hósdagur 3. desember 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 138 — 3. desember 1987
Tað var um tað mundið, at
vit vóru um at geva skarv-
in yvir, men landið bað
okkum ikki sleppa ætlan-
ini.
Skuldi bert
verið ein
brennistød
Nu tykist so vera von
fyri, at tit sleppa i gongd
vid brennistødini um eitt
ár ella so. Men heldur tu
sjálvur, at tað er tervur á
tveimum brennisteðum í
Feroyum?
— Sum steðan er í dag,
so kanska Havnar komm-
una klárar at brenna fyri
alla Suðuroynna afturat,
men tá brennisteðin hjá
IRF skal taka ímóti
burturkasti frá 30.000
íbúgvum, so er greitt, at
hon fer at hava nóg mikið
at gera
- Men er tað ikki rætti-
liga burturvið at byggja
tvær brennisteðir?
— Tað hava vit alla tíð-
ina hildið. Og vit halda
framvegis, at tað bara átti
at verið ein brennisteð.
Men hesin meguleikin var
jú ikki til staðar. Vit
ynsktu at byggja eina
brennisteð við tveimum
ovnum, men Tórshavnar
kommuna vildi jú ganga
sínar egnu leiðir, og tá var
hetta so bert tann næst-
besta loysnin á málinum.
— Eg kann gott einaferð
enn undirstrika, at tað
besta hevði verið, um vit
hevdu eina brennisteð við
tveimum ovnum, sum
brendi fyri alt landið. Hon
skuldi ligið sentralt.
Eg hugsi eisini um
spurningin at brúka spill-
hitan til upphitingarenda-
mál. Nú steðin í Havn
bert hevur ein ovn, kann..
hon als ikki brúkast til '
slíkt endamál í nóg stóran
mun.
— Heldur tú, at Tórs-
havnar kommuna hevur
víst rættiliga stóra ego-
ismu í hesum málinum um
brennisteð?
— Tað kann eg bert taka
undir við. Men teir mugu
so ráða sær. Vit kunnu
ikki diktera teimum nak-
að.
— Men átti so ikki land-
ið at „skorið igjøgnum« og
sagt, at tað bert skuldi
byggjast ein steð?
— Tá teir gjørdu lóg um,
at alt burturkast í landin-
um skuldi beinast burt við
brenning, so skuldu teir:
eisini havt sagt við einari
brennisteð. Tað var tað,
sum restaði í.
Jógvan Isaksen ivast
heldur onga letu í, at
besta plássið at lagt eina
felags brennisteð fyri alt
landið hevði verið við
Havnina, tí her liggur hon
mest sentralt.
— Men tað er so farið.
Annars kemur steðin í
Lorvík at liggja væl fyri
hvat viðvíkur bæði Norð-
oyggjum, Eysturoynni,
Norðstreymi og Vágum.
Men hon kemur ikki at
Steðin verður liðug um
eitt ár
liggja væl fyri Suður-
oynna.
— Men er ikki vandi
fyri, at Tórshavnar
kommuna kann seta kílar
í ætlan tykkara við at fáa
kommunur at brenna í
Havn við at gjalda minni
fyri brenningina, enn tað
fer at kosta hjá IRF?
— Tann meguleikin er
sjálvandi til staðar, tí tá
kommuna hevur verið lim-
u í 10 ár kann hon fara úr
felagsskapinum, men tá
skal kommuna eisini hava
goldið til stødina og tå tær
enn ikki eru byrjaðar at
gjalda, so tað mugu ganga
enn 10 ár. Kommunurnar
hava enn bert goldið inn-
limingargjaldið, sum var
1000 kr. pr. borgara.
Jógvan Isaksen sigur,
at kommunurnar nú skulu
til at gjalda. Útrokningar
vísa, at tað fer at kosta
limakommununum í IRF
520 kr. pr. íbúgva pr. ár at
brenna rusk á steðini?
Tá kann til sammeting-
ar sigast, at upphæddin
fyri Havnina er millum
700 og 800 kr. pr. íbúgva.
— So eg haldi ikki vandi
er fyri, at kommunur fara
til Havnar við ruskinum
fyri at spara pengar, sigur
formaðurin í IRF.
— Men er ikki vandi
fyri, at Havnin veruliga
fer at reka forrætning við
sínari brennisteð og gera
tað attraktivt at brenna
har — kanska eisini bílig-
ari enn at brenna hjá IRF?
— Sambært úttalilsum
frá borgarstjóranum í
Havn, so kann hatta ikki
koma fyri. Hann hevur
fleiri ferðir sagt, at teir
ætla sær ikki at
konkurrerað við IRF, men
tverturímóti at samar-
beiða. So eg síggi burtur
frá tí meguleikanum, sig-
ur Jógvan Isaksen, for-
maður í IRF, at enda.
jan
FOROYSK MÁLING
Til zinktekjur:
máling.
Oxydmúnja og TOL-Húsa
Til asbest- og eternitttekjur: Acrylgrundara og
Acrylmáling (hálvblanka ella silkiglans).
Til zinkhúsaklædning: Oxydmúnja og TOL-
Húsamáling.
Til betonghús, garðar, trappur, gólv o.s.fr.:
Acrylgrundara, Acrylmáling (silkiglans) ella
Kunstharpiksmáling (matt)
Til træhús: Alkydoljubaserað Træverja. Um
húsini eru málað — tå TOL-Husamåling Acryl-
Máling ella Kunstharpiksmáling.
Til træbátar: Grunda við linoljufernis ella alkyd-
oljubaseraðari Træverju — síðan TOL-Húsa-
máling ella Skipslakk.
Til stálskip: Oxydmúnja ella Aðalmúnja, síðan
Skipslakk.
Til loft, stór arbeiðsheli innandura o.s.fr.:
plastmåling fæst fyri 15 kr. /litur, tá ið nøgdin er
minst 200 litrar, og målingin verdur leverad i
tunnum, soleidis at pakkitilfarid einki kostar.
TOL-Húsamáling fæst i næstan øllum målinga-
handlum. Onnur sløg av omanfyri nevndu mål-
ingum fåast eisini i nógvum målingahandlum.
Vørur, sum ikki fåast å plåssinum, kunna vit
senda vid Strandferðsluni.
PF. MÁLING - 3815 Strendur
Telefon 47601 - Teles 81354
Vanlukkutrygging |
Fyri ikki at verða fyri ov stórum fíggjarligum
missi, um vanlukkutilburður berst á, er
neyðugt at hava tryggingarviðurskiftini í lagi.
Tryggingarsløgini eru:
Vanlukkutrygging av hjálparfólki
á sjógvi og landi — legskipað.
Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi,
hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van-
lukkutryggjað. |
Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons
hava skyldu til at vanlukkutryggja mann-
skapið.
Heimatrygging av sjófólki
løgskipad.
Tey, ið vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av
sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu.
Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging
sjálvkravd. -
Arbeiðsvanlukkutrygging fevnir um van-
lukkutilburdir, ið henda í persónligum arbeiði
hjá tryggjaða.
Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg-
ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda
beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi.
sjálvkravd.
Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknað
sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging-
ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður
í frítíðini.
Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar
og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið
inn á gólvið.
Tað er lívsneyðugt...
Foroya Vanlukkutrygging S/F
Telefon 11466 # 15952
Yviri við Strond 23
Postboks 59 + 110 Tórshavn
4
|
|
|
|
|
|