Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í samreðu við útvarpið 23. nov. sigur Karin, at hon broytir ikki steðu viðvíkj- andi tí at siga ja til at fleiri skip koma til landið, hetta torir hon ikki at vera við til. Ein grund er, at tá hend- an samgonga kom til vald- ið, skuldi sparast, men tað hevur man so onki sæð til enn, sigur hon millum annað. Hugsar eisini um veiðitrýstið á fiskigruun- arnar. Kemur henni dátt við, at nú aftur verður tos- að um skipapakkar. Vit eru fleiri, ið taka undir við tær í tí steðu, tú hevur tikið, statt tú bara fast við tína avgerð. Gott klárað, at ein løg- tingskvinna kann taka blaðið frá munni og siga, nú er nóg mikið við skip- um og skipakeypum eina- ferð Nú nærkast valið. og sjálvandi kann ongin politikari verða við til at siga nei til sítt valdømi, um eitt annað valdemi fær eitt skip. Øll vita vit, at figgjar- steða landsins er ikki av tí besta, útflutningurin er minkaður, veiðinegdin minkar alsamt, fleiri skip koma í flotan. Hvert ein- asta mansbarn í hesum lítla landi veit, at soleiðis, sum gongdin nú er, kann ikki haldast fram. Okkara samfelag hevur ikki ráð at blíva við til at keypa hesi ovurdýru skip- ini, ið ongan meguleika hava fyri at bera seg, og tá á stendur til at gjalda hesi dýru skip, verður far- ið til landskassan at fáa hjálp, nú verður tað skatt- gjaldarin, ið skal gjalda rokningina, ikki rekkur tað privata íinitiativi longur enn so. Og ofta sær man somu menn, sum fara av knór- anum við einum skipi, eru við til at keypa sama skip aftur. Hetta er ógvuliga torfert fyri okkum van- ligu skattgjaldarar at skilja, og man undrast yvir hvussu leingi hesin erskapur kann halda fram. Undan seinasta leg- tingsvali var eitt tað sein- asta tásitandi samgonga gjørdi undan valinum, at koyra ein skipapakka ígjegnum, sum so hendan samgongan koma at hanga uppá. Tað verður eitt dýrt val- agn, um vit skulu nýta skipapakkar sum agn uppundir hvert val, og ikki hugsi eg, at nekur at- kveða verður vunnin á tann hátt, ella í hvussu so er verða tað bert fáar. Ser- liga tá hugsað verður um figgjarstødu landsins. Flest ell mugu hava fingið eyguni upp fyri at fiskivinnan hevur av- markaðar meguleikar. Í des. 1978 bleiv eitt álit Gott at Karin Kjølbro sigur nú er nógmikið lagt fyri landsstýrið frá ídnaðarnevndini, har kanning var gjerd, tað hevði verið áhugavert at vita hvat henda kanning bleiv nýtt til, tí man hevur ongantíð hoyrt nakað aftur um hetta. Ein kundi hugsað sær, at tíðin var komin til at hugsa um hverjir meguleikar eru fyri at fáa annan ídna upp- bygdan, nú tað sansar at hjá fiskivinnuni. Nógv kann gerast, um viljin er til staðar, til at beta um steðuna, bert teir, ið myndugleikan hava tora at taka tey neyðugu stigini, sjálvt um tað kostar nakrar at- kveður, eisini til at siga nei til fleiri stór og dýr skip, ið kosta okkara sam- felagi milliónir av krón- um. Og lat okkum íkki gloyma, at tá hesi dýru skip ikki bera seg, og landskassin tømist, so kunnu vit rokna vid at bæði toll- og skattahækk- ingar verða lagdar á borg- ararnar fyri at gjalda rokningarnar aftur, so ein- falt er hetta, men ikki minst vandamikið fyri samfelagið. Karin hevur nú sagt, at hetta vil hon ikki vera við til longur, vónandi verða tað fleiri, sum siga tað sama. Tórshavn 26. nov. 1987 Ingeborg Vinther Tænastumannakanningin einaferð enn Tað vísir seg sum at trý ára gamla tænastumanna- kanningin av lærarunum við Vágs Skúla ongan enda fær, men ikki nokk við tað. Tá man ringir til Landsskúlafyrisitingina og klagar um steðuna, ørnini eru í, fær man til var, at landsstýrið hevur ábyrgdina av Vágs Skúla, hvussu í víðu verð ber tað til at Landsskúla fyrisitingin hevur loyvi at ávísa útgjalding av løn til lærararnar í Vági, bæði nen teir, sum fáa 304 túsund. um árið, og teir, ið mugu noyðast við helvtina av hesum. Stjórin á fyrisit- ingini, takið tygum saman og síggj steðuna hjá bern- unum í eyguni. Kom suð- ur, gakk skúlastovu úr skúlastovu og kanna hvussu vorðið er. Onkur, sum gongur flokki, hevur havt lærarar rokning, hetta kunnu tyg- um ikki halda vera rætt. Vikararnir kunnu nokk ikki gera við at steðan er sum hon er, men tit kunnu. Stjórin uppfyllir ikki tey krøv, myndug- leikarnir seta, ti kann hann ikki vera skúlastjóri, og er hann ikki tað, fáa vit umsóikn frá einum 15 lær- aralærdum fólkum um størv í Vági komandi ár. Hetta tygum, Hentzar Ellingsgaard, best hjálpa okkum við, við at lurta eftir foreldrum í Vági kunnu Ein mamma Nr. 137 — 1. desember 1987 Mótmælið ætlanini at byggja flogvøll Til Frank Davidsen! Tann 24. nov. skrivar tú, at okkum lesarum kann skriving tín tykjast einstáttað og lokalpatriot- isk, men so er als ikki, tí okur eru fleiri lokal- patriotar, ið fylgja við í skriving tíni um flogvall- armálið, men okur tosa bert innanhýsis, og er tað sjálvsagt ikki nokk, tí hetta er eitt alment, stórt álvarsmál, ið krevur upp- bakking frá øllum, ið búgva uttanfyri Havnina, annars kunnu okur líka- gott strika orðið >bygda- menning«. Eg eri ikki einsamøll i Suðri, id einki havi ímóti at ferðast tað strekki meir úr Havn til Vágar! — Okur eru nógvir suðuroy- ingar, ið vilja stríðast fyri bygdamenning, og gott hevði verið um øll út- jadaraøki stóðu meira saman um líkarætt í sam- felagnum. Eitt av slagorð- um okra, ið demonstrer- aðu á sinni fyri Suður- oyarsiglingini, var: »Somu skyldu — sama rætt«. Brukid tey: Og gevist ikki, talið tykra sek og um neyðugt, tak stig til likn- andi tiltak, id suduroying- ar gjørdu »okur eiga Smyril«. Møtid tykur upp i Tinganesi við tykra slag- orði: „Vit eiga (hava) flog- vøllin«. Samfelagsborgar- in hevur ikki ráð til fleiri. Mítt ráð skal verða: VER- IÐ IKKI OV SEIN Á SJÓVARFALLINUM! Torgerð Suðuroy Tørvandi vilj Nu hava HF- og studenta- skulanæmingarnir — boy- kottad undirvisingina i 2 dagar, og hvørja åvirkan hevur tad so havt? Endamålid vid at boy- kotta undirvisingina var at gera vart vid, at vit eru ónegd við at henda ósemja ímillum Y.F. og landsstýrið skal ganga út yvir okkum. Nógv halda, at vit bert vilja hjálpa lærarunum við at mótmæla við t.d. mótmælisgonguni. Onnur halda, at vit gera hetta til stuttleika ella fyri at fáa spenning í skúlanum í staðin fyri vanligu skúla- gongdina Men soleiðis er ikki Okkara uppgáva er ikki at taka steðu til, hver av teimum stríðandi pertun- um hevur rætt, og hver hevur órætt. Okkara upp- Sakleys offur Dagin eftir at vit hevdu verið í Havn og luttikið í mótmælisgonguni frá Stu- dentaskúlanum og oman til Landsstýrið, savnaðust HF-næmingar í Suðuroy til fundar. Evnið á fundinum var, hvat gerast skuldi við ta ótolandi steðu, HF- og studentaskúlanæmingar kring landið eru í. Trý uppskot vórðu sett fram: 1. Gevast við øllum til- tøkum. 2. Halda fram við tiltøk- unum. 3. Bida til tysdagin at vita um nøkur itøkilig úr- slit eru komin burtur úr. Um ikki nakað var hent, vóru næmingar samdir um at seta tiltek í verk aftur týsdagin. Triðja uppskotið, um at bíða til týsdagin, varð samtykt við stórum meiri- luta, og vónandi taka hini næmingafeløgini undir við tí. Við at bíða til týsdagin, vísa vit okkara góða vilja til at fáa undirvísing. Tá vit seta tiltøk í verk, er tað ikki fyri at styðja nakran av pertunum í trætuni, men fyri at vísa, at vit vilja hava ein enda á hesari út av lagi ringu steðu, vit eru komin í. Hf-næmingar í Suðuroy gáva er at gera vart við, at vit ikki ynskja at missa eitt heilt ár, vegna hesa Osemju. Vit vóru i Havn tys- dagin og mótmæltu. Tá segði løgmadur, at tað al- tíð tekur eina tíð at loysa slíkar fakligar ósemjur. Men tað er júst hesa tíð, vit ikki hava. Vit hava ikki ráð til at missa nakra tíð, tí ein uppgáva, sum 2. árs uppgávan, skal fyri- reikast væl, og tað tekur tíð. Ti má henda ósemja loysast skjótast meguligt, um hon ikki skal ávirka úrslitið av 2. árs uppgáv- uni. Og sum tey flestu vónandi vita, so kemur karakterurin fyri 2. árs uppgávuna at standa í prógnum. Ein vánaligur karakterur í ådurnevndu uppgávu kann beinleiðis fora við sær, at man ikki sleppur inn á tann hægri lærustovn, man hevði ætl- að sær. Alt hetta bara tí at Y.F. avgjørdi at seta til- tek iv erk, og ti løgmadur avgjerdi, at tað endiliga skal taka sína tíð at loysa hetta stríð. Kanska verður tað ikki loyst. Bæði Y.F. og landsstýr- ið siga, at stríð sum hesi altíð ganga út yvir tey ó- seku. Men hví skal hetta stríð eisini ganga út yvir tey óseku? Hví ikki siga sum so, at hetta skal vera fyrsta takliga stríð uttan sakleys offur? Tað er onki argument at siga, at tað altíð hevur verið so. Um báðir partar hava ta áskoðan, at tað skal gange út yvir tey óseku, so verð- ur hetta stríð ikki loyst. Men tað skal loysast. Og tað skal loysast nú. Áðrenn tað fær áður- nevndu fylgjur. Higartil hevur tað sæð út, sum um vit hava boy- kottað til fánýtis. Tað sær eisini út, sum um ongin vilji er til staðar til at loysa hetta mál. Hava politikararnir gloymt, at tað verður val næsta ár? Tí hetta gongur út yvir eini 800 fólk, og vit hava næstan ell valrætt. Tí heita vit enn einaferð á teir stríðandi partarnar um at loysa hetta mál. Um onki hendir, so mugu vit fara at seta onnur tiltøk í verk. Alt var friðarligt týsdagin, men um vit missa eitt heilt ár vegna hesa ósemju, so er ikki vist, at alt fer at spæla friðarligt av. Um onki er hent áðrenn týsdagin 1/12, so fara næmingarnir á Suðuroyar HF-skeiði at seta onnur umfatandi tiltøk í verk. Vónandi verður hetta ikki neyðugt ... HF-næmingar í Suðuroy