hósdagur 3. desember 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A —ÁÁÁÁÁ
Nr. 138 — 3. desember 1987
Holoyar
Nú skal hver bygd hava
hol. Un tað er til at
tivggja lgjøgnum til
Havnar, ella fyri at yn
liva, er fyri mær ein gáta
Eg havi tó eitt uppskot:
nú vit yvirtaka undir-
grundina áðrenn vit undir-
taka yvirgrundina, hvat
so við at grava seg niður
og byggja ein undirjarðar
»sentral« fyri allar Fer-
oyar. Har kundi so oll um-
sitingin havt heima, SMS,
Keypssamtekan, Al-
mannastovan og alt, sum
vit dagliga leita eftir.
Og tad tydningarmesta:
hol haðani til allar før-
oyskar bygdir og byir.
Og jarnbreytir til hesi
plåss. Og hesin »middepil«
kundi so verid trygging
fyri at Atli Dam, Lands-
stýrið og Poul Michelsen
ikki oyddust í meguligum
kjarnorkustríði.
Annars kann nevnast í
sambandi við eitt nú
Vágatunnilin, at tað er
styttri frá Helsinger til
Helsingborgar enn yvir
Vestmannasund, og tó
hava danir og sviar enn
ikki havt ráð til tunnil
undirsjós. Og Ísland, sum
stendur sum nr. 6 á sta
OECD yvir rík lond, með-
an Feroyar liggja sum nr
23, hevur bert havt ráð til
2 tunnlar, hóast tørvurin
er stórur har, tað veit hver
føroyingur, sum hevur
verið har við bili sínum.
Hugsið tykkum, hvussu
skjótt tað hevði verið fyri
fólk at komið í toki frá
„Undirjarðarmiðdeplin-
um« til øll stød i Føroyum,
lika frå Fugloy til Sum-
biar! Og ein tokferð til
»Poul Michelsens Inter-
national Airport« å Glyv-
ursnesi hevði kanska bert
tikið ein tíma fyri ein fugl-
oying ella sumbing.
Hugsið tykkum til okk-
ara framtíð við undir-
sjóvarmiðdepli og heims-
gitnir fyri hol. Navnið
»holoyar« hevði verðið
prógv um okkara vælferð-
arsamfelag.
Eg veit um arkitekt,
sum er ferur fyri at pro-
jektera hetta »projekt«.
Vit fara undir tað í næst-
um, og vit vóna at mynd-
ugleikar, Phil og Sen og
Poul vilja samarbeiða.
Kári P.
Um avnoktan
»Avnoktan« er eitt hug-
tak, sum vanliga verður
brúkt um okkara alko-
holikarar. Hóast tað eftir
mínum tykki er blóð-
skeivt, tí eg havi verið er-
ligur og viðurkent mitt
vandamál tey 20 árini, eg
havi verið offur fyri hesi
sjúku.
Men føroyingar,
»normalir« vågamenn,
flogmenn og aðrir speku-
lantar i flogferðslu, av-
nokta opinbert at flog-
ferðslan til Føroya er
deydavandalig. Flogvøll-
urin liggur å plåssi, sum
er tad ringast hugsanliga i
landinum, ti bretar bygdu
hann:
1. vegna tess, at tokan
åtti at forda tyskarum at
siggja hann,
2. at innflågvingin åtti
at vera so torført sum
gjørligt. Millum høg fjøll
og vid mest møguligum
kastivindum.
Hesin flogvellur var
kanska OK fyri Royal Air
Force, sum vóru vanir at
seta lívið uppá spæl. men
tað er veruleiki, at kønir
flogskiparar SAS meta
henda neyðars flogvøll
sum vandamiklasta inn-
flúgvingarflogvell í heim-
inum.
Kanska er hann í Erva
við okkum, men vit eiga at
vera himmalsglað fyri at
ein Boeing 727 advanced
ikki er dottin niður yvir
Servágsbygd, og hvat
vildu menn sum Frank
Davidsen tá gjørt?
Hvussu nógvar sjúkrabil-
ar og sjukrahús hevur
hann í Vágum?
Nei, latum okkum fáa
nýggjan flogvell aðra-
staðni, har innflúgvingin
er forsvarlig. Vit kunnu
ikki halda fram at bólta
við stórum jetflogfari
Boing-237-advanced inni
millum kastivindar, Vága-
fjøll og onnur vandamál.
Hetta má ikki vera enda-
long avnoktan frá Flog-
felagnum, Danairchefin-
um ella eðrum fíggjarlig-
um og lokalum áhuga-
monnum.
Vit ferðafólk kenna
sannleikan um hvussu tað
er at lenda í Vágum. Ong-
in skal siga okkum, at tað
er tryggleiki. Heldur ikki
Frank Davidsen.
Ikki tí at eg brýggi meg
um Pól Michelsen polit-
iskt, men, lat okkum taka
trygdina fyrst, og so
byggja flogvellin í Sandoy
ella við Toftavatn.
Múli
Vithava2stk. COLT 1200 GL á
*SERTILBOÐ allan desember mánað ......................Kr. 84.700.-
x JOLATILBOD! x
SERTILBOD ALLAN DESEMBER MÅNAD
SPORTSUTGÅVAN
Vithava3stk. SPORTSÚTGÁVU á .
*SERTILBOÐ allan desember mánað .................„kr. 94.700.-
MERCEDES-BENZ Á
Hoyvíksvegur, box 205
Í bil-barnastóli, á beltiskodda
ella bara við belti;
sita børn tíni væl
og trygt í bilinum.
Annaðhvort -
ikki bæði
(ll
1 6
Ferðslutrygd
að, MITSUBISHI
Pf. IVAN JOHANSEN
110 Tórshavn - tlf. 13666
"SERTILBODINI eru bert galdandi har ongin brúktur bilur verður latin inn í byti.
A CITROEN
.kr. 101.500.-
kr. 109.800.-
Sida 7
Telefonóskil
Nú er tolið uppi hjá okk-
um eysturoyingum. Hetta
er ótolandi steða vit eru í
Vit gjalda fult gjald fyri
okkara telefonir. Eru
pengarnir í Eysturoynni
ikki líka nógv verdir, sum
aðrastaðni í Feroyum!
Hverjum líkist hetta, í
okkara framkomna sam-
felag vit liva í. Hvar er
trygdin. Eydnast tað ein-
um yvirhevur at fáa tóna,
so er antin upptikið ella
kemur ein inn í samtaluna
hjá eðrum. Sum demi
kann verða nevnt: skuldi
hava fatur á ríkishospi-
talinum, sera átroðkandi
samtala, sat eitt heilt
kveld, men í staðin fyri at
fáa samband við ríkis-
hospitalið, órógvaði eg
óneyðugt fýra onnur
donsk húski. »Hvem skal
sá betale«. Neyvan tele-
fonverkið, men tann neyð-
ars pensionistur
Vælsignadir eysturoy-
ingar, standið nú saman,
og latið vera við at gjalda
telefonrokningina. Vit fáa
onga tænastu kortini, men
tað merkist nokk
skotinun
P > Vit Kr as
tima IKKI al SKriva nøvn
undir, ti tað fyllir fleiri síð
ur
Rukkurnar.
Viking-band
er altíð til reiðar at spæla til veitslur og
annað.
TIf. 73345