Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Studningur til fiskivinnuna Í GREIN í blaðnum hjá fiskaseluni »Okkara Millum« hevur fiski- vinnustjórin avdúkað eitt sindur um ætlanina við eini komandi prísáseting av feskfiski. M.A. er ætlanin at avtaka ráfiska- grunnin í núverandi líki. Í staðin er ætlanin at virkið skal gjalda sín prís fyri fiskin, og studningurin skal so gjaldast út gjøgnum studningsnevndina. Vit fara at loyva okkum at koma vid vid- merkingum til hetta uppskot, og vilja eisini royna at lysa hvussu hetta kemur at virka i praksis. Vit kunnu taka kongafiskin, sum i dag umboðar ein týðandi part av okkara veidu, men sum sam stundis er ein studningskrevjandi vinna. Um vit nú hugsa okkum uppskotið hjá fiskivinnustjéran um gjøgnumført kemur avreið- ingarprísurin hjá fiskimonnum knappliga at vera 2 kr. í staðin fyri 5 kr. pr. kg. Restin av partinum fyri túrin verður so útgoldin sum studningur úr lønjavningargrunn- inum. Og sum gongdin hevur ver- ið seinastu árini verður tað tá størri parturin av túrinum sum verður útgoldin sum studningur. HETTA fer ikki at bera til, og fer hetta at seta fiskimannin í eina ol- mussu støðu, sum skal liva av studningi. Áhugavert er at hyggja at hver ið egentliga átti at fingið studningin. Tað er nevniliga so, at av marknaðarprísinum kemur tann minsti parturin fiskimonnum til góðar sum avreiðingarprís. Kongafiskur er millum tey bíligu fiskasløgini, har stórur partur av marknaðarvirðinum fer sum út- reiðslur á landi frá farmagjald og til skiftisavlop til flakavirkini. Vit eru vitandi um, at sum príslegan hevur verið seinastu tíðina, fær tann sum veiðir bert 25% av marknaðarvirðinum, meðan »landsidan« fær tey 75%. So skal nøkur nýskipan gerast her, so eigur hon heldur at vera tann, at studningurin verður býttur til oll liðini í framleiðsluni, soleiðis at sjålvt fiskasølan fekk studning, tí hon ikki kann útvega ein studn- ingsleysan pris. Var hetta gjørt, kundu fiskimenn so uttan himpr tikiå móti einum studningi, sum svaraði til teierra part av markn- aðarvirðinum. Ein slik skipan vildi eisini givið monnum eina sanna mynd av marknadarstøduni. Tað gera núverandi avrokningarprísir ikki, ti av teimum dýru fiskasløg- unum verður ein nógv størri part- ur av marknaðarprísinum útgold in sum prísur enn av teimum bi ligu fiskasløgunum. Útreiðslurnar av at virka tær eru jú tær somu. EITT annað er tað, at skal nýskap- ast á hesum gkinum, so eigur eis- ini útgjaldingin av studningi at verða tikin við. Við enn galdandi skipan gjalda virkini studningin gjøgnum ráfiskagrunnin og fáa samlaðu upphæddina aftur úr løn javningargrunninum. Hendan partin av studninginum fáa fiski menn tiskil saman við avrokning- ini. Men allur annar studningur verður goldin úr lønjavningar- grunninum aftanå, at hesin hevur fingið avrokningina frå reiðarí- num. HETTA merkir at ein partur av inntøku fiskimanna verdur goldin kanska ein månada aftanå at av- rokningin er komin. Her vilja vit mæla til, at virkini koma at leggja allan stuðul út, uttan mun til um hetta er studningur, sum skal být- ast samb. sáttmála, ella hetta er reinur rakstrar- ella manningar- studningur. Hetta vildi merkt, at fiskimenn kundu fingið allan sín ágóða saman við avrokningini. Fyri virkini vildi hetta ikki verið tann stóri munurin, tá tey framm- anundan umsita ein stóran part av studninginum. FYRI fiskimenn vildi hetta merkt, at teir fingu sín ágóða fyrr og í einum, og fyri lønjavningargrunn- in vildi hetta merkt ein munandi meira einføld skipan. Og hetta vildi aftur gjørt grunnin føran fyri at avgreitt gjaldingar munandi skjótari enn nú. FISKIVINNUSTJÓRIN hevur sagt frá, at málið liggur í landsstýrin- um. Vit mæla til, at landsstýrið eisini hevur hesi sjónarmið í huga í teirri víðaru viðgerðini. -i. Nr. 137 — 1. desember 1987 Friding av bankum og landgrunni Til fiskivinnutåttin, Ut- varp Føroya, Tórshavn. Viðvíkjandi = uppskot- inum um 24 tíma friðing av bankum og landgrunni. Í seinasta fiskivinnu- tåtti Útvarpsins varð stutt trivið í uppskot FRAMSÓKNARFLOK- SINS, um at friða fer- oysku fiskileiðirnar í 24 samanhangandi tímar, millum kl. 16.00 leygar- dag og kl. 08.00 mánaag. Har kom tíanverri tann misskiljing í, at lurtarin fekk ta fatan, at talan var um friðing í 40 tímar, hó- ast talan bert var um 24 timar. Fiskivinnutátturin hev ur spurt 2 skiparar, ein trolaraskipara og ein línu- bátsskipara, um hvat teir halda um uppskotið. Sum uppskotsstillari kundi eg hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til tað teir fer i fram, og ann- ars útdýpa tankarnar aftanfyri uppskotið nakað meira. Trolaraskiparin skil var í upp- skotinum, tí tað ferdi við sær at teir komu at liggja stillir onkran sunnudag, og so mistu teir fiskitíð. Ætlanin við uppskotinum er júst, at fiskiskipini skulu missa fiskitíð, fyri harvið at verja okkara nógv niðurfiskaðu fiska- stovnar móti totalari oyð- ing. Hetta fyri at fiski- skipini ikki skulu verða »noydd« at liggja 7 dagar still um vikuna. Línibátaskiparin helt heldur ikki uppskotið vera segði, onki gott, við teirri grundgev- ing, at teir kanska komu at liggja stillir onkran dag í góðum streymi. Litil dugur hevði verið í at friðað, um friðingin bert skuldi verið galdandi teir dagar, sum skipini alíka- væl ikki fáa fiskað. Grundgevingarnar hjá skiparunum báðum høvdu verið av teimum bestu, um talan var um veiðu- bann í ávíst tíma- ella dagatal fyri at spart greið- ir ella olju ella fyri at hvílt manningina. Men tey viðurskiftini falla uttan- fyri rammuna av nevnda uppskoti. Uppskotið gongur bert út uppá at verja fiskastovnin móti ovurfisking. Ein ovurfisk- ing sum, um hon sleppur at halda fram, kemur at føra alla okkara fiski- vinnu, bæði á sjógvi og landi, út í stórt óferi. Ikki man vera lætt at finna ein betri friðingar- hátt, skulu vit rekka enda- málinum, sum er 1) at friða øll fiskasløg á øllum fiskileiðum allar árstíðir eitt åvist dagatal. 2) at friða soleiðis, at øll skip, allar manningar, ell flakavirkir og alt arbeiðs- fólkið merkja friðingartil- takið so javnt sum gjer- ligt. 3jat bera uppfyri at frið- ingartiltakið skal kunna tileinkisgerast við at um- gera (konvertera) friðing- ardagarnar til viðlíka- halds- ella landingardag- ar. Hóast fleiri skiparar siga at uppskotið er gott, so er ongin ivi um, at teir báðir skipararnir, sum út- varpið tosaði við, ikki eru einsamallir í parti. Men verður hugsað eitt sindur um tað, ið her er fert fram, og um tað, sum kendir og royndir skiparar sum Henrik Old og Jógvan I. Olsen førdu fram, so kunnu vit ell vera samd um, at vandi er á ferð, og at nakað munagott má gerast í bræði. Mangar eru tær broyt- ingar og tey tiltek innan okkara fiskivinnu, sum eru demd »skilaleys«. Nevnast kann til demis tað, fyri mong, >skila- leysa« tjóðveldisuppskot- ið, um at fremja vaktar- broyting til 6 og 6 umborð á trolarum. Man nakar í dag kalla tað skilaleyst? Hugaligt hevði tað verið fyri bæði núverandi og fyrrverandi fiskimenn at upplivað, at fiskiskip loystu frá landi måna- morgun og komu innaftur fríggjadag (summi á landi hava longu frí á middegi friggjadag), so valla er tað nakar (kapitalurin undan- tikin), sum ikki unnir fiskimanninum at liggja í havn leygardag og sunnu- dag. Og tað serliga ikki um hann liggur í havn fyri at verja fiskastovnarnar móti avoyðing. Tórshavn, 24. nov. 1987 Adolf V. Hansen Sjúkrahús í Eysturoynni Harra legmaður, Atli Dam, Feroya Landsstýri, Tinganes, 100 Tórshavn Tá eg skrivi til leiðaran av Landsstýrinum, so er tað fyri at fáa greiðu á, hví uppskotið um sjúkrahús millum Fjarða í Eystur- oynni fær so ósakliga við- gerð og hver hevur við hvat at gera í heilsumál- um, tí at talið av nevndum á hesum eki veksur. Í telefonsamreðu við Ríkisumboðsmannin, sum er limur í Ráðleggingar- nevndini, fekk eg at vita, at hann onki hevði við heilsumál at gera longur, hvat ger hann so í hesi nevnd — virkar hon? Eg havi fingið eitt bræv frá einari nevnd, sum kall- ast fyri Legtingsins Al- manna- og Heilsunevnd. Hon skrivar, at onki upp- skot er komið inn á ting frá Landsstýri ella nekr- um flokki um at byggja sjúkrahús í Eysturoynni. Til tað er at siga at upp- skotið varð sent til Føroya Legting frá Skála Komm- unu og varð lisið upp á tingi 28. apríl 1983 og verður stuðlað bæði av fe- legum, kommunum og einstaklingum. Á einum politiskum fundi herfyri viðgekk Lassi Klein, landsstýrismaður, at tað var grundarlag fyri einum sjúkrahúsi í Eysturoynni. Landsstýrið vísir á met- ing Ráðleggingarnevndar- innar 26. mars 1986, sama dag sum hon valdi for- mann. 8 mánaðir aftaná nevndin varð vald vil eg spyrja legmann, hvussu kann ein nevnd taka eina sakliga steðu bert á einum fundi, tá hon er 8 mðr. um at velja formann? Tá eg spyrji, er tað tí, at landsstýrið valdi formann inn í nevndina og skuldi verið tað nærmasta til at greiða frá, hvat henda nevnd metir seg eftir. Tí vil eg heita á løgmann um at kalla landsstýrismann- in í heilsumálum og onn- ur, sum hava havt hetta mál um hendi, til sín og fáa greiðu á, hvat hent er og ansa eftir, at uppskotið verður sakliga viðgjert. Eitt sindur um tað al- menna í mun til tað ein- staka menniskjað. Her er steðan tann, at