týsdagur 1. desember 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 1. desember 1987
ere SS S05jalurin HA
Flogvollur á Glyvursnesi
liður í miðsavningar-
politikki folkafloksins
Flogvallarnevndin metir flogvøllin at
kosta 300-400 mill. kr. Fyri 2 vikum síðani
var hann væl bíligari enn tunnilin undir
Vestmannasund, t.v.s. minni enn 150 mill.
kr.
Parkeringsplássið hjá SMS var mett at
kosta ca. 40 mill. kr. Men nú vísir tað seg,
at talið skal faldast við 4, so at endaligi
S íða 7
fleiri fjall í Vágum við
jerðina. Ha, ha — jú, víst
er býráðsformaðurin
skemtiligur. Men Poul, eg
kann upplýsa teg um, at
kanningar eru gjerdar
hesum viðvíkjandi — og
tað kann altso lata seg
gera. Tað verður bara bíð-
að eftir einari politiskari
kostnaðurin verður 160 mill. kr.
Endaligi kostnaðurin av flogvøllinum
hjá Poul Michelsen skal faldast nógvar
ferðir, áðrenn vit fáa eitt roknistykki, sum
hann kann fáa 11 fyri, skrivar Elsa D. í
hesi viðmerkingini til flogvallarkjakið.
Ja, so kom Tórshavnar
býráð at enda út undan
dýnuni og kunngjerdi,
hvat tað hevur fingið
burtur úr teimum 3 mill.
kr., sum brúktar hava ver-
ið til kanningararbeiði til
ein flogvell á Glyvursnesi.
Fyri 3 mill. kr. er tað
lætt at fáa alt viðvent, so
at stersta mjerkahol í
landinum — Glyvursnesi
— verður gjert til best
egnaða pláss í landinum.
Pengar kunnu gera so
nógv — sum vit jú øll vita
Poul Michelsen sigur, at
býráðið hevur átikið sær
uppgávuna, tí at Lands-
stýrið ikki torir í holt við
málið. Hann sigur eisini,
at býráðið hevur skrivað
til landsstýrið nakrar ferð-
ir, og at teir onki svar
hava fingið.
At Landsstýrið ikki
svarar býráðnum, kundi
kanska verið eitt tekin
at teir ikki tora at
koma út ein eina »diskus-
um,
A —————— it "ie"
man ofta skal venda sær
til Havnar ella onnur stór-
pláss, í staðin fyri at man
kann gera tað í heima-
sóknini og harvið lætta
um gerandisdagin hjá
fólki. Eg meti, at tann
vanliga steddin á einari
bygd at vera uml. sum
Skála. Tað, sum skilir okk-
um mótvegis eðrum bygd-
um, er í vinnuni, tí land-
sins stersta skipasmiðja
er her, men annars ongin
munur við bygdir á somu
stedd, hevði manna-
gongdin verið sum her er
skrivað, so hevði
kommunuskrivstovan
verið opin hvenn yrkadag
í vikuni, í staðin fyri sum
nú — bert tann eina.
Eg hoyrdi herfyri, at tað
vóru ætlanir um at skipa
eina skattadeild, sum
sión< um flogvallarmálið
— tí at valið nærkast.
Men tað er at vóna, at
Landsstýrið tegur, tí at
tey, ið har sita, halda — at
flogvallarprojektið hjá bý-
ráðnum hevur so lítið við
veruleikan at gera, at tey
ikki tíma at brúka tíðina
uppá slíkan erskap.
Tórshavnar býráð hevur
ongi loyvi fingið, hverki
frá einum ella eðrum. Men
tað tekur Poul Michelsen
ikki so tungt, tí at hann
heldur ikki at Landsstýrið
kann loyva sær at siga
nei, og harvið bresta sápu-
blødruna, sum hann situr
og droymur í. Men Poul
M. kann »gudskelov« ikki
avgera, hvat fyri stødu
Landsstyrið skal taka.
Býráðið sigur seg hava
nógvar grundgevingar
fyri at byggja flogvellin á
Glyvursnesi.
Nr. 1. Flogvellurin
Vágum er ov stuttur, og
um hann skal leingjast
verður neyðugt at
or
javna
røkkur frå Runavik til
Selatradar, leidin er lika
long bådar vegir. Alika-
væl vænti eg, at tað verð-
ur drúgvari av Selatrað,
tá á stendur, annars virk-
ar tað fyri mær sum um at
landspolitiskir flokkar og
stovnar verða nýttir sum
víðkað býráð fyri stór-
plássini.
So vil eg enda har eg
byrjaði. Uppskotið um at
byggja sjúkrahús millum
Fjarða. Tá ongin kann
greiða frá, hví tað ikki
skal byggjast, meti eg, at
tervur er á hesum, tí vil eg
heita á løgmann um at fáa
uppskotið framt. Eg komi
til Havnar at tosa um
hetta, tá meguleiki verður
til tað.
Vinarligast
Viggo Holm, Skála
avgerð, so at gongd kann
koma á arbeiði hesum við-
víkjandi.
Nr. 2. Tað tekur ov
langa tíð at ferðast vestur
í Vágarnar. Mangt skal
man hoyra — sikken ein
grundgeving. Láturligt!
Hevur tú hugt at Feroya-
kortinum og sæð, hvussu
lítið Feroya land er? Ein
skuldi trúð, at Poul M.
hevur fingið »hukommel-
sestab«, og heldur seg
vera býráðsformann í
LONDON.
Fólk uttanfyri Feroya
land hava sanniliga langa
ferð, tá tey fara út at ferð-
ast. Og um ell vóru sum
Poul Michelsen, ja, so lá
ein flogvellur við hverja
landsbygd í t.d. Danmark.
Nr. 3. Skjótari at fáa
feskan fisk av landinum.
Og í meðan hann sigur, at
tað er neyðugt, so veit
hann ikki, um tað kann
bera seg fíggjarliga.
Nei, »hasum skulu tit
longri út á landið vid«.
Tað er onki hald í tykkara
grundgevingum, sum tit
siga, at tit hava so nógvar
og góðar.
Tann einasta grundgev-
ingin, sum hevur nakað
við veruleikan at gera, er,
at tit skulu skava alt inn
undir tykkum. Tað er nú
ikki so legið — tí at tað
hoyrir jú til miðsavningar-
politikkin hjá fólkaflokk-
inum.
Flogvallarnevndin met-
ir flogvellin at kosta 300-
400 mill. krónur. Fyri 2
vikum síðan var hann væl
bíligari enn tunnilin undir
Vestmannasund, L.V.S.
minni enn 150 mill. kr. —
so at hatta er eitt fram-
stig.
Parkeringsplássið hjá
SMS varð mett at kosta
ca. 40 mill. kr. Men nú
vísir tað seg, at talið skal
faldast við 4, so at enda-
ligi kostnaðurin
160 mill. kr.
Endaligi kostnaðurin av
flogvellinum hjá Poul
Michelsen skal faldast
nógvar ferðir, áðrenn vit
fáa eitt roknistykki, sum
hann kann fáa 11 fyri.
Elsa D.
veråur
Somu reglur fyri
Nu frættist
| kveldið í sjónvarpinum
i Tordur Niclasen evði
skrivað løgmanni bræs
bodad frå, at um ein
handilsavtala varð gjørd
vid russar undir fiski-
veiðusamráðingunum, so
fór tað at fáa álvarsligar
avleiðingar = fyri sam-
gonguarbeiðið.
Tíðindini um, at onkur
ikki longur vil vera við í
samgongu, eru við at
blíva gerandiskostur, og tí
eru tey lítið áhugaverd.
Á einum longum túri
hoyrist onkuntíð onkur
sverja við, at hann fer ikki
við aftur næsta túr. Hetta
er ofta, tá illa gongur og
lítið er at fáa. Men at
Før
aiu
er
og
menn lova mitt úrinum
at fara av, er meira sjáld
samt. Serliga tá heim
ferðin nærkast, plagar lag-
roi 1 ást, þidgá £
ið á monnum at vera gott.
Tí tykist tað mær legið,
at Tordur so tíðan lovar at
fara av, áðrenn túrurin er
úti. Sjálvandi verður
tyngri at gera túrin lidn-
an við einum manni minni,
men ikki kann verða talan
um at bróta túrin av, nú
so stutt er eftir.
Aftur til brævið frá
Tordi til løgmans. Tordur
sigur, at hann ikki kann
góðtaka, at Drelnes
verður umskipingarhavn
hjá russum, sum umsókn-
in frá Tveroyrar býráð
snúði seg um.
Oyri og Drelnes
— Verður forboð sett móti, at Drelnes
verður uppskipingarhavn hjá russum, fer
tað eisini at raka rækjuvirkið á Oyri …
boðaði ann
igongufundi
fleiri mánaðum síðani,
Legmaður
ars irá á Sal
at ætlanin hjá russum var
slept.
Tordur segði tá, at hann
vildi hava hetta mál fyri
Legtingið, og tað helt eg
vera eina rímiliga loysn, tí
so fingu allir tingmenn
sagt sína hugsan um mál-
ið. Serliga nú, tað tyking
vera rættiliga stór mót-
steða móti samstarvi við
russar. Tað sæst týðiliga á
teimum mongu brevun-
um, ið dagliga koma til
Legtingið.
Eitt má gerast greitt:
Eitt meguligt forboð fyri
hesum fer eisini at raka
Rækjuvirkið á Oyri. Tí,
verður ikki loyvi at leggja
upp á Drelnesi, verður
sjálvandi heldur ikki loyvt
russum at leggja upp í
Oyri.
Tað munnu galda somu
reglur á keiini á Oyri sum
á Drelnesi. So gott í teg,
Tordur. Kom í Tingið við
hasum málinum, sum tú á
sinni kravdi. So fáa vit eis-
ini fram, hverjir politiskir
flokkar ynskja fiski- og
handilsavtalu við russar.
Henrik Old