikki er
heilt tann sama, men
Rúni var heldur ikki við
ímóti Mjølni seinasta
leikumfar, og tann dyst-
in smurdi ÍF Mjølnir av.
Í styrki minna Mjølnir
og Fram nógv um hvørt
annað, men hvørki av
liðunum hevur sama
trygga og støðga spælið,
sum ÍF hevur víst higar-
til. Tað er tí væntandi, at
ÍF fer at megna at enda
fyrru hálvu av lands-
kappingini við fullum
stigatali.
Ikki
einki
bragd.
Mjølnir skal reisa
seg
Gullvónirnar hjá Mjølni
fingu ógvusligt skot fyri
bógvin seinasta leikum-
far. ÍF trýsti so væl og
virðiliga Mjølnir niður
og norð. Tapið var eyð-
mýking
av
teimum
stóru, og nú er hjá klaks-
víkingum at vísa, at teir
megna at reisa seg.
Dysturin ímóti Fleyr
er eins og kvinnudyst-
urin góði gamli klassik-
arin, men til at gera
dystin
spennandi
er
Fleyr
alt
ov
nógv
viknað. Mjølnir eigur
als ongar trupulleikar at
hava av Fleyr og fær tað
neyvan heldur. Fleyr má
brúka hetta kappingar-
árið til at spæla nýggjar
leikarar til í meistara-
deildini, og tí verða úr-
slitini har eftir. Tað tekur
sína tíð at gera seg gald-
andi í bestu deildini,
men framtíð er í ungu
leikarunum.
ÍF og so hini
Oddurin kann takast
Neistin noyðiast at vera ein av avgjørdu lyklaleikarunum fyriuttan, nú Áki Mørk er skurðviðgjørdur í fótliðinum