hósdagur 3. desember 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Ábyrgdarblaðstjóri:
Útgevari:
Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Vanlukkutíð
HEILAR seks deyðsvanlukkur
eftir bert góðari viku. Harav tær
fimm í ferðsluni. Meira syrgiligt
kann tað ikki verða og kring alt
okkara lítla land eru tað fólk, sum
kenna sorg, antin tí tey kendu
onkran av teimum raktu og teirra
næstu ella tey hava samkenslu
við teimum, sum mist hava.
SAMKENSLA er náttúrlig í slík-
um føri. Men neyvan er nokk við
henni aleina, skulu vit í framtíðini
forða fyri, fyribyrgja, at slíkar van-
lukkur henda aftur. Neyvan finst
nøkur patentioysn, hvussu vit
fyribyrgja øllum vanlukkum, ti
summar teirra eru vit ikki harrar
yvir.
MEN tað er greitt, at vit eiga at
gera alt vit eru ment at fyribyrgja
slíkum óhappum. Hetta kann ger-
ast við at hver einstakur kennir
ábyrgd og skyldu. Men eisini er
neyðugt, at tey fólk, sum eru sett
at útbyggja og menna hetta sam-
felag, eru vitandi um tann týdn-
ing trygdin hevur í einihvørjari
samfelagsútbygging. Tað nyttar
ikki at byggja nýggj bústaðargki,
uttan at taka hædd fyri ferðsluni í
hesum økjum. Her skal takast
hædd fyri gongubreytu, fyri
gonguteigum, fyri ferðsluljósum,
fyri súkklubreytum o.s.fr.
Í VERULEIKANUM eru tað okk-
ara býarplanleggjarar og ferðslu-
myndugleikar, sum hava størstu
ábyrgdina av trygdini hjá núliv-
andi og komandi ættarliðum, tá
tað snýr seg um at fyribyrgja
óhappum í ferðsluni. Tað er teirra
uppgáva at laga útbyggingina av
samfelagnum soleiðis, at skúlar,
bústaðir, stovnar, vinnuvirki og
| ferðsluvegir eru í samsvar hver
við annað.
MEN SO er tíverri ikki altíð. Taka
vit útbyggingina, sum fer fram í
Havnini, so er tað hvørjum mans-
barni greitt, at ferðslan bert økist
og økist, til vit heilt missa tamar-
haldið á henni.
ALT VERÐUR jú gjørt fyri at
draga fólk av bygd til Havnar, eitt
nú í handilsørindum. Og ikki
minst hesa jólatíð. Um somu tíð
vita vit. at gongdin í samfelagsút
| byggingini hevur verið tann, at vit
oddagrein
hava sentraliserað í sera stóran
mun. Fólk av bygd eru rætt og
slætt noydd at koma til Havnar
av og á at greiða ymisk viður-
skifti. Nú kann ein so vera fyri
ella ímóti slíkari sentralisering.
TAÐ stendur í hvussu so er greitt,
at hon er ein veruleiki, og tí eiga
vit øll eisini at seta sum minsta-
krav til okkara myndugleikar, at
planleggjararnir verða tiknir upp
á ráð og eru við at stinga út í kort-
ið, hvussu eitt nú bygt verður og
at hædd verður tikin fyri ferðsl-
uni.
TAÐ vit eru vitni til í løtuni er at
meira og meira ferðsla verður
pumpað inn í Havnina. Skjótt
brennur alt saman. Einki samsvar
er millum hetta ferðslutrýst og so
røktina og útbygging av okkara
ferðsluneti, t.v.s. gonguteigum,
ljósi yvir gonguteigum o.s.fr.
VIT hava fyrr víst á vandamál í
ferðsluni og meta vit, at tað fyrst
og fremst verða fólk til gongu,
sum verða taparar í framtíðar-
ferðsluni, um skilið í Havn slepp-
ur at halda fram. Fólk til gongu,
sum eru í myrkum klæðum, sum
ikki síggja nóg væl ella duga nóg
væl at ansa sær, eitt nú gomul og
børn, tey vera og eru longu veru-
ligu tapararnir.
ÁHEITAN okkara til myndugleik-
arnar er tí hon, at tað eigur ikki at
verða spard ein króna, tá tað snýr
seg um ferðslutryggleikan,
hverki í Havnini ella aðrastaðni.
OG NÚ so nógv verður tosað um
undirsjóvartunnlar. Hevur nakar
hugsað um, hvat slíkir tunnlar
fara at týða fyri ferðsluna. Hetta
at fólk í bili tá kunnu koyra úr ein-
um enda av landinum í ein annan!
Eisini her er neyðugt við at fáa
planleggjararnar við inn í mynd-
ina, soleiðis at vit ikki longu í byrj-
anini spara trygdina burt. Tað
hava vit tíverri alt ov mong dømi
um longu. Og nú mugu vit til at
læna av teimum.
jamú
Nr. 138 — 3. desember 1987
Kirkjubøhoimur; — "7 N
Brangansvík
Eg las við áhuga fram
lagda tilfarið sum flog-
vallarnevndin vid Poul
Michelsen sum formanni
— og einastu drivandi
kraft — legði fyri almenn-
ingin nú um dagarnar.
Málsetningur nevndar-
innar hevur heilt greitt
verið at skrivað um all
tonkilig argument, sum
kundu tala til fyrimuns
fyri ætlanini og sam-
stundis útihýsa ella
burturforklára allar
vansar.
»Kanning« sum hevur
slíkt endamál, kann ikki
brúkast til annað enn at
lumpa minni tonkjandi
fólk til eina skeiva steðu-
takan, ella leiða tankar
teirra burtur frá eðrum
meira átrokandi málum
Slíkt má tískil ikki standa
óopponerað í einum demo
kratiskum san
Óljóðs->kanningina
er fupp
Ein og hver við bert eitt
sindur av skili uppá ljóð
ella í hesum førinum óljóð
veit AL fe tølir sun
vórðu sett á kortið
púra burturvið
Um ljóðniveauið
málast í dB, fon ell son
skal eg ikki koma inn
uppá her, men tá tað verð-
ur sagt, at ljóðniveauið er
SBI
Samxomunus t
Komdaiur&
SARVAGUR Í
2
oO
Á
NN
max. 55 dB á Argjum er
okkurt >svipsað< — til-
ætlað ella ikki.
Sambært viðtiknu lógir
um steddina á desibei,
svarar 55 dB til vanliga
talu og t.d. 80 dB svarar
til (kraftigt) getuóljóð.
Vanlig flogfør hava eitt
ljóðniveau uppá undir 120
- 130 dB ella meira í eini
fråstødu uppá 300 m, tå
farið verður á flog.
Glyvursnes
— Vágar
Fyri at lýsa hetta óljóðs-
mynstrið á ein meira ná-
greiniligan og lættskilj-
andi hátt, so kanst tú taka
ekið um Vága flogvøll og
tekna hetta inn á Glyvurs-
nes. Tá fer sandurin í Mið-
vági at liggja í Hoydølum!
Og tekur tú úr Sørvågi,
fer keiøkid í Sørvågi at
liggja áraka hospitalið og
Beur áraka Hoyvík og ov-
asti býlingurin í Servági
áraka sunnastu húsini á
Argjum.
Nú kann ein og hver so
gera sær sínar tankar um
hvussu óljóðið fer at hoyr-
ásannar nevndin
at tað hevði verið
betur um flogførini høvdu
snarað út yvir Nólsovar-
fjørð!!!
Víst so ljóðar hetta gott
hjá lítið hugsandi indi-
ast, og
elsini,
Tjørnunes ig! }
3
OM Ski
L- }
SO
2
oO
NC
3 |
vidum — men ikki kann
flogfarið bæði snara, ekja
um ferðina, vinna hædd
og samstundis slaka
motorarnar — tá dettur
flogfarið í havið!!!
Natúrlógir eru hóast alt
ikki so at seta til viks.
Hinvegin — um tú snar-
ar og tískil má koyra
meira á motorarnar, tå
verður óljóðið sent beint
niður á Argjar og Hospi-
talið og tað við einum ljóð-
trýsti, sum er væl sterri
enn um flogfarið hevjaði
seg beint upp.
Eisini vilja reflektiónir
av Argjum og Kirkjubø-
reyni bæði vaksa og
leingja um óljóðið.
Vánaligir
keypmenn
Ég vildi mett at fyri 3
mill. krónur átti henda
nevndin at kunna keypt
sær eitt sindur meira álít-
andi taltilfar, til at bygt
sína niðursteðu á.
Av simplum ótta fyri
represalium frá ávísum,
sum man veit ikki vil lata
sær lynda at verða mót
sagdur, noyðist eg at
vera:
Dulnevndur.